14. mai 2019Nr. 72
Kunngerð um broyting í valstøðum
Við heimild í § 21 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting, sum broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 11. mai 2009, verður ásett:
§ 1. Í skjali til løgtingslógina verður valstaðið Haraldsund strikað. Kunoy verður valstað fyri bygdirnar Haraldsund og Kunoy.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 14. mai 2019
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)