Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. mars 2008Nr. 7
Kunngerð um virksemið hjá Kappingareftirlitinum
Við heimild í § 20, stk. 4 í løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping verður ásett:
Kapittul 1
Kappingareftirlitið
§ 1. Kappingareftirlitið er skrivstova hjá Kappingarráðnum og hevur ábyrgdina av umsitingini av Kappingarlógini og reglum, gjørdar við heimild í lógini.
Stk. 2. Kappingareftirlitið er, viðvíkjandi umsitingini av kappingarlógini, og sum skrivstova hjá Kappingarráðnum, óheft av landsstýrismanninum í kappingarmálum.
Kapittul 2
Málsræði
§ 2. Kappingareftirlitið leggur tey mál fyri Kappingarráðið, sum ráðnum, eftir §§ 4-6 í kunngerð um starvs- og fundarskipan fyri Kappingarráðið, er álagt at viðgera og taka avgerð í og mál, sum Kappingareftirlitið annars metir eiga at verða løgd fyri ráðið.
Stk. 2. Kappingareftirlitið útinnur avgerðirnar hjá Kappingarráðnum og kunnar ráðið um dagligu umsitingina av kappingarlógini.
§ 3. Kappingareftirlitið tekur vegna Kappingarráðið avgerð í málum, sum ikki eru umfatað av § 2, stk. 1, í samsvari við siðvenju og vegleiðing hjá ráðnum. Harumframt tekur Kappingareftirlitið vegna Kappingarráðið avgerðir, sum skulu brúkast í fyrireikingini av málum, sum eru umfatað av § 2, stk. 1.
Stk. 2. Deildarstjórin á Kappingareftirlitinum kann harafturat, saman við formanninum í Kappingarráðum, taka avgerð í málum, sum ikki kunnu bíða til ráðsfundur verður.
Stk. 3. Deildarstjórin á Kappingareftirlitinum letur Kappingarráðnum eina frágreiðing um avgerðir hjá Kappingareftirlitinum, tiknar eftir stk. 1 og 2, á næsta fundi í ráðnum.
§ 4. Kappingareftirlitið almannakunnger avgerðir v.m., sum sambært § 19, stk. 2 í kappingarlógini skulu almannakunngerast. Harafturat kann Kappingareftirlitið, sbrt. § 19, stk. 3 í kappingarlógini, almannakunngera aðrar upplýsingar um umsitingina av kappingarlógini og um virksemi í tí sambandi, umframt frágreiðingar um kappingarviðurskifti sum heild.
§ 5. Tá kært verður um avgerðir hjá Kappingarráðnum, ger Kappingareftirlitið skrivlig innlegg til kæruviðgerðina og leggur til rættis eina møguliga munnliga málsevnisumrøðu.
§ 6. Deildarstjórin á Kappingareftirlitinum ger av, um heitast skal á ákærumyndugleikan um at reisa ákæru fyri brot á kappingarlógina. Somuleiðis ger deildarstjórin tilmæli um sektarstødd, sbr. § 31 í kappingarlógini.
Kapittul 3
Avgerðir
§ 7. Avgerðirnar hjá Kappingarráðnum skulu fráboðast skrivliga og innihalda upplýsingar um tey viðurskifti og sjónarmið, sum hava verið avgerandi fyri avgerðina.
Stk. 2. Við avgerðum, sum kunnu kærast, skal fylgja ein kæruvegleiðing við tilskilan av kærumyndugleika og upplýsingum um mannagongd, tá kært verður, herundir ein møgulig tíðarfreist.
Kapittul 4
Fráboðanir
§ 8. Fráboðanir og áheitanir sambært §§ 9, 11, 12 og 14 í kappingarlógini verða latnar Kappingareftirlitinum.
Kapittul 5
Upplýsingar
§ 9. Kappingareftirlitið kann vegna Kappingarráðið, sbr. § 24 í kappingarlógini, krevja at fáa útflýggjaðar allar upplýsingar, herundir roknskapir, roknskapartilfar, úrrit úr bókum, onnur handilsskjøl og elektroniskt goymdar upplýsingar, sum Kappingareftirlitið metir eru neyðugar fyri virksemið hjá ráðnum ella fyri at avgera, um ávís viðurskifti eru umfatað av kappingarlógini.
Kapittul 6
Eftirlitskanningar
§ 10. Kappingareftirlitið ger eftirlitskanningar í fyritøkum eftir § 25 í kappingarlógini.
Kapittul 7
Gildiskoma
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Reglur frá 14. november 2001 fyri virksemið hjá Kappingarskrivstovuni fara samstundis úr gildi.
Vinnumálaráðið, 13. mars 2008
Bjørt Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Arne Poulsen (sign.)