17. mai 2000Nr. 72
Kunngerð um fyribils góðkenning av hvalvágum
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. Fyri hvalvágna Vestmanna verður Inni á Fjørð, út fyri Heljareyga, fyribils góðkend sum hvalvág.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálastýrið, 17. mai 2000
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Kaj P. Mortensen (sign.)