Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. februar 1973Nr. 7
Kunngerð um íløgugrunnar
Við heimild í §§ 8, 15 og 17 í løgtingslóg nr. 50 frá 23. desember 1971 um íløgugrunnar hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Fráboðan um at nýta pening, ið stendur í íløgugrunni, skal sendast Líkningarráð Føroya.
2. stk. Í fráboðanini skal upplýsast:
1. Hvussu mikið skal loysast úr íløgugrunninum.
2. Penigshæddin at loysa burtur av tí, sum stendur hjá Føroya gjaldstovu.
3. Rakstrarárini, peningurin er settur í íløgugrunn.
4. Hvørji rakstrargøgn íløgan skal nýtast til.
5. Útveganarvirði á rakstrargagninum.
6. Nær rakstrargagnið er útvegað. (er talan um bygningar ella innleggingar v.m., so tá liðugt er).
3. stk. Við fráboðanini skulu fylgja skjøl, sum prógva tað, sum upplýst er eftir nr. 5 og 6 í 2. stk.
§ 2. Tá fráboðan er viðgjørd og góðkend, sigur líkningarráðið avvarðandi skattgjaldara frá, hvussu nógv loyvt er at nýta av íløgugrunni til forskotsavskriving uppá útvegað rakstrargagn. Samstundis fær gjaldstovnan boð um peningshæddina, sum útgjaldast skal av bundnari konto, eins og kommunala líkningarvaldið fær boð um avgerðina.
§ 3. Renta av bundnum peningi, 5% p.a., verður tilskrivað hvønn 31. desember og kann tá fáast útgoldin frá Føroya gjaldstovu.