Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mai 2020Nr. 67
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski, rækjum o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2020
(Hækking av kvotu, nýggj felags árskvota og fiskiskapur eftir øðrum fiskasløgum)
§ 1
Í kunngerð nr. 160 frá 30. desember 2019 um veiðu eftir botnfiski, rækjum o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2020 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Yvirskriftin yvir § 3 verður orðað soleiðis:
“Kvota”
2. Aftan á § 3, men áðrenn yvirskriftina yvir § 4, verður sett:
“§ 3 a. Umframt kvotuna í § 3 kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi fiska 355 tons av toski, sum Føroyar hava sambært býtisavtalu við ES, í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap.”
3. Yvirskriftin yvir § 4 verður orðað soleiðis:
“Býti av kvotuni”
4. Í § 4, 1. pkt. verður “Heildarkvotan” broytt til: “Kvotan”.
5. Í § 4 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Kvota, sambært § 3 a, verður latin persóni ella felag, sum 31. desember 2017 hevði veiðiloyvi til veiðu eftir pelagiskum fiski í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.”
6. Aftan á § 17 verður sum kapittul 5 a sett:
“Kapittul 5 a
Fiskiskapur eftir øðrum fiskasløgum
§ 17 a. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska í NAFO-skipanarøkinum eftir fiskasløgum, sum ikki eru fevnd av samtyktum í NAFO, ásettar í Annex I.A ella Annex I.B í NAFO CEM.
Stk. 2. Fiskiskapur eftir øðrum fiskasløgum í NAFO-skipanarøkinum kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. Í umsóknini skal ásetast fiskaslag, ætlanin er at veiða.”
7. Í § 31, stk. 3, 1. pkt. verður “§§ 5, 9 og 12” broytt til: “§§ 5, 9, 12, 15 og 17 a, stk. 2, 1. pkt.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 19. mai 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)