Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. mai 2022Nr. 72
Kunngerð um serligar reglur fyri próvtøkur og landsroynd fólkaskúlans í 2022, orsakað av COVID-19
Við heimild í § 14, stk. 4 og § 16, stk. 2 og 5 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 10. mai 1999, løgtingslóg nr. 64 frá 7. juni 2007, løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011 og løgtingslóg nr. 44 frá 30. apríl 2018 verður ásett:
§ 1. Vegna serlig viðurskifti, orsakað av koronufarsóttini verður í 2022 vikið frá ásetingunum í § 4, stk. 1-4, § 6, stk. 1 og 2 og § 14, stk. 4, 1. pkt. í kunngerð um próvtøkur fólkaskúlans
§ 2. Landsroyndirnar í 4. og 6. flokki verða fluttar til september mánað 2022 og verða fyri næmingum, ið tá ganga í 5. og 7. flokki.
§ 3. Næmingar fólkaskúlans í 9. flokki fara til skrivliga próvtøku í føroyskum, donskum og støddfrøði.
Stk. 2. Eingin skrivlig próvtøka verður í enskum í 9. flokki, men ársmetið í enskum telur sum próvtøkumet.
Stk. 3. Næmingarnir í 10. flokki fara til skrivliga próvtøku í føroyskum, enskum og støddfrøði.
Stk. 4. Eingin skrivlig próvtøka verður í donskum í 10. flokki, men ársmetið í donskum telur sum próvtøkumet.
§ 4. Næmingarnir í 9. flokki fara til munnliga próvtøku í trimum próvtøkulærugreinum, harav føroyskt er kravd próvtøkulærugrein.
Stk. 2. Næmingarnir í 10. flokki fara til munnliga próvtøku í trimum próvtøkulærugreinum.
§ 5. Í teimum førum, har próvtalið er lægri enn ársmetið, fáa næmingarnir ársmetið sum próvtal í 9. og 10. floks próvnum. Hetta er galdandi bæði í skrivligu og munnligu próvtøkunum.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. oktober 2022.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 5. mai 2022
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)