16. juli 1999Nr. 69
Kunngerð um broyting í kunngerð um heimahjálp
§ 1
Í kunngerð nr. 82 frá 29. mai 1997 um heimahjálp verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 4, stk. 1 verður “leiðaran av Heimarøktini” broytt til: “stjóran fyri Heimarøktina og Serforsorgina”.
2) Í § 4, stk. 2 og § 5, stk. 3 verður “Leiðarin av Heimarøktini” broytt til: “Stjórin fyri Heimarøktina og Serforsorgina”.
3) § 4, stk. 2, 2. pkt. verður strikað.
4) § 5, stk. 1, 2. pkt. verður strikað.
5) Í § 5, stk. 2 verður “almannastjóranum” broytt til: “stjóranum fyri Heimarøktina og Serforsorgina”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálastýrið, 16. juli 1999
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýrismaður
/ Høgni Joensen (sign.)