Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. juni 2011Nr. 72
Kunngerð um broyting í kunngerð um grind
§ 1
Í kunngerð nr. 46 frá 8. apríl 1998 um grind verða gjørdar hesar broytingar:
1) Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 3 og § 6, stk. 3 í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu, við seinni broytingum, og § 17, § 19, stk. 2 og § 19, stk. 4 í løgtingslóg nr. 9 frá 14. mars 1985 um vernd av dýrum, við seinni broytingum, verður ásett:”
2) Aftaná § 1, stk. 3 verður sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Ikki er loyvt at seta upp skipanir, tað verið seg á landi, í havinum ella lofti, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, uttan Føroya landsstýri frammanundan gevur loyvi til tað.”
3) Í § 5, stk. 1 verður orðingin: “hava upp á mastur og um til ber boða frá til sýslumannin,” broytt til: “hava upp á mastur og boða frá til sýslumannin,”.
4) § 7, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Allir persónar, sum hava myndugleika sambært hesi kunngerð, skulu hava týðuligt eyðkennismerki ella búna, sum sýslumaðurin skal góðkenna.”
5) § 8 verður orðað soleiðis:
“§ 8. Avger sýslumaðurin, sbrt. stk. 2, at grindin skal rekast, tekur sýslumaðurin, eftir samráð við grindaformenninar úr teimum ymsu hvalvágunum og finningarbátin, avgerð um, hvønn veg grindin skal rekast. Grindin skal rekast á góðkenda hvalvág sbrt. § 9. Grindaformenn hava skyldu at fylgja teimum boðum, sum sýslumenninir geva eftir hesi grein. Høgligasta hvalvágin skal veljast eftir stødd á grind, líkindum og streymviðurskiftum. Ikki er loyvt at reka grind uttan undir fyriskipan av sýslumonnum og/ella grindaformonnum.
Stk. 2. Í avgerðini um grindin skal verða rikin, sbrt. stk. 1, 1. pkt. í hesi grein, skal sýslumaðurin taka atlit at, hvørt nyttan av at halda grindini til stendur mát við ómakin av rakstri og drápi, um grindin kann verða avlívað skjótt, og umstøðurnar annars tala fyri, um grindin skal rekast, og um so er hvønn veg. Eisini kann sýslumaðurin steðga einum grindarakstri ella -drápi, um hann metir, at umstøðurnar tala fyri tí.
Stk. 3. Tá boðað er frá grind, kann sýslumaðurin gera av, at eitt øki, tað verið seg land, hav ella loftrúm, er grindarakstrarøki. Í hesum sambandi kann sýslumaðurin geva boð um, hvør kann vera á økinum og geva boð um skip, flogfør ella fólk beinanvegin skulu fara úr økinum, uttan mun til um hesi eru við í grindarakstrinum ella ikki. Sýslumaðurin kann harumframt til eina og hvørja tíð avbyrgja eitt øki sum grindaøki, tað verið seg land, hav ella loftrúm, og geva einum og hvørjum boð um ikki at fara inn á avbyrgda økið. Heldur ikki er loyvt at forða fyri rakstri ella drápi, ið sýslumaðurin hevur tikið avgerð um, sbrt. stk. 1 og 2 í hesi grein.
Stk. 4. Einhvør, sum hevur skyldu at hava eftirlit við grind, skal beinanvegin, hann er komin til grindina, ansa eftir, at reglurnar um grindarakstur verða hildnar.
Stk. 5. Luttakararnir hava skyldu at fylgja teimum boðum og forboðum, sum sýslumaðurin tekur avgerð um í hesum sambandi.”
6) § 27 verður orðað soleiðis:
“§ 27. Brot móti ásetingunum í § 1, stk. 2 og 4, § 3, § 4, stk. 2, §§ 5-8, §§ 10-11 og §§ 13-15 í hesi kunngerð og boðum og forboðum, givin við heimild í áðurnevndu greinum, koma undir bót ella fongsul upp til 4 mánaðir, um ikki størri revsing er uppiborin eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 6. juni 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)