13. mai 2019Nr. 71
Kunngerð um at javnseta fastan bústað í trý ár við heimarætt í sambandi við rættin til forskotsrindan av barnagjaldi og serligt barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar
Við heimild í § 3, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 6 frá 25. januar 2001, verður ásett:
§ 1. Persónur, ið hevur havt fastan bústað í danska ríkinum seinastu trý árini, verður eftir løgtingslógini javnsettur við heimafólkið.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 13. mai 2019
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)