Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2025Nr. 69
Kunngerð um broyting í kunngerð um skipanir til upphiting við hitapumpum
(Treytir til jarðhitaboringar, krøv um skrásetingar og gjald)
§ 1
Í kunngerð nr. 101 frá 15. oktober 2012 um skipanir til upphiting við hitapumpum, sum broytt við kunngerð nr. 118 frá 31. juli 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Installatørur leggur uppskot til staðseting av boriholi í telduskipanina hjá Umhvørvisstovuni, tá umsókn um boriloyvi verður latin kommununi.”
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
2. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Tá boriholið til jarðhitaskipan er borað, skal brunnborarin skráseta upplýsingarnar, nevndar í nr. 1-3, í telduskipanina hjá Umhvørvisstovuni. Upplýsingarnar eru:
1) longd av stálrøri frá yvirflatu og niður á hellu,
2) samlað longd av boriholi, og
3) vatnmongdum í litrum pr. tíma á ymsum dýpdum.”
3. § 9 verður orðað soleiðis:
“§ 9. Krøv til boring av holi til lodrætta jarðhitaskipan eru, at:
1) kompressari, borivognur og aðrar maskinur, sum verða brúktar til boriarbeiðið, skulu vera CE merktar,
2) súgvandi tilfar skal altíð vera tøkt á arbeiðsplássinum,
3) borievja frá boringini skal burturbeinast á tyrvingarplássi ella fáast til høldar á annan tryggan hátt, soleiðis at hetta ikki kemur út í nærumhvørvið, t.e. áir, løkir, kloakkir ella út í lendið,
4) borievja kann burturbeinast í kloakk ella út í lendið, um kommunan gevur loyvi til tess. Verður borievja burturbeind út í lendið, skal tilfarið sílast soleiðis, at tað ikki kemur út í áir ella løkir,
5) brunnborari skrásetir boridato í telduskipanina hjá Umhvørvisstovuni, nevnd í § 7, stk. 1, í lógini, í minsta lagi 14 dagar áðrenn, farið verður undir at bora,
6) alt borivatn skal ígjøgnum eina botnfellingarskipan, soleiðis at boristøv og annað ikki kemur út í nærumhvørvið,
7) markvirðið fyri mongd av boristøvi í borivatni skal í mesta lagi vera 10.000-20.000 mg/l,
8) bingjan skal standa í minsta lagi 2 tímar uttan røring, áðrenn borivatnið verður latið út. Er sjónlig borievja í vatninum, hevur brunnborari skyldu til at steðga við útleiðingini og bíða til vatnið er reint,
9) stálfóðurrør, sum í minsta lagi eru 6 metrar long, skulu stoypast í minsta lagi 2 metrar niðurum fasta hellu og eftir fyriskrivaðari mannagongd hjá Umhvørvisstovuni,
10) brunnborari skal boða kommununi frá beinanvegin varhugi er um, at artesiskt vatn er meira enn 1.000 l/t, og
11) borivatn skal ikki leiðast út í løkir, áir, veitir, vøtn, strond, fjøru o. tíl. Kommunan kann seta krav um, at borivatn skal burturbeinast í spillivatnsskipan.”
4. Í § 11 verða sum stk. 2-4 sett:
“Stk. 2. Fyri ummæli eftir § 5, stk. 1, í lógini og fyri mátingar, skrásetingar og ráðgeving sbrt. § 7 a í lógini, tekur Jarðfeingi eitt gjald upp á kr. 2.000 fyri hvørt jarðhitahol.
Stk. 3. Installatørurin skal gjalda gjaldið í stk. 2 til Jarðfeingi í seinasta lagi, tá umsókn um loyvi til jarðhitaskipan verður latin kommununi.
Stk. 4. Er gjaldið í stk. 2 ikki goldið til ásettu tíð, steðgar viðgerðin av umsóknini til installatørurin hevur rindað gjaldið.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvismálaráðið, 30. apríl 2025
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól E. Egholm (sign.)