28. mai 2009Nr. 70
Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági
§ 1
Í kunngerð nr. 113 frá 1. juli 1992 um áseting av søluprísi á heilivági, sum seinast broytt við kunngerð nr. 17 frá 10. mars 1997, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Frumsøluprísurin fæst við at leggja afturat fakturaprísinum (FTP) 84,2% av fylgjandi upphæddum fyri hvørja pakking:
1. FTP<29,99: 40% av FTP + 3,00 kr.
2. 30,00<FTP<119,99: 30% av FTP + 6,00 kr.
3. 120,00<FTP: 15% av FTP + 30,00 kr.
4. Til samløguna av 1, 2 ella 3 verða løgd 15%.
2) Í § 16, stk. 2 verður “5,00 kr.” broytt til: “6,00 kr.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 28. mai 2009
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/Poul Geert Hansen (sign.)