Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. januar 2003Nr. 7
Kunngerð um eldrarøkt í Sandoynni, sum seinast broytt við kunngerð nr. 152 frá 8. desember 2011
Við heimild í § 2, stk. 2 og § 3 í løgtingslóg nr. 111 frá 20. desember 2002 um eldrarøkt í Sandoynni verður fyrisett:
§ 1. 1) Tá ein fólkapensjónistur fær uppihald á røktarheimi ella sambýli í Sandoynni, rindar hann fyri vistarhald og tænastur sambært ásetingunum í kunngerð um gjøld innan eldrarøktina.
§ 3. Avgerð um upptøku verður tikin av upptøkunevndini, sum skal taka umsøkjarar úr Sandoynni fram um aðrar umsøkjarar.
Stk. 2. 2) Í upptøkunevndina verða hesi vald:
1) Leiðarin fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið er formaður,
2) ein kommunulækni, tilnevndur av landsstýrismanninum, og
3) eitt umboð, tilnevnt av Heimarøktini..
Stk. 3. 2) Upptøkunevndin ger eina innanhýsis starvsskipan fyri arbeiði nevndarinnar, og orðar upptøkutreytir til eldrabúpláss í Sandoynni.
Stk. 4. 2) Starvsskipanin og upptøkutreytirnar eftir stk. 3, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 4. Sambært § 4 í lógini kann kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið viðvíkja stakpersónum, innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í almannamálum. Freistin verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 5. Eindin á Sandi verður nýtt til røktarheim, meðan eindirnar í Skálavík og í Skopun verða nýttar til eldrasambýlir.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2003.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 167 frá 29. desember 1997 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni úr gildi.
Almannaráðið, 27. januar 2003
Páll á Reynatúgvu (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)