Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsumálaráðið
  • Útgávudagur: 26-06-1991
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

26. juni 1991Nr. 69

Kunngerð um skrásetingarráð viðvíkjandi farmaseutiskum tilbúningi, sum broytt við kunngerð nr. 38 frá 6. mai 2015

Við heimild í § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54. frá 8. mai 1991, hevur Føroya Landsstýri fyrisett:

§ 1. Innan karmarnar av kap. IX í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág avger skrásetingarráðið mál viðvíkjandi skráseting av farmaseutiskum tilbúningi í Føroyum.

§ 2. Fastir limir í skrásetingarráðnum eru landslæknin, landsdjóralæknin og landsapotekarin.

§ 3. Skrásetingarráðið skal hittast í minsta lagi 4 ferðir um árið til at viðgera upptøku í skránni av sertilbúningum, sum eru komnir afturat DK-sertilbúningarskránni sambært § 54 í løtingslógini um apoteksverkið og heilivág.

2. stk. Undir viðgerð av máli um skráseting av „synonym“-sertilbúningum og „analog“-sertilbúningum, skal ráðið taka støðu til avmarking í skránni av hesum sertilbúningum hvør sær.

3. stk. Ráðið skal undir viðgerð eftir stk. 1 og stk. 2 eisini sammeta søluprísir millum sertilbúningar í sama ATC-bólki.

§ 4. Skrásetingarráðið skal fylgja við nýtsluni av heilivági í landinum við serligum atliti til nýtsluna í ATC-bólkinum NO2 og NO5B.

§ 5. Skrásetingarráðið sendir fyri hvørt kalendaraár frágrei›ing til landsstýrið um virki ráðsins við møguligum tilmælum um broyting í skipanini viðvíkjandi skráseting og útflygging av heilivági.

§ 6. Skrásetingarráðið kann í virki sínum søkja sær ráðgeving og lata hóskandi samsýning fyri slíka.

§ 7. 1) Landsapotekarin hevur skrivstovuhaldið hjá skrásetingarráðnum og ber allar útreiðslur av virki ráðsins.

2. stk. Limirnir í ráðnum fáa ikki fundarpening.

§ 8. Henda kunngerð fær gildi tann 1. juli 1991.

 



1) Broytt við kunngerð nr. 38 frá 6. mai 2015.