Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. juni 2002Nr. 68
Kunngerð um yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling 1)
Við heimild í § 4, stk. 1, § 5, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2 og § 17, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29.desember 1998 um yrkisútbúgvingar sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar verður ásett:
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Sett verður á stovn yrkisútbúgving innan fiskavirking og fiskaaling.
§ 2. Útbúgvingin skal sum heild ígjøgnum skúlaundirvísing og upplæring á læruplássi
1) geva lærlinginum førleikar í ávíkavist sergreinunum aling og fiskavirking, sbr. § 8,
2) nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið um ræður fakligan førleika og almennan kunnleika,
3) leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving, og
4) menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan.
§ 3. Útbúgvingin skal geva lærlinginum førleika at:
1) útinna tað handverk, ið er knýtt at arbeiðinum,
2) økja framhaldandi um sín dugnað gjøgnum arbeiði og við útbúgving,
3) samstarva við sínar arbeiðsfelagar og leiðsluna í fyritøkuni,
4) vísa neyðug fyrilit fyri heilsu, trygd og umhvørvi,
5) tilrættisleggja arbeiðið á skilagóðan hátt,
6) fáa sær innilit í fíggjarviðurskifti, og
7) seta seg inn í galdandi reglur og lóggávu innan starvsøkið.
Stk. 2. Í sergreinini aling verður dentur lagdur á:
1) neyðuga vitan um tey ymsu fiskasløgini og hvussu alifiskur fæst at trívast,
2) innlit í fóðring,
3) vitan um sjúkur og sjúkufyribyrging,
4) stýringsskipanir innan aling og
5) framleiðslugongdina frá rogni til tøkufisk.
Stk. 3. Í sergreinini fiskavirking verður dentur lagdur á:
1) rávøru og rávørustýring,
2) ymisk virking av fiski,
3) merking og goymslustýring,
4) reinhald og reinføri,
5) stýringsskipanir, og
6) tøknina á fiskavirkjum.
§ 4. Lærutíðin, sum gevur lærubræv, er til samans 3 ár. Útbúgvingin fer fram á góðkendum skúla og á góðkendum læruplássi og fevnir um hesar partar:
1) Byrjunarupplæring á læruplássinum í12-24 vikur.
2) Eitt 40 vikur samanhangandi skúlaskeið, ið verður samskipað við Støðisútbúgvingina Innan Fiskivinnu.
3) Upplæring á læruplássinum í 80-92 vikur.
4) 12 vikur útbúgving á skúla í yrkislærugreinum. Hesar vikurnar nýtast ikki at verða samanhangandi og kunnu liggja í starvstíðini undir nr. 3).
§ 5. Yrkisútbúgvingin hevur tvær sergreinir. Sergreinin aling fevnir um yrkisøkini: smoltstøðir og alistøðir, og sergreinin fiskavirking fevnir um yrkisøkini: fiskavirki, góðskingarvirki og kryvjivirki.
Kapittul 2
Innihaldið í útbúgvingini
Skúlaparturin
§ 6. Almennu lærugreinirnar, sbr. stk. 4, eru kravdar fyri báðar sergreinirnar, tó ikki, har góðskrivað verður fyri ávísar lærugreinir.
Stk. 2. Almennu lærugreinirnar eru á C-stigi, tó kann lærugreinin støddfrøði eisini verða vald á D-stigi, og eru tilsamans umleið 40 % av samlaðu skúlaundirvísingingini.
Stk. 3. Almennu lærugreinirnar skulu geva útbúgvingini almenna breidd, persónsmenning, menning av lestrarførleika lærlingsins og fatan hansara av samfelagnum og samfelagsmenningini.
Stk. 4. Almennu lærugreinirnar eru hesar:
|
Lærugrein |
Tímatal |
|
Alis-/evnafrøði C |
140 |
|
Enskt C |
140 |
|
Føroyskt C |
140 |
|
Lívfrøði C |
105 |
|
Samfelagsfrøði C |
105 |
|
Støddfrøði D/C |
140/175 |
|
Tilsamans |
770/805 |
Stk. 5. Tilskilaða tímatalið í stk. 4 fevnir ikki um tíðina, ið nýtt verður til próvtøku.
§ 7. Yrkislærugreinirnar eru lutvís felags og lutvís serskildar fyri hvørja sergrein. Hetta er nærri lýst á fylgiskjali 1 til hesa kunngerð.
Stk. 2. Yrkislærugreinirnar eru umleið 60 % av samlaðu undirvísingartíðini og kunnu annaðhvørt vera skipaðar sum undirvísing, skeið ella námsferðir.
Stk. 3. Seinna undirvísingargongdin (12 vikur) kann annaðhvørt vera skipað sum undirvísing, skeið ella virkisvitjanir.
Stk. 4. Yrkisnevndin ger av saman við skúlanum, hvussu yrkislærugreinirnar verða býttar millum skúlaskeiðini, og hvat tímatal verður sett av til hvørja lærugrein.
Stk. 5. Skúlin kann í samráð við yrkisnevndina gera av, at tímabýtið millum einstøku yrkislærugreinirnar sbrt. stk. 5-9 kann samskipast við yrkislærugreinir í Støðisárinum innan Fiskivinnu, sbr. § 4 nr. 2.
Stk. 6. Yrkislærugreinirnar í báðum sergreinunum eru hesar:
Lærugrein |
Vegleiðandi tímatal |
|
Fyriskipan (leiðsla og umsiting) |
35 |
|
Góðskustýring 1 |
35 |
|
Heilsa, trygd og umhvørvi |
35 |
|
KT |
70 |
|
Smáverulívfrøði 1 |
35 |
|
Tilsamans |
210 |
Stk. 7. Sergreinin aling fevnir harafturat um hesar yrkislærugreinir:
Lærugrein |
Vegleiðandi tímatal |
|
Fóðurlæra |
35 |
|
Framleiðsla av alifiski 1 |
140 |
|
Vinnulæra |
35 |
|
Tilsamans |
210 |
Stk. 8. Sergreinin fiskavirking fevnir harafturat um hesar yrkislærugreinir:
Lærugrein |
Vegleiðandi tímatal |
|
Framleiðsla 1 |
140 |
|
Rávørulæra |
35 |
|
Vinnulæra |
35 |
|
Tilsamans |
210 |
Stk. 9. Í seinna skúlaskeiðnum (tilsamans 12 vikur) eru yrkislærugreinirnar í sergreinini aling hesar:
|
Lærugrein |
Vegleiðandi tímatal |
|
Endurnýtsla av vatni |
35 |
|
Fíggjarstýring |
35 |
|
Framleiðsla av alifiski 2 |
35 |
|
Góðskustýring 2 |
35 |
|
Lógarverkið innan aling |
35 |
|
Sjúka og sjúkufyribyrging |
70 |
|
Smávørulívfrøði 2 |
35 |
|
Verkætlan |
140 |
|
Tilsamans |
420 |
Stk. 10. Í seinna skúlaskeiðnum (tilsamans 12 vikur) eru yrkislærugreinirnar í sergreinini fiskavirking hesar:
|
Lærugrein |
Vegleiðandi tímatal |
|
Fíggjarstýring |
35 |
|
Framleiðsla 2 |
35 |
|
Góðskustýring 2 |
70 |
|
Lógarverkið innan framleiðsluvinnu |
70 |
|
Smávørulívfrøði 2 |
35 |
|
Verkætlan |
140 |
|
Vørumenning |
35 |
|
Tilsamans |
420 |
§ 8. Høvuðsevnini í yrkislærugreinunum eru nevnd í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð. Yrkisnevndin kann góðkenna nýggjar yrkislærugreinir og onnur evni. Treytin fyri góðkenning er, at førleikamál og innihald eru lýst.
§ 9. Skúlin kunnar læruplássið um fráveruskipanina á skúlanum, sbr. reglurnar um næmingaskyldur í kunngerð um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu, og sendir hvønn ársfjóðring læruplássinum yvirlit yvir fráveruna hjá einstaka lærlinginum.
Verkligi parturin
§ 10. Á læruplássinum skal lærlingurin fara ígjøgnum og arbeiða við øllum teimum viðkomandi arbeiðsuppgávunum, sum eru á virkinum. Hesar eru nærri lýstar í fylgisskjali 2 til hesa kunngerð.
Stk. 2. Um læruplássið ikki kann geva lærlinginum møguleika at arbeiða við øllum arbeiðsuppgávunum í sergreinini, skal læruplássið gera avtalu við útisetavirki, at lærlingurin har fær upplæring í teimum arbeiðsuppgávum, sum vanta. Yrkisnevndin góðkennir slíkar avtalur sbrt. § 16, stk. 1 í lógini.
Stk. 3. Upplæringin innan tey ymsu arbeiðsøkini verður váttað í eini loggbók, sum upplæringarfyritøkan hevur skyldu at føra.
§ 11. Skúlin og læruplássið nýta loggbókina, sbr. § 10, stk. 3, eins og støðumet, ársmet og próvúrslit, í samskiftinum sínamillum, so hvørt sum útbúgvingin líður.
Kapittul 3
Próvtøka og yrkisroynd
Innskriving til próvtøku fyri støðisárið
§ 12. Próvtøka fyri støðisárið verður hildin í mai-juni (vanligt próvtøkuskeið) og í september-oktober (sjúkrapróvtøkuskeið).
Stk. 2. Próvtøkukrøv og próvtøkuhættir eru ásettir í lærugreinakunngerðum og í kunngerð um próvtøku á støðisútbúgving innan fiskivinnu (SIF) og hægri próvtøku innan fiskivinnu (HIF).
Stk. 3. Skúlin skal í seinasta lagi 1. desember boða Mentamálastýrinum frá, hvørjir lærlingar skulu til próvtøku í vanliga próvtøkuskeiðinum, og hvørjar lærugreinirnar eru. Skúlin letur inn upplýsingar á oyðublaði, ið Mentamálastýrið ger. Skúlin skal boða Mentamálastýrinum frá møguligum broytingum alt fyri eitt.
Skipan av próvtøku
§ 13. Próvtøka aftaná støðisárið fer fram sbrt. Kunngerð um próvtøku á støðisútbúgving innan fiskivinnu og hægri próvtøku innan fiskivinnu.
Stk. 2. Farið verður til próvtøku 6 ferðir í lærugreinum, ið Mentamálastýrið tekur út. Farið verður altíð til skrivliga próvtøku í føroyskum, støddfrøði á C-stigi og í eini samansettari próvtøku í yrkislærugreinum.
§ 14. Próvtøka og yrkisroynd í seinna skúlaskeiðnum fer fram sbrt. Kunngerð um próvtøkur í yrkis- og serlærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir og eftir ásetingunum í § 23 í Kunngerð um felagsreglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Próvtøkan í seinna skúlaskeiðnum fevnir um eina verkætlan, sum lærlingurin hevur arbeitt við. Próvtøkan kann fara fram einsæris ella í smærri bólkum.
§ 15. Fyri styttri kravd skeið, ið eru partur av útbúgvingini, fær lærlingurin váttan fyri luttøku, um hann hevur fylgt skeiðnum í minsta lagi 90% av ásetta tímatalinum.
Yrkisroyndin
§ 16. Lærlingarnir fara einsæris til yrkisroyndina. Støði verður tikið í yrkislærugreinunum. Yrkisnevndin ger eina vegleiðing um yrkisroyndina, sum skúlin kunnar lærlingin um áðrenn royndina.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri at kunna luttaka í yrkisroyndini, at lærlingurin hevur staðið próvtøkuna í støðisárinum og verkætlanina í seinna skúlaskeiðnum, sbr. § 13, stk 2 og § 14, stk 2.
§ 17. Lærlingurin skal út frá givnari uppgávu, ið skal svarast eftir 5 døgum, vísa, at hann megnar at standa fyri eini framleiðslugongd ella einum arbeiðsøki á sjálvstøðugan hátt. Í seinasta lagi 14 dagar eftir innlatingina leggur lærlingurin uppgávuna fram fyri metingardómara, ið síðan dømir avrikið við støði í eini samtalu við lærlingin.
Stk. 2. Tíðin, ið nýtt verður til próvtøku í verkætlan og til yrkisroyndina, er ikki roknað uppí tær 12 vikurnar, ið seinna skúlaskeiðið fevnir um.
Kapittul 4
Lærubræv
§ 18. Við lokna útbúgving fær lærlingurin útflýggjað lærubræv sbrt. reglunum um útbúgvingarskjøl í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar, ið er prógv fyri tann førleika, ið er fingin undir útbúgvingini. Lærubrævið verður skrivað við støði í úrslitinum av skúlapartinum og av verkligu upplæringini.
Kapittul 5
Aðrar ásetingar
§ 19. Yrkisnevnd fyri útbúgvingina er Yrkisnevndin fyri fiskavirking og aling.
Kapittul 6
Gildiskoma
§ 20. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálastýrið, 13. juni 2002
Annlis Bjarkhamar (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)