6. februar 2023Nr. 7
Kunngerð um broyting í kunngerð um rætt til veitingar frá Heilsutrygd fyri persónar, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum
(Kærumyndugleikin broytist frá kærunevndini í almanna- og heilsumálum til Føroya Kærustovn)
§ 1
Í kunngerð nr. 135 frá 17. desember 2012 um rætt til veitingar frá Heilsutrygd fyri persónar, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 25 frá 4. apríl 2016, verður í § 4 “Kærunevndina í almanna- og heilsumálum” broytt til: “Føroya Kærustovn”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 6. februar 2023
Margit Stórá (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)