Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. juni 2007Nr. 69
Fráboðan um at broyta fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 12 frá 1. apríl 2004 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 49 frá 15. mai 2007 verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, Løgmaður, í kapitlinum ”Fyrisitingarheimildir” verða orðini “avtalur um fiskivinnu,” broytt til “avtalur um fiskivinnu og skattaviðurskifti,”
2) Í § 3, Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum verður í kapitlinum ”Umsitingarøkið” sett afturat orðinum “Sambýlir”: ”og í Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn”
3) Í § 4, Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, verður í kapitlinum ”Fyrisitingarheimildir” sett afturat: ”Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya § 52 og § 54 stk. 1, hvat viðvíkur millumtjóða samráðingar og avtalur um skattaviðurskifti”.
4) Í § 8, Landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum ”Fyrisitingaheimildir” í staðin fyri “K. nr. 76 frá 05. oktober 1963 um loyvi givið interkommunala ravmagnsfelagnum S.E.V. til nýtslu av vatnkraftini v.m. § 4.” sett “K. nr. 76 frá 05. oktober 1963 um loyvi givið interkommunala ravmagnsfelagnum S.E.V. til nýtslu av vatnkraftini v.m. tó ikki § 9 pkt. e.”
5) Í § 8, Landsstýrismaðurin í vinnumálum verður í kapitlinum ”Umsitingarøkið” sett afturat í 1. reglubroti: “Landsstýrismaðurin umsitir somuleiðis allar fastar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni”.
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 12. juni 2007
Jóannes Eidesgaard, (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)