Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. januar 2026Nr. 7
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2026
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 2, nr. 2 og 9 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski og rækjum í serbúskaparøkinum hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum og í NEAFC-skipanarøkinum í Barentshavinum í 2026 sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russiska samveldið.
Kapittul 2
Veiða eftir botnfiski
Heildarkvotur og býti av kvotunum
§ 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 fiska 6.306 tons av toski, 1.484 tons av hýsu og 900 tons av flatfiski, íroknað hvassasprek og reyðsprøka, í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Stk. 2. Av heildarkvotunum sambært stk. 1 verða 5.751 tons av toski, 1.428 tons av hýsu og 869 tons av flatfiski, íroknað hvassasprek og reyðsprøka, latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum, undantikin kvota keypt á uppboði, ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 3. Av heildarkvotunum sambært stk. 1 verða 418 tons av toski, 42 tons av hýsu og 23 tons av flatfiski, íroknað hvassasprek og reyðsprøka, sum eru áður seld uppboðssølurættindi, har gildistíðin er runnin, útlutað rættindahavarum sum egnar árskvotur til egið fiskifar við veiðiloyvi.
Stk. 4. Av heildarkvotunum sambært stk. 1 verða 136 tons av toski, 14 tons av hýsu og 8 tons av flatfiski, íroknað hvassasprek og reyðsprøka, sett av til áður seld 8 ára rættindi á uppboði.
Fiskiloyvi
§ 3. Fiskiskapur eftir botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. Til fiskiskap eftir kvotum sambært § 2, stk. 2 og 3 krevst veiðiloyvi fyri at fáa fiskiloyvi.
§ 4. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Atgongd til NEAFC-skipanarøkið
§ 5. Fiskifør undir føroyskum flaggi hava í 2026 atgongd at fiska botnfisk burturav kvotunum sambært § 2, stk. 1 í NEAFC-skipanarøkinum í Barentshavinum.
Stk. 2. Fiskiskapur eftir botnfiski í NEAFC-skipanarøkinum í Barentshavinum kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap, og sum Vørn hevur váttað er á lista yvir fiskifør, sum eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 3. Skiparin skal fylgja ásetingunum í kunngerð um økisfriðingar í altjóða sjógvi í NEAFC og í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í altjóða sjógvi í NEAFC.
Kapittul 3
Veiða eftir rækjum
Heildarkvota og býti av kvotuni
§ 6. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 fiska 4.000 tons av rækjum í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Stk. 2. Fiskiloyvi at fiska av kvotuni sambært stk. 1 verða latin teimum, sum sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av rækjum í russiskum sjógvi í Barentshavinum, ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Fiskiloyvi
§ 7. Fiskiskapur eftir rækjum í russiskum sjógvi í Barentshavinum kann bert fara fram við fiskifari við veiðiloyvi, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
§ 8. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Kapittul 4
Loyvi frá russiskum fiskivinnumyndugleikum, eftirlitsstað og eftirlitsfólk
Loyvi frá russiskum fiskivinnumyndugleikum
§ 9. Fiskifør kunnu bert fara til fiskiskap í russiskum sjógvi, um tey hava fingið loyvi frá russiskum fiskivinnumyndugleikum. Frumrit av loyvinum skal vera umborð á fiskifarinum.
Stk. 2. Skulu broytingar gerast í loyvinum frá russiskum fiskivinnumyndugleikum, sum t.d. broyting í skipaupplýsingum, fiskaslagi og kvotu, annan skipara, o.a., krevst játtan frá russiskum fiskivinnumyndugleikum. Avrit av broytingini í loyvinum skal vera umborð á fiskifarinum.
Eftirlitsstað og eftirlitsfólk
§ 10. Fiskifør skulu sigla til russiskt eftirlitsstað, áðrenn fiskiskapurin í russiskum sjógvi byrjar, og tá fiskiskapurin í russiskum sjógvi endar. Skiparin skal senda fráboðan sambært skjali 1 til russiska marknaverjueftirlitið um, at siglt verður til eftirlitsstað.
Stk. 2. Fiskifør, sum veiða í russiskum sjógvi, skulu hava eftirlitsfólk frá russiska marknaverjueftirlitinum umborð. Fiskifarið skal sigla til russiskt eftirlitsstað ella á aðra knattstøðu í russiskum sjógvi sambært góðkenning frá russiska marknaverjueftirlitinum at taka ímóti og seta av eftirlitsfólk.
Kapittul 5
Fráboðanir og umrokningarfaktorar
Fráboðanir
§ 11. Fiskifar, sum fiskar eftir botnfiski ella rækjum í russiskum sjógvi ella í NEAFC-skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skal senda Vørn elektroniskar fráboðanir sambært skjali 2:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í russiskan sjógv, og í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr russiskum sjógvi, og í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.
§ 12. Fiskifør skulu senda fráboðan til russiskar myndugleikar, sum ásett í skjali 3, tá tey fara inn í serbúskaparøkið hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum til fiskiskap, og tá tey fara úr økinum aftur.
Stk. 2. Fiskifør, sum veiða í russiskum sjógvi, skulu senda veiðifráboðan sambært skjali 4 til russiskar myndugleikar, sum ásett í skjali 3.
Stk. 3. Fiskifør, sum veiða botnfisk burturav atgongd sambært § 5 í NEAFC-skipanarøkinum í Barentshavinum, skulu hvørja viku senda veiðifráboðan sambært skjali 5 til russiskar myndugleikar, sum ásett í skjali 3.
Umrokningarfaktorar
§ 13. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt í sambandi við uppgerð av veiðu, skulu teir í stk. 2 og 3 nevndu umrokningarfaktorar nýtast.
Stk. 2. Umrokningarfaktorar fyri tosk:
1) Kruvdur, við høvdi 1,18.
2) Kruvdur, avhøvdaður, runtskorin 1,50.
3) Kruvdur, avhøvdaður, beintskorin 1,55.
4) Kruvdur, avhøvdaður, uggaskorin 1,74.
5) Flak við skræðu og beinum 2,65.
6) Flak, skrædlað, við beinum 2,84.
7) Flak, skrædlað, uttan bein 3,25.
8) Flak við skræðu, uttan bein 2,95.
9) Flak við skræðu, uttan bein, uttan búklepa 3,16.
10) Flak, skrædlað, uttan bein, uttan búklepa 3,42.
Stk. 3. Umrokningarfaktorar fyri hýsu:
1) Kruvd, við høvdi 1,14.
2) Kruvd, avhøvdað, runtskorin 1,40.
3) Kruvd, avhøvdað, uggaskorin 1,69.
4) Flak við skræðu og beinum 2,76.
5) Flak, skrædlað, við beinum 3,07.
6) Flak, skrædlað, uttan bein 3,15.
7) Flak við skræðu, uttan bein 2,80.
8) Flak við skræðu, uttan bein, uttan búklepa 3,01.
9) Flak, skrædlað, uttan bein, uttan búklepa 3,28.
Kapittul 6
Revsing og gildistíð
Revsing
§ 14. Brot á §§ 11-13 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2027.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 13. januar 2026
Eirikur í Jákupsstovu (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)
Skjal 1
Russiskt eftirlitsstað og fráboðan til russiska marknaverjueftirlitið
|
Russiskt eftirlitsstað |
Knattstøða |
Radius |
Marknaverjuskip Kallimerki |
|
Sever 1 |
70°10’N, 32°00’E |
2 fjórðingar |
Whaleboat-1 |
|
Sever 2 |
72°40’N, 37°00’E |
2 fjórðingar |
Whaleboat-2 |
Radiokallifrekvens: 156.8 MHz (kanal 16)
1. Fráboðan um, at siglt verður til eftirlitsstað
1.1 Skiparin á føroyskum fiskifari skal senda fráboðan til russiska marknaverjueftirlitið í seinasta lagi 8 tímar, áðrenn siglt verður tvørtur um markið fyri serbúskaparøkið hjá Russiska samveldinum. Fráboðanin skal vera á enskum máli. Um viðurskifti gera, at tað ikki verður siglt til eftirlitsstað, skal skiparin á føroyska fiskifarinum boða russiska marknaverjueftirlitinum frá hesum í seinasta lagi 4 tímar, áðrenn ætlanin var at koma til eftirlitsstaðið.
1.2 Fráboðanin skal sendast til russiska marknaverjueftirlitið “The Border Guard Department of the FSB of Russia in the Western Arctic area”, tel: +7 8152 487582, fax +7 8152 487625 ella teldupost: pu.murmanobl2@fsb.ru.
1.3 Fráboðanin skal hava hesar upplýsingar:
Checkpoint notification:
1. Flaggland (FRO)
2. Navn á skipinum
3. Eigari av skipinum
4. Havnarkenningarnummar hjá skipinum
5. Kallimerki hjá skipinum
6. Heimstaður hjá skipinum
7. Navn á skiparanum
8. Manningartal umborð
9. Russiskt fiskiloyvisnummar
10. Navn á russiska fiskivinnumyndugleikanum, sum hevur latið fiskiloyvið
11. Dagfesting á russiska fiskiloyvinum
12. Veiða umborð í kg rundari vekt flokkað eftir fiskasløgum í FAO kodu
13. Knattstøða, tá fiskiskapur byrjaði (entering zone), ella tá fiskiskapur endaði (leaving zone)
14. Knattstøða og mett klokkutíð, tá siglt verður tvørtur um markið fyri serbúskaparøkið hjá Russiska samveldinum
15. Navn á russiska eftirlitsstaðnum og mett klokkutíð, tá fiskifarið kemur til eftirlitsstaðið
16. Raðnummar á fráboðanini (date and ship’s time of information transmission)
2. Mannagongd, tá siglt verður til eftirlitsstað
2.1 Tá fiskifarið er 12-15 fjórðingar frá eftirlitsstaðnum, skal skiparin kalla á marknaverjuskipið við VHF sendara á rás 16, 156.8 MHz, í 45 minuttir (kallast skal 5. hvønn minutt) og vátta ella broyta fráboðanina um checkpoint notification.
2.2 Eftirlitsfólkið á marknaverjuskipinum gevur skiparanum boð, um eftirlit skal fremjast á fiskifarinum, um eftirlitsfólk skal setast umborð/setast av fiskifarinum, ella um fiskifarið kann sigla framvið eftirlitsstaðnum, uttan at eftirlit verður framt.
2.3 Fær fiskifarið loyvi at sigla framvið eftirlitsstaðnum, uttan at eftirlit verður framt, skal skiparin føra hesar upplýsingar í veiðidagbókina:
a) Dato
b) Klokkutíð (ship’s time)
c) Knattstøða hjá fiskifarinum
d) Navn á eftirlitsstaðnum
e) Navn ella nummar á marknaverjuskipinum, og navn á eftirlitsfólki, sum loyvdi fiskifarinum at sigla framvið eftirlitsstaðnum
2.4 Fæst samband ikki við marknaverjuskipið innan 45 minuttir (kallast skal 5. hvønn minutt), skal skiparin aftur kalla á marknaverjuskipið 10 minuttir, áðrenn fiskifarið kemur til eftirlitsstaðið (kallast skal 5. hvønn minutt), og føra hesar upplýsingar í veiðidagbókina:
a) Knattstøða hjá fiskifarinum
b) Navn á eftirlitsstaðnum
c) Dato og klokkutíð (ship’s time), tá uppkallið byrjaði og endaði, og um samband fekst við marknaverjuskipið ella ikki.
Fæst samband ikki við marknaverjuskipið, kann fiskifarið sigla framvið eftirlitsstaðnum.
Skjal 2
Fráboðanir til Vørn
Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í russiskan sjógv. Um farið verður í NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
|
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
|
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
|
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
|
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
|
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir |
|
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
|
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
|
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
|
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
|
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
|
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
|
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
|
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
|
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
|
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
|
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
|
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
|
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
|
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
|
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
|
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
|
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
|
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
|
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
|
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
|
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
|
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
|
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
|
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
|
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
|
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
|
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
|
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
|
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
|
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
|
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
|
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr russiskum sjógvi. Um farið verður úr NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
|
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
|
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
|
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
|
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
|
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
|
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
|
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
|
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
|
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
|
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
|
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
|
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
|
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
|
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
|
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
|
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
|
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
|
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til |
|
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
|
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
|
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
|
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
|
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |
Skjal 3
Fráboðanir til russiskar myndugleikar
Fráboðanir til russiskar myndugleikar skulu sendast til:
1) Severomorskoe Territorial Department, Murmansk, teldupost: murmansk@murmansk.fish.gov.ru,
2) Coordination division of the Border Guard Department of the Federal Security Service of the Russian Federation in the Western Arctic area, Murmansk, tel. +7 8152 487582, fax +7 8152 487625 ella teldupost: pu.murmanobl2@fsb.ru,
3) Murmansk branch of FGFI Centre of Fishery Monitoring and Communication, fax: +7 8152 474852 (snara 0) ella teldupost: stat15@cfmc24.ru.
Skjal 4
Veiðifráboðan til russiskar myndugleikar
Veiðifráboðan skal sendast hvønn dag við veiðinøgd undanfarna samdøgur, tíggjunda hvønn dag við veiðinøgd undanfarnu 10 dagarnar og hvønn mánað við veiðinøgd undanfarna mánað. Avrit av hesi veiðifráboðan skal sendast til Vørn, teldupost: vorn@vorn.fo og fmc@vorn.fo.
Skjal 5
Veiðifráboðan til russiskar myndugleikar – veiða í NEAFC-skipanarøkinum
Veiðifráboðan skal sendast hvørja viku við veiðinøgd undanfarnu viku.
Avrit av hesi veiðifráboðan skal sendast til Vørn, teldupost: vorn@vorn.fo og fmc@vorn.fo.
CATCH REPORT
(WHEN FISHING RUSSIAN QUOTA OUTSIDE OF THE RUSSIAN EEZ)
To: Severomorskoe Territorial Department of the Federal Agency for Fisheries
e-mail: murmansk@murmansk.fish.gov.ru
Type of Report:_____________
(daily, weekly, decade, monthly)
Unique numbering from the beginning of the year_____________________
Fishing period (dates):____________________
|
Fishing Area |
Date and Time UTC | ||
|
|
Entry |
Exit | |
|
|
| ||
|
|
| ||
|
Vessel Name |
| ||
|
Registration Number |
| ||
|
Call Sign |
| ||
|
Flag state/ Port of registry |
| ||
|
Telephone, fax, e-mail of fishing vessel |
| ||
|
Ship owner |
| ||
|
Address, telephone, fax, e-mail of the ship owner |
| ||
|
Current position at time of transmission |
| ||
|
Date and time of transmission (UTC) |
| ||
|
Russian fishing Licence Nr. |
| ||
|
Type of fishing gear |
| ||
|
|
|||
|
Species |
Live weight, kg |
Quota specification | ||||
|
Norwegian EEZ |
NEAFC Regulatory Area in the Barents sea |
Vessel quota under the Russian fishing Licence | ||||
|
Catch at reported period |
Accumulated catch since January, 1-st |
Catch at reported period |
Accumulated catch since January, 1-st | |||
|
|
|
|
|
|
|
Russian |
|
|
|
|
|
|
|
Russian |
|
|
|
|
|
|
|
Russian |
|
|
|
|
|
|
|
Russian |
|
|
|
|
|
|
|
Russian |
|
Remarks: | ||||||
Signature Master's Name