Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. august 1998Nr. 71
Kunngerð um eldrasambýli, sum broytt við kungerð nr. 97 frá 9. august 2005
Við heimild í § 32, stk. 4 í “Lov for Færøerne om offentlig forsorg” smbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 177 frá 30. desember 1997, verður fyrisett:
Kapittul 1
Felags reglur
§ 1. Eldrasambýli eru í hesum føri sambýli, ið hýsa fólkapensiónistum við ellisbrekum, ið hava tørv á starvsfólki at hjálpa teimum í dagligu tilveruni.
Stk. 2. Í serligum førum kann undantak gerast frá stk. 1, ið loyvir avlamispensiónisti upptøku.
§ 2. Heimarøkt verður veitt í eldrasambýlunum sambært lóg fyri Føroyar um almenna forsorg og sambært løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna.
Kapittul 2
Eldrasambýlir hjá landinum
§ 3. Búfólk rinda fyri húsaleigu, olju, el, mat og til felags útreiðslur.
Stk. 2. Fyri uppihald rindar hvørt búfólk kr. 3.100,00 um mánaðin. Fyri hjún, har bæði eru pensiónistar, har annað er á røktarheimi/eldrasambýli, verður gjaldið niðursett til kr. 2.100,00.
Stk. 3. Fastbúgvandi búfólk, ið fara í feriu í meira enn 3 dagar, fáa góðskrivað kr. 50,00 um dagin frá 4. degi at rokna.
§ 4. Einki depositum verður goldið við innflytan. Um eitt búfólk ynskir at innrætta býlið á ein serligan hátt, kann tó krevjast, at búfólkið rindar depositum fyri møguligar eykaútreiðslur, í sambandi við broytan av býlinum aftur til uppruna stand.
Stk. 2. Búfólkið rindar fyri býlið frá fyrsta í mánaðinum aftaná innflutt verður.
Stk. 3. Um búfólkið flytur úr býlinum ella andast, skal gjaldast til endan av mánaðinum.
Stk. 4. 1) Pensjónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er ásett í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum..
§ 5. Felagslutir, ið eru játtaðir sambýlinum sum heild, eru ogn hjá eldrasambýlinum og ikki ogn hjá tí einstaka búfólkinum.
§ 6. Avgerð um upptøku, verður tikin av eini upptøkunevnd.
Stk. 2. Í upptøkunevndini verða hesi vald:
1. Økisleiðarin í Heimarøktini, ið er formaður.
2. Ein kommunulækni.
3. Eitt umboð, tilnevnt av Ellis- og røktarheiminum. Har einki røktarheim er í økinum, skal lokala heimasjúkrasysturin veljast.
Stk. 3. Almanna- og heilsumálastýrið tilnevnir kommunulæknan, sum skal verða í upptøkunevndini.
Kapittul 3
Eldrasambýlir hjá kommununum
§ 7. Búfólk rinda fyri húsaleigu, olju, el, mat og til felags útreiðslur.
Stk. 2. Fyri uppihald rindar hvørt búfólk í mesta lagi kr. 3.100,00 um mánaðin. Fyri hjún, har bæði eru pensiónistar, har annað er á røktarheimi/eldrasambýli, verður gjaldið í mesta lagi kr. 2.100,00.
Stk. 3. Einki depositum verður goldið við innflytan. Um eitt búfólk ynskir at innrætta býlið á ein serligan hátt, kann tó krevjast, at búfólkið rindar depositum fyri møguligar eykaútreiðslur, í sambandi við broytan av býlinum aftur til uppruna stand.
Stk. 4. Búfólkið rindar fyri býlið frá fyrsta í mánaðinum aftaná innflutt verður.
Stk. 5. Um búfólkið flytur úr býlinum ella andast, skal gjaldast til endan av mánaðinum.
Stk. 6. 1) Pensjónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er ásett í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.
§ 8. Avgerð um upptøku, verður tikin av eini upptøkunevnd.
Stk. 2. Í upptøkunevndini verða hesi vald:
1. Eitt umboð, tilnevnt av kommununi/kommununum, ið er formaður.
2. Ein kommunulækni.
3. Eitt umboð, tilnevnt av Ellis- og røktarheiminum. Har einki røktarheim er í økinum, skal lokala heimasjúkrasysturin veljast.
4. Økisleiðarin í Heimarøktini
Stk. 3. Almanna- og heilsumálastýrið tilnevnir kommunulæknan, sum skal verða í upptøkunevndini.
§ 9. Tá pensiónistar, sum ikki hava bústað í kommununi, koma á heimið at búgva, krevst ein váttan frá viðkomandi kommunu um at gjalda partvíst til raksturin.
Stk. 2. Gjald sambært stk. 1 verður avtalað millum kommunurnar.
Kapittul 4
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 134 frá 4. desember 1996 um eldrasambýli.