Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. januar 1997Nr. 7
Kunngerð um fæfeingisgrundarlag fyri lívstryggingarvirksemi
Við heimild í § 18, stk. 2 og § 25, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi verður fyrisett:
Kapittul 1
Innleiðandi ásetingar
§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri lívstryggingarfeløg. Við hesum er at skilja tryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar.
§ 2. Trygginarfeløg skulu fyri at kunna reka lívstryggingarvirksemi hava eitt grundfæfeingi, ið í minsta lagi samsvarar felagsins gjaldførisbredda, jbr. § 25, stk. 1, og § 27, stk. 1 og 2, í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
Stk. 2. Gjaldførisbreddin verður roknaður út eftir reglunum í §§ 5-6. Grundfæfeingið verður gjørt upp eftir reglunum í §§ 8-10.
§ 3. Upphæddir, sum í hesi kunngerð eru ásettar í ECU, verða umroknaðar til danskar krónur eftir kursinum tann 31. oktober í sambandi við roknskapir, ið verða gjørdir upp 31. desember sama ár ella í tíðarskeiðnum til og við 30. desember næsta ár.
Stk. 2. Hóast stk. 1 kann ikki verða nýtt eitt mótvirði fyri ECU, sum er lægri enn 7,50 danskar krónur.
§ 4. Við tryggingarbólkar verður í hesi kunngerð at skilja teir tryggingarbólkar, sum eru nevndir í kunngerð um loyvi til lívstryggingarvirksemi hjá tryggingarfeløgum.
Kapittul 2
Gjaldførisbreddin
§ 5. Gjaldførisbreddin hjá einum tryggingarfelag verður roknaður sum samanteljing av hesum upphæddum:
1) Fyri tryggingarbólk I. (Tær komplementeru tryggingarnar í bólkinum undantiknar) og fyri tryggingarbólk II: 4 pst. av lívstryggingarburturleggingunum fyri egna rokning tó í minsta lagi 3,4 pst. av lívstryggingarburturleggingunum uttan frádrátt fyri endurtrygging.
2) Fyri tryggingarbólk I (Undantikið tær komplementeru tryggingarnar í bólkinum og undantikna uppathaldandi deyðatryggingum við eini afturgjaldingartíð upp á í mesta lagi 5 ár) og fyri tryggingarbólk II: 3_ av váðaupphæddini fyri egna rokning, tó í minsta lagi 1,5_ av váðaupphæddini uttan frádrátt fyri endurtrygging.
3) Fyri uppathaldandi deyðatryggingar við eini afturgjaldingartíð upp á yvir 3 ár, men í mesta lagi 5 ár: 1,5_ av váðaupphæddini fyri egna rokning, tó í minsta lagi 0,75_ váðaupphæddini uttan frádrátt fyri endurtrygging.
4) Fyri uppathaldandi deyðatryggingar við eini afturgjaldingartíð upp á í mesta lagi 3 ár, heruppií bólkalívstryggingar: 1_ av váðaupphæddini fyri egna rokning, tó í minsta lagi 0,5_ av váðaupphæddini uttan frádrátt fyri endurtrygging.
5) Fyri tær komplementeru tryggingarnar í tryggingarbólki I produktið av
a) samanleggingini av 18 pst. av tí parti av bruttotryggingargjøldunum, ið ikki fara upp um 10.000.000 ECU, og 16 pst. av restini av tryggingarinntøkuni og
b) einum brøki, ið er tað sama sum lutfallið millum tær tryggingarveitingar, sum í seinasta roknskaparári lógu á felagnum eftir endurtrygging, og tær veitingar, ið lógu á tí áðrenn endurtrygging, tó soleiðis at brøkurin ikki kann verða minni enn 1/2.
6) Fyri tær tryggingar, sum eru í tryggingarbólki III, har felagið hevur átikið sær ein íløguváða: 4 pst. av lívstryggingarburturleggingunum fyri egna rokning, tó í minsta lagi 3,4 pst. av lívstryggingarburturleggingunum uttan frádrátt fyri endurtrygging.
7) Fyri tær tryggingar, sum eru í tryggingarbólki III, har felagið ikki hevur átikið sær ein íløguváða, og fyri hvørjar tann upphæddin, ið skal rinda tann í tryggingaravtaluni ásetta rakstrarkostnað, verður fyri eitt tíðarskeið upp á yvir 5 ár ásett: 1 pst. av lívstryggingarburturleggingunum fyri egna rokning, tó í minsta lagi 0,85 pst. av lívstryggingarburturleggingunum uttan frádrátt fyri endurtrygging.
8) Fyri tryggingarbólki III: 3_ av váðaupphæddini fyri egna rokning, tó í minsta lagi 1,5_ av váðaupphæddini uttan frádrátt fyri endurtrygging.
9) Fyri tryggingarbólki IV: 4 pst. av lívstryggingarburturleggingunum fyri egna rokning, tó í minsta lagi 3,4 pst. av lívstryggingarburturleggingunum uttan frádrátt fyri endurtrygging.
10) Fyri tryggingarbólki V: 1 pst. av ognini hjá tontinuni.
11) Fyri tryggingarbólki VI: 4 pst. av lívstryggingarburturleggingunum fyri egna rokning, tó í minsta lagi 3,4 pst. av lívstryggingarburturleggingunum uttan frádrátt fyri endurtrygging.
Stk. 2. Lívstryggingarburturleggingar uttan frádrátt fyri endurtrygging, jbr. stk. 1, nr. 1, 6, 9 og 11, verða roknaðar í samsvari við reglurnar í kunngerð um ársroknskapirnar hjá lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, soleiðis at skyldur felagsins eins væl og tryggingargjøldini verða gjørd upp uttan frádrátt fyri endurtrygging. Lívstryggingarburturleggingarnar fyri egna rokning, jbr. stk. 1, nr. 1, 6, 7, 9 og 11, verða roknaðar samsvarandi, soleiðis at sæð verður burtur frá teimum tryggingarveitingum og tryggingargjøldum, sum felagið hevur latið í endurtrygging.
Stk. 3. Váðaupphæddin uttan frádrátt fyri endurtrygging jbr. stk. 1, nr. 2, 3, 4 og 8, verður roknað fyri hvønn einstakan tryggjara sum munurin millum øðrumegin ta upphædd, ið fellur til gjaldingar um tann tryggjaði doyr, og kapitalvirðið gjørt upp á tí fyri felagið galdandi tekniska grundarlagi av teimum veitingum, ið falla til gjaldingar eftir at tryggjaði er deyður og hinumegin lívstryggingarburturleggingarnar uttan frádrátt fyri endurtrygging fyri viðkomandi tryggjaða. Váðaupphæddin fyri egna rokning, jbr. stk. 1, nr. 2, 3, 4 og 8, verður roknað fyri hvønn einstakan tryggaða sum munurin millum váðaupphæddina uttan frádrátt fyri endurtrygging og tann partin av veitingunum við deyða tryggjaða og kapitalvirðið av veitingunum eftir deyða tryggjaða, sum er latin í endurtrygging fyri viðkomandi tryggjaða. Tá samlaða váðaupphæddin hjá felagnum verður gjørd upp verður í báðum førum einans tikið fyrilit fyri teimum tryggjaðu, har váðaupphæddin er positiv.
Stk. 4. Fyri tær komplementeru tryggingarnar, sum eru í tryggingarbólki I, verða tryggingargjøldini, jbr. stk. 1, nr. 5, litra a, roknað sum samanleggingin av teimum í seinasta roknskaparári falnu tryggingargjøldunum fyri tær tryggingar, sum ásetingin fevnir um við frádrátti av teimum skattum og avgjøldum, sum kunnu vera uppií tryggingargjøldunum.
§ 6. Hóast § 5 er gjaldførisbreddin í minsta lagi 800.000 ECU fyri partafeløg og í minsta lagi 600.000 ECU fyri sínámillum feløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar.
§ 7. Saman við ársroknskapinum v.m., jbr. § 66, stk. 2, í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, skulu tryggingarfeløg senda eina útrokning av felagsins gjaldførisbredda og eina frágreiðing um støddina og samansetingina av grundkapitalinum.
Kapittul 3
Grundfæfeingið
§ 8. Grundfæfeingið hjá einum tryggingarfelag verður gjørdur upp við støði í felagsins eginpeningi, gjørdur upp eftir somu meginreglum, sum verða nýttar í felagsins ársroknskapi. Grundfæfeingið kemur fram við regulering av eginpeninginum við teimum frádráttum, sum standa í stk. 2, og teimum uppískoytum, sum eru tilskilað í stk. 3 og 4.
Stk. 2. Tá grundfæfeingið verður gjørdur upp kann dragast frá:
1) Virðið av øllum immateriellum ognum, heruppií goodwill og aktiveraðar útreiðslur til innrætting av leigaðum hølum.
2) Virðið av egnum partabrøvum, heruppií partabrøv, ið dótturfyritøkur hava.
3) Ein upphædd svarandi til tann partin av gjaldførisbreddanum hjá einum dótturtryggingarfelag, sum svarar til ognarpartin av dótturtryggingarfelagsins partapeningi.
4) Fyri onnur dótturfeløg, ið eru undir Eftirlitsins eftirliti, jbr. § 6, stk. 3 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi: Ein upphædd svarandi til tann partin av tí fyri viðkomandi felag galdandi gjaldføriskravi, sum samsvarar ognarpartinum av dótturfelagsins partapeningi.
5) Fyri virðir, ið eru beinleiðis ella óbeinleiðis ogn, ið umboða ein váða uppá eina einstaka fyritøku ella ein bólk av fyritøkum, ið gera ein samlaðan váða: Tann upphædd, sum roknskaparliga virði á viðkomandi ognum fer upp um samanleggingina av 75 pst. av felagsins gjaldførisbredda og ein vektað samanlegging av gjaldførisbreddunum hjá tess dótturtryggingarfeløgum og gjaldføriskravinum í øðrum dótturfeløgnum, sum eru undir Eftirlitsins eftirliti. Í útrokningini verða fylgjandi vektir nýttar:
a) Dótturfeløg, ið reka beinleiðis lívstryggingarvirksemi verða vektað við 75% av ognarpartinum.
b) Onnur dótturfeløg verða vektað við ognarpartinum. Frádráttur skal ikki verða gjørdur fyri íløgur í dótturfeløg og fyri ognir, ið § 70, stk. 1, nr. 1-8 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi fevnir um.
Stk. 3. Tá grundfæfeingið verður gjørdur upp kann leggjast aftrat:
1) Afturumsett kapitalinnskot (ábyrgur lánspeningur), ið lýkur tær treytir, ið eru tilskilaðar í § 9. Ískoytið kann í mesta lagi vera ein upphædd, ið svarar til 50 pst. av gjaldførisbreddanum.
2) Limakonti í sínámillum feløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum, ið lúka treytirnar, ið eru tilskilaðar í § 10.
Stk. 4. Eftirlitið kann eftir umsókn loyva, at felagið í sín grundkapital íroknar eina upphædd fyri útreiðslur havdar í sambandi við útveganina. Samanleggingin av hesi upphædd og tí frádrátti í lívstryggingarburturleggingunum fyri havdar útveganarútreiðslur, ið verður gjørt í samsvari við reglurnar í kunngerð um ársroknskapir hjá lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, kann ikki fara upp um 5 pst. av kapitalvirðinum av teimum tryggingargjøldum, sum tryggingartakararnir skulu gjalda í framtíðini, og hækkanin av upphæddini kann ikki fara upp um tær í árinum havdu útveganarútreiðslur. Grundarlagið fyri útrokning av teirri upphædd, sum sambært hesum stykki verður íroknað grundkapitalinum, skal fráboðast sum ein partur av felagsins tekniska grundarlag.
Stk. 5. Eftirlitið kann geva undantak frá regluni í stk. 2, nr. 5.
§ 9. Afturumsett kapitalinnskot (ábyrgur lánspeningur) kunnu verða íroknað grundfæfeinginum, jbr. § 8, stk. 3, nr. 1, tá hesar treytir eru loknar:
1) Lánveitarans krav móti tryggingarfelagnum skal verða sett afturum alla aðra ikki-afturumsettari skuld.
2) Upphæddin skal vera inngoldin.
3) Afturgjalding kann ikki fara fram av lánveitarans áðum ella, um ikki gjaldtíðin er komin, uttan loyvi frá Eftirlitinum.
4) Kapitalinnskot kunnu einans falla til gjaldingar áðrenn avtalaðu gjaldtíðina, um so er at tryggingarfelagið fer í avtøku ella á húsagang.
5) Tryggingarfelagið skal hava rætt til at útseta gjalding av rentum, um so er, at grundfæfeingið ikki fer upp um gjaldførisbreddan ella við rentugjaldingini fer at fara niður um eina upphædd, ið er lægri enn gjaldførisbreddin.
6) Ikki goldnar rentur, ið eru útsettar sambært nr. 5, falla til gjaldingar fyrstu av hesum tíðum:
a) Tryggingarfelagið hevur aftur tann neyðuga grundkapitalin til at lúka gjaldførisbreddan.
b) Gjalddagurin fyri kapitalinnskotið er komin, um so er, at avtalað var ein ásett afturgjaldingartíð, tá avtalan varð gjørd.
7) Aðalfundur tryggingarfelagsins skal hava rætt at niðurskriva kapitalinnskotið og ikki goldnar rentur, um so er at eginpeningur tryggingarfelagsins er mistur, og partapeningurin ella ábyrgdarpeningurin er niðurskrivaður til 0 kr. Tað er harumframt ein treyt, at tryggingarfelagið eftirfylgjandi antin fær nýggjan kapital, soleiðis at gjaldførisbreddin er lokin, ella verður samanlagt við eitt annað tryggingarfelag. Kapitalinnskotið og ikki goldnar rentur kunnu niðurskrivast við eini upphædd, sum frammanundan er góðkend av tryggingarfelagsins grannskoðara og Eftirlitinum.
§ 10. Limakonti í sínámillum tryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum kunnu íroknast grundfæfeinginum, jbr. § 8, stk. 3, nr. 2, tá ið hetta er galdandi sambært viðtøkum felagsins:
1) Upphæddirnar skulu um so er, at felagið fer í avtøku ella á húsagang ikki kunna afturgjaldast fyrr enn skuldin annars hjá felagnum er greidd.
2) Upphæddirnar kunnu í øðrum førum einans gjaldast aftur, um grundfæfeingið av hesum ikki kemur niður á eina upphædd, ið er lægri enn gjaldførisbreddin.
3) Afturgjalding, ið er orsakað av øðrum enn tí, at einstakir limir halda uppat, kann einans verða framd, tá ið Eftirlitið í seinasta lagi ein mánað frammanundan hevur fingið fráboðan um hetta. Afturgjaldingin kann verða noktað av Eftirlitinum.
Kapittul 4
Rakstrarætlanir
§ 11. Til nýtslu fyri Eftirlitsins metan av, um felagsins grundfæfeingið er nóg stórur, skal umsóknin hjá einum tryggingarfelag um loyvi at reka lívstryggingarvirksemi, hava eina rakstrarætlan fyri tað virksemi, sum felagið ætlar at reka. Rakstrarætlanin skal fevna um 3 tey fyrstu roknskaparárini. Verður fyrsti roknskapurin greiddur eftir eitt tíðarskeið uppá minni enn eitt ár, skal rakstrarætlanin fevna um hetta tíðarskeiðið og tey 3 fylgjandi roknskaparárini.
Stk. 2. Rakstrarætlanin skal fevna um:
1) Ein byrjanarjavna, soleiðis sum hesin ætlandi fer at verða, eftir at stovningarútreiðslurnar eru goldnar.
2) Tey væntaðu roknskaparligu úrslitini, lýst við úrslitauppgerðum og javnum fyri tey roknskaparár, ið rakstrarætlanin fevnir um.
3) Eina uppseting við teimum útreiðslum, ið mettar vera neyðugar til uppbyggjan av felagsins umseting í tí tíðarskeiði, rakstrarætlanin fevnir um.
4) Tilskilan av tekniska grundarlagnum v.m., sum rakstrarætlanin er grundað á.
5) Frágreiðing um grundreglurnar fyri endurtrygging.
6) Upplýsing um slagið av váða, sum felagið ætlar at rinda.
7) Frágreiðing um íløgupolitikk felagsins.
8) Útrokning av ætlaðum gjaldførisbredda og grundfæfeingi eftir at hvørt av teimum roknskaparárum, sum rakstrarætlanin fevnir um, er endað.
Stk. 3. Eftirlitið kann annars krevja tær upplýsingar, ið kunnu verða neyðugar til metan av, um úrslitini í rakstrarætlanini hjá einum felag kunnu metast sannlík.
§ 12. Metir Eftirlitið ikki, at tað við teimum sambært § 11 sendu upplýsingum er gjørt sannlíkt, at tryggingarfelagið í tí tíðarskeiði, sum rakstrarætlanin fevnir um, og tá hetta tíðarskeið endar, fer at hava tann neyðuga grundkapitalin, verður loyvi ikki givið.
§ 13. Hevur eitt tryggingarfelag lagt eina rakstrarætlan fyri Eftirlitið, og versnar felagsins fíggjarliga støða í mun til rakstrarætlanina, kann Eftirlitið taka avgerð um eina grannskoðan av ætlanini ella gerð av nýggjari rakstrarætlan fyri tey 3 fylgjandi roknskaparárini.
§ 14. Ásetingarnar í §§ 11-13 verða at nýta samsvarandi, tá eitt tryggingarfelag søkir um víðkan av galdandi loyvi í tann mun, felagsins viðurskifti samanborin við umbidnu loyvisvíðkanina eftir Eftirlitsins metan ger tað neyðugt.
Kapittul 5
Gildiskoma
§ 15. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 1997.