Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mai 2006Nr. 69
Kunngerð um samsýning til fosturforeldur, sum seinast broytt við kunngerð nr. 193 frá 22. desember 2021
1) Við heimild í § 29, stk. 5 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 12. desember 2020, verður ásett:
§ 1. 1) Fosturforeldur fáa eina samsýning áljóðandi 122,52 kr. um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn.
Stk. 2. 1) Eitt fast gjald um samdøgrið verður rindað til vistarhald og klæði til barnið. Tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið fyri hvørt barnið ávikavist 161,33 kr. til børn undir 10 ár, og 169,82 kr. til børn 10 ár og eldri. Tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið 150,41 kr. fyri hvørt barnið.
Stk. 3. 2) 1) Eisini verður eitt fast gjald um vikuna rindað til lummapening til barnið. Tá barnið er:
1) 3-6 ár er gjaldið 40,82 kr.
2) 7-10 ár er gjaldið 86,74 kr.
3) 11-13 ár er gjaldið 112,26 kr.
4) 14-15 ár er gjaldið 178,59 kr.
5) 16 ár og eldri er gjaldið 280,64 kr.
Stk. 4. 1) Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum, tá ið barnið verður latið teimum, við upp til kr. 8.474,24.
Stk. 5. Um barn verður sent til fosturforeldur í Danmark, eru donsku upphæddirnar fyri samsýning, lummapening, stovnan og útbúnað galdandi.
§ 2.3) Afturat samsýningini í § 1, stk. 1 verður lagt gjald til arbeiðsloysisskipanina, gjald til barsilsgrunnin, gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og bundna eftirlønargjaldið sambært § 2 í løgtingslóg um eftirløn.
Stk. 2. 2) Landsstýrismaðurin kunnger javnaðu gjøldini í rundskrivi í seinasta lagi 31. desember á hvørjum ári til at koma í gildi 1. januar árið eftir.
§ 3. Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til 3 ferðir samsýningini, sambært § 1, stk. 1, umframt 1 ferð føstu gjøldini í § 1, stk. 2 og 3.
Stk. 2. Um talan er um eitt óvanliga trupult barn, sum tí krevur heilt serliga røkt frá fosturforeldrunum, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til 7 ferðir samsýningini, sambært § 1, stk. 1, umframt 1 ferð føstu gjøldini í § 1, stk. 2 og 3.
Stk. 3. Um talan er um eitt pinkubarn undir 1 ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til 7 ferðir samsýningini, sambært § 1, stk. 1, umframt 1 ferð føstu gjøldini í § 1, stk. 2 og 3.
Stk. 4. Samsýning sambært hesi grein kann bert veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal metast, um tiltakið virkar eftir ætlan, og um ráðiligt er at halda áfram við tiltakinum.
§ 4. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2006.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 3 frá 3. mars 2004 um samsýning til fosturforeldur.
Almanna- og heilsumálaráðið, 19. mai 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Maria á Dul (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 193 frá 22. desember 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2022.”
2) Broytt við kunngerð nr. 146 frá 19. oktober 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.”
3) Broytt við kunngerð nr. 159 frá 13. desember 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2019.”