Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. september 1985Nr. 68
Kunngerð um fyribilsskattaskráseting v.m. fyri árið 1986 og um innkrevjing av skattaeftirstøðum, sum broytt við kunngerð nr. 8 frá 3. februar 1986
Sambært løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um samtíðarskatt §§ 41, 42, 43, 44, 45 og 50, 1. og 2. stk., § 51, 3. stk., §§ 67-76, § 85, § 92, 5. stk., § 95 og § 136 verða hesar reglur ásettar:
Fyribilsskattaskráseting.
§ 1. Fyribilsskattaskrásetingin er undir ábyrgd og umsiting av Líkningarráð Føroya.
§ 2. Vísandi til løgtingslóg nr. 86 frá 1. juni 1982 um fólkayvirlit og til kunngerð nr. 95 frá 13. juli 1982 um fólkayvirlit, myndar skráin hjá landsfólkayvirlitinum og verandi skattaskrá grundarlagið undir fyribilsskattaskrásetingini fyri árið 1986, sbr. § 67, 3. stk. í løgtingslóg um samtíðarskatt.
§ 3. Fyribilsskattaskrásetingin, sum gjørd verður í november 1985, verður nýtt sum grundarlag undir fyribilsskattgjaldingini í álmanakkaárinum 1986. Skrásetingar, sum ikki kunnu ásetast um hetta mundið, verða at áseta seinri.
§ 4. Fyri hvørja kommunu sær verður pr. 15. september 1985 gjørdur ein skatta- og manntalslisti við teimum persónum, sum mett verður skulu fyribilsskattaskrásetast fyri árið 1986. Harumframt verða á serstøkum skattalista tikin við tey feløg v.m., sum eru skatt-skyldug til avvarðandi kommunu. Í fyrra parti verða settir allir persónar í antin bókstavarøð ella føðingardagsraðfylgju eftir ynski kommununnar. Í seinra parti verða sett øll feløg v.m. í antin bókstavarøð ella við arbeiðsgevaratali sínum.
§ 5. Skatta- og manntalslistarnir verða sendir kommununum til gjøgnumgongd. Kommunan ger í hesum sambandi neyðugar rættingar og viðmerkingar til listan.
§ 6. Kommunan nýtir tann rættaða listan sum grundarlag undir fíggjarætlanini fyri næsta fíggjarár og ásetir í hesum sambandi líkningarprosentini, sbr. § 47, 1. stk. í løgtingslóg um samtíðarskatt. Listin og líkningarprosentini skulu verða líkningarráðnum í hendi innan 1. oktober 1985. Samstundis skal kommunan boða frá tí í § 46, 3. stk. ásetta barnafrádrátti.
Skattakommuna.
§ 7. Persónar verða skrásettir í tí kommunu, har teir tann 1. oktober 1984 hava tilhald sítt, sbr. § 41 í løgtingslóg um samtíðarskatt.
§ 8. Børn, sum tann 1. januar 1986 eru undir 16 ár, verða bert fyribilsskattaskrásett, um so er, at tey væntandi fáa skattskylduga inntøku í árinum.
§ 9. Persónar, hvørs skattskylda tekur við aftaná 1. oktober 1985, verða skrásettir í tí kommunu, sum roknað verður sum tilhaldskommuna teirra, sbr. § 43, 2. stk. í lóg um samtíðarskatt.
§ 10. Teir í løgtingslóg um samtíðarskatt í § 2, a og b nevndu avmarkað skattskyldugu persónar, verða skrásettir í tí kommunu, sum fyribils kann ætlast at vera tilhaldskommuna teirra, sbr. § 41 í løgtingslóg um samtíðarskatt.
§ 11. Teir í løgtingslóg um samtíðarskatt í § 2, c, d, e og f nevndu avmarkað skattskyldugu persónar, verða skrásettir í tí kommunu, har rakstrarstaðið, virkið ella ognin hevur heimstað.
§ 12. Broytingar viðvíkjandi fyribilsskattaskrásetingini verða fráboðaðar Líkningarráð Føroya, ella í Tórshavn og Klaksvík líkningarnevndini á staðnum.
§ 13. Er eftir hesum reglum ivasamt, í hvørji kommunu ein persónur skal skrásetast, tekur líkningarráðið avgerð um hetta.
§ 14. Líkningarráðið og tær í løgtingslóg um samtíðarskatt í § 85 nevndu deildarskrivstovur hava dagligu ábyrgdina av fyribilsskattaskrásetingini og taka allar avgerðir um innihaldið í skrásetingini hjá tí einstaka skattgjaldaranum.
2. stk. Kæra um skrásetingina kann leggjast fyri líkningarmyndugleikan í avvarðandi kommunu, sbr. § 67, 2. stk. Kæra um fyribilsskattaskrásetingina ella um broyting, sum verður gjørd í skrásetingini, skal verða avvarðandi kommunu í hendi innan 14 dagar frá tí, at viðkomandi fekk fráboðan um avgerðina.
3. stk. Kommunali líkningarmyndugleikin ger eitt tilmæli í málinum og sigur líkningarráðnum frá støðutøku síni.
4. stk. Líkningarráðið tekur síðani endaligu avgerðina um skrásetingina og boðar skattgjaldaranum frá hesum.
Áseting av inntøkugrundarlagnum.
§ 15. 1) Fyribilsskattaskráseting fyri 1986 verður gjørd út frá teim í fyribilsskattaskránni fyri 1985 skrásettu inntøku- og frádráttartølum. A-inntøkan verður ásett sum tann í afturhaldsskipanini skrásetta A-inntøka upproknað til ársinntøku.
2. stk. Upproknaða ársinntøkan verður hækkað við 9% eins og skrásettar B-inntøkur verða hækkaðar við sama prosenttali. Frádráttirnir verða standandi við óbroyttir, meðan skrásettir rentufrádráttir í skattinum verða lækkaðir við 15%.
Skrásetingarbløð og skattarokningar.
§ 16. Líkningarráðið sendir øllum skattgjaldarum eitt skrásetingarblað við upplýsingum um grundarlagið undir fyribilsskattaskráseting teirra.
2. stk. Skattgjaldarin kann gera vart við seg, um inntøku- og útreiðsluviðurskifti hansara í komandi ári verða munandi broytt. Frásagnir um broyting mugu verða líkningarvaldinum í hendi innan 15. desember 1985, um tær nýggju upplýsingarnar skulu koma við í fyribilsskattaskránna frá 1. januar 1986.
3. stk. Líkningarvaldinum er í hesum sambandi heimilað at krevja hóskandi skjalprógv fyri tær fráboðaðu broytingarnar, eins og eisini verður kravt, at sjálvuppgáva og møguligur roknskapur fyri 1984 er latin kommunala líkningarvaldinum.
§ 17. Teir skattgjaldarar, hvørs inntøka í høvuðsheitinum er B-inntøka, fáa í desember 1985 eina fyribils skattarokning fyri álmanakkaárið 1985, uppgjørd smb. ætlaðar inntøkur og útreiðslur í fyribilsskattaskráseting teirra.
§ 18. Líkningarráðið ger nærri reglur um, hvussu fyribilsskattur av inntøkuni í landi verður eftirhildin hjá teimum persónum, sum eru undir donsku sjómansskattaskipanini.
Oyðubløð til fyribilsskattaskráseting.
§ 19. Líkningarráðið ger oyðubløð at nýta hjá teimum skattgjaldarum, sum ikki eru fyribilsskrásettir. Persónar, sum við flyting til Føroya koma undir skattskyldu, fáa frá líkningarvaldinum sendandi oyðubløð til útfyllingar, og skulu hesi verða aftursend innan 14 dagar.
2. stk. Allir persónar, sum hava ella koma at fáa skattskylduga inntøku, og sum ikki frammanundan eru fyribilsskattaskrásettir, hava skyldu at lata inn umrødda oyðublað.
Heimild hjá Líkningarvaldinum at áseta fyribilsinntøkur.
§ 20. Verður umrødda frágreiðing um væntaðu inntøkuviðurskifti skattgjaldarans ikki send líkningarmyndugleikunum, er líkningarvaldinum heimilað at meta um inntøku skattgjaldarans, sbr. § 68 í løgtingslóg um samtíðarskatt.
2. stk. Líkningarvaldinum er heimilað at krevja hóskandi skjalprógv fyri uppgivnar inntøkur og útreiðslur í samband við fyribilsskattaskrásetingina ella broyting av henni. Somuleiðis er líkningarmyndugleikunum heimilað at meta, um fyriliggjandi upplýsingar um inntøkuviðurskifti skattgjaldarans kunnu leggjast til grund fyri fyribilsskattaskrásetingina, sbr. § 68 í løgtingslóg um samtíðarskatt.
Innkrevjing av skattaeftirstøðum.
§ 21. Skattskyldugir persónar kunnu verða kravdir eftir skattaeftirstøðum gjøgnum afturhaldsskipanina, t.v.s. eftirstøðu av skatti, sum var álíknaður fyri samtíðarskattaskipanina, eftirstøða av B-skatti, og A-skattur av inntøku, sum er hildin uttanfyri frárokningarskipanina. Afturhald vegna eftirstøður kann saman við afturhaldi av A-skatti annars hægst vera 65% av A-inntøkuni, sbr. § 136, 2. stk. í løgtingslóg um samtíðarskatt.