Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 2012Nr. 68
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands
§ 1
Í kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005 um treytir fyri avreiðing i Føroyum og uttanlands, sum broytt við kunngerð nr. 18 frá 22. mars 2006 og kunngerð nr. 44 frá 10. mars 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 9, stk. 4, § 19 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 69 frá 23. mai 2005 og løgtingslóg nr. 11 frá 26. februar 2010, og við heimild í § 1, stk. 2 og § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995 og løgtingslóg nr. 70 frá 25. mai 2005, verður ásett:”
2) § 4, stk. 2, 3 og 4 verða strikað.
Stk. 5 verður eftir hetta stk. 2.
3) Í § 5, stk. 1 verður “stk. 6” broytt til: “stk. 2”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2012.
Fiskimálaráðið, 16. mai 2012
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)