Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mai 2013Nr. 68
Kunngerð um privata hýru- og ávísingartænastu fyri sjófólk
Við heimild í § 8 b og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, og § 17, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, verður ásett:
Kapittul 1
Allýsingar og nýtsluøki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri privatar hýru- og ávísingartænastur í Føroyum, hvørs fremsta endamál er at hýra ella ávísa arbeiði til sjófólk við handilsskipum ella, sum hýra ella ávísa arbeiði til eitt munandi tal av sjófólkum við handilsskipum.
Stk. 2. Handilsskip er at skilja sum eitthvørt skip undantikið fiskiskip, frítíðarbátar, hernaðarskip og hermannaflutningsskip.
Stk. 3. Í teimum førum, har ivi er um, hvørt ein hýru- og ávísingartænasta er fevnd av stk. 1, tekur Sjóvinnustýrið avgerð í málinum, aftaná at málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk.
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) Privat hýru- og ávísingartænasta fyri sjófólk: Ein og hvør privatur persónur ella virki, felag, skrivstova ella annar felagsskapur, ið ikki er skipaður í almennum høpi, og sum arbeiðir við hýru av sjófólki ella ávísing av sjófólki til arbeiði umborð á handilsskipi.
2) At hýra sjófólk: At gera starvsavtalu við eitt sjófólk við fulltrú frá øðrum persóni.
3) At ávísa sjófólk: At skipa samband millum eitt ávíst sjófólk uttan arbeiði og ein reiðara ella arbeiðsgevara, sum hevur eitt leyst starv umborð á einum handilsskipi. Upplýsingar um leys størv til sjófólk á heimasíðum hjá reiðaríum ella fakfeløgum o.ø., ið eru at meta sum vanligar starvslýsingar, koma ikki undir at vera ávísingartænasta.
4) Sjófólk: Ein og hvør persónur, ið er starvsettur, hevur fingið hýru ella arbeiðir umborð á einum handilsskipi, og ikki bert arbeiðir umborð, meðan skipið liggur í havn.
Kapittul 2
Góðkenning og skyldur
§ 3. Ein hýru- og ávísingartænasta skal hava gildugt loyvisbræv fyri at kunna útinna sítt virksemi.
Stk. 2. Sjóvinnustýrið ella tann, sum Sjóvinnustýrið hevur heimilað at gera hesa uppgávu, útflýggjar loyvisbrævið, ið hevur gildi í 5 ár uttan so, at Sjóvinnustýrið ásetur eina styttri gildistíð.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið útflýggjar loyvisbræv, sbr. stk. 1, tá ið hýru- og ávísingartænastan hevur prógvað, at tænastan hevur skipaðar mannagongdir, ið tryggja, at tær skyldur verða yvirhildnar, sum áliggja hýru- og ávísingartænastum, sbrt. §§ 4-8 og §§ 12-14, undir hesum at mannagongdir eru, ið tryggja, at neyðug vitan er til staðar, soleiðis at hesar skyldur kunnu verða hildnar.
Stk. 4. Um hýru- og ávísingartænastan fer á húsagang fellur loyvisbrævið burtur. Loyvisbrævið kann verða afturkallað, um grovt ella endurtakandi brot verður framt á §§ 4-8 ella §§ 12-14.
§ 4. Ein hýru- og ávísingartænasta skal tryggja, at sjófólkið, sum verður hýrað ella ávíst til eitt handilsskip:
1) er skikkað og hevur tey skjøl, ið eru neyðug til tað arbeiðið, sum viðkomandi skal útinna umborð,
2) hevur fyriskrivað skjalprógv um at vera heilsuliga egnaður til tað arbeiðið, sum viðkomandi skal útinna umborð,
3) ger eina skrivliga starvsavtalu, ið er í samsvari við galdandi lóggávu og fyriskipanir í tí landi, hvørs flagg skipið siglir undir,
4) verður kunnaður um síni rættindi og skyldur sambært starvsavtaluni, undir hesum um starvsfólkapolitikk arbeiðsgevarans,
5) hevur møguleika til at gjøgnumganga starvsavtaluna í seinasta lagi, tá ið undirskrivað verður, og
6) fær útflýggjað eitt undirskrivað eintak av starvsavtaluni og av møguligum kollektivum sáttmálum, ið eru partur av starvsavtaluni.
§ 5. Ein hýru- og ávísingartænasta kann hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, heilt ella partvís krevja gjald frá sjófólkinum, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri útreiðslur, ið standast av krøvum frá flaggstatinum um at hava sjóvinnubræv, siglingarbók ella onnur samsvarandi prógv, umframt útreiðslur til pass ella onnur persónlig ferðaskjøl, tó undantikið útreiðslur til neyðugt visum, ið reiðarin ber.
§ 6. Ein hýru- og ávísingartænasta hevur skyldu til at veita fíggjarliga trygd, ið skal veita fulna fyri fíggjarligt tap hjá sjófólki, sum er íkomið orsakað av
1) feili ella vansketni hjá hýru- og ávísingartænastuni, ella
2) at reiðarin ella ein annar arbeiðsgevari ikki hevur hildið sínar skyldur sambært starvsavtaluni hjá sjófólkinum.
Stk. 2. Fíggjarliga trygdin kann vera ein bankatrygd fyri virkið ella ein trygging, sum virkið hevur teknað í einum tryggingarfelagi, ið hevur loyvi til at útinna slíkt slag av tryggingarvirksemi. Tann fíggjarliga trygdin skal í minsta lagi vera 5000 kr. fyri hvørt sjófólkið, ið er hýrað ella ávíst í álmanakkaárinum.
Stk. 3. Fer fíggjarliga trygdin úr gildi, hevur tann, sum hevur teknað trygdina, skyldu til at boða Sjóvinnustýrinum frá hesum. Um eingin trygd er komin í staðin fyri hesa, skal fíggjarliga trygdin framhaldandi dekka fíggjarlig tap, sbrt. stk. 1. Kravið skal vera reist móti hýru- ella ávísingartænastuni í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at Sjóvinnustýrið hevur fingið fráboðan frá tí, sum hevur veitt trygdina, um at dekningurin fer at halda uppat, ella er hildin uppat orsakað av mishaldi ella uppsøgn.
Stk. 4. Tann, sum veitir fíggjarligu trygdina, skal útflýggja eitt skjal sum prógv fyri hesum, og hýru- og ávísingartænastan skal tryggja, at skjalið verður sligið upp í virkinum, soleiðis at tað er lætt at koma til og sjónligt fyri sjófólkini.
§ 7. Ein hýru- og ávísingartænasta hevur skyldu til at viðgera klagu um virkið, og skal eftir áheitan frá Sjóvinnustýrinum senda skjølini í einari klagu til Sjóvinnustýrið.
§ 8. Hýru- og ávísingartænastan skal hava eina skrá yvir øll sjófólk, ið eru hýrað ella ávíst gjøgnum tænastuna. Skráin skal vera tøk til eftirlit hjá Sjóvinnustýrinum ella øðrum, sum Sjóvinnustýrið hevur heimilað at gera eftirlit.
Kapittul 3
Góðkenning og eftirlit Sjovinnustýrisins
§ 9. Sjóvinnustýrið útflýggjar hýru- og ávísingartænastum í Føroyum loyvisbrøv, sbr. § 3, stk. 2.
§ 10. Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við privatum hýru- og ávísingartænastum í Føroyum, sum Sjóvinnustýrið hevur góðkent.
Kapittul 4
Klaga
§ 11. Klaga yvir virksemið hjá góðkendari privatari hýru- og ávísingartænastu kann verða løgd fyri Sjóvinnustýrið.
Kapittul 5
Serstakar reglur
§ 12. Ein hýru- og ávísingartænasta skal tryggja:
1) At sjófólk undir einari og hvørjari samráðing um hýru ella ávísing frítt kann velja skip.
2) At reiðarí ella skipsførari hevur rætt til frítt at velja sær manning.
3) At starvsavtalan tryggjar, at allir áhugaðir partar eru vardir.
§ 13. Ein hýru- og ávísingartænastan skal ansa eftir, at reiðarin hevur sett fíggjarliga trygd fyri heimferð sjófólksins, sbr. § 71 a, stk. 1 í løgtingslóg um starvsviðurskifti v.m. hjá sjófólki.
§ 14. Ein hýru- og ávísingartænasta kann ikki nýta arbeiðshættir ella hava yvirlit, ið kunnu forða fyri, at sjófólk fáa arbeiði umborð.
§ 15. Fyri at geva út loyvisbræv krevur Sjóvinnustýrið gjald á 850 kr. pr. tíma arbeiðið tekur.
Kapittul 6
Revsing
§ 16. Brot á § 3, stk. 1, § 4, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og 3, §§ 13 og 14 verður revsað við bót.
Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært kapittul 5 í revsilógini.
Kapittul 7
Gildiskoma
§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi tann 20. august 2013.
Vinnumálaráðið, 23. mai 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)