Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 25-06-2008
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2008 A - Hefti 12 A frá 25. juni 2008
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

23. juni 2008Nr. 69

Kunngerð um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum

Við heimild í § 4, stk. 3, § 10, stk. 2 og § 24, stk. 2 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum verður ásett:

§ 1. Á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum verða nýtt til vinnuliga ferðamannasigling, og sum sigla við fleiri enn 5, men ikki fleiri enn 12 ferðafólkum, skal manningin telja minst tveir persónar.

Stk. 2. Á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum verða nýtt til vinnuliga ferðamannasigling, og sum sigla við upp til 5 ferðafólkum, er bert tann í § 2, stk. 1 nevndi persónur kravdur, sbr. § 4. 

§ 2. Skiparin á einum fari sbrt. § 1 skal hava

1)   Dugnaskaparroynd í sigling,

2)   góðkent trygdarskeið fyri sjófólk og

3)   fullgilt heilsuprógv fyri sjófólk.

Stk. 2. Hin persónurin, sbrt. § 1, stk. 1, skal

1)   vera myndugur,

2)   hava fullgilt heilsuprógv fyri sjófólk,

3)   góðkendt trygdarskeið fyri sjófólk og

4)   hava fingið upplæring í handfaring av farinum.

§ 3. Verður farið bert nýtt í áum og á vøtnum, er tann í § 2, stk. 2 nevndi persónur ikki kravdur.

§ 4. Er framtøkumegin á farinum 100 kW ella meira, men undir 749 kW, skal ein persónur, sum hevur dugnaskaparroynd í motorpassing vera umborð. Tann persónurin kann vera annar av persónunum nevndur í § 2. Er framtøkumegin á farinum meira enn 749 kW, verður manningin ásett sambært manningarlógini.

§ 5. Brot á §§ 1, 2 og 4 verður sektað við bót.

Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Til 1. mai 2009 kunnu persónar, sum ikki lúka treytirnar í § 2, stk. 1 og § 4 um dugnaskaparroynd, men sum kunnu skjalprógva at hava ført ella ansað motori á førum nevnd í § 1 í minsta lagi í 1 ár tey seinastu 5 árini, halda áfram í hesi tænastu.

 

 

Fiski- og tilfeingismálaráðið, 23. juni 2008

 

Tórbjørn Jacobsen (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Rógvi Reinert (sign.)