24. juni 2008Nr. 71
Kunngerð um setan og uppsøgn av tænastumonnum í Nærverkinum
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 9. juni 1988, verður ásett:
§ 1. Tænastumenn í Nærverkinum verða settir í starv av stjóranum í Nærverkinum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er tó ikki galdandi fyri stjóran og deildarleiðarar í Nærverkinum.
§ 2. Tænastumenn í teimum í § 1 nevndu størvum, verða loystir úr starvi av stjóranum í Nærverkinum. Tó kann bert landsstýrismaðurin loysa tænastumenn úr starvi uttan umsókn.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 44 frá 27. mars 2000 um setan og uppsøgn av tænastumonnum á landsins serforsorgarstovnum.
Almanna– og heilsumálaráðið, 24. juni 2008
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)