Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. mai 2006Nr. 68
Kunngerð um broyting í kunngerð um eldrarøkt í Sandoynni
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 27. januar 2003 um eldrarøkt í Sandoynni, sum broytt við kunngerð nr. 97 frá 9. august 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fyri uppihald rindar hvørt búfólk kr. 3.100,00 um mánaðin. Fyri hjún, har bæði eru pensiónistar, har annað er á røktarheimi ella eldrasambýli, verður gjaldið í mesta lagi kr. 2.100,00. Frá 1. januar 2007 verður gjaldið javnað í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.”
2) § 2, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Búfólkið rindar fyri býlið frá fyrsta í mánaðinum aftaná at flutt verður inn. Um búfólkið flytur úr býlinum ella andast, skal gjaldast til endan av mánaðinum.”
3) § 2, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Gjaldið eftir stk. 2, verður goldið áðrenn 1. í tí mánaði goldið verður fyri.”
4) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Í upptøkunevndina verða hesi vald:
1) Leiðarin fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið er formaður,
2) ein kommunulækni, tilnevndur av landsstýrismanninum, og
3) eitt umboð, tilnevnt av Heimarøktini.”
5) § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Upptøkunevndin ger eina innanhýsis starvsskipan fyri arbeiði nevndarinnar, og orðar upptøkutreytir til eldrabúpláss í Sandoynni.”
6) Í § 3 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Starvsskipanin og upptøkutreytirnar eftir stk. 3, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálaráðið 18. mai 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Maria á Dul (sign.)