Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. februar 2024Nr. 7
Kunngerð um broyting í kunngerð um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Orkuískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti telur ikki sum inntøka)
§ 1
Í kunngerð nr. 19 frá 14. mai 2004 um persónliga viðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., sum broytt við kunngerð nr. 27. frá 6. apríl 2005, kunngerð nr. 92 frá 23. juni 2005, kunngerð nr. 10 frá 10. februar 2015, kunngerð nr. 46 frá 29. apríl 2019, kunngerð nr. 139 frá 3. november 2022 og kunngerð nr. 43 frá 24. mars 2023 verður § 4, stk. 1 orðað soleiðis:
“Sum inntøka verður roknað øll inntøka hjá pensjónistinum, tó frároknað barnaviðbót, røktarviðbót og hjálparviðbót sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti og viðbót til ávísar pensjónistar sambært løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og mentamálaráðið, 15. februar 2024
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)