Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. juni 2024Nr. 69
Kunngerð um avhendingarskyldu
Við heimild í § 27, stk. 2 og § 39, stk. 2 í løgtingslóg nr. 78 frá 1. juni 2023 um bókasøvn (Bókasavnslógin) verður ásett:
§ 1. Verk, ið eru fevnd av avhendingarskyldu sambært skjali 1, verða avhend Landsbókasavninum.
Stk. 2. Verk, ið ikki koma undir avhendingarskyldu, eru ásett í skjali 2.
Stk. 3. Verk, ið eru framleidd í Føroyum fyri útlendskan útgevara og við útlendskum marknaði fyri eyga, eru ikki avhendingarskyldug.
Stk. 4. Prentað, fotografisk og samansett verk verða avhend í 4 eintøkum.
Stk. 5. Talgild verk skulu fráboðast Landsbókasavninum so hvørt tey eru tøk. Landsbókasavnið ger av, hvussu avhendingin av talgildum verkum fer fram.
Stk. 6. Landsbókasavnið kann gera frávik frá stk. 1 og 4, sbr. § 29, stk. 2 í løgtingslógini.
§ 2. Avhendingin fer fram, tá ið verkið er framleitt og í seinasta lagi við fyrstkomandi mánaðarbyrjan eftir framleiðslu.
Stk. 2. Gevst tann, ið skal avhenda verk, við virksemi sínum, skal skylduavhendingin latast inn uttan óneyðugt drál.
Stk. 3. Landsbókasavnið kann gera frávik frá stk. 1 og áseta aðrar tíðarfreistir.
§ 3. Skyldueintøkini skulu vera soleiðis frágingin og merkt, at tað eyðsýniliga verður upplýst, hvat talan er um, og hvør avhendarin er.
Stk. 2. Skyldueintøkini skulu latast Landsbókasavninum fullfíggjað og óskalað. Húsar, kápur o.a., ið hoyrir til útgávuna, skulu fylgja við.
Stk. 3. Við avhendingini skal fylgja eitt fullfíggjað yvirlit, har upplýst verður, hvørji skyldueintøk verða avhend, í hvussu nógvum eintøkum og nær. Er talan um smáprent, sum t.d. faldarar og líknandi, er bert neyðugt at upplýsa tal. Yvirlitið skal síðani innihalda váttan um, at alt, ið eftir løgtingslógini og hesi kunngerð skal avhendast, er tikið við. Váttanin skal verða undirskrivað av tí, ið avhent hevur, ella øðrum í hansara stað.
§ 4. Tá ið skyldueintøkini eru móttikin og gjøgnumgingin, sendir Landsbókasavnið tí, ið avhent hevur, kvittan fyri móttøkuna. Vantar eitthvørt, sendir Landsbókasavnið áheitan um at fáa tað, ið vantar, sendandi.
Stk. 2. Verða avhendingarskyldug eintøk ikki útvegað Landsbókasavninum, kunnu hesi verða keypt fyri rokning hjá tí, sum hevur avhendingarskylduna.
§ 5. Í teimum førum har Landsbókasavnið metir, at tað hvørki hevur mentanarligan ella granskingarligan týdning, at prentluturin og annað verður goymt, kunnu avhendu eintøkini verða beind burtur.
§ 6. Landsbókasavnið varðveitir í minsta lagi eitt av sínum eintøkum á tryggum staði. Landsbókasavnið ger sjálvt av, hvussu hini eintøkini verða brúkt.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og mentamálaráðið, 18. juni 2024
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)
Skjal 1
Avhendingarskylda
|
Prentað verk: | |||
|
Avísir, árbøkur, bløð, bóklingar, bøkur, faldarar, ferðaætlanir,
|
flogbløð, framleiðslulýsingar, framskorin kort, frágreiðingar, kort, leikskráir, lýsingar, myndir,
|
nótar, plakatir, postkort, príslistar, roknskapir, skráir, spøl, sølutilfar, tíðarrit,
|
o.a. líknandi tilfar, sum Landsbókasavnið metir um. |
|
Fotografisk verk: Dias, filmar, pappírsmyndir, punktskriftútgávur o.a. líknandi tilfar, sum Landsbókasavnið metir um. | |||
|
Talgild verk: Bøkur, tónleikaverk, filmar, ljóðútgávur, telduspøl, útgivnar greinar, heimasíður o.a. líknandi tilfar, sum Landsbókasavnið metir um. | |||
|
Samansett verk: Samansetingar av tveimum ella fleiri av omanfyri nevndu sløgum av útgávum. | |||
Skjal 2
Undantikið frá avhendingarskyldu
|
Prentað og talgild verk, sum ikki koma undir avhendingarskyldu: | ||
|
Atgongumerki, brævbjálvar, brævpappír, edv-skráir, innbjóðingar, kortspæl, lutaseðlar, merkiseðlar, oyðubløð, pakkitilfar,
|
peningaseðlar, serprent, skrivipappír, spæliplátur, steinprent og onnur eittblaðslistaverk, virðisbrøv, visittkort, |
Lokalar ellar aðrar serútgávur av tíðarritum og bløðum, ið hava sama tilfar, sum er í einum høvuðsblaði, o.a. líknandi tilfar, sum Landsbókasavnið metir um. |
|
Verk á talgildum miðlum, sum ikki koma undir avhendingarskyldu: Sosialir miðlar, so sum Facebook, Youtube, TikTok, X og o.a. líknandi tilfar, sum Landsbókasavnið metir um.
| ||