Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. januar 2005Nr. 7
Kunngerð um friðað øki fyri troling
Við heimild í § 9, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1. Fyri at varðveita økir við korallum, verða hesi øki friðað fyri allari troling í teimum í stk. 2 - 4 nevndu økjum.
Stk. 2. Øki 1: Suður av Suðuroyarbanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 61°09’5N 005°23’0V
2) 60°58’5N 005°33’0V
3) 60°53’0N 006°00’0V
4) 61°09’0N 006°10’0V
5) 61°09’5N 005°23’0V
Stk.3. Øki 2: Vestur av Munkagrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 60°41’0N 006°46’5V
2) 60°35’4N 006°39’6V
3) 60°33’5N 006°28’3V
4) 60°36’0N 006°30’6V
5) 60°41’0N 006°46’5V
Stk. 4. Øki 3: Vestur av Ytrabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 60°28’0N 010°58’0V
2) 60°28’0N 010°56’0V
3) 60°25’0N 010°54’0V
4) 60°25’0N 010°58’0V
5) 60°28’0N 010°58’0V
§ 2. Brot á § 1 verður revsað við bót sambært § 40, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 20. januar 2005
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)