Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. februar 2019Nr. 7
Kunngerð um menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til menningarætlanir í ávísum økjum í 2019, sum broytt við kunngerð nr. 30 frá 19. mars 2019
Við heimild í § 60, stk. 4 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð ásetir nøgd, mannagongd og treytir í sambandi við viðgerð og avgerð um, eftir umsókn, at játta menningarkvotur eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2019 til vinnuligar menningarætlanir í ávísum øki ella økjum kring landið.
Menningarkvotur 2019
§ 2. 1) Tøka nøgdin av menningarkvotu at søkja um í 2019 er:
1) 11.711 tons av svartkjafti.
2) 3.159 tons av makreli.
3) 4.896 tons av norðhavssild.
Mannagongd og treytir
§ 3. Menningarkvotur, sambært § 2, kunnu eftir umsókn um vinnuligar menningarætlanir játtast til persónar og feløg, ið lúka treytirnar í § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini.
§ 4. Menningarkvota, sambært § 2, kann játtast til vinnuligar menningarætlanir fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár. Av samlaðu nøgdini fyri hvørt fiskaslag skulu í minsta lagi ¼ av tonsunum latast fyri 1 ár.
Stk. 2. Menningarkvota, ið verður játtað fyri 2, 3 ella 4 ár, verður seinnu árini lutað í sama lutfalli, prosentparti, av samlaðu føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum, sum kvotan hevði fyrsta árið.
Stk. 3. Menningarætlanir, ið kvota er játtað til fyri 2, 3 ella 4 ár, skulu eftirmetast við ársbyrjan árið, ella árini, eftir, hon er játtað. Latast skal ein ávegis frágreiðing, ið lýsir, hvussu kvotan er nýtt sambært menningarætlanini og treytunum fyri játtanini.
Stk. 4. Um avgerandi treytir fyri játtanini til menningarkvotu sambært menningarætlanini ikki eru hildnar, ella um kvota als ikki er nýtt undanfarna ár, samstundis sum ongi ella lítil útlit eru fyri, at kvotan verður nýtt, kann landsstýrismaðurin nokta at endurnýggja ella lutvíst endurnýggja kvotuna.
§ 5. Fiskimálaráðið lýsir alment eftir umsóknum um menningarkvotu, har kunnað verður um umsóknarfreist, krøv til umsóknina og upplýsingar, ið skulu latast við umsóknini o.tíl.
§ 6. Ein umsókn um menningarkvotu skal sum minstamark hava hesar upplýsingar:
1) Umsóknin skal lýsa í hvørjum øki ella økjum í landinum menningarætlanin verður framd.
2) Umsóknin skal nágreiniliga lýsa eina vinnuliga menningarætlan í ávísum øki ella økjum í landinum, sum menningarkvotan skal nýtast til.
3) Umsóknin skal lýsa, hvørja nøgd av fiskaslagnum ella nøgdir av fiskasløgum søkt verður um og fyri hvat áramál.
4) Umsóknin skal lýsa, hvussu menningarætlanin, ið kvotan skal nýtast til, kann skapa virðisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur í ávísa økinum ella økjunum í landinum.
5) Umsóknin skal lýsa virkisætlan og fíggjarætlan og ymsu tættirnar í menningarætlanini, harundir hvussu kvotan er ætlað at verða nýtt og virðisøkt frá veiði til hagreiðing, virking, sølu, marknað o.a.
Stk. 2. Metingarnevndin kann seta seg í samband við umsøkjara við umbøn um fleiri upplýsingar, nágreiningar ella annað tilfar enn tað, ið latið er við umsóknini.
Metingarnevndin
§ 7. Viðgerð og tilmæli um at játta menningarkvotu verður gjørt av eini Metingarnevnd við serkunnleika. Í Metingarnevndini eru 5 limir og 2 tiltakslimir. Landsstýrismaðurin tilnevnir limirnar og tiltakslimirnar.
Stk. 2. Limir og tiltakslimir í Metingarnevndini skulu hava serkunnleika, royndir og innlit í:
1) Økismenning og samfelagsliga og strategiska týdningin av vinnuligari menning í økjum í landinum.
2) Fiskivinnubúskap, nýskapan og virðisøking innan veiði, hagreiðing, virking, sølu, marknaðarføring o.a.
3) Fígging, vinnubúskap, rakstrarætlanir o.a.
Stk. 3. Metingarnevndin skal hava góðar førleikar at meta um verkætlanir við denti á burðardyggar ætlanir, virðisvøkstur, nýskapan, førleikamenning, arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar í økjunum.
Stk. 4. Nevndin kann útvega sær aðra serkøna hjálp at meta um ymsar tættir í umsóknum.
Stk. 5. Høvuðsgrundgevingarnar fyri tilmælunum um at játta menningarkvotu vera almannakunngjørdar.
§ 8. Metingarnevndin skal ítøkiliga grunda sína viðgerð og tilmæli um játtan á treytir og metingargrundarlag, ið eru ásett í skjali 1 til hesa kunngerð.
Stk. 2. Tey landafrøðiligu øki, ið viðgerðin hjá Metingarnevndini verður grundað á, eru allýst í skjali 2 til hesa kunngerð.
Stk. 3. Ein menningarætlan kann tó fevna um partar av einum øki, har treytirnar eru loknar, ella um fleiri øki ella partar av fleiri landafrøðiligum økjum, ið lúka treytirnar.
§ 9. Fiskimálaráðið tekur endaliga avgerð til innkomnar umsóknir eftir tilmæli frá Metingarnevndini.
Stk. 2. Um avgerandi fyritreytir fyri tilsøgnini ikki vera hildnar, kann landsstýrismaðurin taka tilsøgnina aftur.
§ 10. Menningarkvota verður latin til ávísu vinnuligu menningarætlanina við teimum treytum, ið eru við játtanini og kann ikki avhendast.
Stk. 2. Broytingar í menningarætlanini kunnu einans gerast eftir góðkenning frá landsstýrismanninum.
§ 11. Fiskiskapur av rættindum, útlutað sum menningarkvota sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum undir føroyskum flaggi, og sum, samsvarandi avgerð hjá Fiskimálaráðnum, hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.
Stk. 2. Bert persónar og feløg, ið lúka treytirnar í § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini kunnu fáa fiskiloyvi.
Stk. 3. Fiskiskip undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í norskum sjógvi, íslendskum sjógvi, russiskum sjógvi, ES-sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Noreg, Ísland, Russland ella ES hava givið loyvi at fiska í teirra sjóøki, ella eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.
Gildiskoma
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 7. februar 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Metingarnevndin
Treytir og metingargrundarlag í sambandi við innkomnar umsóknir
Í fyrsta umfari skal ein umsókn um menningarkvotu lúka minst eina av treytunum til øki.
1) Hvussu er støðan viðvíkjandi:
a) Avmarkaðari atgongd til sjófeingi,
b) stórum arbeiðsloysi, ella
c) støðugt minkandi fólkatali í tí økinum, har virksemi og verkætlan verða framd, í mun til onnur øki.
Síðani skulu umsóknirnar viðgerast og metast við grundarlagi í sjálvari menningarætlanini við treytum til verkætlan og virksemi.
2) Í hvussu stóran mun stuðlar verkætlanin og virksemið, ið umsóknin fevnir um, undir:
a) Virðisøking,
b) arbeiðsmøguleikar,
c) inntøkumøguleikar,
d) nýskapan og førleikamenning,
e) samfelagsliga menning, og
f) eina burðardygga og varandi gongd í tí økinum, har virksemi og verkætlan verða framd.
3) Heildarmeting. Niðurstøðan av viðgerðini skal byggja á eina heildarmeting av menningarætlanini grundað á nr. 1 og 2 umframt øðrum atlitum sambært lóggávuni annars. Tá mett verður um økisrættarligu ávirkanina av menningarætlanini, skal størstur dentur leggjast á demografisku avbjóðingarnar í økinum, t.e. nr. 1, litra b og c.
Viðgerðin og metingin um atgongd til sjófeingi skal grundast á ítøkiligt hagtalsgrundarlag. Tilfarið um atgongd til sjófeingi fevnir um avreiðingarvirði av veiðu í 2017 sett í mun til vinnufeløg og tey øki, har tey eru skrásett. Harnæst fevnir tilfarið eisini um virðisvøksturin, ið framleiðsluvirki í fiskivinnuni á landi høvdu í 2017. Hesi tøl eru somuleiðis skipað í mun til tey øki, har framleiðsluvirkini eru skrásett. Hagtalstilfarið, í samband við meting av sjófeingi, eru avreiðingarhagtøl frá Vørn og grannskoðaðir roknskapir fyri vinnuvirki.
Meting av arbeiðsloysi og fólkatali byggir á tilfar frá Hagstovu Føroya.
Skjal 2
Økisuppbýti
Høvuðsøki
Landafrøðiliga vera høvuðsøkini, ið viðgerðin í Metingarnevndini verður grundað á, hesi:
1) Suðuroy.
2) Sandoy.
3) Streymoy suður.
4) Streymoy norður.
5) Vágoy.
6) Eysturoy.
7) Norðoyggjar.
Um øki 2:
Bygdirnar í Sandoynni, Skúvoy og Stóra Dímun.
Um øki 3:
Nólsoy, Hestur, Koltur, Kirkjubøur, Velbastaður, Syðradalur, Norðradalur, Argir, Tórshavn, Hoyvík, Hvítanes, Sund, Kaldbaksbotnur, Kaldbak, Signabøur, Oyrareingir og Kollafjørður.
Um øki 4:
Øki í Streymoynni, ið ikki er fevnt av øki 3.
Um øki 5:
Bygdirnar í Vágoynni og Mykines.
Øki
Hóast viðgerðin hjá Metingarnevndini skal byggja á nevndu høvuðsøki, so kann ein ætlan vera grundað á smærri øki, ið er partur av einum høvuðsøki. Eru treytirnar, sum settar eru til menningarkvotur loknar í minna økinum, sum partur av størra økinum, so kann ein kvota lutast til hetta økið serskilt.
Dømi um serstøk øki, innanhýsis í høvuðsøkinum, kunnu vera øki, ið landafrøðiliga eru avsíðis, hava vánaligt flutningssamband ella víkja frá høvuðsøkinum viðvíkjandi atgongd til sjófeingi, broyting í fólkatali og arbeiðsloysi.
Ein menningarkvota kann latast til fleiri høvuðsøki ella øki.