Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 10-06-2010
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2010 A - Hefti 15 A frá 10. juni 2010
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

8. juni 2010Nr. 71

Kunngerð um gjøld fyri skráseting v.m. í Føroysku Altjóða Skipaskrá, sum broytt við kunngerð nr. 88 frá 23. august 2010

Við heimild í § 10 a, stk. 2, § 10b , stk. 2 og § 12, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 78 frá 10. mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 7. mai 2010, verður ásett:

Gjøld fyri skrásetingar og avrit

§ 1. Fyri upptøku og eigaraskifti av skipi í Føroysku Altjóða Skipaskránna, verður gjald kravt eftir hesum reglum:

1)   Skip, sum eru til støddar undir 1.000 bruttotons (BT): kr. 50.000.

2)   Skip, sum eru til støddar 1.000 bruttotons  ella yvir, men undir 3.000 bruttotons (BT): kr.75.000.

3)   Skip, sum eru til støddar 3.000 bruttotons (BT) ella yvir, men undir 10.000 bruttotons (BT): kr. 100.000.

4)   Skip, sum eru til støddar 10.000 bruttotons(BT) ella yvir: kr. 125.000.

§ 2. Fyri tjóðskaparbræv verður gjald kravt eftir hesum reglum:

1)   Skip, sum eru til støddar undir 1.000 bruttotons (BT): kr. 3.000.

2)   Skip, sum eru til støddar 1.000 bruttotons  ella yvir, men undir 3.000 bruttotons (BT): kr. 5.000.

3)   Skip, sum eru til støddar 3.000 bruttotons (BT) ella yvir, men undir 10.000bruttotons(BT): kr. 10.000.

4)   Skip, sum eru til støddar 10.000 bruttotons(BT) ella yvir: kr 20.000.

§ 3. Fyri skráseting av veð í skipi og hækkan av veðupphædd verður at gjalda kr. 5.000. Sama upphædd verður at gjalda fyri skráseting av transporti.

§ 4. Fyri at strika skip verður at gjalda kr. 500.

§ 5. Fyri avrit av skjølum verður at gjalda ómaksløn kr. 250.

Ársgjald

§ 6. Eigari av skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, skal gjalda eitt árligt gjald pr. skip til Skipaeftirlitið.

Stk. 2. Fyri hvørt skip skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni verður grundgjald á kr. 15.000 rindað, og harumframt eitt gjald, sum er ásett útfrá stødd á skipinum, sbr. talvu 1 og afturat hesum verður síðani lagt eitt prosentgjald, ásett útfrá aldri á skipinum, sbr. talvu 2.

Dømi: (Grundgjald á kr. 15.000 + BT) x aldurs faktor

Dømi: Skip A

Stødd: 4000 BT

Aldur: 16 ár

 

Útrokning:

Grundgjald + BT gjald, sbr. talvu 1 = 15.000 + 4000 = 19.000

Aldurs faktor, sbr. talvu 2: 16 ár = 15%

Árðsgjald = 19.000 x 1,15 = 21.850 kr.

 

Talva 1

Bruttotons (BT)

kr./BT

Frá

Til

0

3000

1,3

3001

7500

1,0

7501

24000

0,7

24001

30000

0,5

30001

45000

0,4

45001

-

0,3

 

Talva 2

% ásett eftir aldri

Frá

Til

%

0

4

0

5

9

5

10

14

10

15

19

15

20

24

20

25

29

50

30

49

75

50

-

100

 

Stk. 3. Árliga gjaldið verður kravt pr. 1. januar á hvørjum ári fyri hvørt skip, sum er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, galdandi fyri inniverandi árið. Partur av gjaldinum verður ikki endurrindaður, um skip bert er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni part av árinum, sum rindað er fyri.

Stk. 4. Tann, sum er skrásettur eigari pr. 1. januar, hevur skyldu til at rinda árliga gjaldið fyri alt árið.

At flyta millum skráir

§ 7. Skip, ið verður skrásett í skipaskrásetingini eftir at henda kunngerð er komin í gildi, og síðani verður flutt til Føroysku Altjóða Skipaskránna, kemur undir gjald sambært §§ 1-3 og § 6.

Revsing

§ 8. Tann, ið letur Føroysku Altjóða Skipaskrá skeivar upplýsingar í sambandi við skráseting v.m., kann verða revsaður við sekt.

Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kap. 5 í revsilógini.

Gildiskoma

§ 9. 1) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Skip, sum eru í Føroysku Altjóða Skipaskránni, tá ið hendan kunngerð kemur í gildi, rinda tann 1. juli 2010 helvtina av árliga gjaldinum sambært § 6 fyri at vera í Føroysku Altjóða Skipaskránni í inniverandi ári.

 

 

Vinnumálaráðið, 8. juni 2010

 

Johan Dahl (sign.)

landsstýrismaður

/ Arne Poulsen (sign.)


 



1) Broytt við kunngerð nr. 88 frá 23. august 2010