Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. juni 2008Nr. 72
Kunngerð um altjóða menningarsamstarv
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 44 frá 14. maj 2007 um altjóða menningarsamstarv, verður ásett:
Umsóknir
§ 1. Samstarvsfelagar, smbrt. § 2 stk. 1 í lógini um altjóða menningarsamstarv, kunnu søkja um studning til menningarverkætlanir.
Stk. 2. Áðrenn studningur verður latin, skal verkætlanarlýsing verða send Uttanríkisráðnum. Lýsingin skal innihalda hesar upplýsingar:
1) Umsøkjari/ar og ábyrgdarhavari/ar
2) Fíggjarætlan og upphædd søkt verður um
3) Luttakarar í verkætlanini
4) Endamál við verkætlanini
5) Lýsing av verkætlanini í síni heild
6) Menningarvirði í verkætlanini
7) Væntað úrslit
8) Kostnaðarætlan
9) Arbeiðsætlan
Studningsgrundarlagið
§ 2. Studningsgrundarlagið byggir á ta upphæddina, sum umsøkjarin metir verða neyðuga fyri at útinna verkætlanina.
Stk. 2. Studningsgrundarlagið kann ikki fevna um keyp av fastari ogn hjá hjálparfelagsskapinum sjálvum.
Útgjalding av studningi
§ 3. Studningurin verður útgoldin í einum, eftir at verkætlanin er góðkend av Uttanríkisráðnum.
Stk. 2. Uttanríkisráðið kann tó taka avgerð um, at studningurin verður útgoldin í fleiri gjøldum.
Upplýsingarskylda
§ 4. Uttanríkisráðið skal hava innlit í øll viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri at veita studningin.
Stk. 2. Um týðandi broytingar eru hendar ella væntast at henda í verkætlanini, skal umsókn sendast Uttanríkisráðnum um at góðtaka broytingina.
Stk. 3. Tað áliggur studningsmóttakaranum at kunna Uttanríkisráðið ávegis um gongdina í verkætlanini.
Frágreiðing og eftirlit
§ 5. Tá verkætlanin er mett at vera endað, skal Uttanríkisráðið hava grannskoðaðan verkætlanarroknskap og skrivliga frágreiðing.
Stk. 2. Verkætlanarroknskapir skulu vera uppsettir soleiðis, at sammeting við kostnaðarætlanina í umsóknini er møgulig.
Stk. 3. Í einstøkum førum kann Uttanríkisráðið gera av, at verkætlanarroknskapur ikki nýtist at vera grannskoðaður. Hetta kann vera, tá verkætlanir eru av slíkari stødd, at hetta ikki verður mett neyðugt. Verkætlanarroknskapur skal tá latast Uttanríkisráðnum saman við tilhoyrandi skjalprógvum fyri útreiðslurnar.
Stk. 4. Er studningurin útgoldin undir skeivum fortreytum, ella um fortreytir fyri útgoldnum studningi broytast, kann Uttanríkisráðið krevja, at studningurin verður afturgoldin.
Standard sáttmálar
§ 6. Uttanríkisráðið kann eisini játta studning til samstarvsfelagar, smbrt. § 2 stk. 1 í lógini um altjóða menningarsamstarv, ið hava egnar standard sáttmálar um upplýsingarskyldu og hvussu studningurin verður umsitin.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd. Samstundis verður sett úr gildi kunngerð nr. 78 frá 27. juni 2007.
Uttanríkisráðið, 25. juni 2008
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herluf Sigvaldsson (sign.)