Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 01-07-2016
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2016 A - Kunngerð 72 frá 27. juni 2016
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Nr. 72                                                                                                                        27. juni 2016

Kunngerð um bygningskunngerð 2017

(BK17)

Við heimild í § 3, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1, §§ 8 og 18, § 20, stk. 2 og 5, § 21, stk. 2 og § 22, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 60 frá 15. mai 2012 um at byggja bygningar o.a. verður ásett:

§ 1. Hervið verður føroyska bygningsreglugerðin 2017, FBR17 kunngjørd sum ásett í skjali 1-1C.

Gjøld

§ 2. Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at kommunali byggimyndugleikin krevur gjøld fyri byggiloyvi, fyribilsloyvi og fyri at viðgera frávik sambært bygningsreglugerðini ella øðrum galdandi ásetingum fyri byggingina.

Stk. 2. Kommunustýrið ásetur útrokningarháttin fyri gjøld og stødd á gjøldum. Við útrokning av tílíkum gjøldum kunnu bara útreiðslur takast við, sum beinleiðis ella óbeinleiðis standast av byggimálsviðgerðini.

Stk. 3. Verða gjøld ásett, skulu tey ásetast fyri hesi sløg av bygging:

1)   Einfaldar konstruktiónir. Bólkurin fevnir um bilhús, bilskýli, úthús og tílíkar smáar byggingar.

2)   Einbýlishús. Bólkurin fevnir um einbýlishús og samanbygd einbýlishús við loddrøttum íbúðarskilnaði.

3)   Einføld vinnubygging, goymslubygging og landbúnaðarbygningar. Bólkurin fevnir um einfaldar vinnubyggingar, so sum landbúnaðarbygningar, hallir, vinnubygningar og goymslubygningar.

4)   Aðrar fastar konstruktiónir o.a. Bólkurin fevnir um fastar konstruktiónir, sum ikki er verulig bygging. Dømi um hetta eru antennur, mastrar, skelting, smáar vindmyllur, pallar, spæliplássútgerð, framsíðuskelti, sýnisskelti, fríttstandandi skelting (pylon) og konstruktiónir.

5)   Onnur vinnubygging og íbúðarhúsabygging. Bólkurin fevnir um tær byggingar, sum ikki hoyra undir hinar bólkarnar. Dømi um hetta er bústaðarbygging við vatnrøttum íbúðarskilnaði, handlar, sølumiðstøðir, skrivstovubygningar, bygningar, har almenningurin ella onnur enn tey, sum starvast í bygninginum, hava atgongd, t.d. hotell, matstovur, biografar, sjónleikarhús, framsýningarbygningar, bókasøvn, søvn, kirkjur, stovnar, skúlar, heilsumiðstøðir, miðnámsskúlar, ítróttarhallir, ítróttarvallir, svimjihallir o.a., umframt vinnubygningar, goymslubygningar og landbúnaðarbygningar.

Stk. 4. Gjøldini skulu krevjast inn fyri hvønn einstakan bólk sambært stk. 3. Kommunali byggimyndugleikin kann gera av at luta sundur tey einstøku byggisløgini í undirbólkar, verður tað hildið at vera hóskandi.

Stk. 5. Kann ein bygging ikki eintýdd verða sett í ein bólk, ger kommunali byggimyndugleikin av, hvønn bólk byggingin best hóskar til út frá eini meting av høvuðsendamálinum við byggingini.

Stk. 6. Gjaldið fellur til gjaldingar, tá ið byggiloyvið, fyribilsloyvið ella fráviksloyvið er klárt at lata.

Stk. 7. Kommunali byggimyndugleikin skal halda byggiloyvið, fyribilsloyvið ella fráviksloyvið aftur, til gjaldið er goldið.

Kæra

§ 3. Avgerðir, sum kommunali byggimyndugleikin hevur tikið við heimild í ásetingum í bygningsreglugerðini, kunnu kærast til lendiskærunevndina sambært § 19 í byggilógini.

Revsing

§ 4. Brot á hesa bygningskunngerð og ásetingarnar í vinstra teigi í bygningsreglugerðini kap. 1-8 sambært skjali 1, verða revsað við bót.

Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í kap. 5 í revsilógini.

Gildiskomuásetingar

§ 5. Kunngerðin kemur í gildi 1. januar 2017.

Stk. 2. Samstundis fara úr gildi:

1)   Kunngerð nr. 45 frá 9. mai 1992 um brunaverju og brunatrygd og

2)   kunngerð nr. 13 frá 10. februar 2012 um atkomuviðurskifti.

Stk. 3. Umsókn um byggiloyvi, sum er móttikin 1. januar 2017 ella seinni, skal viðgerast eftir hesum reglum.

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 27. juni 2016

 

Sirið Stenberg (sign.)

landsstýrismaður

/ Turid Arge (sign.)

 

Skjal 1

 

 

 

Føroyska bygningsreglugerðin 2017

(FBR17)

 

1. Fyrisitingarligar  ásetingar

 

7

1.1 Alment

 

7

1.2 Nýtsluavmarkingar av bygningsreglugerðini

 

7

1.3 Umsókn um byggiloyvi

 

8

1.3.1 Formkrøv til umsóknartilfar

 

9

1.3.2 Ásetingar í sambandi við byggimálsviðgerð av mastrum og antennum o.tíl.

 

12

1.4 Byggiloyvi

 

12

1.5 Niðurtøka av bygging

 

13

1.6 Loyvi til at taka í brúk og fráboðan um, at bygging er liðug

 

14

1.7 Innleiðandi samrøða

 

14

1.8 Onnur lóggáva

 

14

1.9 Fyribils ræði á grannagrundøki

 

15

1.10 Loyvi um frávik o.a.

 

15

2 Byggiregulerandi ásetingar

 

16

2.1 Alment

 

16

2.2 Byggirættur

 

16

2.2.1 Byggistig

 

17

2.2.2 Stødd á grundøkjum

 

17

2.2.3 Tal av hæddum og hæddarviðurskifti

 

17

2.2.3.1 Alment

 

17

2.2.3.2 Einbýlishús og tvíhús

 

17

2.2.3.3 Frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum

 

17

2.2.3.4 Bilhús, bilskýli, úthús og líknandi smáir bygningar

 

18

2.2.3.5 Smáir bygningar á í mesta lagi 10 m2

 

18

2.2.3.6 Alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum

 

19

2.3 Heildarmeting

 

19

2.3.1 Alment

 

19

2.3.2 Stødd á grundøkjum

 

20

2.3.3 Fráleikaviðurskifti

 

21

2.3.4 Hædd og tal av hæddum

 

21

2.3.5 Hæddarvídd

 

21

2.4 Óbygd økir

 

22

2.4.1 Tilhaldsøkir

 

22

2.4.2 Parkeringsøkir

 

22

2.4.3 Atkomu- og tilkoyringarøkir

 

24

3 Innrætting av bygningum

 

25

3.1 Alment

 

25

3.2 Atkomuviðurskifti

 

26

3.2.1 Alment

 

26

3.2.2 Felags atkomuleiðir

 

28

3.2.3 Verja

 

30

3.3 Bústaðir

 

31

3.3.1 Innrætting av bústøðum

 

31

3.3.2 Baði- og vesirúm

 

33

3.3.3 Hurðarbreiddir

 

33

3.3.4 Gongsbreiddir

 

34

3.4 Aðrir bygningar enn bústaðarbygningar

 

34

3.4.1 Alment

 

34

3.4.2 Arbeiðsrúm

 

37

3.4.3 Starvsfólkakøkar

 

38

3.4.4 Vesirúm

 

38

3.4.5 Baðirúm og skiftirúm

 

38

3.5 Atkomulig innrætting av tænastuveitandi útbúnaði

 

39

3.6 Hotell o.a.

 

39

4 Konstruktiónir

 

40

4.1 Alment

 

40

4.2 Dimensjónering av konstruktiónum

 

41

4.3 Glaspartí, glasflatur og glaskonstruktiónir

 

44

4.4 Spælireiðskapur o.tíl. á spæliplássum

 

45

4.5 Væta og haldføri

 

45

4.6 Byggipláss

 

46

5 Brunaviðurskifti

 

47

5.1 Alment

 

47

5.1.1 Nýtsluflokkar

 

48

5.2 Rýmingarleiðir og bjargingarviðurskifti

 

50

5.3 Konstruktiv viðurskifti

 

51

5.4 Brunatøkniligar innleggingar og hondsløkkiútgerð

 

52

5.5 Eld- og roykspjaðing

 

56

5.5.1 Eld- og roykspjaðing í rúmi, har eldur byrjar

 

57

5.5.2 Eld- og roykspjaðing í bygningi, har eldur byrjar, ella til aðrar bygningar á sama grundøki

 

57

5.5.3 Eldspjaðing til bygningar á grannagrundøkjum

 

57

5.6 Átaksmøguleikar hjá sløkkiliðum

 

57

5.6.1 Atkomu- og innkoyringarmøguleikar

 

58

5.6.2 Útlufting av royki

 

58

6 Inniumhvørvi

 

58

6.1 Alment

 

58

6.2 Termiskt inniumhvørvi

 

59

6.3 Luftgóðska

 

60

6.3.1 Luftskifti

 

60

6.3.1.1 Alment

 

60

6.3.1.2 Bústaðarbygningar

 

61

6.3.1.3 Aðrir bygningar enn bústaðarbygningar

 

63

6.3.2 Dálking frá byggitilfari

 

64

6.3.2.1 Alment

 

64

6.3.2.2 Formaldehyd

 

65

6.3.2.3 Asbest

 

65

6.3.2.4 Mineralull

 

65

6.3.2.5 Flogøska og ilska frá kolfýring

 

65

6.3.3 Dálking annars

 

66

6.3.3.1 Nitrogenoxid

 

66

6.3.3.2 Radon

 

66

6.3.3.3 Onnur dálking frá undirlendi

 

66

6.4 Akustiskt inniumhvørvi

 

67

6.4.1 Alment

 

67

6.4.2 Bústaðir og aðrir bygningar nýttir til gisting

 

67

6.4.3 Aðrir bygningar enn bústaðir o.a.

 

68

6.5 Ljósviðurskifti

 

71

6.5.1 Alment

 

71

6.5.2 Dagsljós

 

72

6.5.3 Ravmagnsljós

 

72

7 Orka

 

73

7.1 Alment

 

73

7.2 Orkukarmar fyri nýggjar bygningar

 

74

7.2.1 Alment

 

74

7.2.2 Orkukarmur fyri bústaðir, studentagarðar, næmingaheim, hotell o.a.

 

76

7.2.3 Orkukarmur fyri skrivstovur, skúlar, stovnar o.a., sum kap. 7.2.2 ikki fevnir um

 

76

7.2.4 Orkukarmur 2018 fyri bústaðir, studentagarðar, næmingaheim, hotell o.a.

 

76

7.2.5 Orkukarmur 2018 fyri skrivstovur, skúlar, stovnar o.a., ið kap. 7.2.4 ikki fevnir um

 

77

7.3 Broytt nýtsla og afturatbyggingar

 

77

7.3.1 Alment

 

77

7.3.2 Hitabjálving av bygningspørtum

 

78

7.3.3 Karmur fyri hitamiss í afturatbyggingum

 

79

7.4 Umbygging, viðlíkahald og útskifting

 

79

7.4.1 Alment

 

79

7.4.2 Staktiltøk í sambandi við umbygging, viðlíkahald og útskifting

 

80

7.5 Minsta hitabjálving

 

81

8 Innleggingar

 

82

8.1 Alment

 

82

8.2 Útbúnaður til hita, køling og heitt vatn

 

85

8.3 Luftskiftisskipanir

 

85

8.4 Vatn- og frárenningarinnleggingar

 

88

8.4.1 Alment

 

88

8.4.2 Vatninnleggingar

 

89

8.4.2.1 Alment

 

89

8.4.2.2 Heitt vatn

 

90

8.4.2.3 Vatnfloymur

 

90

8.4.2.4 Tilfar, verksmiðjuframleiddir lutir og útinnan

 

90

8.4.3 Frárenningarinnleggingar

 

91

8.4.3.1 Alment

 

91

8.4.3.2 Tilfar, verksmiðjuframleiddir lutir og útinnan

 

91

8.5 Brenniútbúnaður og roykrørskipanir

 

92

8.5.1 Brenniútbúnaður

 

92

8.5.1.1 Alment

 

92

8.5.1.2 Smáir orkuhitaútbúnaðir

 

93

8.5.1.3 Opnir eldstaðir, afturlatnir eldstaðir, konglaovnar og innbygdir ovnar

 

93

8.5.1.4 Krøv til miðstøðuhitaketlar, oljubrennarar o.a.

 

94

8.5.1.5 Stórir miðstøðuhitaketlar

 

95

8.5.2 Íbindingar til roykrørskipanir

 

96

8.5.3 Roykrørskipanir

 

96

8.5.3.1 Alment

 

96

8.5.3.2 Tættleiki og mótstøðuføri

 

98

8.5.3.3 Verja móti nertingarskaða

 

99

8.5.3.4 Smáar roykrørskipanir

 

99

8.5.3.5 Tekjuklæðingar við ónøktandi mótstøðuføri ímóti bruna

 

100

8.6 Sólhitaútbúnaður, ljóskyknuútbúnaður, køliútbúnaður og hitapumpur

 

100

8.6.1 Alment

 

100

8.6.2 Sólhitaútbúnaður

 

100

8.6.3 Dagsljós- og sólkyknuútbúnaður

 

100

8.6.4 Hitapumpur og køliútbúnaður

 

100

8.7 Burturkoyrsluútbúnaður

 

101

8.8. Lyftur

 

102

Skjal 1A

 

104

Skjal 1B

 

108

Skjal 1C

 

110

 

 

 

 

ÁSETINGAR                                                                            VEGLEIÐING

 

 

Innleiðsla

ÁSETINGAR:

 

GG: Viðmerkjast skal, at tekstur í høgra teigi eru ásetingar, ið seta krøv til bygging.

 

 

 

Føroyska bygningsreglugerðin 2017, FBR17, er býtt sundur í tveir teigar. Í teiginum til vinstru (hesum teiginum) stendur kravteksturin, t.v.s. tær løgfrøðiligu bindandi ásetingarnar, og í teiginum til høgru standa vegleiðandi leysligar tekningar og viðmerkingar til kravtekstin. Harumframt eru 3 fylgiskjøl til bygningsreglugerðina. Tekningarnar, sum eru í vegleiðingini í høgra teigi, eru at skilja sum dømir. Umframt vegleiðandi tekstin í høgra teigi hevur Energistyrelsen gjørt vegleiðingar viðvíkjandi serligum evnum, sum verða skipað í donsku bygningsreglementet, og sum eisini í ávísan mun kunnu nýtast sum vegleiðing í sambandi við føroysku bygningsreglugerðina. Hesar vegleiðingar eru at finna á heimasíðuni hjá Energistyrelsen, www.bygningsreglementet.dk.

 

Umframt vegleiðingar frá Energistyrelsen hevur SBi gjørt SBi-anvisning 230, Anvisning om Bygningsreglement 2010. Henda vegleiðing kann eisini nýtast sum ein hjálp til at tulka krøvini í føroysku bygningsreglugerðini. Vegleiðingin vísir millum annað til fyrisett mát, leiðbeiningar og annað tekstgrundarlag, har upplýsingar eru gjøllari lýstar. Vegleiðingin frá SBi sæst á heimasíðuni hjá Energistyrelsen, www.bygningsreglementet.dk, kann fáast í online útgávu á www.sbi.dk og kann keypast sum rit hjá SBi. Sí www.byggevareinfo.dk um kunning um galdandi fyrisett mát, byggivørur, CE-merking o.a.

 

Markvirðir í hesi reglugerð eru ásett sum minstukrøv ella sum krøv í mesta lagi, tó kann byggjari betra um ásettu virðini.

 

Bygningsreglugerðin og tey skjøl, ið hoyra til, eru orðað við størst møguligum nærlagni fyri at tryggja, at innihaldið er rætt. Nýtarin stendur tó sjálvur til svars fyri nýtsluni av bygningsreglugerðini, og landsstýrismaðurin hevur ikki endurgjaldsábyrgd fyri skeivar avgerðir vegna feil ella manglar.

VEGLEIÐING:

 

GG: Viðmerkjast skal, at tekstur í høgra teigi er vegleiðadi í mun til ásetandi tekstin í vinstra teigi.

 

 

ÁSETINGAR                                                                             VEGLEIÐING

 

1 Fyrisitingarligar ásetingar

1.1 Alment

Stk. 1

Føroyska bygningskunngerðin, hereftir bygningskunngerðin er galdandi fyri alla bygging, um ikki annað er ásett í kap. 1.2.

(1.1, stk. 1)

Høvuðsnýtsluøkið fyri bygningsreglugerðina er bústaðarbygging, frítíðarhús og øll sløg av vinnu- og stovnsbygging, umframt onnur bygging.

 

Bústaðarbygging er einbýlishús, íbúðarhús, tvíhús, raðhús, bólkahús, húsbátar og tílíkt.

 

Frítíðarhús eru summarhús, urtagarðshús og tílíkt.

 

Vinnu- og stovnsbygging eru bygningar, sum verða nýttir til vinnuendamál, fyrisiting, at hýsa tænastum til almenningin og tílíkt.

 

Onnur bygging er eitt nú bilhús, úthús, tøknihús, seyðahús, køstar, brunnar og tílíkt.

 

Bingjur, arbeiðsskúrar og tílíkt, sum verða sett upp í longri tíðarskeið (t.e. 3 mánaðir ella meiri), eru at rokna sum bygging.

 

Bygging er somuleiðis fyribils bygging og konstruktónir so sum skermar, pallar og telt, ið skula húsa størri tiltøkum, har nógv fólk savnast yvir eitt styttri tíðarskeið.

Stk. 2

Bygningsreglugerðin er galdandi fyri bygging, ið er nevnd í § 2 í løgtingslóg um at byggja bygningar o.a., hereftir byggilógin.

(1.1, stk. 2)

§ 2 í byggilógini fevnir um nýbygging, umvæling, umbygging, afturatbygging umframt broyting í nýtslu av bygningum. Byggilógin fevnir eisini um niðurtøku av bygningum.

 

 

1.2 Nýtsluavmarkingar av bygningsreglugerðini

Stk. 1

Bygningsreglugerðin er ikki galdandi fyri:

1)     Brýr, tunlar og onnur verkløg til ferðslulig endamál, sum ikki eru bygningar, og sum verða framd ella góðkend av vega- ella øðrum myndugleikum ella feløgum, sum við lóg hava ábyrgd av byggiarbeiðinum. Fyribils konstruktiónir og verkløg, sum eru neyðug, meðan tílík bygging er í gerð, eru heldur ikki fevnd av bygningsreglugerðini.

2)     Mastrar til el-veitingarvirkir, vanligar mastrar til el-innleggingar, ferðsluljós, vegljós, telefonmastrar o.tíl.

3)     Bussskýli o.tíl., ið ikki er ætlað at hýsa fólki í longri tíðarskeið.

4)     Kaðalskáp og onnur smærri innleggingarskáp.

5)     Girðingar við grannamørk, vegir ella gøtur, sum ikki fara upp um 1,5 m.

(1.2, stk. 1, nr. 1)

Sbrt. § 2, stk. 5 í byggilógini.

 

(1.2, stk. 1, nr. 4) Talan er um smærri skáp, sum ikki eru at rokna sum vanligir bygningar.

 

(1.2, stk. 1, nr. 5)

Vísast kann til løgtingslóg fyri Føroyar um hegn og friðing av lendi (girðingarlógin). Vísast kann eisini til lov for Færøerne om Hegn og Markfred (girðingarlógin).

Stk. 2

Fyri serligar framleiðslubygningar, alistøðir og ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum kunnu frávik gerast í mun til ásetingarnar í kap. 2–8 í bygningsreglugerðini, um mett verður, at ásetingarnar ikki eru sambærligar við ætlaða virksemið.

 

Tó kann frávik ikki gevast frá ásetingunum um:

1)     Hæddarkrøv og frástøðukrøv í kap. 2.3 og 2.4.

2)     Byggirættin í kap. 2.7.8.

3)     Innrætting av arbeiðsplássum i kap. 3.4.1, stk. 3.

4)     Gerð og dimensjónering av bygningskonstruktiónum í kap. 4.1 og 4.2.

5)     Brunaviðurskiftum í kap. 5.1, rýmingarleiðir í kap. 5.2, konstruktiv viðurskiftir í kap. 5.3 (bert galdandi fyri fjós), brunatøkniligar innleggingar í kap. 5.4 (bert galdandi fyri fjós), eld og roykspjaðing í kap. 5.5 og átaksmøguleikar hjá sløkkiliðum í kap. 5.6.

6)     Vatn- og frárenningarinnleggingar í kap. 8.4 og roykrørskipanir í kap. 8.5.

(1.2, stk. 2)

Serligir framleiðslubygningar, alistøðir og ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum, sum ikki beinleiðis kunnu viðgerast eftir reglugerðini, skulu gerast og góðkennast av avvarðandi myndugleikum í hvørjum einstøkum føri.

 

 

 

Stk. 3

Fyri friðaðar bygningar og bygningar, sum er partur av einum friðaðum fornminni, kunnu frávik gerast í mun til ásetingarnar í kap. 2-8 í bygningskunngerðini, um mett verður, at ásetingarnar ikki eru sambærligar við friðingar- og varðveitingarvirðini.

 

Kommunali byggimyndugleikin skal í byggiloyvinum tilskila, hvørji frávik eru givin.

(1.2, stk. 3)

Kommunali byggimyndugleikin skal, í sambandi við metingina um tað vegna friðingar- og varðveitingaratlit skulu gerast frávik frá teim ítøkiligu ásetingunum í kap. 2-8 í bygningsreglugerðini, vera varur við, um atlit handan ásetingina kunnu lúkast á annan hátt. Hetta er serliga galdandi í mun til atkomuásetingarnar í kap. 3, Innrætting av bygningum.

 

Fyri friðaðar bygningar og bygningar, sum er partur av einum friðaðum fornminni, er galdandi, at umsøkjarin skal søkja kommunala byggimyndugleikan um undantaksloyvi, um viðkomandi ynskir frávik í mun til ásetingarnar í kap. 2-8 í bygningsreglugerðini.

 

 

1.3 Umsókn um byggiloyvi

Stk. 1

Bygging kann ikki fara í gongd uttan skrivligt loyvi frá kommunala byggimyndugleikanum.

(1.3, stk. 1)

Kommunali byggimyndugleikin kann gera reglur fyri smærri byggingar, soleiðis at hesar ikki krevja byggiloyvi, um bygt verður eftir reglunum. Talan er um antennur, smærri vindmyllur, skeltir, sólskjól, terassur, lívdarskjól og tílíka smærri bygging.

 

Somuleiðis ger kommunali byggimyndugleikin reglur fyri, nær umbygging, afturatbygging og umvæling krevur byggiloyvi.

Stk. 2

Umsókn um byggiloyvi skal vera skrivligt og sendast kommunala byggimyndug­leikanum.

 

Kommunali byggimyndugleikin avger, um tilfarið skal latast inn talgilt og kann áseta tøknilig krøv til skjøl og tekningar, sum verða latin inn talgilt.

 

Umsókn og skjøl, latin inn á pappíri, skulu latast inn í 2 eintøkum. Kommunali byggimyndugleikin kann krevja fleiri eintøk, um tað er neyðugt.

 

Kommunali byggimyndugleikin hevur ábyrgd av at lata øðrum myndugleikum, ið sbrt. aðrari lóggávu skulu hoyrast, nøktandi skjalatilfar.

(1.3, stk. 2)

Sbrt. § 9 í byggilógini.

 

Av tí, at tað er tann einstaka komm­u­nan, sum tøkniliga skal vera før fyri at taka ímóti talgildum fráboð­anum, kann kommunali byggimyndugleikin áseta nærri formkrøv til talgildar fráboðanir.

 

Umsøkjari, sum sendir inn pappírstekningar, sum eru teknaðar í AutoCAD, Revit o.tíl. forritum, eigur at leggja eitt talgilt avrit av viðkomandi fílum við, tí hetta m.a. lættir um málsviðgerðina.

Stk. 3

Umsókn um byggiloyvi skal vera dagfest og undirskrivað av eigaranum.

Er umsóknin ikki undirskrivað av eigaranum, skal umsøkjarin á annan hátt skjalprógva sín rætt til at søkja vegna eigaran.

(1.3, stk. 3)

Eigarin søkir um byggiloyvi. Tað merkir, at eigarin antin sjálvur undirskrivar umsóknina, ella at skjal verður viðheft umsóknini, har eigarin heimilar tí, sum t.d. leigar byggingina ella byggiharraráðgevanum, at søkja.

Tað er ábyrgdin hjá umsøkjaranum at tryggja, at umsóknin er komin fram til kommunala myndugleikan.

Stk. 4

Verða broytingar gjørdar í verkætlanini, eftir at byggiloyvið er útskrivað, skal umsøkjarin boða kommunala byggimyndugleikanum frá hesum. Kommunali byggimyndugleikin metir síðani, um byggiloyvið framhaldandi er galdandi, um neyðugt er við fleiri upplýsingum, ella neyðugt er at søkja um byggiloyvi av nýggjum.

 

 

 

1.3.1 Formkrøv til umsóknartilfar

Stk. 1

Umsókn um byggiloyvi skal týðiliga lýsa tað arbeiðið, sum gerast skal, og hjálagt skulu vera allar tekningar og upplýsingar, sum hava týdning fyri byggingina.

 

Tekningar skulu vera mátfastar og tilskilaðar við støddarlutfalli, soleiðis at kommunali byggimyndugleikin lættliga kann meta um vídd og stødd á ætlaðu byggingini.

(1.3.1, stk. 1)

Umsóknin skal fevna um allar upplýsingar av týdningi fyri kommunala byggimyndugleikan til viðgerðina av ásetingunum í bygningsreglugerðini og øðrum ásetingum til byggingina.

 

Stk. 2

Umsóknin um byggiloyvi skal fevna um:

1)     Neyðugar upplýsingar til eyðmerking av ognini, bygninginum ella eindini.

2)     Neyðugar upplýsingar til viðgerð av umsóknini í mun til ásetingarnar í bygningsreglugerðini og øðrum ásetingum til byggingina.

3)     Upplýsing um ætlaðu nýtsluna í bygging­ini. Er talan um umbygging ella broytta nýtslu, skal eisini upp­lýsast um verandi nýtslu.

4)     Upplýsingar um, hvørt verkætlanin stríðir ímóti ásetingum í byggilógini, bygningsreglugerðini, byggisamtyktum, servituttum ella øðrum galdandi krøvum til byggingina. Um so er, skal umsóknin fevna um grundaða umsókn um frávik frá ásetingunum.

5)     Upplýsing um, hvørt byggingin er prosjekter­að sbrt. teimum linaru ásetingunum fyri umbyggingararbeiði, sbrt. kap. 3.1, stk. 2. Um so er, skal umsóknin fevna um eina frágreiðing um verandi bygningskonstruktiónir og onnur viðurskifti viðvíkjandi byggingini, sum hava týdning fyri viðgerðina av umsóknini.

6)     Upplýsingar um, hvørji tiltøk verða sett í verk, sum við atliti at veðurlíkindum eru neyðug fyri at tryggja eitt fullgott arbeiði, sbr. kap. 4.1, stk. 5.

 

(1.3.1, stk. 2, nr. 1)

Upplýsingar til eyðmerking av ogn, bygningi ella eind eru t.d. upplýsingar um matrikulnummar, bústað, byggiharra, byggiharraráðgeva o.s.fr.

 

(1.3.1, stk. 2, nr. 2)

Treytað av slag av bygging kunnu t.d. hesar upplýsingar og tekningar hava týdning fyri at lúka krøvini í bygningsreglugerðini:

a)     Upplýsingar um byggiregulerandi viðurskifti (kap. 2), t.d. tekningar sum vísa samlaðu víddina á byggingini, herundir tilfar, sum ger tað møguligt at meta um samlaðu ávirkanina á kringumstøðurnar, m.a. verður hugsað um stødd á grundøki, upplýsingar um hæddarvídd, byggistig umframt upplýsingar um hæddarviðurskifti og fráleikaviðurskifti. Hvussu bygging á uttanum liggjandi grundøkjum liggur og verður ávirkað. Verandi og framtíðar hæddarkotur á grundøkinum og hæddarkotur á uttanum liggjandi grundøkjum.

b)     Upplýsingar um innrætting av bygningum (kap. 3), herundir upplýsingar um t.d. atkomuviðurskifti fyri fólk við rørslutarni.

c)     Upplýsingar um konstruktivu viðurskiftini í byggingini (kap. 4), t.d. statiskar útrokningar, skjalprógvan av faknormum, sum liggja til grund fyri valdu konstruktiónunum o.s.fr.

d)     Upplýsingar um brunaviðurskiftini (kap. 5), herundir upplýsingar um t.d. tilfar og konstruktiónir, rýmingarleiðir, bjargingarop o.s.fr.

e)     Upplýsingar um inniluftina í byggingini (kap. 6, Inniumhvørvi), t.d. dimensjónering av luftskiftinum o.s.fr.

f)      Upplýsingar um, hvussu byggingin lýkur krøvini til orkunýtslu (kap. 7, Orka), herundir t.d. skjalprógv fyri orkuútrokningar o.s.fr.

g)     Upplýsingar um innleggingarnar (kap. 8, Innleggingar), so sum kloakkskipanir, vatnskipanir, frárenningarskipanir, luftskiftisskipanir o.s.fr.

 

(1.3.1, stk. 2, nr. 4)

Tá søkt verður um frávik frá ásetingum í byggilógini, bygningsreglugerðini, byggisamtyktini, servituttum ella øðrum galdandi krøvum til byggingina, skal umsóknin hava upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at kommunali byggi­myndugleikin kann viðgera umsóknina.

Stk. 3

Kommunali byggimyndugleikin kann krevja fleiri upplýsingar og/ella tekningar, um hetta er neyðugt fyri at kunna viðgera umsóknina um byggiloyvi.

 

(1.3.1, stk. 3)

Kommunali byggimyndugleikin kann í sambandi við umsóknina seta krøv um at fáa fleiri upplýsingar. Tað kunnu t.d. vera upplýsingar um tilfarsval, litir o.a. fyri at kunna meta, um ásetingarnar sbrt. serstøku byggisamtyktunum eru loknar.

Stk. 4

Um neyðugt kann kommunali byggimyndugleikin eisini krevja t.d.:

1)     Brunatøknilig skjalprógv fyri skap og innrætting av bygningi og grundarlagið fyri valdu brunatrygdartiltøkunum.

2)     Skjalprógv fyri, hvussu eftirlit og viðlíkahald av brunatøkniligu innleggingunum og bygningslutunum fara at verða framd.

3)     Serkøna váttan viðvíkjandi brunatøkniligu skjalprógvunum, sbrt. nr. 1 og 2.

4)     Serkøna váttan frá landmátara við upplýsing um stødd av grundøkinum ella staðseting av byggingini.

5)     Serkøna frágreiðing viðvíkjandi jarðfrøðiligu viðurskiftunum á grundøkinum.

6)     Skjalprógv fyri, at bygningskonstruktiónirnar lúka ásetingarnar í kap. 4, Konstruktiónir.

 

 

(1.3.1, stk. 4)

Tá serkøn váttan, frágreiðing ella skjalprógv av einum hvørjum slag verður kravd, skal skjalið gerast av ráðgeva, sum hevur førleika til at savna og samskipa skjalprógvanina/váttanina, soleiðis at hendan verður ein heild.

 

Byggiharrin/umsøkjarin velur ein ráðgeva, sum fær ábyrgdina av at gera og undirskriva skjalprógvið ella váttanina. Valið av ráðgeva skal góðkennast av kommunala byggimyndugleikanum.

 

Ráðgevin hevur ábyrgdina av, at skjalið/váttanin er gjørd sbrt. almennu krøvunum, og at byggingin verður gjørd eftir serstøku krøvunum fyri byggingina.

 

(1.3.1, stk. 4, nr. 1, 2 og 3)

Treytað av slagi av bygging skal skjalprógvið fevna um:

Yvirskipaða ætlan fyri brunatrygdini, tekningar og frágreiðingar, sum vísa brunatøkniligu eginleikarnar á einstøku bygningslutunum, brunatøkniligu innleggingarnar, rýmingarleiðirnar og bjargingarviðurskiftini o.a., brunatøkniligu útrokningarnar, skjalprógv fyri brunatøkniligu eginleikunum á einstøku bygningslutunum og innleggingunum, umframt lýsing av, hvussu møguligar brunatøkniligar innleggingar og bygningslutir so hvørt verða eftirhugdir og hildnir við líka.

 

(1.3.1, stk. 4, nr. 6)

Skjalprógvið eigur at vera sbrt. ”SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner”.

 

Umsøkjarin tilnevnir ein ráðgeva til berandi konstruktiónirnar.

Statisk skjalprógvan fyri bygningskonstruktiónir av minni týdningi (sekundære bygningskonstruktioner, sbrt. ”SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner”) eru ikki fevndar av kravinum um váttan frá einum ráðgeva. Bygningskonstruktiónir av minni týdningi eru bygningskonstruktiónir, har brek bara fevnir um viðkomandi konstruktiónslut, og har avleiðing­arnar av brekinum eru avmarkaðar.

 

Fyri bygningar í lágum skjalprógvingarflokki (lav dokumentationsklasse sbrt. ”SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner”), er vanliga ikki grundarlag fyri at krevja skjalprógv fyri, at konstruktiónirnar lúka ásetingarnar í kap. 4, Konstruktiónir. Lágur skjalprógvingarflokkur fevnir um einfaldar konstruktiónir sum t.d. skúrar og bilhús.

Stk. 5

Fyri bygningar, har berandi konstruktiónirnar ikki eru fullgóðar, og tískil kunnu hava við sær álvarsligar avleiðingar, so sum mannskaða o.a., ella har fíggjarligu, samfelagsligu ella umhvørvisligu avleiðingarnar eru serliga stórar, skal váttan liggja saman við statiska skjalpróvnum sbrt. stk. 4, nr. 6. Váttanin skal vera skrivað og undirskrivað persónliga av einum ráðgeva. Váttanin skal fevna um statisku skjalprógvanina í heilum líki.

 

Ráðgevin má ikki, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, vera fíggjarliga bundin til tað ella tey feløg, sum hava verið við í prosjekteringini av bygninginum. Eigarin velur ráðgevan, og valið skal góðkennast av kommunala byggimyndugleikanum.

(1.3.1, stk. 5)

Bygningskonstruktiónirnar, talan er um, svara til Nationalt Anneks til Eurocode 0, tabel B1 (EN 1990 DK NA Nationalt Anneks til Eurocode 0: Projekteringsgrundlag for bærende konstruktioner) brot á B4 er fevnt av høgum avleiðingarflokki (konsekvensklasse) CC3.

 

Tilnevndi ráðgevin ger eitt triðjapartseftirlit (tredjepartskontrol, sbrt.”SBi-anvisning 233, Dokumentation af bærende konstruktioner”) av verkætlanini og skjalfestir eftirlitið. Skjalprógvið eigur at vera sbrt. ”SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner”.

Stk. 6

Fyri bygningar, sum ikki eru fevndir av stk. 5, kann kommunali byggimyndugleikin í serligum førum krevja, at váttan skal liggja saman við statiska skjalpróvnum sbrt. stk. 4, nr. 6 við tilhoyrandi skjølum.

Váttanin skal vera skrivað og undirskrivað persónliga av einum ráðgeva.

 

(1.3.1, stk. 6)

Eitt dømi um serlig føri, har kommunali byggimyndugleikin kann krevja, at tann statiska skjalprógvanin sbrt. stk. 4, nr. 6 verður hjáløgd eini statikaraváttan, kann vera bygningskonstruktiónir, sum vísa til ein høgan skjalprógvingarflokk (høj dokumentations-klasse, sbrt. ”SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner”).

 

 

1.3.2 Ásetingar í sambandi við byggimálsviðgerð av mastrum og antennum o.tíl.

Stk. 1

Umsókn um byggiloyvi til uppsetan av mastrum og byggiloyvi til uppsetan av møguligum komandi antennum á mastrunum kunnu byggimálsviðgerast undir einum.

 

 

(1.3.2, stk. 1)

Kommunali byggimyndugleikin tekur støðu til, um umsóknin um uppsetan av mastrini og møguligum komandi antennum á mastrini verður byggimálsviðgjørd undir einum.

 

Ásetingin kann somuleiðis nýtast í sambandi við umsókn um byggiloyvi til fleiri komandi antennur á verandi mastrum. Um so er, at tað í sambandi við eina byggimálsviðgerð undir einum er skylda at fremja partshoyring sbrt. reglunum í løgtingslóg um fyrisitingarlóg, skal partshoyringin fevna bæði um mastrina og tær møguligu komandi antennur, sum umsóknin fevnir um.

 

Kommunali byggimyndugleikin kann í byggiloyvinum seta treytir um, at kommunali byggimyndugleikin skal kunnast, hvørja ferð ein antenna skal setast á mastrina. Antennur, sum seinni verða settar upp í mastrina, skulu samsvara byggiloyvinum.

Stk. 2

Tá søkt verður um byggiloyvi til uppsetan av mastur og møguligum komandi antennum á mastrini undir einum, skal umsóknin lýsa tær antennukonstruktiónir, sum seinni kunnu verða settar upp í mastrina. Lýsingin skal fevna um tal av antennum og staðseting á mastrini.

(1.3.4, stk. 2)

Antennur, sum ynskjast settar upp í mastrina, men har hetta ikki verður víst í upprunaligu byggiumsóknini, ella antennur, har staðsetingin sbrt. byggiumsóknini verður broytt, skulu byggimálsviðgerast av nýggjum.

Stk. 3

Byggiloyvið til uppsetan av mastrini fellur burtur, um uppsetanin ikki er farin í gongd innan 2 ár frá loyvisdegnum. Loyvið til at seta tær loyvdu antennurnar upp í mastrina fellur tó ikki burtur, sjálvt um tær loyvdu antennurnar verða settar upp meira enn 2 ár aftaná, at masturin er uppsett.

 

Stk. 4

Kommunali byggimyndugleikin skal fráboðast, tá arbeiðið at seta mastrina upp er liðugt. Kommunali byggimyndugleikin letur síðani loyvishavaranum nýtsluloyvi, hóast tær loyvdu antennurnar enn ikki eru settar upp í mastrina. Nýtsluloyvið verður givið sbrt. reglunum í kap. 1.6, stk. 1.

 

 

 

1.4 Byggiloyvi

Stk. 1

Byggiloyvi krevst til alla nýbygging, umvæling, umbygging, afturatbygging umframt broyting í nýtslu av bygningum, sum eisini ásett í kap. 1.1, stk. 1.

 

Eitt byggiloyvi skal vera skrivligt. Í byggiloyvinum kunnu setast treytir um, at kommunali byggimyndugleikin skal hava boð, tá ið ymisk stig av byggiarbeiðinum vera ella eru framd.

(1.4, stk. 1)

Sbrt. §10, stk. 5 í byggilógini fellur byggiloyvið burtur, um byggiarbeiðið ikki er byrjað í seinasta lagi 2 ár frá loyvisdegnum.

 

Kommunali byggimyndugleikin kann krevja at fáa boð um tey ymisku stigini í byggingini, fyri at tryggja kommunala byggimyndugleikanum møguleikan at hava eftirlit við byggingini í tann mun, kommunali byggimyndugleikin ynskir.

Stk. 2

Í byggiloyvinum kunnu setast krøv um:

1)       At mátingar verða gjørdar í lidna bygninginum fyri at skjalprógva, at ljóðkrøvini í kap. 6, Inniumhvørvi, eru lokin.

2)       At mátingar (blower door test) verða gjørdar undir byggingini fyri at skjalprógva, at kravið um tættleika í kap. 7, Orka, er lokið.

3)       At útroknað skjalprógv verður latið, sum vísir, at ætlaða byggingin lýkur krøvini til orkukarmin í kap. 7, Orka.

4)       At trygd verður veitt fyri, at uttanum økið er gjørt liðugt, áðrenn byggingin verður tikin í nýtslu.

5)       At mátingar verða gjørdar, ella onnur skjalprógvan frá serkønum innan slevju verður útvegað, sum vísir, at kravið í kap. 4.1, stk. 6 um hættisligt vætuinnihald í konstruktiónum og tilfari er lokið.

6)       At skjalprógv og váttanir fyri berandi konstruktiónir, sbrt. kap. 1.3.1, stk. 4, nr. 6 og stk. 5, samsvara lidnu byggingini í seinasta lagi, tá ið byggingin verður tikin í nýtslu.

7)       At roynd verður gjørd av brunatøkniligu skipanunum, áðrenn byggingin verður tikin í nýtslu.

(1.4, stk. 2, nr. 1)

Ljóðmátingar verða gjørdar sbrt. vegleiðingunum í ”SBi-anvisning 217, Udførelse af bygningsakustiske målinger” og ”SBi-anvisning 218, Lydforhold i undervisnings- og daginstitutionsbygninger”.

 

(1.4, stk. 2, nr. 2)

Kravið um máting av lufttættleika er bara galdandi fyri bygningar, sum verða hitaðir upp til yvir 15 stig. Kravið um máting av lufttættleika eigur at verða sett í samband við alla nýbygging, tá bygningurin verður hitaður upp til yvir 15 stig. Kravið um tættleika er nærri lýst í kap. 7.2.1, stk. 4-6.

 

(1.4, stk. 2, nr. 3)

Kravið um skjalprógv fyri orkukarmin er bara galdandi fyri bygningar, sum verða hitaðir upp til yvir 15 stig. Kravið um skjalprógv til orkukarmin eigur at verða sett í sambandi við alla nýbygging, tá bygningurin verður hitaður upp til yvir 15 stig. Kravið um orkukarmin er nærri lýst í kap. 7.

 

(1.4, stk. 2, nr. 4)

Bygging kann takast í nýtslu, tá:

a)       Atkomuviðurskiftini eru í lagi, eisini við atliti at eldsløkking sbrt. kap. 5, Brunaviðurskifti.

b)       Regn- og spillivatnsleiðingar og drekkivatnsleiðingarnar eru sbrt. ásetingunum í kap. 8, Innleggingar.

 

(1.4, stk. 2, nr. 7)

Royndin skal tryggja, at tær bruna­tøkniligu innleggingarskipanirnar hanga saman og virka samsvarandi brunatøkniligu ætlanini.

 

 

1.5 Niðurtøka av bygging

Stk. 1

Niðurtøka av bygging skal fráboðast kommunala byggimyndugleikanum áðrenn niðurtøkuna.

(1.5, stk. 1)

Niðurtøka av friðaðum byggingum, lutum og bygningum, ið eru verdir at varðveita, krevur loyvi frá viðkomandi friðingarmyndugleikum.

 

Í serstøkum byggisamtyktum kunnu vera ásetingar um varðveitslu av verandi bygging, soleiðis at byggingin bert kann takast niður við loyvi frá kommunala byggimyndugleikanum.

Stk. 2

Fráboðanin skal hava upplýsingar um bústað, matrikulnummar og stødd á byggingini, sum skal takast niður.

 

Kommunali byggimyndugleikin kann í tí einstaka førinum áseta treytir fyri niðurtøkuni.

 

Stk. 3

Hesir bygningar kunnu takast niður uttan byggiloyvi ella fráboðan:

1)       Bilhús, bilskýli, úthús og líknandi smærri bygningar við tilknýti til einbýlishús og frítíðarhús.

(1.7, stk. 3)

Ásetingin fevnir ikki um innbygd bilhús, bilskýli og líknandi smærri byggingar.

 

Um byggingin, sum skal takast niður, er friðað ella varðveitingarverd, krevst loyvi frá viðkomandi friðingarmyndugleikum.

 

 

1.6 Loyvi til at taka í brúk og fráboðan um, at bygging er liðug

Stk. 1

Tá ið eitt byggiarbeiði er liðugt, skal kommunali byggimyndugleikin fráboðast.

 

 

(1.6, stk. 1)

Kommunali byggimyndugleikin kann gera leiðreglur fyri, um smærri byggingar skulu fráboðast, tá byggiarbeiðið er liðugt.

 

Kommunali byggimyndugleikin kann nokta at geva loyvi til at taka bygningin í nýtslu, um byggingin ikki er samsvarandi byggiloyvinum. Kommunali byggimyndugleikin skal í tílíkum førum geva eigaranum boð um at rætta brekið, sbrt. § 15 í byggilógini.

 

Kommunali byggimyndugleikin kann t.d. krevja eina dagførda brunaætlan ella aðra skjalfesting fyri, at krøvini til byggingina eru lokin.

Stk. 2

Kommunali byggimyndugleikin kann í ávísum førum, sbrt. § 17, stk. 3 í byggilógini, geva fyribils loyvi til, at bygging kann verða tikin í nýtslu, heilt ella lutvíst, hóast byggingin enn ikki er heilt liðug.

 

Kommunali byggimyndugleikin kann seta eina freist fyri, nær byggingin skal vera liðug. Somuleiðis kann kommunali byggimyndugleikin krevja fíggjarliga trygd fyri, at arbeiðið verður gjørt liðugt. Um freistin ikki verður hildin, kann kommunali byggimyndugleikin skipa fyri, at byggingin verður gjørd liðug fyri veittu trygdina.

(1.6, stk. 2)

Sbrt. § 17, stk. 3 í byggilógini kann kommunali byggimyndugleikin geva fyribils loyvi til at taka bygging í nýtslu, hóast hon ikki er heilt liðug, um kommunali byggimyndugleikin við sýni hevur mett, at hetta ikki er til ampa ella skaða fyri tey, ið skulu brúka bygningin, ella onnur.

 

 

1.7 Innleiðandi samrøða

Stk. 1

Áðrenn farið verður í gongd við byggiætlanina, kann eigarin, ella umboð hansara, hava eina innleiðandi samrøðu við kommunala byggimyndugleikan.

Eftir umbøn frá byggiharranum hevur kommunali byggimyndugleikin skyldu til at hava eina frammanundan samrøðu við byggiharran.

(1.7, stk. 1)

Undir innleiðandi samrøðuni verða karmarnir viðvíkjandi verkætlanini greiddir, eins og avtalur verða gjørdar um t.d. tíðarætlanir og skjalprógvan millum eigaran og byggimyndugleikan.

 

 

 

1.8 Onnur lóggáva

Stk. 1

Áðrenn byggiloyvi verður latið, skal kommunali byggimyndugleikin kanna, um byggingin er fevnd av aðrari lóggávu, sum aðrir myndugleikar umsita, soleiðis at tryggjað verður, at møguligar neyðugar góðkenningar frá øðrum myndugleikum eru fingnar til vega.

(1.8, stk. 1)

Kommunali byggimyndugleikin hevur skyldu til at kanna eftir, um byggingin er fevnd av øðrum lóggávum. Sbrt. kunngerð um kommunala byggimálsviðgerð kann byggiloyvi ella nýtsluloyvi ikki verða givið, fyrr enn tað er staðfest, at tað, sum søkt verður um, eisini kann góðkennast av øðrum myndugleikum, ið sbrt. øðrum lóggávum hava heimild at seta krøv til byggingar.

Stk. 2

Verða treytir frá aðrari lóggávu settar í byggiloyvið, skal nevnast í byggiloyvinum, hvørjari lóggávu treytirnar eru frá.

 

 

 

1.9 Fyribils ræði á grannagrundøki

Stk. 1

Kommunali byggimyndugleikin kann í hesum førum geva einum eigara tíðaravmarkað loyvi til at nýta part av grannagrund­øki:

1)       Tá ið tað er neyðugt at tryggja uppatliggjandi grundøkir, bygningar og leiðingar í sambandi við byggibúgving, útgrevstur ella lendisbroyting á egnum grundøki.

2)       Tá ið tað er neyðugt, fyri at eigari kann gera eitt byggi-, umvælingar- ella viðlíkahaldsarbeiði á egnari ogn.

(1.9, stk. 1)

Eru grannar ósamdir, kann kommunali byggimyndugleikin hóast hetta geva umsøkjaranum loyvi til at nýta ein part av grannagrundøkinum, meðan byggiarbeiðið verður gjørt.

 

Meðan byggiarbeiðið fer fram, eigur tann, ið byggir, at taka øll neyðug tryggingarráð, soleiðis at vart verður fyri skaða á grannaogn.

 

(1.9, stk. 1, nr. 2)

Tað kann snúgva seg um loyvi at seta skorður, stiga, byggikrana, byggipall, skýli ella líknandi á grannagrund­øki ella um loyvi til at fáa atgongd umvegis eitt granna­grundøki.

Stk. 2

Nýtslan av grannaøki skal fara fram á ein slíkan hátt, at minst møguligur ampi stendst av hesum.

 

Tá ið arbeiðið er liðugt, skal tann, sum hevur fingið loyvið, skjótast gjørligt fáa grannaøkið aftur í sama stand sum áður.

(1.9, stk. 2)

Kommunali byggimyndugleikin kann áseta eina tíðarfreist fyri nýtslu av grannaognini.

 

Stk. 3

Viðførir ein nýggj bygging í grannamark, ella broyting ella burturtøka av verandi bygging í mark, at grannin má broyta ella taka burtur konstruktiónina við markið, skal grannin hava møguleika at gera tað neyðuga, áðrenn byggiarbeiðið forðar hesum.

 

 

 

1.10 Loyvi um frávik o.a.

Stk. 1

Kommunali byggimyndugleikin kann geva loyvi til frávik frá bygningsreglugerðini, tá mett verður, at tað ber illa til at byggja eftir ásetingunum í bygningsreglugerðini.

(1.10, stk. 1)

Kommunali byggimyndugleikin kann ikki geva frávik frá formligum ásetingum í bygningsreglugerðini, sum t.d. ásetingar um útrokningarhættir, nær grannar skulu kunnast, kæruásetingar o.tíl.

 

Kommunali byggi­myndugleikin kann bara geva fráviksloyvi, tá ið hann metir, at tað er sambærligt við tey fyrilit, ið eru grundarlag undir ásetingini, sum søkt verður um frávik frá.

Stk. 2.

Áðrenn fráviksloyvi verður givið, skal hoyringsskriv sendast grannunum, soleiðis at grannarnir hava møguleika at gera viðmerkingar til frávikið.

 

Fráviksloyvi kann ikki verða givið fyrrenn 2 vikur eftir, at grannar hava fingið hoyringsskriv.

(1.10, stk. 2)

Grannar skulu hava høvi at kanna umsóknina í 2 vikur, frá tí teir hava fingið skrivligu boðini.

 

Møguligar viðmerkingar frá grannum skulu vera skrivligar og eru vegleiðandi.

Stk. 3

Kommunali byggimyndugleikin kann krevja, at umsókn um fráviksloyvi ella um loyvi til at varðveita eina ólógliga støðu sbrt. bygnings­reglugerðini ella øðrum ásetingum fyri byggingina, verður undirskrivað av eigaranum persónliga.

(1.10, stk. 3)

Í sambandi við, at skjøl skulu undirskrivast av eigaranum persónliga, verður somuleiðis víst til kap. 1.3, stk. 3.

Stk. 4

Loyvi til frávik frá ásetingum í byggilógini og bygningsreglugerðini er bara at rokna sum fráboðað umsøkjaranum, um tað nágreiniliga er nevnt í byggiloyvinum, ella á annan hátt er fráboðað skrivliga.

(1.10, stk. 4)

Frávik frá ásetingunum í byggilógini ella bygnings­reglugerðini kunnu bara verða roknað sum góðkend, um tey eru skrivlig.

 

 

2 Byggiregulerandi ásetingar

2.1 Alment

Stk. 1

Vavið og ávirkanin av eini bygging á umhvørvið verður skipað við atliti at:

 

1)       Støddini á grundøkinum.

2)       Fráleikanum millum bygning og grannamark, veg, gøtu og aðra bygging á sama grundøki.

3)       Hædd á bygningi og tal av hæddum, harav hædd á bygningi í mun til mark, veg, gøtu og aðra bygging á sama grundøki.

4)       Tal av hæddum á bygningi og byggistig.

5)       Innrætting av økjum, sum ikki verður bygt á.

(2.1, stk. 1)

Ásetingin lýsir viðurskiftini, sum eru galdandi fyri kap. 2, bæði í sambandi við byggirættin (kap. 2.2) og heildarmetingina (kap. 2.3).

 

Kommunali byggimyndugleikin kann í byggi­loyvinum áseta treytir viðvíkjandi byggiregulerandi viðurskiftum.

 

(2.1, stk. 1, nr. 1-5)

Munandi umhvørvisbroytandi nýbygging ella umbygging krevur, at ein serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið.

Stk. 2

Útrokning av byggiregulerandi viðurskiftunum skulu gerast sbrt. útrokningarreglunum í skjali 1A.

 

Stk. 3

Ásetingarnar í kap. 2 eru ikki galdandi, um almenn byggisamtykt, serstøk byggisamtykt eftir løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir ásetir aðrar ásetingar um avvarðandi viðurskifti.

(2.1, stk. 3)

Vísast kann til § 5, stk. 2 og § 6, stk. 2 í byggilógini.

 

 

Stk. 4

Útrokningarreglurnar sbrt. skjali 1A kunnu ikki broytast við almennari byggisamtykt ella serstakari byggisamtykt.

 

 

 

2.2 Byggirættur

Stk. 1

Kommunali byggimyndugleikin kann ikki nokta at góðkenna hæddarvídd, tal av hæddum, hædd og fráleikaviðurskifti í einum bygningi umframt stødd á grundøki, tá ið treytirnar í kap. 2.2.1 – 2.2.3 eru loknar við teimum avmarkingum og víðkanum, sum eru galdandi sbrt. kap. 2.2.4 – 2.2.6.

(2.2, stk. 1)

Kommunali byggimyndugleikin kann ikki nokta at góðkenna eina bygging, tá ið byggingin við atliti at teim viðurskiftum, sum ásetingarnar fevna um, lýkur tær nevndu treytir og ikki fer upp um nevnda byggistig, tal av hæddum, hæddar- og fráleikaviðurskifti.

 

Um ein bygging ikki kann gerast sbrt. ásetingunum í kap. 2.2 verður vavið og ávirkanin á umhvørvið viðgjørt sbrt. heildarmetingini í kap. 2.3.

 

Ásetingarnar í kap. 2.2 eru ikki galdandi, um almenn byggisamtykt, serstøk byggisamtykt eftir løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir ásetir aðrar ásetingar um avvarðandi viðurskifti sbrt. kap. 2.1, stk. 3.

 

Eftirbjálving av verandi ognum kann hava við sær, at byggingin fer upp um ásett byggistig, hæddar- og fráleikaviðurskifti. Í slíkum førum eigur kommunali byggimyndugleikin at nýta heildarmetingina í kap. 2.3 í byggimálsviðgerðini.

 

 

2.2.1 Byggistig

Stk. 1

Tá byggistigið verður roknað út, má hæddarvíddin á bygging í mesta lagi vera:

1)       60 fyri bygging í fleiri hæddum (íbúðarhús) í økjum, sum í byggisamtyktini eru løgd út til endamálið.

2)       40 fyri heilt ella lutvíst samanbygd einbýlishús, herundir tvíhús, raðhús og líknandi tætta/lága bygging.

3)       30 fyri einbýlishús og frítíðarhús í økjum, sum í byggisamtyktini eru løgd út til endamálið.

4)       45 fyri aðra bygging.

(2.2.1, stk. 1)

Byggistigið verður roknað eftir reglunum í skjali 1A.

 

(2.2.1, stk. 1, nr. 4)

Við aðra bygging skal skiljast bygging til vinnu ella stovnar.

 

 

2.2.2 Stødd á grundøkjum

Stk. 1

Í sambandi við útstykking, matrikulering ella marknaum­skipan av grundøkjum til einbýlishús og frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum kann kommunali byggimyndugleikin ikki nokta at góðkenna ogn, har grundøkið er í minsta lagi 500 m2.

(2.2.2, stk. 1)

Útstykking, matrikulering ella marknaumskipan av grundøkjum til aðra bygging enn einbýlishús og frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum skal fremjast eftir ásetingunum í kap. 2.3.2.

Stk. 2

Í sambandi við ásetan av støddini á grundøkjum eftir stk. 1, skulu vegir og annars økir, sum framhaldandi skulu vera óbygd, grundað á hornaavskering ella byggilinjur, ikki teljast við.

 

 

 

2.2.3 Tal av hæddum og hæddarviðurskifti

2.2.3.1 Alment

Stk. 1

Kommunali byggimyndugleikin kann ikki nokta at góðkenna bygningshædd sbrt. kap. 2.2, tá ið byggingin er í 2 hæddum, og eingin partur av út­veggunum er hægri enn 6 m, og mønan ikki er hægri enn 9 m frá planeringshæddini.

(2.2.3.1, stk. 1)

Ásetan av planeringshædd verður gjørd sbrt. skjali 1A.

 

Útrokning av hæddum í bygging verður gjørd sbrt. skjali 1A.

 

 

2.2.3.2 Einbýlishús og tvíhús

Stk. 1

Kommunali byggimyndugleikin kann ikki nokta at góðkenna bygningshædd og fráleikaviðurskifti fyri einbýlishús og tvíhús, tá ið treytirnar í nr. 1 og 2 eru loknar.

1)       Útveggur móti granna- og vegamarki: 2,4 x fráleikan til grannamark og gøtu.

2)       Minsti fráleiki til veg, gøtu og grannamark: 2,5 m.

(2.2.3.2, stk. 1, nr. 1)

Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 2,4 x fráleikan til grannamark og gøtu, tó sbrt. skjali 1A.

 

(2.2.3.2, stk.1, nr.2)

Fráleikakravið er eisini galdandi fyri hevjað tilhaldsstøð úti (hevjað meira enn 30 cm yvir natúrligt lendi), garðstovur, uttandura trappur, altanir, roykrør, takterassur og líknandi.

 

Fráleikin verður máldur vatnrætt frá marki.

 

 

2.2.3.3 Frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum

Stk. 1

Kommunali byggimyndugleikin kann ikki nokta at góðkenna bygningshædd og fráleikaviðurskifti fyri frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum, tá ið treytirnar í nr. 1 til 3 eru loknar.

 

1)       Frítíðarhúsið hevur 1 hædd umframt takhædd.

2)       Samlað hædd frá lendi til mønu er í mesta lagi 6,0 m, og útveggur er í mesta lagi 3,0 m.

3)       Minsti fráleiki til veg, gøtu og grannamark er 2,5 m.

(2.2.3.3, stk. 1)

Frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum eru hús ætlað til frítíðarbrúk, og eru harvið ikki í nýtslu alt árið.

 

Er verandi bygging í umráðnum sum heild gjørt á annan hátt, tá hugsað verður um hædd á bygging og nýtslu av takhæddini, og harvið ikki fylgir ásetingunum í stk. 1, nr. 1-3, kann nýggj bygging gerast sbrt. eini heildarmeting í kap. 2.3, hetta fyri at fáa ta nýggju byggingina at hóska til sermerkið við umráðnum.

 

(2.2.3.3, stk. 1, nr. 3)

Fráleikakravið er eisini galdandi fyri hevjað tilhaldsstøð úti (hevjað meira enn 30 cm yvir natúrligt lendi), garðstovur, uttandura trappur, altanir, roykrør, takterassur og líknandi.

 

 

2.2.3.4 Bilhús, bilskýli, úthús og líknandi smáir bygningar

Stk. 1

Niðanfyri nevndu bygningar skulu fylgja ásetingunum í kap. 2.2.3 og 2.2.3.2, men kunnu tó gerast nærri vegi, gøtu og grannamarki enn 2,5 m:

1)       Bilhús og bilskýli.

2)       Yvirtaktar terassur á lendi.

3)       Vakstrarhús, hjallar, skúrar og líknandi smáar byggingar.

4)       Goymslutangar til brenniolju og líknandi innleggingar, sum eru neyðugar til raksturin av sjálvari byggingini.

5)       Tøknihús til samskiftisnet og aðrar tænastur.

 

(2.2.3.4, stk. 1)

Ásetingin fevnir um smærri bygningar, sum vanliga kunnu gerast sum sjálvstøðugir bygningar, umframt goymslutangar til brenniolju og líknandi innleggingar, sum eru neyðugar til raksturin av bygninginum, sum innleggingin hoyrir til.

 

Ásetingin fevnir einans um bilhús, bilskýli, úthús og líknandi smáar bygningar, sum verða bygdir á grundøki, har einbýlishús ella líknandi bygging longu er ábygt.

 

Ásetingin fevnir ikki um bygningar, ið verða nýttir til bústað, køk, vesi og bað.

Stk. 2

Verður bygningur, sbrt. stk. 1, gjørdur nærri vegi, gøtu og marki enn 2,5 m, skulu treytirnar í nr. 1-4 vera loknar:

1)       Eingin partur av útveggjum ella tekju á bygninginum, íroknað møguligan brandkamb, má, innan fyri ein fráleika á 2,5 m frá marki, vera hægri enn 2,5 m yvir planeringshædd.

2)       Síða, sum er nærri marki enn 2,5 m, má ikki vera longri enn 8,0 m. Eru fleiri síður, sum eru nærri marki enn 2,5 m, mugu tær tilsamans ikki vera longri enn 12,0 m.

3)       Vindeygu, hurðar ella líknandi op mugu ikki vera ímóti grannamarki.

4)       Takvatn skal haldast inni á egnum grundøki.

(2.2.3.4, stk. 2)

Lýkur bygningurin ikki allar treytirnar í nr. 1-4, skal bygningurin viðgerast eftir heildarmetingini í kap. 2.3.

 

(2.2.3.4, stk. 2, nr. 1)

Innan fyri 2,5 m frá marki mugu bygningar ikki vera hægri enn 2,5 m. Frá 2,5 m og víðari inn á grundøkið má hæddin á bygninginum ikki vera yvir 2,4 x fráleikan til veg, gøtu og mark.

 

(2.2.3.4, stk. 2, nr. 2)

Úthang út yvir 0,5 m verður íroknað longdina á bygninginum. T.d. á einum bilskýli verður longdin máld 0,5 m innan fyri avmarkingina av tekjuni. Ásetingin fevnir um allar bygningar, ið eru nærri marki enn 2,5 m, eisini bygningar fevndir av kap. 2.2.3.5.

Stk. 3

Í sambandi við frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum skulu bygningar, fevndir av kap. 2.2.3.5, lúka ásetingarnar í kap. 2.2.3.3, stk. 2-4.

 

 

 

2.2.3.5 Smáir bygningar á í mesta lagi 10 m2

Stk. 1

Ásetingarnar í kap. 2.2.3.5 eru bert galdandi fyri smáar bygningar á í mesta lagi 10 m2. Tó verður eisini víst til kap. 2.2.3.4, stk. 2, nr. 2.

 

Stk. 2

Upp til 2 smáir bygningar kunnu gerast á hvønn matrikul, um treytirnar í nr. 1-3 eru loknar:

1)       Víddin á tí einstaka bygninginum má í mesta lagi vera 10 m2.

2)       Fráleikin til aðrar bygningar á sama matrikli­ skal vera í minsta lagi 2,5 m.

3)       Eingin partur av útveggjum ella tekju má vera hægri enn 2,5 m yvir planeringshædd.

 

Stk. 3

Smáir bygningar í frítíðarhúsaøkjum mugu ikki setast nærri grannamarki, vegi ella gøtu enn 2,5 m, og skulu lúka ásetingarnar í stk. 2, nr. 1-3.

 

 

 

2.2.3.6 Alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum

Stk. 1

Alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum, sum eru í økjum uttan aðrar almennar økisásetingar, mugu í mesta lagi vera 12,5 m høgir.

(2.2.3.6, stk. 1)

Hæddir á bygningunum verða máldar sbrt. ásetingunum í skjali 1A.

 

Stk. 2

Siloir/súrhoyggjabrunnar, sum verða gjørdir sum partur av størri bygging av tí slagi, sum er nevnt í stk. 1, og sum hava ein tvørskurð (flatamát) á í mesta lagi 80 m2, mugu í mesta lagi vera 20 m høgar/høgir.

(2.2.3.6, stk. 2)

Ásetingin er eisini galdandi fyri sjálvstøðugar siloir/súrhoyggjabrunnar, sum verða gjørdir sum partur av eini fóðurskipan, samanbundin við rakstrarbygninginum umvegis eina flutningsskipan.

 

Tvørskurðurin verður máldur sum vatnrætti flatin á tí breiðasta staðnum á siloini/súr­hoyggjabrunninum.

 

 

2.3 Heildarmeting

Stk. 1

Kommunali byggimyndugleikin ásetir vavið og ávirkanina av eini bygging á umhvørvið sbrt. ásetingunum í kap. 2.3.2-2.3.5.

(2.3, stk. 1)

Heildarmetingin skal skiljast sum ein konkret meting av viðurskiftunum í kap. 2.3.2-2.3.5 í mun til vavið og ávirkanina á umhvørvið av byggingini. Metingin verður gjørd sbrt. ásetingunum í kap. 2.3.1, meðan tað samstundis verður hugt eftir nýtsluni av byggingini, at byggingin svarar til tað vanliga í umráðnum, og at byggingin og uttanum økið kring byggingina verður tryggjað nøktandi ljósviðurskifti og ávirkanin av byggingini á grannabygging.

Stk. 2

Tað eru bara byggingar, sum ikki ella bara lutvís uppfylla ásetingarnar í byggirættinum, sum ítøkiliga skulu heildarmetast sbrt. ásetingunum í kap. 2.3.1-2.3.5.

(2.3, stk. 2)

Heildarmetingin eigur at fevna um øll viðurskifti í kap. 2.3.1 til kap. 2.3.5, eisini hóast tey ikki hava líka stóran týdning fyri ta ítøkiligu byggingina.

 

 

2.3.1 Alment

Stk. 1

Tá kommunali byggimyndugleikin nýtir heildarmetingina í byggimálsviðgerðini í sambandi við ásetan av einum ella fleiri av teimum byggiregulerandi viðurskiftunum í kap. 2.3.2-3.5, skal kommunali byggimyndugleikin hava niðanfyri nevndu viðurskifti við í metingini:

 

1)     Vavið á allari byggingini skal vera hóskandi í mun til nýtsluna av byggingini.

2)     Vavið á byggingini skal svara til tað vanliga í húsaleingjuni, grannalagnum ella økinum, ella til tað, sum miðað verður fram ímóti í økinum.

3)     Við atliti at nýtsluni av ognini skulu tryggjast nøktandi ljósviðurskifti í sambandi við bygging á sama grundøki og bygging í grannalagnum.

4)     Í samsvari við krøvini í kap. 2.4 skal tryggjast, at nøktandi fríøkir verða gjørd í mun til nýtsluna av ognini, íroknað tilhaldsstøð fyri búfólk, brúkarar og starvsfólk.

5)     Í samsvari við krøvini í kap. 2.4 og við atliti at nýtsluni av ognini skal tryggjast, at nøktandi atkomu- og tilkoyringarviðuskifti og nóg nógv parkeringspláss eru fyri brúkarar av ognini, íroknað persónar við rørslutarni og bjargingartilbúgvingina.

6)     Bygging í tætt bygdum býarøki uppat ikki planløgdum øki, einbýlishúsa-, summarhúsa- ella frítíðarøki ella øki við tættari/lágari bygging, skal gerast við atliti at útsjónd og eyðkenni á teimum økjum, sum bygt verður uppat og vavinum av verandi bygging og komandi bygging.

 

 

(2.3.1, stk. 1)

Nevndu viðurskifti í stk. 1, nr. 1-6 eru at rokna sum rættarliga bindandi avmarkingar fyri kommunala byggimyndugleikan í sambandi við meting av byggiregulerandi viðurskiftunum, og lýsa viðurskiftini, sum kommunali byggimyndugleikin lógliga kann nýta í heildarmetingini og leggja til grund fyri síni avgerð.

 

(2.3.1, stk. 1, nr. 1)

Í metingini av, um vavið av eini bygging er hóskandi í mun til nýtsluna, skal atlit takast at ásetingunum í kap. 2.3.2 – 2.3.5. Tey einstøku atlitini hava ikki sama týdning fyri alla bygging. Til dømis:

1.       Atlit at tilhaldsøkjum vigar, í sambandi við ásetingina av byggistigi, tyngri fyri bústaðarbygging enn fyri virkisbygging, sum tí kann loyvast at verða bygd við størri hæddarvídd.

2.       Kravið til parkeringsøkið vil hinvegin viga tyngri fyri virkisbygging, sum savnar nógv fólk, enn fyri bústaðarbygging.

(2.3.1, stk. 1, nr. 2)

Við øki skilst øki, sum er lagt av til eitt nú frítíðarhúsaøki, einbýlishúsaøki, vinnuøki ella bygt øki, sum eftir útsjónd ella eyðkenni verður roknað sum eitt avmarkað øki. Í sambandi við bygging má metast um eyðkennið í grannalagnum. Ber ikki til at meta um, hvat vanligt er, ella um bygt verður í einum nýavløgdum øki, skal dentur leggjast á dámin, ið miðað verður ímóti í økinum. Ásetingarnar í eini byggisamtykt viðvíkjandi grundøkjastødd, hæddarvídd, tal av hæddum og hæddar- og fráleikaviðurskiftum er tað, ið miðað verður ímóti í økinum.

 

(2.3.1, stk. 1, nr. 3)

Meting eigur at verða gjørd av týdninginum av ljósviðurskiftunum bæði í mun til nýtsluna av ognini og ávirkanina av byggingini á grannabygging.

(2.3.1, stk. 1, nr. 6)

Ásetingin fevnir um økir, har ymiskar økisásetingar liggja uppat hvørji aðrari, og atlit verður tikið at eyðkennunum á grannaøkjunum á sama hátt, sum fyrilit verður tikið fyri ásetingunum í kap. 2.3.1, stk. 1. nr. 1-5, har, umframt landafrøðiligu økisásetingarnar annars, einans verður tikið atlit at ætlanini við eyðkenninum í byggingini í húsalinjuni, býlinginum/býarpartinum ella umhvørvinum. Tað er ikki altíð, at eyðkennið á grannaøkinum er viðkomandi í sambandi við øll byggiregulerandi viðurskifti. T.d. kann hetta koma fyri í sambandi við umbyggingar, sum bara fevna um broytingar í einum ella fáum byggiregulerandi viðurskiftum.

 

 

2.3.2 Stødd á grundøkjum

Stk. 1

Í sambandi við útstykking, matrikulering ella marknaðumskipan verður støddin á grundøkjunum ásett sbrt. krøvunum í kap. 2.3.1 og kap. 2.3.2, stk. 2.

(2.3.2, stk. 1)

Tó verður víst til kap. 2.2.2, sum sigur, at kommunali byggimyndugleikin ikki kann nokta at góðkenna grundøkir, ið eru í minsta lagi 500 m2 til støddar til vanlig einbýlishús og frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum.

Í sambandi við planering og uppfylling av grundøkjum verður víst til kap. 2.3.4, stk. 3.

Stk. 2

Grundøkjastødd skal ásetast út frá eini heildarmeting, herundir um lutfallið millum møguliga verandi bygging og grundøkjastøddina ger bygging og nýtslu av ognini møguliga í samsvari við krøvini í kap. 2.3-2.4, ger vegatkomu møguliga og tryggjar, at óbygdu økini lúka krøvini í hesum kapitli.

 

(2.3.1, stk. 1)

Í sambandi við áseting av grundøkjastødd er tað lógligt at leggja dent á atlitini, sum nevnd eru í kap. 2.3, herundir sundurbýtingarføri, soleiðis at framhaldandi lóglig nýtsla av ognini er møgulig.

 

Kommunali byggimyndugleikin kann á sama hátt nokta at góðkenna grundøkja­støddina, sum, tá ið sundurbýtið fer fram, ikki lýkur ásetingarnar fyri ábygging, tí byggiregulerandi krøvini til óbygd øki ikki verða vird, íroknað atkoma til ognina og fráleikaásetingar, so sum lutfallið millum hædd á byggingini og fráleikin til grannabygging.

 

 

2.3.3 Fráleikaviðurskifti

Stk. 1

Fráleikin millum byggingina og veg, gøtu og mark verður ásett sbrt. krøvunum í kap. 2.3.1 og kap. 2.3.3, stk. 2.

(2.3.2, stk. 1)

Fráleikar, ásettir sbrt. stk. 1, skulu tryggja, at lutfallið millum hædd á bygging og fráleika til veg, gøtu og mark er nøktandi sbrt. kap. 2.3.4.

 

Í skjali 1A verða reglurnar fyri útrokning av fráleikaviðurskiftunum lýstar. Gjørt verður eisini vart við brunaligu fráleikarnar í kap. 5, Brunaviðurskifti.

Stk. 2

Við áseting av fráleikunum sbrt. stk. 1 skal annars tryggjast, at:

1)       Takvatn verður hildið á egnum grundøki.

2)       Vindeygu, altanir o.tíl. ikki hava við sær, at grannar í ov stóran mun síggja inn til hvønn annan. Ásetingin er bæði galdandi fyri aðra bygging á sama grundøki og bygging á grannagrundøki.

 

Stk. 3

Er eitt øki í høvuðsheitum bygt við tættari bygging, ið er sermerkt av, at byggingin er bygd út í mark, kann kommunali byggimyndugleikin krevja, at nýggj bygging skal fremjast í veg- ella byggilinjuni og byggjast út í mark ímóti grannaøkjunum.

 

 

 

2.3.4 Hædd og tal av hæddum

Stk. 1

Hædd á bygging og tal av hæddum verður ásett eftir krøvunum í kap. 2.3.1 við teimum víðkanum og avmarkingum, sum eru ásettar í kap. 2.3.4, stk. 2.

(2.3.4, stk. 1)

Hædd og tal av hæddum verður ásett út frá natúrliga lendinum.

Stk. 2

Fyri at tryggja nøktandi ljósviðurskifti og forða fyri øðrum munandi bágum, skal ásetanin av hædd og tal av hæddum í byggingum sbrt. kap. 2.3.4, stk. 1 gerast við atliti at lutfallinum millum hæddina á byggingini og fráleika til:

1)       Aðra bygging og fríøkir á sama grundøki.

2)       Bygging og fríøkir á grannaøki.

3)       Vegir og gøtu.

(2.3.4, stk. 2)

Í skjali 1A verða reglurnar fyri útrokning av hædd og tal av hæddum lýstar.

 

Ein munandi bági kann t.d. vera, at grannar í ov stóran mun síggja inn til hvønn annan.

Stk. 3

Planering og uppfylling av grundøkjum skal taka atlit at verandi og framtíðar grannabygging.

 

Planering og uppfylling skal haldast á egnum grundøki. Kommunali byggimyndugleikin kann krevja, at eyka átøk verða gjørd, soleiðis at planeringin og uppfyllingin heldur seg á egnum grundøki.

(2.3.4, stk. 3)

Ásetingin tekur atlit at viðurskiftum, sum kunnu gera seg galdandi, m.a. tá stórur hæddarmunur er á lendinum.

 

Vísast kann til Arbeiðseftirlitið í samband við spreinging.

 

 

 

 

2.3.5 Hæddarvídd

Stk. 1

Hæddarvídd á byggingum verður ásett eftir krøvunum í kap. 2.3.1 umframt kravinum í kap. 2.3.5, stk. 2.

(2.3.5, stk. 1)

Í skjali 1A verða reglurnar fyri útrokning av hæddarvídd lýstar.

 

Stk. 2

Tá hæddarvídd til bústaðarendamál í verandi bygging, íroknað í ónýttum takhæddum, verður ásett, skal kommunali byggimyndugleikin leggja dent á, at tíðarhóskandi bústaðir verða gjørdir, sum hava hóskandi stødd í mun til samlaðu víddina, sum ætlanin er at nýta.

(2.3.4, stk. 2)

Gerð av nýggjum (fleiri) bústøðum í einum verandi bygningi kann viðføra, at krøv verða sett til parkeringspláss og fríøkir eftir kap. 2.4.

 

Ein tíðarhóskandi bústaður skal skiljast sum ein bústaður, sum í minsta lagi fylgir krøvunum í kap. 3.3.

 

 

2.4 Óbygd økir

Stk. 1

Óbygd økir, sbrt. kap. 2.4, kunnu vera felags fyri fleiri ognir. Skipan, gerð og nýtsla av tílíkum felags fríøkjum skal tryggjast við tinglýsing á viðkomandi ognir.

(2.4, stk. 1)

Óbygd øki, sum eru løgd av sbrt. ásetingunum í kap. 2.4, mugu bara nýtast í samsvari við endamálið, tey eru løgd av til.

 

 

2.4.1 Tilhaldsøkir

Stk. 1

Í sambandi við bygging skulu tilhaldsøkir leggjast av, ið hava hóskandi stødd í mun til nýtsluna, vavið og staðsetingina av byggingini.

 

Stk. 2

Tilhaldsøki skulu vera á lendinum, men kunnu tó gerast á einum yvirtaktum ella hevjaðum garðsøki ella partvíst gerast á einum takøki ella á stórum altanum.

 

Stk. 3

Fyri íbúðarhús og tætta/lága bústaðarbygging, íroknað raðhús, leingjuhús o.tíl., skal ein hóskandi partur av tilhaldsøkinum verða lagt út sum spælipláss. Støddin á spæliplássinum verður ásett av kommunala byggimyndugleikanum og skal lýsast í byggiloyvinum.

(2.4.1, stk. 3)

Trygdarkrøv til útgerð á spæliplássum eru lýst í kap. 4, Konstruktiónir.

Stk. 4

Í byggiloyvinum kann ásetast ein freist fyri innrætting av tilhaldsøkjum og spæliplássum.

(2.4.1, stk. 4)

Ásetingin gevur høvi til, at íbúgvarnir kunnu vera við í innrættingini av tilhaldsøkjunum og spæliplássunum.

 

 

2.4.2 Parkeringsøkir

Stk. 1

Nóg nógv parkeringspláss skulu gerast, soleiðis at íbúgvar, starvsfólk, vitjandi, kundar, útvegarar o.o. kunnu parkera bilar, motorsúkklur, prutl, súkklur o.a. í økinum, sum hoyrir til byggingina.

 

Stk. 2

Víddin á parkeringsøkinum í mun til grundøkið, og nær tað skal gerast, verður ásett av kommunala byggimyndugleikanum og skal lýsast í byggiloyvinum.

(2.6.2, stk. 2)

Sum vegleiðandi kann niðanfyri nevnda nýtast í metingini av, hvussu nógv parkeringspláss eiga at gerast:

-          Bústaðir:

-          Einbýlishús: í minsta lagi 2,0 pláss pr. hús.

-          Eyka íbúð í einbýlishúsum: 1,0 pláss.

-          Dupulthús og raðhús: í minsta lagi 2,0 pláss pr. húsaeind, harav 1,0 kann vera á felags parkeringsøki.

-          Íbúðarbygging: í minsta lagi 1,0 pláss pr. 75 m² íbúð á felags parkeringsøki.

-          Studentagarðar og ungdómsíbúðir: í minsta lagi 0,5 pláss pr. íbúðareind á felags parkeringsøki.

-          Íbúðir til eldri: í minsta lagi 1,5 pláss pr. íbúðareind, sum kann vera á felags parkeringsøki.

-          Stovnar sum ellisheim, barnagarðar o.a.: í minsta lagi 1,0 pláss pr. 50 m² húsavídd.

-          Summarhús: í minsta lagi 2,0 pláss pr. hús.

 

-          Vinnu- og virkisbygningar:

-          Matstovur, biografar, samkomuhús og onnur hús, har nógv fólk koma saman: í minsta lagi 1,0 pláss pr. 25 m² húsavídd.

-          Hotell o.tíl.: í minsta lagi 1,0 pláss pr. kamar.

-          Skúlar til børn: í minsta lagi 1,0 pláss pr. 60 m² húsavídd.

-          Skúlar til vaksin: í minsta lagi 1,0 pláss pr. 25 m² húsavídd.

-          Virkisbygningar (handverk o.a.): 1,0 pláss pr. 50 m² húsavídd.

-          Skrivstovur: 1,0 pláss pr. 30 m² húsavídd.

-          Goymslur: 1,0 pláss pr. 60 m² húsavídd.

-          Matvøruhandlar og handilsmiðstøðir: 1,0 pláss pr. 25 m² húsavídd fyri teir fyrstu 2500 m² og 1,0 pláss pr. 50 m² húsavídd fyri víddina omanfyri 2500m².

-          Aðrir handlar: 1,0 pláss pr. 30 m² húsavídd.

 

Fyri bygningar, sum ikki eru nevndir í yvirlitinum, verður mett út frá nýtsluni.

 

Í sambandi við umvæling, umbygging, afturatbygging umframt broyting í nýtslu av bygningum er ikki altíð møguligt at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, og tá skulu tillagingar gerast.

Stk. 3

Tá parkeringsøkini verða gjørd, skal eitt hóskandi tal av parkeringsplássum gerast til fólk við rørslutarni. Kravið fevnir ikki um einbýlishús og frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum.

 

(2.6.2, stk. 3)

Parkeringspláss til fólk við rørslutarni eru 3,5 m x 5 m til støddar, og eiga at vera so nær innganginum sum gjørligt, og verða gjørd við fastari og javnari álegging. Í minsta lagi eitt parkeringspláss til fólk við rørslutarni eigur at vera 4,5 m x 8 m til støddar. Um hæddarmunur er við atkomuna frá parkeringsøkinum til annað øki, eigur kantur ikki at vera hægri enn 2,5 cm.

 

Myndin niðanfyri lýsir stødd á parkeringplássi til fólk við rørslutarni og mest loyvda hæddarmuni á lendinum.

 

2-6-2-3

 

 

”DS-håndbog 105, Udearealer for alle – Anvisning for planlægning og indretning med henblik på handi­cappedes færden” fevnir um vegleiðingar um tilevning av tí fysiska umhvørvinum við tí í hyggju at geva fólki við rørslutarni størri frælsi, rásarúm og trygd. Vísast kann eisini til ”Færdselsarealer for alle” frá danska Vejdirektoratinum.

Sum vegleiðandi kann niðanfyri nevnda talva nýtast í metingini av, hvussu nógv parkeringspláss til fólk við rørslutarni skulu gerast:

Tal av parkerings­plássum á parkerings­økinum

Parkerings­pláss til fólk við rørslutarni (3,5 x 5,0 m)

Parkeringspláss til fólk við rørslutarni (4,5 x 8,0 m)

1-9

1

10-25

1

1

26-50

1

2

51-75

2

2

76-100

2

3

101-150

3

3

151-200

3

4

201-500

4

4

501-1000

4

5

 

 

2.4.3 Atkomu- og tilkoyringarøkir

Stk. 1

Atkomuligt skal vera frá vegi til inngangir í bygningum og til óbygd øki á ognini.

 

Atkomu- og tilkoyringarøkir skulu lagast til slag av bygging og skulu gerast við ljósi. Trappur og rampur skulu hava sterkasta ljósið.

 

(2.4.3, stk. 1)

Ljós á atkomu- og tilkoyringarøkjum eigur at lýsa leiðina og ikki blenda.

 

Í sambandi við gerð av atkomu- og tilkoyringarøkjum eigur at verða tikið hædd fyri ferðslu – serliga við vegamót.

 

Kommunali byggimyndugleikin hevur rætt til at krevja, at ljósútbúnaður skal vera á alment tilgongdum felagsvegum.

Stk. 2

Atkomu- og tilkoyringarøkir skulu gerast soleiðis, at fólk við rørslutarni kunnu nýta bygningin. Atkomuøkir frá vegi, íroknað parkeringsøkir, til óbygd økir á ognini og til inngangir í bygningum, skulu vera í minsta lagi 1,3 m breið og við javnari og fastari álegging.

 

Hæddarmunir á atkomuøkjum skulu javnast út í lendinum ella við rampu. Afturat rampum kunnu trapputrin gerast, sum í mesta lagi eru 150 mm høg og í minsta lagi 300 mm djúp. Viðvíkjandi ger av rampum verður víst til kap. 3.2.2 um felags atkomuleiðir.

(2.4.3, stk. 2)

”DS-håndbog 105, Udearealer for alle – Anvisning for planlægning og indretning med henblik på handicappedes færden” fevnir um vegleiðingar um tilevning av tí fysiska umhvørvinum við tí í hyggju at geva fólki við rørslutarni størri frælsi, rásarúm og trygd.

 

Rampur við halli millum 1:25 og 1:20 kunnu í staðin fyri handlistar gerast við verju ella ájavnt lendinum uttanum.

 

Stk. 3

Gonguøkir til byggingina skulu gerast við skilligum skilnaði frá aðrari ferðslu. Framman fyri trappum í atkomuleiðum skal eitt øki á 0,9 m x trappubreiddina gerast, sum skal merkjast taktilt og vera í øðrum liti enn tí, sum annars er uttanum. Trappur skulu hava stoyttrin, og trinforkanturin skal vera frámerktur í mótliti.

(2.4.3, stk. 3)

Fyri at sleppa undan at ganga seg í fríttstandandi trappur frá síðuni ella úr neðra, eigur trappan at vera avbyrgd við verju, soleiðis at ein fríhædd á 2,2 m verður hildin. Við atliti at sjónveikum eigur at vera sloppið undan trinflatum við rimaristum, holum og líknandi, ella eiga hesar at verða gjørdar soleiðis, at blindastavar ikki kunnu fara ígjøgnum trinflaturnar, og førarahundar ikki kunnu skaða klørnar.

 

Øki við taktilari merking er eitt øki við ójavnari yvirflatu, sum ger, at sjónveik og blind kunnu staðkenna seg.

Stk. 4

Portur ella gjøgnumkoyringar, sum eru neyðug sbrt. stk. 1, skulu gerast soleiðis, at bjargingarakfør lættliga kunnu koma inn.

(2.4.3, stk. 4)

Fyri at bjargingarakfør kunnu koma inn, krevst ein fríbreidd á í minsta lagi 3 m og ein fríhædd á í minsta lagi 4,3 m. Í smølum gøtum kann vera tørvur á at økja um breiddina á gjøgnumkoyingini.

Stk. 5

Fríttliggjandi einbýlishús, sum einans verða brúkt til bústaðar­endamál og frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum, eru ikki fevnd av ásetingunum í kap. 2.4.3, stk. 1-3.

(2.4.3, stk. 5)

Fríttliggjandi einbýlishús, sum lutvíst verða brúkt til vinnuendamál, eru fevnd av ásetingunum í kap. 2.4.3, stk. 1-3.

 

 

3 Innrætting av bygningum

3.1 Alment

Stk. 1

Bygningar skulu gerast og innrættast soleiðis, at teir kunnu nýtast av øllum á ein nøktandi hátt við atliti at trygd, heilsu, atkomuviðurskiftum, viðlíkahaldi og reinhaldi.

(3.1, stk.1)

Niðanfyri sæst lýsing av orðinum atkoma og atkomuviðurskifti:

Nøktandi atkoma og atkomuviðurskifti fyri fólk við rørslutarni merkir í bygningsreglugerðini, at fólk, sum eru rørslutarnað, kunnu javnmetast við onnur og hava natúrliga atgongd til bygningar ætlaðir almenninginum, umhvørvið kring bygningin og at ferðast í bygninginum. Somuleiðis skulu hesi somu menniskju hava somu atgongd til hurðartelefonir, tilkalliskipanir og annars allar hentleikar og tilboð, sum eru ætlað almenninginum.

 

Fyri meira útgreinandi vegleiðing um innrætting av bygningum verður víst til ”SBi-anvisning 222, Tilgængelige boliger”, ”DS/INF 470, Anvisning for teknisk forebyggelse af vold og hærværk” og ”DS 471, Norm for teknisk forebyggelse af indbrudskriminalitet”.

 

”DS-håndbog 105-2012, Udearealer for alle - Sådan planlægges et tilgængeligt udemiljø” inniheldur ávísingar um, hvussu tað fysiska umhvørvið eigur at verða lagað, soleiðis at fólk við rørslutarni kunnu røra seg og kenna seg trygg.

 

Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi hevur í fleiri førum ásetingar um innrætting av arbeiðsrúmum. Tað er serliga galdandi fyri stovnar/bústaðir, har sum tøknilig hjálpartól verða nýtt. Bókin ”Indretning af ældreboliger til fysisk plejekrævende”, sum danska arbeiðseftirlitið o.fl. hevur staðið fyri, inniheldur vegleiðingar um hóskandi innrættingar.

Stk. 2

Í sambandi við umbygging kunnu slakingar gerast í ásetingunum í hesum kap., um kommunali byggimyndugleikin metir, at umbyggingin annars ikki kann fremjast, uttan at ov víðfevndar broytingar verða gjørdar.

(3.1, stk. 2)

Um ásetingin verður nýtt, eigur umbyggingin at verða gjørd við mest møguligum fyriliti fyri fólki, ið eru rørslutarnað og fyri fólki við skerdum førleika at staðkunna seg.

 

Umbyggingin eigur annars at tryggja skilagóða innrætting við atliti at nýtsluni.

Um ásetingin verður nýtt, krevst tað harafturat, at byggimyndugleikin ger eina serstaka meting av umbyggingini, konstruktiónunum í bygninginum og øðrum byggitøkniligum viðurskiftum.

Stk. 3

Frítíðarhús á frítíðarhúsøkjum eru ikki fevnd av ásetingunum í kap. 3.

(3.1, stk. 3)

Eitt frítíðarhúsøki er eitt øki, sum í byggisamtyktini er lýst sum frítíðarhúsøki ella summarhúsøki.

 

 

3.2 Atkomuviðurskifti

3.2.1 Alment

Stk. 1

Atkomuviðurskifti til bygningar skulu tryggja atgongd fyri øll. Bústaðir og aðrar bygningseindir skulu hava beinleiðis atgongd útifrá ella umvegis felags atkomuleið útifrá.

 

Einbýlishús, tvíhús o.tíl. eru ikki fevnd av kap. 3.2 og kunnu gerast uttan beinleiðis atgongd útifrá.

 

(3.2.1, stk. 1)

Við atliti at tryggja atkomu fyri øll kann vísast til ”DS 3028, Tilgængelighed for alle”, sum vísir dømi um, hvussu atkomuviðurskifti til bygningar kunnu gerast atkomuvinarlig fyri øll, eisini fyri fólk við rørslutarni.

Við atliti at atkomuleiðum, sum eisini eru rýmingarleiðir, verður víst til kap. 5, Brunaviðurskifti.

Stk. 2

Við allar úthurðar skal vera atgongd uttan hæddarmun til bygningseindir og til møguligar lyftur í atkomuhæddini (veghæddini) í bygninginum. Møguligur hæddarmunur skal javnast í atkomuøkinum uttan fyri bygningin. Rampur kunnu nýtast.

 

Uttan fyri úthurðar skal vera eitt vatnrætt, fast og slætt øki á 1,5 m x 1,5 m, mált frá hongslasíðuni á hurðini. Tá hurðin gongur úteftir, skulu 0,2 m leggjast afturat økinum fram við framsíðuni á bygninginum. Økið uttan fyri úthurðar skal merkjast taktilt ella vera í øðrum liti enn tí, sum annars er uttanum.

 

Hurðartelefonir og tilkalliskipanir skulu vera soleiðis, at tað bæði hoyrist og sæst, at skipanin er virkin, og at samband er við móttakaran.

 

Tá ið tøl verða nýtt í hurðartelefonum og tilkalliskipanum, skal 5-talið merkjast við taktilum eyðkenni.

(3.2.1, stk. 2)

Ásetingin fevnir umframt um úthurðar eisini um hurðar í rýmingarleiðum og neyðdyr í atkomuhæddini (veghæddini) og hurðar til urtagarð, altan og terassu.

 

Atgongd uttan hæddarmun merkir, at trin ikki skulu vera millum lendið uttan fyri bygningin og eindirnar í atkomuhæddini (veghæddini) og møguligum lyftum. Atkoma umvegis ikki sjálvvirkandi lyftur (trappulyft og lyftipall), leysa skavirist o.tíl. er ímóti ásetingini.

 

Hædd á hurðargátt má í mesta lagi vera 25 mm.

Hurðartelefonir og tilkalliskipanir eiga at setast í eina hædd, sum er millum 90 og 120 cm yvir gólv/lendið.

Figur 14. Forsænket bundstykke. Højde på dørtrin højst 25 millimeter.

 

 

 

Stk. 3

Skeltir, ið venda sær til almenningin, og sum verða sett í almennar bygningar ætlaðir almennum tænastum, skulu vera lætt lesilig og greið, við týðuligum sniði og liti.

 

Um tørvur er á tí, kann punktskrift eisini nýtast.

(3.2.1, stk. 3)

Punktskrift (blindskrift) kann t.d. setast á skeltini við klisturbandsstrimlum, har punktskriftin er merkt ”taktilt” á klisturbandsstrimmilin.

 

Ásetingin er galdandi fyri kunningarskelting við inngangir í bygningar og vegleiðingarskeltir í sambandi við vesirúm og býtisvegir í bygningum.

Stk. 4

Hurðarop skulu hava eina fría breidd á í minsta lagi 0,77 m, sbrt. ”DS/EN 14351-1 + A1:2010, Vinduer og døre - Produktstandard, ydeevneegenskaber - Del 1: Vinduer og yderdøre uden brandmodstandsevne og/eller røgtæthedsegenskaber”.

 

Letur hurðin upp ímóti fólkinum, skal plássið við síðuna av hurðini mótsett hongslasíðuni vera í minsta lagi 0,5 m.

 

Glashurðar skulu hava merking, sum ger hurðina sjónliga.

 

Úthurðar skulu hava lættgangandi handtak, og skulu ganga lætt. Neyðuga orkan at lata hurðina upp má í mesta lagi vera 2,5 N (2,5 kg).

 

Hædd á hurðargátt má í mesta lagi vera 25 mm.

(3.2.1, stk. 4)

Ásetingin fevnir um hurðar í felags atkomuleiðum, íroknað í minsta lagi eina hurð til hvørja bygningseind á øllum hæddunum í bygninginum.

 

Fría breiddin verður máld, tá hurðin stendur 900 opin.

 

 

 

3.2.2 Felags atkomuleiðir

Stk. 1

Felags atkomuleiðir skulu vera nóg breiðar til ætlaðu nýtsluna, skulu kunna nýtast ótarnaðar í fullari breidd og skulu vera eyðkendar í tilfari, litum ella ljósi. Fría breiddin skal í minsta lagi vera 1,3 m.

 

(3.2.2, stk. 1)

Felags atkomuleiðir leiða til tveir ella fleiri bústaðir, skrivstovur, fundarhøli ella aðrar bygningseindir og fevna um dur, forrúm, gongir, altangongir, rampur, pallar og pláss framman fyri lyftum – bæði í og uttan fyri bygningin, íroknað uttandura atkomuøki til kjallara.

Flestu felags atkomuleiðir eru eisini rýmingarleiðir og skulu tí eisini lúka ásetingarnar um rýmingarleiðir í kap. 5, Brunaviðurskifti.

Víst verður til kap. 3.3.4, stk. 1, tá talan er um breiddir av gangum o.s.fr. í einbýlishúsum, tvíhúsum o.tíl.

Stk. 2

Frá felags atkomuleiðum skal vera atgongd uttan hæddarmun til allar bygningseindir á øllum hæddum í bygninginum.

 

(3.2.2, stk. 2)

Ásetingin fevnir um atgongd uttan hæddarmun til lyftur, bústaðar- og vinnueindir og felagsøki, íroknað tilhaldsøki uttandura á hæddunum.

 

Altanir verða roknaðar sum sjálvstøðug bygningseind.

 

Takterassur eru ikki fevndar av ásetingini, um so er, at tað ikki er atkomuligt við lyftu.

Hæddarmunir á alment atkomuligum eindum eiga at verða útjavnaðir við rampum, lyftum ella líknandi.

Stk. 3

Hæddarmunir til felags atkomuleiðir skulu útjavnast við rampum.

 

Rampur skulu vera við halli á í mesta lagi 1:20, og vera í minsta lagi 1,3 m breiðar. Eitt vatnrætt øki á í minsta lagi 1,3 m x 1,3 m skal vera við báðar endarnar á rampuni.

 

Rampur, sum eru longri enn 10 m, skulu fyri hvørjar 10 m hava vatnrættan hvíldarstað, sum er í minsta lagi 1,3 m x 1,3 m til støddar.

 

Rampur skulu hava handlista ella gelendara. Hetta er tó ikki galdandi, um hallið á rampuni er 1:25 (40 mm pr. m) ella minni.

(3.2.2, stk. 3)

Rampur skulu, har tað er neyðugt, hava hjólverjur á báðum síðum. Hjólverjurnar skulu vera í minsta lagi 20 cm høgar. Víst verður til kap. 3.2.3, stk. 1.

 

Er hæddarmunurin meira enn 0,5 m, eigur trappa eisini at vera.

 

Fleiri rampur í somu gonguleið eru at rokna sum ein rampa, um tær eru natúrliga samanhangandi.

Stk. 4

Trappur í felags atkomuleiðum skulu gerast nóg breiðar og við loftshædd, sum svarar til ætlaðu nýtsluna.

 

 

(3.2.2, stk. 4)

Kravið kann lúkast við, at fría breiddin á trappuni er í minsta lagi 1,0 m, og fría loftshæddin er í minsta lagi 2,1 m.

 

Um fáir brúkarar eru, t.d. í einbýlishúsum og tvíhúsum, kann kravið lúkast við einari fríari breidd á í minsta lagi 0,9 m. Um nógvir brúkarar eru, eigur breiddin at økjast samsvarandi.

 

Fría loftshæddin verður máld yvir gongulinjuna.

 

Tann fría breiddin verður máld vatnrætt millum handlistarnar ella – har sum handlistar bara eru øðrumegin – millum vegg, stólpa o.tíl. og handlista.

 

Hugtøkini gongulinja, grund og uppstig verða lýst í ”DS1107, Terminologi for trapper”.

Stk. 5

Trappur í felags atkomuleiðum skulu hava eitt hall (grund og uppstig), sum ger tær lættar og tryggar at ganga á.

 

Uppstig á trappum má í mesta lagi vera 180 mm.

 

Grundin á beinum trappum og kvart- og hálvsneiddum trappum má ikki vera minni enn 280 mm, í bústaðarbygningum tó ikki minni enn 250 mm. Grundin á snyrilstrappum og snúðurtrappum má ikki vera minni enn 200 mm.

(3.2.2, stk. 5)

Grundin verður máld í gongulinjuni mitt í fríu breiddini í trappuni, tó hægst 0,5 m frá tí innara handlistanum.

 

Trappur eiga at verða gjørdar við somu grund og sama uppstigi í allari trappugongini.

 

Trappur við minni halli (lægri uppstigi og djúpari grund) enn tey ásettu krøvini, eru lættari og tryggari at ganga á.

 

Eru nógvir brúkarar t.d. í fyritøkum, almennum bygningum og stovnum, eigur hallið á trappuni at vera minni enn tað, sum kravið ásetur. Leiðreglan fyri eina góða innandura trappu kann nýtast:

 

1 grund + 2 uppstig = 610 – 630 mm.

 

Um leiðreglan verður fylgd, kann t.d. ein grund á 320 mm og eitt uppstig á 150 mm viðmælast.

Innanhýsis trappur í vanligum búeindum eiga at verða gjørdar eftir leiðreglunum omanfyri.

Trappur eiga at hava stoyttrin, og trinforkanturin eigur at vera frámerktur við liti, ið brýtur frá. Sí tekning niðanfyri.


Stk. 6

Í bygningum við 3 hæddum ella meira skal í minsta lagi ein sjálvvirkandi lyfta (type 2), sum røkkur øllum hæddum, íroknað møguliga lofts- og kjallarahædd, vera.

 

 

(3.2.2, stk. 6)

Í bygningi við tveimum hæddum skal tað vera atkomuligt fyri øll til tær hæddir, sum eru ætlaðar almenninginum.

 

Lofts- og kjallarahædd, sum ikki eru ætlaðar almenninginum, verða ikki roknaðar sum hæddir, tá ið talið av hæddum verður gjørt upp í sambandi við, um lyfta eigur at vera í bygninginum. Tó skal møguleiki vera fyri at gera lyftu til allar hæddirnar, sum kunnu innrættast til almenna nýtslu.

Stk. 7

Lyfta sbrt. kap. 3.2.2, stk. 6 skal vera týpa 2 lyfta í samsvari við ”DS/EN 81-70, Sikkerhedsregler for konstruktion og installation af elevatorer - Særlige anvendelser for passager- og godselevatorer - Del 70: Tilgængelighed til elevatorer for personer, inklusive personer med handicap”.

(3.2.2, stk. 7)

Vísast kann til kunngerð um Lyftur (elevatorar).

 

Týpa 2 lyfta eigur at vera sbrt. vegleiðingini hjá SBi, ”Tjekliste for elevatorer”, sum er at finna á, http://www.sbi.dk/tilgaengelighed/tjeklister/elevatorer.

 

Við umbygging kunnu minni lyftur enn tær, sum her eru nevndar, nýtast íroknað minilyftur, tá ið umbyggingararbeiðið, sbrt. kommunala byggimyndugleikanum, annars ikki kann fremjast, uttan at víðfevndar broytingar verða gjørdar í bygninginum, sbrt. kap. 3.1, stk. 2.

 

Víst verður somuleiðis til kap. 8, Innleggingar, um innseting av lyftuútbúnaði.

 

 

3.2.3 Verja

Stk. 1

Gongir, trappur og rampur í felags atkomuleiðum skulu, við atliti at tí, sum bygningurin verður brúktur til, tryggjast við verju og vera útgjørdar við handlistum.

 

Altanir, franskar altanir, altangongir, luftslúsur, takterassur, uttandura trappur og onnur líknandi øki, har hæddarmunur er, eru somuleiðis fevnd av ásetingini.

 

Handlistar skulu vera lættir at taka um og halda fast í.

 

(3.2.3, stk. 1)

Kravið kann lúkast við at seta upp handlistar báðumegin trappurnar. Smalar trappur kunnu hava handlista bara øðrumegin, tá ið frástøðan millum handlistan og vegg, spinnil ella tílíkt er minni enn 1,1 m.

 

Rampur við einum halli millum 1:20 - 1:25 kunnu í staðin fyri handlistar hava hjólverju upp fyri síðurnar.

 

Breiðar trappur og rampur eiga at býtast sundur við handlistum, har fjarstøðan millum handlistarnar er í mesta lagi 2 m.

 

Hæddin á verju ella rekkverki eigur at vera minst 1,0 m.

 

Við trappur og rampur eigur hæddin á verjuni/rekkverkinum at vera í minsta lagi 0,8 m og við trappupallar í minsta lagi 0,9 m.

 

Í trappum, har breiddin millum trappuvangarnar er meira enn 0,3 m, og fram við altangongum, luftslúsum og aðrastaðni, har hæddarmunurin er 1 hædd ella meira, eigur hæddin á verjuni/rekkverkinum at økjast hóskandi, tó til í minsta lagi 1,2 m.

 

Handlistar eiga at førast óbrotið fram við trappupallum og enda vatnrætt.

 

Undir trappum eigur at avbyrgjast við verju og/ella frámerkjast taktilt, har hæddin millum gólv og trappu er minni enn 2,2 m.

 

Hædd á verju/rekkverki og handlistum verður máld yvir rampum og trinforkantum á trappum.

Stk. 2

Øll sløg av verju ella rekkverki skulu, við atliti at tí, sum bygningurin verður nýttur til, gerast soleiðis, at persónar verða nóg væl vardir. Verjur úr glasi skulu gerast í samsvari við ásetingarnar í kap. 4, Konstruktiónir.

 

(3.2.3, stk. 2)

Fjarstøðan millum øll sløg av rimum í rimaverki, bæði loddrøttum og vatnrøttum, eigur at vera soleiðis, at hon ikki elvir til persónsskaðar.

 

Ansast skal serliga eftir, at børn ikki kunnu klintra á teimum ella koma í klemmu millum tær.

 

Í sambandi við nýtslu av glasi í verju ella rekkverki verður víst til “DS/INF 119, Bygningsglas – Retningslinjer for valg og anvendelse af sikkerhedsglas – Personssikkerhed”.

 

 

3.3 Bústaðir

3.3.1 Innrætting av bústøðum

Stk. 1

Ein bústaður skal vera til støddar og gjørdur soleiðis, at bæði bústaðurin sum heild og tey einstøku rúmini eru hóskandi við atliti at ætlaðu nýtsluni.

 

Kommunali byggimyndugleikin kann krevja skjalprógv fyri, at kravið er lokið, t.d. við lýsing av innrættingarmøguleikum.

(3.3.1, stk. 1)

Tá bústaðir verða innrættaðir, kann kommunali byggimyndugleikin eftir einari ítøkiligari meting seta treytir um, at bústaðurin skal vera tíðarhóskandi og nøktandi í stødd og innrætting í mun til samlaða økið, sum skal gagnnýtast.

 

Ásetingin verður fyrst og fremst tikin í nýtslu í sambandi við umfatandi umbyggingar og nýtslubroytingar í verandi bygging.

Stk. 2

Ein bústaður skal, umframt búrúm, hava køk, vesi- og baðirúm.

 

 

Stk. 3

Køkurin kann annaðhvørt gerast sum eitt sjálvstøðugt rúm ella í samband við búrúm, ella sum køkskrókur í búeindum undir 50 m².

(3.3.1, stk. 3)

Ein køkur eigur, umframt borðpláss til matgerð, at hava pláss til at goyma og køla mat, goymslupláss til búnýti, vask við frárenning og pláss til kókiplátur.

Stk. 4

Í og uttan fyri íbúðarhús, raðhús og sambygd hús skal vera nóg stórt goymslupláss til klæði, køksútbúnað og aðrar nýtslulutir, súkklur, barnavognar, og møguligt skal vera fyri at vaska og turka klæðir.

(3.3.1, stk. 4)

Møguleiki eigur at vera fyri at turka klæðir uttan fyri bústaðin við atliti at inniluftini.

Stk. 5

Búrúm og køkur skulu gerast við nøktandi rúmhædd. Rúmhæddin skal ásetast í mun til rúmdýpdina, rúmstøddina, og hvussu vindeyguni í bústaðnum eru sett.

 

 

 

(3.3.1, stk. 5)

Jú størri og djúpari eitt rúm er, jú hægri eigur rúmhæddin at vera.

 

Í íbúðarhúsum kann kravið lúkast við eini fríari rúmhædd á í minsta lagi 2,5 m.

 

Hava rúmini ikki somu hædd, kann rúmhæddin gerast upp sum miðalhæddin í búrúmum og køki í búeindini.

 

Í raðhúsum og einbýlishúsum kann kravið lúkast við eini fríari rúmhædd á í minsta lagi 2,3 m.

 

Er loftið ikki vatnrætt, verður hæddin máld sum miðalhædd. Bara fríar hæddir á 2,1 m og yvir verða íroknaðar gólvvíddina.

 

Í rúmum við skráveggi kann kravið lúkast við eini fríari rúmhædd á í minsta lagi 2,3 m yvir minst 3,5 m² av gólvvíddini.

Stk. 6

Tá ið bygt verður inn í lendið, skal atlit takast at inniumhvørvinum í búrúmum og køkum.

Víst verður til kap. 4, Konstruktiónir, og kap. 6, Inniumhvørvi.

 

 

Stk. 7

Í køkum skal pláss vera fyri, at køksarbeiðið kann fara fram á hóskiligan og tryggan hátt.

 

 

 

(3.3.1, stk. 7)

Framman fyri arbeiðspláss og goymslupláss í køki eigur at vera frítt pláss á í minsta lagi 1,1 m.

 

Í rúmum við skráum lofti kann kravið lúkast, um fría hæddin er í minsta lagi 2,1 m við forkantin av arbeiðsplássi og goymsluplássi.

 

Hóskandi køksinnrætting fyri rørslutarnað verður lýst í ”SBi-anvisning 222, Tilgængelige boliger”.

Stk. 8

Innskotnar hæddir (hemsur) verða ikki roknaðar sum sjálvstøðug búrúm, tá ið gólvvíddin í mesta lagi er 4,5 m².

 

(3.3.1, stk. 8)

Tað er ein treyt, at tann innskotna hæddin er í opnum sambandi við tað rúmið, sum hon er bygd inn í.

 

Hevur innskotna hæddin skrávegg, verður bert tann parturin av gólvvíddini íroknaður, har frástøðan millum gólv og útsíðuna á tekju er meira enn 1,5 m. Sí tekning niðanfyri.

 


Eru fleiri hemsur sínámillum samanbundnar, verður víddin á teimum uppgjørd samlað.

 

 

3.3.2 Baði- og vesirúm

Stk. 1

Í tilhaldshæddini í bústøðum skal í minsta lagi innrættast 1 vesirúm við atgongd uttan hæddarmun og við hóskandi innrætting og stødd.

 

(3.3.2, stk. 1)

Við tilhaldshædd skilst har fólk halda til, t.d. har køkur og stova er.

 

Framman fyri hondvask og vesi eigur frítt pláss á í minsta lagi 1,1 m at vera.

 

Innrætting av vesi- og baðirúmum fyri rørslutarnað verður lýst í ”SBi-anvisning 222, Tilgængelige boliger”.

Stk. 2

Hondvask skal vera í vesirúmi ella í forrúmi til vesirúm.

 

 

 

3.3.3 Hurðarbreiddir

Stk. 1

Hurðar í atkomu- og tilhaldshæddum skulu hava eitt frítt op á í minsta lagi 0,77 m.

 

(3.3.3, stk. 1)

Ásetingin fevnir um úthurðar, hurðar í durum, forstovum, gongum og tílíkum atkomurúmum, og minst eina hurð til hvørt búrúm í bústaðnum, og til køk, baði- og vesirúm í atkomu- og tilhaldshæddini.

 

Fría breiddin verður máld, tá hurðin stendur 900 opin.


 

 

 

3.3.4 Gongsbreiddir

Stk. 1

Durar, forstovur, gangir og líknandi atkomurúm skulu innrættast soleiðis, at gangast kann ígjøgnum tey ótarnað í fullari breidd.

 

(3.3.4, stk. 1)

Kravið kann lúkast við, at nevndu atkomurúm hava eina fría breidd á í minsta lagi 1,0 m. Eru hurðar ella skápshurðar í síðunum í atkomurúminum, eigur breiddin at økjast við í minsta lagi 0,3 m.

 

 

 

3.4 Aðrir bygningar enn bústaðarbygningar

3.4.1 Alment

Stk. 1

Í tann mun bygningar kunnu javnsetast við bústaðarbygningar, eru ásetingarnar í kap. 3.3 um innrætting av bústøðum galdandi.

Ásetingarnar í kap. 3.3 eru eisini galdandi, um kommunali byggimyndugleikin metir, at tær eru í samsvari við tey krøv, sum skulu lúkast við atliti at nýtsluni av bygninginum.

(3.4.1, stk. 1)

Bygningar, har nýtslan kann javnsetast við bústaðir, skulu í fyrstu atløgu viðgerast sum bústaðir. Serlig viðurskifti eru galdandi fyri t.d. skúlar og stovnar, sum eisini eru arbeiðspláss, og tí eisini skulu lúka krøvini fyri innrætting av arbeiðsplássum eitt nú krøv og vegleiðingar frá Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 2

Í bygningum, har arbeiðspláss verða innrættað, ið eru fevnd av ásetingunum í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi, skulu arbeiðsrúm innrættast í samsvari við krøvini í kap. 3.4.2, Arbeiðsrúm, kap. 3.4.3, Starvsfólkakøkar, kap. 3.4.4, Vesirúm og kap. 3.4.5, Baðirúm og skiftirúm.

 

Arbeiðsplássið skal harumframt lúka krøvini, sum eru ásett í kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum.

(3.4.1, stk. 2)

Kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum er givin við heimild í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi. Saman við kunngerðini hevur Arbeiðseftirlitið fleiri vegleiðingar, sum somuleiðis verður víst til.

 

Vælferðarfyriskipanir eiga ikki at vera til taks fyri onnur enn starvsfólk.

Stk. 3

Í alistøðum, ali- og rakstrarbygningum hjá landbúnaðinum, har arbeiðspláss verða innrættað, sum eru fevnd av løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi, skal arbeiðsplássið innrættast í samsvari við kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum.

 

Stk. 4

Bygningar, sum ikki eru fevndir av ásetingunum í kap. 3.3 ella kap. 3.4.1, stk. 1-3, skulu innrættast í samsvari við tey trygdar- og heilsuligu krøv, sum kommunali byggimyndugleikin í hvørjum einstøkum føri setur til innrætting av bygningunum.

 

Stk. 5

Á teimum hæddum í einum bygningi, har innrættað verða vesirúm, sum eru alment atkomulig ella eru til nýtslu hjá øðrum enn starvsfólki í bygninginum, skal í minsta lagi eitt av hesum vesirúmum lúka krøvini í pkt. 1-10.

 

Í minsta lagi eitt vesirúm, sum er innrættað eftir pkt. 1-10, skal innrættast í atkomuhæddini ella aðrari hædd við atgongd umvegis lyftu o.tíl.

 

1)       Atgongd uttan hæddarmun skal vera til vesirúmið.

2)       Fría hurðaropið inn til vesirúmið skal vera í minsta lagi 0,77 m.

3)       Hondvask og vesi skulu setast á hvør sín samankomandi vegg, so at persónur, sum situr á vesikummuni, kann røkka yvir til hondvaskið.

4)       Eitt frítt øki, sum er í minsta lagi 0,9 m breitt og uttan innbúgv á gólvi ella veggjum, skal vera á tí síðuni av vesikummuni, sum vendur burtur frá hondvaskinum.

5)       Eitt frítt øki við tvørmáti á í minsta lagi 1,5 m skal vera framman fyri vaskið, vesikummu og hurð.

6)       Vesikummusætið skal vera 0,48 m upp frá gólvinum.

7)       Flytiligir armstuðlar skulu vera 0,8 m upp frá gólvinum báðumegin við vesikummuna.

8)       Hondvask skal vera 0,8 m upp frá gólvinum. Frárenningin undir vaskinum skal ikki tarna nýtsluni.

9)       Undirkantur á spegli skal vera í mesta lagi 0,9 m upp frá gólvinum.

10)   Hurðin inn á vesið skal lættliga kunna latast upp og aftur.

(3.4.1, stk. 5)

Innrætting av vesum til rørslutarnað eigur at gerast sbrt. vegleiðingunum lýstar í atkomu minnislistanum hjá SBi, ”Tjekliste for vesi-rum”, sum er at finna á, www.sbi.dk/tilgaengelighed/tjeklister.

 

Niðanfyri sæst dømi um innrætting av vesirúmi til rørslutarnað.

 

 

 

 

 

 

 

 

Í sambandi við alment atkomuligar bygningar eigur talið av vesum at gerast við atliti at samlaða talinum av fólkum, sum nýta bygningin. Somuleiðis eigur fyrilit at takast fyri, hvat virksemi er í bygninginum.

 

Sum vegleiðing kann talvan niðanfyri nýtast, tá talan er um matstovur, ítróttarhallir o.tíl.:

Samlað tal av fólkum, ið samstundis nýta bygningin:

Minsta tal av vesum:

Minsta tal av vesum til koyristólsbrúkarar:

1-50

2

1

51-200

4

1

201-400

4-8

2

401-1000

8-16

2

1001-

16-

3-

Stk. 6

Við umbygging skal vesirúm, sum er fevnt av stk. 5, innrættast soleiðis, at tað kann nýtast av persónum í koyristóli. Í minsta lagi eitt vesirúm til fólk í koyristóli skal innrættast í atkomuhædd ella í aðrari hædd, sum hevur atgongd umvegis lyftu o.tíl.

 

Stk. 7

Í alment atkomuligum hølum og støðum við føstum áskoðaraplássum skal vera eitt hóskandi tal av áskoðaraplássum til fólk í koyristóli.

(3.4.1, stk. 7)

Ásetingin fevnir um konsertsalir, biografar, leikhús, kirkjur, ítróttastøð o.tíl., har føst áskoðarapláss eru sett upp.

 

Áskoðarapláss til fólk í koyristóli eiga at vera javnt býtt millum øll hini áskoðaraplássini og við møguleika fyri at sita saman við fylgjara. Tað skulu tó ongantíð vera færri enn tvey pláss til koyristólsbrúkarar.

 

Eitt hóskandi tal er umleið 1 % av øllum áskoðaraplássunum. Sum vegleiðing kann talvan niðanfyri nýtast, tá minsta talið av áskoðaraplássum til koyristólsbrúkarar verður sett:

Samlað tal av áskoðaraplássum:

Minsta tal av áskoðaraplássum til koyristólsbrúkarar:

0-100

2

101-300

3-4

301-1000

5-6

1001-

7-

 

 

 

 

3.4.2 Arbeiðsrúm

Stk. 1

Arbeiðsrúm skulu í stødd, rúmhædd og rúmvídd vera soleiðis, at arbeiðið kann fara fram á tryggan hátt í mun til tað, sum rúmið verður brúkt til og til talið av starvsfólkum, sum vanliga arbeiða í rúminum.

 

(3.4.2, stk. 1)

Kravið kann lúkast við, at sjálvt smá arbeiðsrúm verða gjørd við einari fríari loftshædd á í minsta lagi 2,5 m og hava eina rúmvídd á í minsta lagi 12 m³ fyri hvønn persón, sum arbeiðir í rúminum.

Um so er, at tað í einum arbeiðsrúmi kunnu vera munandi fleiri fólk enn tey, sum arbeiða í rúminum, eigur rúmvíddin at økjast samsvarandi talinum av hesum fólkum.

Kommunali byggimyndugleikin kann loyva, at rúmvíddin verður minkað, um so er, at munadygt mekaniskt luftskifti verður sett upp í rúminum, tó eigur rúmvíddin í hesum førum ikki at vera undir 8 m³ pr. persón.

Við arbeiðsrúm skilst eitt og hvørt rúm, har ið arbeitt verður.

Stk. 2

Stødd og rúmvídd í vanligum flokshølum í skúlum og tilhaldsrúmum í barnaansingarstovnum skulu vera nøktandi í mun til talið av børnum og starvsfólkum.

Tilhaldsrúm í barnaansingarstovnum skulu í minsta lagi hava eina fría gólvvídd á 3 m2 pr. barn í vøggustovum og 2 m2 pr. barn í barnagørðum.

Vanlig flokshøli í skúlum – við munadyggum luftskifti – skulu hava rúmvídd á í minsta lagi 6 m3 pr. persón.

(3.4.2, stk. 2)

Í útrokning av rúmvíddini verða bara teir partar av rúminum, har ið tað við atliti at loftshæddini er loyvt at innrætta arbeiðspláss, íroknaðir. Harafturat eigur atlit at takast at maskinum, innbúgvi og lutum á goymslu o.ø., sum taka rúmd.

 

Tann parturin av rúminum, sum liggur meira enn 4,0 m yvir gólvinum, er ikki íroknaður, tá ið rúmvíddin verður útroknað.

 

Viðvíkjandi luftskiftisviðurskiftum á dagstovnum og í vanligum flokshølum í skúlum verður víst til kap. 6.3.1.3, stk. 1-2.

Stk. 3

Tá bygt verður inn í lendið skal tryggjast, at inniumhvørvið í tilhaldsrúmum á dag- og samdøgursstovnum og í vanligum flokshølum í skúlum er nøktandi. Víst verður til kap. 4, Konstruktiónir og kap. 6, Inniumhvørvi.

 

 

 

3.4.3 Starvsfólkakøkar

Stk. 1

Har ið arbeiðið krevur, at starvsfólkakøkur verður innrættaður, skal hann vera lætt atkomiligur í mun til arbeiðsplássini.

 

(3.4.3, stk. 1)

Sbrt. kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum skulu starvsfólkakøkar/matstovur gerast á øllum arbeiðsplássum, har fólk arbeiða.

Starvsfólkakøkar mugu ikki hava beinleiðis atgongd til vesirúm ella forrúm til vesirúm.

Stk. 2

Starvsfólkakøkar skulu hava vask og kókiútbúnað og hava vindeygu, sum eru sett soleiðis, at síggjast kann út á kringumstøðurnar.

 

 

 

3.4.4 Vesirúm

Stk. 1

Atgongd frá arbeiðs- og tilhaldsrúmi til vesirúm skal vera gjøgnum forrúm.

(3.4.4, stk. 1)

Forrúm kann vera felags fyri fleiri vesirúm.

 

Stk. 2

Talið av vesum skal lagast til talið av starvsfólkum.

(3.4.4, stk. 2)

Kravið kann lúkast við innrætting av í minsta lagi einum vesi fyri hvørji 15 starvsfólk. Eru standikummur til mannfólk, kann talið av vesum minkast til eitt fyri hvørji 20 starvsfólk. Talið av standikummum eigur í tílíkum førum at vera í minsta lagi ein fyri hvønn 20. mann.

 

Serstøk vesi skulu vera til ávikavist mannfólk og konufólk uttan so, at hvørt einstakt vesi er í einum sjálvstøðugum rúmi við forrúmi uttan standikummur.

Stk. 3

Vesirúm ella forrúm til vesi skulu hava hondvask.

 

Stk. 4

Í skrivstovu- og fyrisitingarbygningum skal, á teimum hæddum har sum vesirúm eru innrættað, í minsta lagi eitt teirra lúka krøvini í kap. 3.4.1, stk. 5.

 

Í minsta lagi eitt vesirúm, sum er innrættað eftir kap. 3.4.1, stk. 5, skal innrættast í atkomuhæddini ella aðrari hædd við atgongd umvegis lyftu o.tíl.

(3.4.4, stk. 4)

Víst verður til tekningar í kap. 3.4.1, stk. 5.

 

 

 

Stk. 5

Við umbygging skal vesirúm, sum er fevnt av stk. 4, innrættast soleiðis, at tað kann nýtast av persónum í koyristóli. Í minsta lagi eitt vesirúm til fólk í koyristóli skal innrættast í atkomuhæddini ella í aðrari hædd, sum hevur atgongd umvegis lyftu o.tíl.

 

 

 

3.4.5 Baðirúm og skiftirúm

Stk. 1

Har baðirúm skulu innrættast sbrt. kap. 3.4.1. stk. 2, skal talið av brúsum lagast eftir starvsfólkatalinum og vera hóskandi innrættað. Skiftirúm skulu gerast í samband við baðirúm.

 

(3.4.5, stk. 1)

Kravið kann lúkast við at innrætta í minsta lagi eina brúsu fyri hvørji 10 starvsfólk. Skiftirúm eiga at verða skildrað frá baðirúminum.

 

Sbrt. kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum skulu kvinnur og menn annaðhvørt hava baðirúm hvør sær, ella hava møguleika at nýta baðirúmið hvør sær.

Stk. 2

Vesirúm skulu gerast í samband við baðirúm.

 

Stk. 3

Í vinnuvirkjum, har arbeiðið er skitið og heilsuvandamikið, skal hóskandi tal av frítt atkomiligum hondvøskum setast upp.

 

(3.4.5, stk. 3)

Kravið kann lúkast við at seta upp í minsta lagi eitt hondvask fyri hvørji 5 starvsfólk. Hondvøsk í vesirúmum ella í forrúmum, sum kunnu læsast, verða ikki íroknað.

Stk. 4

Í baðirúmum og rúmum, har vaskipláss er, skal frárenning vera í gólvinum.

 

 

 

3.5 Atkomulig innrætting av tænastuveitandi útbúnaði

Stk. 1

Tænastuveitandi útbúnaður til almenningin, so sum sjálvtøkur, gjalds- og postgreiðslur o.tíl., skal setast upp soleiðis, at øll fólk kunnu brúka hesar, eisini fólk, sum ikki hava fullan førleika.

 

Stk. 2

Støðuplássið framman fyri útbúnaði, sum lýst í stk. 1, skal vera vatnrætt og í minsta lagi 1,3 m x 1,3 m. Hæddarmunir í lendinum skulu javnast.

(3.5, stk. 2)

Víst verður til ásetingarnar um atkomuviðurskifti í óbygdum økjum í kap. 2, Byggiregulerandi ásetingar. Ásetingin kann lúkast við, at lendið verður javnað, og rampur verða gjørdar, sum lýst í kap. 3, Innrætting av bygningum.

Stk. 3

Útbúnaður, sum lýstur í stk. 1, skal í hædd vera soleiðis, at fólk í koyristóli kunnu brúka hann.

(3.5, stk. 3)

Kravið kann eisini lúkast við, at útbúnaðurin lættliga kann stillast i hædd.

 

 

3.6 Hotell o.a.

Stk. 1

Á hotellum, gistingarhúsum og líknandi bygningum skal í minsta lagi 5. hvørt seingjarpláss við egnum vesi- og baðirúmi vera nýtiligt hjá fólki í koyristóli sbrt. kap. 3.3.2, stk. 1.

(3.6, stk. 1)

Innrætting av vesi- og baðirúmum fyri rørslutarnað er lýst í ”SBi-anvisning 222, Tilgængelige boliger”.

Stk. 2

Í bygningum, sbrt. stk. 1, við 10-20 seingjarplássum skulu innrættast í minsta lagi 2 seingjarpláss við egnum vesi- og baðihentleikum, sum eru fult atkomulig hjá fólki í koyristóli.

(3.6, stk. 2)

Við seingjarpláss skilst ein song, sum stendur á gólvinum. Uppreiðingar, sovisofur og koyggjusengur verða ikki roknaðar sum seingjarpláss. Sengur, sum eru 140 cm breiðar, verða roknaðar sum dupultsengur.

 

Seingjarpláss við egnum vesi- og baðirúmi til rørslutarnað verður lýst í atkomu minnislistanum hjá SBi, ”Tjekliste for sengepladser med egne wc- og badefaciliteter i hoteller m.v”, sum er at finna á www.sbi.dk/tilgaengelighed/tjeklister.

 

Innrætting av atkomuligum seingjarplássum við egnum vesi- og baðirúmi skal lúka krøvini í kap. 3.4.1, stk. 5, umframt niðanfyri nevndu krøv:

-          Atgongd uttan hæddarmun skal vera til kamarið og til vesi- og baðirúmið.

-          Møguleiki skal vera fyri at koma runt í kamarinum við koyristóli. Eitt frítt øki við tvørmáti á 1,5 m skal vera við síðurnar av songini og framman fyri hurðini, leyst av økinum, har hurðin gongur. Hetta er galdandi fyri hurðar bæði til kømur við seingjarplássum og tilhoyrandi vesi- og baðirúm.

-          Baðistólur, sum kann stillast í hædd, skal vera til taks. Ella skal annar møguleiki vera, sum tryggjar, at fólk í koyristóli kunnu nýta baðihentleikarnar.

-          Møguligur kantur millum gólvið í baðirúmi og brúsuna skal í mesta lagi vera 25 mm. Sí eisini kap. 4.6, stk. 5 um vátrúm.

 

Stk. 3

Í bygningum, sbrt. stk. 1, við 21-40 seingjarplássum skulu innrættast í minsta lagi 4 seingjarpláss við egnum vesi- og baðihentleikum, sum eru fult atkomulig hjá fólki í koyristóli

(3.6, stk. 3)

Víst verður til stk. 2.

Stk. 4

Í bygningum, sbrt. stk. 1, við meira enn 40 seingjarplássum skulu fyri hvørji 20 seingjarpláss, sum koma afturat, innrættast í minsta lagi eitt seingjarpláss við egnum vesi- og baðihentleikum, sum er fult atkomuligt hjá fólki í koyristóli.

 

Bygningar, innrættaðir við í minsta lagi 10 seingjarplássum við egnum vesi- og baðihentleikum, sum eru fult atkomulig fyri fólk í koyristóli, skulu lúka krøvini í stk. 1-3, sama hvat talið av seingjarplássum annars er.

(3.6, stk. 4)

Talið av fult atkomuligum seingjarplássum við egnum vesi- og baðihentleikum verður ásett sbrt. talvuni niðanfyri:

Tal av seingjarplássum í bygninginum:

Tal av fult atkomuligum seingjarplássum:

10-20

2

21-59

4

60-79

5

80-99

6

100-119

7

120-139

8

140-159

9

160-

10

 

 

 

 

Stk. 5

Altanir við atkomu frá rúmum, sum eru nevnd í stk. 1, skulu gerast soleiðis, at fólk í koyristóli kunnu nýta tær.

 

 

 

4 Konstruktiónir

4.1 Alment

Stk. 1

Bygningar skulu gerast soleiðis, at nýtslu-, trygdar-, haldgóðsku- og heilsuligu viðurskiftini eru nøktandi. Arbeiðið skal gerast handverksliga rætt. Tilfarið, ið brúkt verður, skal vera gagnligt til endamálið.

(4.1, stk. 1)

Eitt byggiarbeiði er fullgott greitt úr hondum, tá tað, umframt vissu fyri haldgóðari styrki, støðufesti og heilsuligum viðurskiftum, eisini fevnir um verju ímóti skaðadjórum, so sum rottum o.ø.

 

Ásetingarnar fevna eisini um byggitíðina, har arbeiðið eigur at verða skipað soleiðis, at byggingin er trygg, meðan bygt verður, íroknað, at byggingin ikki rapar og tílíkt.

 

Samlaða bygningskonstruktiónin skal vera lufttøtt við atliti at orkunýtsluni, sí kap. 7, Orka.

Stk. 2

Bygningskonstruktiónir skulu dimensjónerast og gerast soleiðis, at tær kunnu standa ímóti øllum vanligum statiskum og dynamiskum ávirkanum.

(4.1, stk. 2)

Atlit at øðrum viðurskiftum, sum t.d. ljóð- og brunaviðurskifti kunnu eisini vera dimensjónerandi.

Stk. 3

Planering skal gerast á tryggan hátt, so skaðar ikki henda orsakað av flytingum í lendinum.

 

Planering undir kloakk- og veitingarleiðingum, grundstøðinum o.tíl. skal gerast so, at tað er haldgott og frosttrygt.

(4.1, stk. 3)

Í sambandi við frosttrygging av undirstøðinum eiga loysnirnar at vera so mikið góðar og álítandi, at frosttryggingin heldur so leingi, bygningurin stendur.

 

Serlig atlit skulu takast at brattlendi.

Stk. 4

Tekjur og ervaljós skulu gerast soleiðis, at tað ikki er møguligt at detta niður ígjøgnum tekjuna/ervaljósið.

 

Stk. 5

Við ráðlegging, prosjektering, útbjóðing og gerð av bygningskonstruktiónum skulu átøk gerast, sum, við atliti at veðurlagnum, eru neyðug fyri at gera eitt fullgott arbeiði.

(4.1, stk. 5)

Ásetingin er m.a. við til at tryggja, at vátt og vætuviðkvæmt tilfar, og tilfar og bygningslutir við blámusoppi ikki verður innbygt. Tað kann t.d. gerast soleiðis, at byggingin fer fram undir fullkomnari verju fyri regni o.ø. og hóskandi varðveitslu av byggitilfari. Ein hóskandi góðskutryggingarskipan hevur eisini stóran týdning í hesum sambandi.

 

Virkiskravið kann t.d. verða lokið við:

 

- At í ráðleggingar- og prosjekteringstíðini verður lagdur dentur á at sleppa undan tilfari og byggitøkniligum loysnum, sum eru óneyðuga vætuviðkvæmar.

 

- At í útbjóðingar- og tíðarætlanini greitt verður sett tíð av til neyðugu turkingina av byggitilfari og konstruktiónum.

 

- At byggiharrin, um gjørligt áðrenn útbjóðingina, fremur eina meting av, um tað loysir seg at seta upp verju fyri regni o.ø. í byggitíðini.

 

- At byggiharrin við útbjóðing í fakentreprisu skipar fyri felags høli til at goyma vætuviðkvæmt tilfar í.

Stk. 6

Bygningskonstruktiónir og byggitilfar mugu ikki innihalda vætu, sum, tá flutt verður inn í bygningin, kann hava við sær vanda fyri vøkstri av blámusoppi.

(4.1, stk. 6)

Kravið er við til at minka um vandan fyri, at flutt verður inn í ov ráligar bygningar og vandan fyri vøkstri av blámusoppi. Hetta er galdandi fyri bæði nýbygging og umbygging. Tá hættisliga vætuinnihaldið í tilfarinum verður greinað, eigur atlit eisini at takast at møguligum yvirflatu­skitti. Kravið eigur at síggjast í samanhangi við stk. 5.

 

 

4.2 Dimensjónering av konstruktiónum

Stk. 1

Dimensjónering av konstruktiónum skal gerast við grundarlagi í niðanfyri nevndu evrokotum við tilhoyrandi donskum tillagingum (anneksum):

 

“DS/EN 1990, Projekteringsgrundlag for bærende konstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1990 DK NA”

 

“DS/EN 1991-1-1, Densiteter, egenlast og nyttelast for bygninger”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-1 DK NA”

 

“DS/EN 1991-1-2, Brandlast”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-2 DK NA”

 

“DS/EN 1991-1-3, Snelast”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-3 DK NA”

 

“DS/EN 1991-1-4, Vindlast”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-4 DK NA”

 

“DS/EN 1991-1-5, Termiske laster”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-5 DK NA”

 

“DS/EN 1991-1-6, Last på konstruktioner under udførelse”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-6 DK NA”

 

“DS/EN 1991-1-7, Ulykkeslast”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-7 DK NA”

 

“DS/EN 1992-1-1, Betonkonstruktioner, Generelle regler samt regler for bygningskonstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1992-1-1 DK NA”

 

“DS/EN 1992-1-2, Betonkonstruktioner, Brandteknisk dimensionering”, við tilhoyrandi “DS/EN 1992-1-2 DK NA”

 

“DS/EN 1992-3, Betonkonstruktioner til opbevaring af væsker og pulvere”, við tilhoyrandi “DS/EN 1992-3 DK NA”

 

“DS/EN 1993-1-1, Stålkonstruktioner, Generelle regler samt regler for bygningskonstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-1 DK NA”

 

“DS/EN 1993-1-2, Stålkonstruktioner, Brandteknisk dimensionering”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-2 DK NA”

 

“DS/EN 1993-1-3, Stålkonstruktioner, koldformede elementer og beklædning af tyndplader”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-3 DK NA”

 

“DS/EN 1993-1-4, Stålkonstruktioner, Rustfrit stål”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-4 DK NA”

 

“DS/EN 1993-1-5, Stålkonstruktioner, Pladekonstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-5 DK NA”

 

“DSEN 1993-1-6, Stålkonstruktioner, Styrke og stabilitet af skalkonstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-6 DK NA”

 

“DS/EN 1993-1-7, Stålkonstruktioner, Styrke og stabilitet af pladekonstruktioner med tværbelastning”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-7 DK NA”

 

“DS/EN 1993-1-8, Stålkonstruktioner, Samlinger”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-8 DK NA”

 

“DS/EN 1993-1-9, Stålkonstruktioner, Udmattelse”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-9 DK NA”

 

“DS/EN 1993-1-10, Stålkonstruktioner, Materialesejhed og egenskaber i tykkelsesretningen”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-10 DK NA”

 

“DS/EN 1994-1-1, Kompositkonstruktioner, Generelle regler samt regler for bygningskonstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1994-1-1 DK NA”

 

“DS/EN 1994-1-2, Kompositkonstruktioner, Brandteknisk dimensionering”, við tilhoyrandi “DS/EN 1994-1-2 DK NA”

 

“DS/EN 1995-1-1, Trækonstruktioner, Almindelige regler samt regler for bygningskonstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1995-1-1 DK NA”

“DS/EN 1995-1-2, Trækonstruktioner, Brandteknisk dimensionering”, við tilhoyrandi “DS/EN 1995-1-2 DK NA”

 

“DS/EN 1996-1-1, Murværkskonstruktioner, Generelle regler for armeret og uarmeret murværk”, við tilhoyrandi “DS/EN 1996-1-1 DK NA”

 

“DS/EN 1996-1-2, Murværkskonstruktioner, Brandteknisk dimensionering”, við tilhoyrandi “DS/EN 1996-1-2 DK NA”

 

“DS/EN 1996-2, Murværkskonstruktioner, Designbetragtninger, valg af materialer og udførelse af murværk”, við tilhoyrandi “DS/EN 1996-2 DK NA”

 

“DS/EN 1997-1, Geoteknik, Generelle regler”, við tilhoyrandi “DS/EN 1997-1 DK NA”

 

“DS/EN 1999-1-1, Aluminiumkonstruktioner, Generelle regler”, við tilhoyrandi “DS/EN 1999-1-1 DK NA”

 

“DS/EN 1999-1-2, Aluminiumkonstruktioner, Brandteknisk dimensionering”, við tilhoyrandi “DS/EN 1999-1-2 DK NA”

 

“DS/EN 1999-1-3, Aluminiumkonstruktioner, Udmattelse”, við tilhoyrandi “DS/EN 1999-1-3 DK NA”

(4.2, stk. 1-4)

Konstruktivu dimensjóneringarnar í byggingum skulu gerast av fólki, sum eru før til tess. Hesi kunnu vera verkfrøðingar ella onnur, sum kommunali byggimyndugleikin metir hava nóg góðan førleika til tess.

 

Vísast kann til “SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner”.

 

”DS/EN 1992-3, Betongkonstruktioner til opbevaring af væsker og pulvere” við tilhoyrandi “DS/EN 1992-3 DK NA” inniheldur uppískoytisreglur fyri dimensjónering av betongkonstrukti­ónum til goymslu av løgi og pulvuri, og eisini aðrar betongkonstruktiónir við kravi um vætutættleika.

 

Fyri tjøld og líknandi fyribils konstruktiónir kann vísast til ”DS/EN 13782, Midlertidige konstruktioner – Telte – Sikkerhed”. Tá fyrisett mát (normir/standardir) verða nýtt, skal atlit takast at teimum í stk. 1 nevndu evrokotum og donskum tillagingum.

 

Av tí, at Føroyar ikki hava serstakan føroyskan norm fyri dimensjónering av vindi, so eiga vindmátingarnar í skjal 1B at verða brúkar sum grundarlag, tá konstruktiónir verða dimensjóneraðar í Føroyum. Skjalið er brot úr rapportini, “GEM, Onshore Climate Review for the Faroe Islands, 2001”.

 

Stk. 2

Tá betongkonstruktiónir verða dimensjóneraðar, skulu niðanfyri nevndu evrokotur nýtast:

 

”DS/EN 206-1, Beton, specifikation, egenskaber, produktion og overensbestemmelse”.

 

”DS 2426 Beton, – Materialer – Regler for anvendelse af DS/EN 206 i Danmark”

 

Stk. 3

Tá ið konstruktiónir úr lættbetong verða dimensjóneraðar, skal niðanfyri nevnda evrokota nýtast:

”DS/EN 1520, Præfabrikerede armerede elementer af letklinkebeton med åben struktur” við tilhoyrandi ”DS/EN 1520 DK NA”

 

Stk. 4

Tá ið konstruktiónir úr autoklaveraðum lættbetongi verða dimensjóneraðar, skal niðanfyri nevnda evrokota nýtast:

 

”DS/EN 12602, Præfabrikerede armerede komponenter af autoklaveret porebeton” við tilhoyrandi ”DS/EN 12602 DK NA”

(4.2, stk. 4)

Við autoklaverað lættbetong skilst lættbetong við ikki lívrunnum poknutum tilfari (uorganiske porøse tilslag).

Stk. 5

Vikið kann verða frá ásetingunum í stk. 1, tá tað verður skjalprógvað fyri kommunala byggimyndugleikanum, at frávikið er ráðiligt.

 

Stk. 6

Um tilfar og konstruktiónir verða nýttar, sum ikki eru fevndar av evrokotum sbrt. stk. 1, skal tað skjalprógvast á annan hátt, at tey trygdarligu viðurskiftini verða nøktandi.

(4.2, stk. 6)

Í samband við skjalprógv verður víst til “SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner”.

 

Royndarúrslit, fyrisett mát (standardir/normar) ella viðurkendar ávísingar og vegleiðingar kunnu við fyrimuni vera partur av skjalpróvnum við teirri treyt, at trygdarstøðið, íroknað møguligt eftirlit frá triðjamanni, samsvarar støðið, nevnt í stk. 1-4.

Stk. 7

Bilhús, bilskýli, yvirtaktar terassur, úthús, vakstrarhús og líknandi bygningar, umframt tøknihús til ravtøknilig samskiftisnet ella tænastur við eini vídd á hægst 50 m2 kunnu verða gjørdir, uttan at styrki og støðufesti er skjalprógvað við útrokning.

(4.2, stk. 7)

Bygningarnir eru tó framvegis fevndir av kap. 4.1.

Stk. 8

Fyri vakstrarhús í samband við garðyrki og fyri tjaldtaktar bingjur at goyma flótandi húsdjóratøð (mykjutøð) í, er stk. 1 galdandi við tí tillaging, at krøvini til kavalast kunnu minkast við 65 %.

 

 

 

4.3 Glaspartí, glasflatur og glaskonstruktiónir

Stk. 1

Glaspartí, glasflatur og glaskonstruktiónir skulu gerast og dimensjónerast soleiðis, at tað fáast trygdarliga nøktandi umstøður ímóti persónskaðum.

(4.3, stk. 1)

Ásetingin fevnir um gerð og dimensjónering av glasi á tøkum, veggjum, framsíðum, hurðum, vindeygum, verjum o.ø.

 

Glaspartí á veggjum, glashurðar og glaspartí við hurðar eiga at verða merkt ella avbyrgd, soleiðis at merkingin sæst væl og er týðilig fyri øllum, eisini sjónveikum. Vísast kann til ”SBI-anvisning 230, Anvisning om bygningsreglement 2010, afsnit 4.3”.

 

Um verja verður nýtt í samband við glaspartí til trygging av persónsskaðum, eiga verjurnar at verða gjørdar sbrt. ásetingunum í kap. 3, Innrætting av bygningum.

 

Vísast kann harafturat til ”DS/INF 119, Bygningsglas – Retningslinier for valg og anvendelse af sikkerhedsglas – Personsikkerhed”.

 

 

4.4 Spælireiðskapur o.tíl. á spæliplássum

Stk. 1

Spælireiðskapur o.tíl. á spæliplássum, sum eru alment atkomulig, skal sniðgevast og dimensjónerast soleiðis, at trygdar- og heilsuligu umstøðurnar ímóti persónsskaðum vera nøktandi.

(4.4, stk. 1)

Í samband við reiðskap á spæliplássum kann vísast til niðanfyri nevndu evrokotur:

 

“DS/EN 1176, del 1-7 Legepladsudstyr”

 

“DS/EN 1177, Stødabsorberende legepladsunderlag – Sikkerhedskrav og prøvningsmetoder”

 

“DS/EN 12572, Kunstige klatrevægge – sikringspunkter, stabilitetskrav og prøvningsmetoder”

 

Í omanfyri nevndu evrokotum eru tilskilaðar ásetingar, sum eiga at vera loknar, fyri í mest møguligan mun at verja fyri vanda, sum kann vera tengdur at, at børn nýta spælireiðskap á spæliplássum. Aðrar tøkniligar ásetingar kunnu nýtast, um trygdarligu umstøðurnar vera nøktandi samsvarandi.

 

Ásetingin fevnir eisini um rennifjalabreytir o.a.

 

 

4.5 Væta og haldføri

Stk. 1

Bygningar skulu gerast soleiðis, at vatn og væta ikki føra við sær skaðar á bygningin, íroknað vánaligt haldføri ella heilsuligar trupulleikar, sí somuleiðis kap. 6, Inniumhvørvi.

(4.5, stk. 1)

Vætuárin kunnu koma frá regni, kava, omanávatni, vatni í lendinum, vátum byggitilfari, ávirkan av nýtsluvatni og slavnari luft.

Stk. 2

Bygningar skulu tryggjast ímóti skaðiligari upphópan av vætu frá inniluftini. Bygningar skulu harafturat tryggjast ímóti vætu frá lendinum.

 

Stk. 3

Bygningar skulu tryggjast ímóti omanávatni og takvatni, við at leiða tað burtur.

 

Bygningar skulu verjast fyri vatni frá lendinum og omanávatni, sum setur inn ímóti bygninginum.

 

Verður drenað kring bygningin, skal drenið gerast sbrt. ”DS 436 Norm for dræning af bygværker m.v.”

(4.5, stk. 3)

Viðvíkjandi frárenningarskipanum verður víst til kap. 8.4.3.

Stk. 4

Klimaskermurin skal gerast soleiðis, at regn og távatn frá kava ikki treingja inn. Tøk skulu gerast soleiðis, at regn og távatn frá kava renna frá á fullgóðan hátt. Takvatn skal leiðast til frárenningarskipanir umvegis takrennur og/ella rennustokkar.

 

Kommunali byggimyndugleikin kann geva frávik frá ásetingini, tá ið talan er um bygningar, sum liggja serliga frítt fyri, íroknað summarhús, bilhús, úthús og líknandi smærri bygningar, treytað av, at tað ikki er til ampa fyri vegøkir ella grannagrundøkir.

(4.5., stk. 4)

Klimaskermurin fevnir um m.a. tekjur, útveggir, hurðar, vindeygu og lendisgólv.

Stk. 5

Vátrúm, so sum baðirúm, grovkøkar og vesirúm við gólvfrárenning, skulu lúka hesi krøv:

1)       Gólv og veggir skulu gerast soleiðis, at tey kunnu standa ímóti vætuárini og mekaniskum og evnisligum ávirkanum, sum vanliga koma fyri í vátrúmum.

2)       Gólv og gólválegging, íroknað samankomingar, íbindingar, rørgjøgnumføringar o.tíl., skal gerast vatntætt.

3)       Veggir og veggjaklæðing, herundir samankomingar, íbindingar, rørgjøgnumføringar o.tíl. skulu gerast vatntættir í tí partinum av rúminum, har vatnárinið er.

4)       Samankomingar millum veggir og gólv skulu somuleiðis gerast vatntættar.

5)       Gólv í vátrúmi skal gerast við halli, soleiðis at vatn verður leitt til gólvfrárenning.

6)       Í tí partinum av vátrúminum, har áhaldandi vatnárin kann væntast, mugu rørgjøgnumføringar ikki gerast í gólvinum.

7)       Við nýtslu av løttum veggjum og gólv- og veggkonstruktiónum, sum eru gjørdar av træ ella øðrum lívrunnum tilfari, skal hóskandi vatntættingarskipan nýtast.

(4.5, stk. 5)

Legg til merkis, at vesirúm uttan gólvfrárenning ikki eru at rokna sum vátrúm.

 

Roknast má við, at økið í og uttan um brúsu og baðikar javnan vera fyri vatnárini.

 

Vísast kann til ”SBi anvisning 200, Vådrum”, sum lýsir, hvussu gólv og veggir í vátrúmum eiga at verða gjørd, umframt dømir um ráðlegging, prosjektering og gerð av baðirúmum í nýggjum og gomlum bústøðum.

 

 

4.6 Byggipláss

Stk. 1

Byggipláss skulu innrættast soleiðis, at tey ikki eru til bága fyri økið uttanum, íroknað eisini vegir og gongubreytir.

 

Innkoyringar til byggipláss skulu gerast á fullgóðan hátt og verða hildnar í góðum standi.

(4.6, stk. 1)

Vísast kann til “ABF 06 - § 10, stk. 6”, sum umtalar “Serlig vetrar- og onnur tiltøk”.

 

Somuleiðis kann vísast til kunngerð um reglur fyri byggipláss og líknandi arbeiðspláss.

Stk. 2

Brunatrygdin skal vera nøktandi á byggiplássum, og meðan bygging fer fram.

(4.6, stk. 2)

M.a. kann vísast til, ”Bygge- og Boligstyrelsens cirkulære om instruks for brandværns-foranstaltninger under byggearbejder på fredede bygninger” og ”Dansk Brand- og sikringsteknisk Instituts brandtekniske vejledning nr. 10, Varmt arbejde”.

 

 

5 Brunaviðurskifti

5.1 Alment

Stk. 1

Bygningar skulu gerast, innrættast og vera úr tílíkum tilfari, at teir til eina og hvørja tíð geva nøktandi trygd móti eldi, og at eldurin ikki breiðir seg til aðrar bygningar á sama grundøki og til grannabygningar.

 

Bygningar skulu til eina og hvørja tíð geva fólki, sum eru inni, góða trygd og góðar møguleikar at sleppa til rýmingar, tá eldur er í. Góðar umstøður skulu somuleiðis vera at bjarga fólkum og djórum út, umframt at sløkkja eld.

 

Er talan um eldhættisligt og vandamikið virksemi, sbrt. § 37 í løgtingslóg um tilbúgving, skal kommunali byggimyndugleikin eftir sína viðgerð av málinum senda eitt eintak til VØRN til endaliga viðgerð.

(5.1, stk. 1)

Brunatøkniliga skjalatilfarið, sum kommunali byggimyndugleikin hevur rætt at krevja í sambandi við umsókn um byggiloyvi, er lýst í kap. 1.3.1.

 

Viðvíkjandi brunatrygd í vanligari bygging, so sum einbýlishúsum, raðhúsum, frítíðarhúsum umframt alistøðum og ali- og rakstrar-bygningum hjá landbúnaðinum, kann vísast til donsku “Erhvervs- og Byggestyrelsens Eksempelsamling om brandsikring af byggeri”. Tá talan er um meira óvanliga bygging, kann vísast til donsku “Erhvervs- og Byggestyrelsens Information om brandteknisk dimensionering”.

 

“Eksempelsamling om brandsikring af byggeri” lýsir dømir um serstøk krøv til gerð og innrætting av bygningspørtum, og tryggjar, at brunatrygdarstøðið í bygningsreglugerðini verður gingið á møti.

 

“Information om brandteknisk dimensionering” lýsir hættir, sum kunnu vísa á, at brunatrygdarstøðið í bygningsreglugerðini verður gingið á møti.

 

Fyri eldhættisligt og vandamikið virksemi í bygningum kann vísast til § 37 í løgtingslóg um tilbúgving. Við eldhættisligt og vandamikið virksemi skilst goymsla, framleiðsla, viðgerð, handfaring ella nýtsla av spreingikvæmum, eldfimum ella eldførum løgi, ella luftevnum ella øðrum vandaevnum.

 

Í sambandi við eldhættisligt og vandamikið virksemi í bygningum kann vísast til serfyriskipanina:

-          Serfyriskipan fyri eldfiman løg.

 

Harumframt kann vísast til tær donsku ”bekendtgørelser” og “tekniske forskrifter”, sum eru:

-       “Brandfarlige væsker” (einans galdandi fyri sproytumáling og -lakkering)

-       “Gasser”

-       “Træbearbejdning og træoplag”

-       “Plastforarbejdning og plastoplag”

-       “Korn- og foderstofvirksomheder”

-       “Fremstilling og oplagring af mel”

-       “Visse brandfarlige virksomheder og oplag”

-       “Højlagre”

-       “Opbevaring af visse former for nitrocellulose”

-       “Opbevaring af chlorater og perchlorater”

-       “Opbevaring af faste ammoniumnitratholdige produkter med højt nitrogenindhold”

 

Ásetingarnar í byggilógini taka støði í trygdini fyri fólk og djór. Ásetingarnar í bygningsreglugerðini skulu tískil tryggja fólkum at sleppa út og burtur frá bygningum, og at rímilig viðurskifti eru til bjarging av fólkum og djórum. Somuleiðis eru bygningurin og virðini í bygninginum tryggjað, um bygningurin er bygdur eftir brunaásetingunum.

 

Krøvini til m.a. persónstrygd og átaksmøguleikar hjá sløkkiliðnum eru sera tætt knýtt at vandanum av eldspjaðing og støðufesti í bygninginum, sum somuleiðis er avgerandi fyri virðistryggjanina. Tað kann verða neyðugt við eyka tiltøkum, um serlig atlit skulu takast at virðistryggingini í bygninginum.

Stk. 2

So leingi bygningurin stendur, skal brunatrygdin haldast við líka og virka á fullgóðan hátt.

(5.1, stk. 2)

Fyri at halda brunatrygdina, so leingi bygningurin stendur, eigur støðugt eftirlit at verða gjørt av teimum brunatøkniligu innleggingunum og bygningslutunum.

 

Fyri bygningar sbrt. “Eksempelsamling om brandsikring af byggeri” eru rakstrarreglurnar hjá VØRN galdandi.

 

Fyri bygningar sbrt. “Information om brandteknisk dimensionering” eigur rakstrar-, eftirlits- og viðlíkahaldsætlan (REV) at verða gjørd.

 

Fyri bygningar sbrt. brunatøkniligum serfyriskipanum eru serfyriskipanirnar hjá VØRN galdandi, umframt tær donsku ”tekniske forskrifter” og ”bekendtgørelser”, sum lýstar í stk. 1.

 

Rakstrarreglur v.m. skulu tryggja, at mannagongdir eru fyri, at brunatøkniligar skipanir altíð verða hildnar við líka og eru virknar, so leingi bygningurin er í nýtslu.

 

Rakstrarreglur skulu m.a. fevna um:

a)       Kunning um brunatøkniligu skipanina

b)       Nýtsluvegleiðing/handfaring

c)       Viðlíkahald og regluligt eftirlit

d)       Royndarkanning (Kanning í roynd og veru)

 

 

5.1.1 Nýtsluflokkar

Stk. 1

Hvør bygningspartur skal vísa til ein av niðanfyri nevndu nýtsluflokkum treytað av veruligu nýtsluni av bygningspartinum:

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Nýtsluflokkur 1:

Eyðkennið fyri bygging í nýtsluflokki 1 er, at byggingin er innrættað til dagtilhald, har fólk halda til, sum kenna rýmingarleiðirnar í bygninginum og sjálvhjálpin kunnu koma sær út og burturfrá.

 

 

Nýtsluflokkur 2:

Eyðkennið fyri bygging í nýtsluflokki 2 er, at byggingin er innrættað til dagtilhald til fá fólk í hvørjum tilhaldshøli sær. Tey, ið halda til í hesum, nýtast ikki at kenna til rýmingarleiðirnar í bygninginum, men kunnu sjálvhjálpin koma sær út og burturfrá.

 

Nýtsluflokkur 3:

Eyðkennið fyri bygging í nýtsluflokki 3 er, at byggingin er innrættað til dagtilhald til nógv fólk í hvørjum tilhaldshøli sær. Tey, ið halda til í hesum, nýtast ikki at kenna til rýmingarleiðirnar í bygninginum, men kunnu sjálvhjálpin koma sær út og burturfrá.

 

Nýtsluflokkur 4:

Eyðkennið fyri bygging í nýtsluflokki 4 er, at byggingin er innrættað til náttartilhald. Fólk, ið halda til í hesum, kenna til rýmingarleiðirnar í bygninginum, og kunnu sjálvhjálpin koma sær út og burturfrá.

 

Nýtsluflokkur 5:

Eyðkennið fyri bygging í nýtsluflokki 5 er, at byggingin er innrættað til náttartilhald. Fólk, ið halda til í hesum, nýtast ikki at kenna rýmingarleiðirnar, men tey kunnu sjálvhjálpin koma sær út og burturfrá.

 

Nýtsluflokkur 6:

Eyðkennið fyri bygging í nýtsluflokki 6 er, at byggingin er innrættað til dag- og náttartilhald. Fólk, ið halda til í hesum, kunnu ikki sjálvhjálpin koma sær út og burturfrá.

 

(5.1.1, stk. 1)

Bygningspartur (Bygningsafsnit)

Oftast er ein størri bygningur við ymiskum nýtslum sundurbýttur, soleiðis at ymisku nýtslurnar eru í hvør sínum bygningsparti. Ein bygningspartur er sostatt ein partur av bygninginum, ætlaður til eina ávísa nýtslu, ella nýtsluvíddin í bygninginum er so mikið stór, at neyðugt er at býta nýtsluna sundur í bygningspartar.

 

Ein bygningspartur er eitt ella fleiri rúm innan sama nýtsluflokk ella við sama eldvanda. Til ein bygningspart hoyra eisini gangir, trappur og rúm, sum hava beinleiðis tilknýti til tann avvarðandi bygningspartin, t.d. smærri skrivstovur, goymslurúm og vesi. Ein bygningspartur er oftast ein sjálvstøðug brunadeild.

 

Brunatøkniligur bygningspartur (Brandmæssig enhed)

Ein bygningur kann vera býttur upp í ein ella fleiri brunatøkniligar bygningspartar. Uppbýtið av einum bygningi í fleiri brunatøkniligar bygningspartar tryggjar, at eldurin ikki spjaðist skjótt runt í bygninginum og harvið hevur við sær óneyðugan vanda fyri persónstrygdini og virðum, ella minkar um møguleikarnar hjá sløkkiliðnum at sløkkja eldin. Uppbýtið í brunatøkniligar bygningspartar veldst um støddina á og nýtsluna í bygninginum.

 

Sundurbýtið í brunatøkniligar bygningspartar skal forða fyri, at eldurin spjaðist í tíðarskeiðinum, sum krevst hjá fólki at koma út og burtur frá bygninginum, til bjarging av fólkum, og til ta tíð tað krevst at útinna sløkkiarbeiðið. Í vanligari bygging er ein brunatøkniligur bygningspartur vanliga ein ella fleiri brunaeindir, men kann eisini vera ein ella fleiri brunadeildir.

 

Brunadeild (Brandsektion)

Ein brunadeild er ein bygningur ella ein partur av einum bygningi, sum er gjørdur soleiðis, at eldur ikki spjaðist til aðrar brunadeildir í tíðarskeiðinum, sum krevst fólki at koma út og burtur frá bygninginum, og ta tíð tað tekur átakinum at bráðflyta og bjarga fólki. Ein brunadeild er skilað frá øðrum rúmum ella bygningum við bygningslutum í brunaflokki REI 60 A2-s1,d0 (BS-60) fyri berandi bygningslutir ella EI 60 A2-s1,d0 (BS-60) fyri ikki berandi bygningslutir.

 

Brunaeind (Brandcelle)

Ein brunaeind er eitt ella fleiri rúm, haðani eldurin ikki spjaðist til aðrar brunaeindir í tíðarskeiðinum, sum krevst fólki at koma út og burtur frá bygninginum, og ta tíð tað tekur átakinum at bráðflyta og bjarga fólki. Ein brunaeind er skilað frá øðrum rúmum við bygningslutum í brunaflokki REI 60 (BD-60) fyri berandi bygningslutir ella EI 60 (BD-60) fyri ikki berandi bygningslutir.

 

Tá talan er um fá fólk skilst vanliga við í mesta lagi 50 fólk í hvørjum rúmi, sum er egið í brunaligum høpi.

 

Dømi um nýtsluflokk 1:

Skrivstovur, ídnaðar- og goymslubygningar, alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum, bilhús og onnur smáhús, bilskýli og onnur skýli, ávís parkeringshús í eini ella fleiri hæddum og tøknihús til ymiskar tøkniligar tænastur.

 

Dømi um nýtsluflokk 2:

Undirvísingarhøli, frítíðarskúlar og ungdómshús, dagtilhald og onnur líknandi rúm til í mesta lagi 50 fólk, har hvørt rúmið er sundurskilt brunatøkniliga.

 

 

 

 

Dømi um nýtsluflokk 3:

Handlar, høli og hús til størri samkomur, framsýningarhøli, matstovu- og veitsluhøli, høli í dagstovnum, skúlum o.tíl. (t.d. fimleikahøli, felagsrúm), ítróttarhallir, kirkjur, størri bilhús t.d. í handilsmiðstøðum (parkeringshús), fundarhøli, mentanar- og tónleikahøli, dansihøli, biografar og onnur líknandi rúm til fleiri enn 50 fólk.

 

Dømi um nýtsluflokk 4:

Einbýlishús, tvíhús, raðhús, hús í trunka, frítíðarhús, íbúðarbygningar o.tíl.

 

 

 

Dømi um nýtsluflokk 5:

Gistingarhús, hotell, skúlaheim, næmingaheim og studentagarðar, vallaraheim, ból og biti, kosthús o.tíl.

 

 

 

Dømi um nýtsluflokk 6:

Eldraíbúðir, eldrasambýli, viðgerðar-, kanningar- og seingjardeildir á sjúkrahúsum, røktarheim, afturlatnir stovnar, íbúðir og tilhald til kropsliga og sálarliga óhjálpin, vøggustovur og barnagarðar.

 

 

5.2 Rýmingarleiðir og bjargingarviðurskifti

Stk. 1

Bygningar skulu gerast soleiðis, at bráðflyting verður løtt og trygg umvegis rýmingarleiðir ella beinleiðis út. Bráðflyting skal vera út á lendið ella til eitt trygt stað í bygninginum, haðani tað slepst ótarnað út og burtur frá bygninginum. Í fjósum og líknandi bygningum skal tryggjast, at nøktandi viðurskifti eru fyri djórini og sløkkiliðið.

(5.2, stk. 1)

Rýmingarleiðir skulu harafturat fylgja ásetingunum í kap. 3.2, Atkomuviðurskifti.

 

Eitt trygt stað í bygninginum er eitt stað, har fólk/djór ikki eru í beinleiðis vanda, og haðani ótarnaður møguleiki er fyri bráðflyting út og burtur frá bygninginum.

 

Eitt trygt stað í bygninginum er t.d. onnur brunadeild ella trappurúm, sum er sjálvstøðug brunadeild.

Stk. 2

Rýmingarleiðir skulu vera skilligar at síggja og lættar at koma til og at nýta.

(5.2, stk. 1)

Rýmingarleiðir mugu ikki nýtast til annað endamál enn fólkaferðslu. Tó kunnu gangir nýtast ella innrættast til annað endamál, um tað ikki økir um eldførið, eldvandan ella ørkymlar endamálið við rýmingarleiðini.

Stk. 3

Útgangir og rýmingarleiðir skulu gerast soleiðis, at tær í stødd hóska til talið av fólki, sum tær eru ætlaðar til.

Hurðar í rýmingarleiðum skulu kunna latast upp í einum taki innanífrá í rýmingarleiðini uttan nakra forðing, og uttan at nýta lykil ella amboð.

Hurðar í rýmingarleiðum, sum skulu nýtast av nógvum fólkum, skulu lata upp út í rýmingarleiðina.

(5.2.1, stk. 3)

Í sambandi við rýmingarleiðir verður við “nógv fólk” skilt sum fleiri enn 150 fólk.

 

 

 

 

Stk. 4

Viðurskiftini í rýmingarleiðunum skulu vera nøktandi, meðan bráðflyting av fólki og djórum gongur fyri seg.

Atlit skulu takast at:

-          Møguleikanum at síggja, hóast roykfylling.

-          Møguleikanum at rýma, hóast hitastráling frá royklagnum.

-          Møguleikanum at rýma, hóast hita undir royklagnum.

-          Møguleikanum at rýma, áðrenn royklagið verður ov lágt.

-          Øðrum viðurskiftum, sum forða bráðflyting.

(5.2.1, stk. 4)

Møguligt eigur at vera at bráðflyta fólk og djór, áðrenn viðurskiftini gerast hættislig. Fyri at tryggja, at tað ikki standast hættislig viðurskifti í rýmingarleiðunum, verða rýmingarleiðisskipanir í vanligari bygging oftast gjørdar sum vardar gongir og trappur.

Stk. 5

Veggja- og loftsklæðing, tilfar at leggja á gólvið, trappur og hurðar í rýmingarleiðum skulu gerast soleiðis, at hesi ikki eru við til at økja um eld og royk í tíðarskeiðinum, meðan rýmingarleiðirnar verða nýttar til rýming og bráðflyting.

 

Stk. 6

Eitt høli, t.d. brunaeind til fólkatilhald, skal gerast við bjargingaropum, sum lýst í stk. 7 og 8, uttan so, at eitt samsvarandi trygdarstøði kann røkkast á annan hátt.

 

(5.2.2, stk. 6)

Eitt samsvarandi trygdarstøði kann t.d. røkkast við at gera minst 2 rýmingarleiðir, sum eru óheftar av hvørji aðrari. Rýmingarleiðirnar skulu vera heilt út og niður á lendið uttandura.

 

Útgangir til rýmingarleiðir eiga at setast í hvør sín enda í rúminum, og frástøðan frá einum og hvørjum tilvildarligum staði í rúminum og til næstu hurð út til rýmingarleið eigur í mesta lagi at vera 25 m.

Stk. 7

Talið av bjargingaropum í hølum, t.d. brunaeindum, skal hóska til fólkatalið, sum eindin er ætlað til. Bjargingarop skulu gerast og setast á ein slíkan hátt, at fólk kunnu geva seg til kennar fyri sløkkiliðnum. Tey skulu somuleiðis gerast soleiðis, at fólk kunnu bjargast út umvegis bjargingarstigum hjá sløkkiliðnum ella við egnari hjálp, uttan so, at bygningurin er innrættaður í samsvari við stk. 8.

(5.2.2, stk. 7)

Bjargingaropini eiga at vera skillig at síggja, løtt at koma til og at nýta. Bjargingaropini kunnu ikki koma í staðin fyri rýmingarleiðir.

 

Uppsetan av konstruktiónum uttan á bygningum mugu ikki tarna sløkkiliðsfólkum at koma fram at bjargingaropum. Rimar, skeltir, bannarar, vindfang, sólskjól, sólorkuskipanir, vindmyllur o.a. mugu ikki vera ein forðing fyri at síggja ella at nýta bjargingaropið.

Stk. 8

Í bygningum har gólvið í ovastu hædd er meiri enn 22 m omanfyri lægsta jørðildið, ella har stigar hjá sløkkiliðnum ikki røkka bjargingaropunum, skulu, tá bygningurin verður innrættaður, takast serlig atlit at møguleikum at bráðflyta fólk út og burtur frá bygninginum, átakstíðini og atkomumøguleikanum hjá sløkkiliðnum til hæddirnar.

(5.2, stk. 8)

Fyri at røkka ásetingunum kann tað t.d. vera neyðugt at gera eina trygdartrappu, trygdarlyftu (sløkkiliðslyftu), handvirkandi ávaringarskipan, sjálvvirkandi ávaringarskipan, sjálvvirkandi sprinklaraskipan, innbygt rør at veita sløkkivatn (stigrør), byggitøkniligar møguleikar, soleiðis at íbúgvarnir kunnu geva seg til kennar fyri sløkkiliðnum o.a.

 

 

5.3 Konstruktiv viðurskifti

Stk. 1

Byggitilfar og bygningslutir skulu vera soleiðis, at fólk inni í og tætt við bygningin kunnu sleppa til rýmingar út á lendið ella til eitt trygt stað í bygninginum. Somuleiðis skulu bygningar gerast soleiðis, at bjarging av fólki og djórum umframt átaksarbeiðið kann útinnast trygt og fullgott.

(5.3, stk. 1)

Berandi konstruktiónir í vanligari bygging kunnu gerast við eini brunadygd, sum lýst í donsku “Eksempelsamling om brandsikring af byggeri”.

 

Í samband við dimensjónering av berandi konstruktiónum í brunaligum høpi kann vísast til evrokoturnar í kap. 4.2. Aðrir eldar enn “standard eldar” kunnu nýtast, um teir verða viðgjørdir sum sambæriligir eldar sbrt. “EN1991-1-2, Brandlast” við tilhoyrandi “EN1991-1-2 DK NA”, og um brunavirðið er skjalprógvað.

Stk. 2

Bygningslutir skulu festast og byggjast soleiðis saman, at konstruktiónin í brunatøkniligum høpi ikki er verri enn tað, sum krevst av tí einstaka bygningslutinum.

 

Stk. 3

Bygningslutir skulu gerast soleiðis, at eldur ikki kann breiða seg frá einum brunatøkniligum bygningsparti, t.d. brunaeind ella brunadeild, umvegis t.d. væðing, niðurhongt loft ella opið gjøgnumgangandi rúm, sum fer framvið einum ella fleiri brunaskiljandi bygningslutum.

 

Stk. 4

Í bygningum har gólvið í ovastu hædd er meiri enn 22 m oman fyri lægsta jørðildið, skulu, í samband við dimensjónering av berandi konstruktiónum, takast serlig atlit at:

-          Bráðflutningstíðini,

-          átakstíðini,

-          atkomumøguleikum hjá sløkkiliðnum til hæddirnar,

-          brunaávirkanini o.tíl.

 

 

 

5.4 Brunatøkniligar innleggingar og hondsløkkiútgerð

Stk. 1

So leingi bygningurin stendur, skulu brunatøkniligu innleggingarnar haldast viðlíka og virka á fullgóðan hátt.

 

 

 

 

(5.4, stk. 1-2)

Við brunatøkniligar innleggingar skilst m.a.:

1.       Sjálvvirkandi eldávaringarskipan (ABA), sum varnast eld í byrjanarstøðinum og sendir fráboðan til sløkkiliðið umvegis vaktarstøð. Skipanin kann somuleiðis seta aðrar brunatøkniligar innleggingar í gongd. Skipanin eigur at vera gjørd, kannað og hildin sbrt. “DBI Retningslinie 232 - Automatiske brandalarmanlæg”

 

2.       Sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), sum við vatni sløkkir eld í byrjanarstøðinum ella kann temja eldin, til onnur sløkkitiltøk verða sett í gongd. Skipanin sendir fráboðan til sløkkiliðið umvegis vaktarstøð, og kann somuleiðis seta aðrar brunatøkniligar innleggingar í gongd.

Skipanin eigur at vera gjørd, kannað og hildin sbrt. “DBI Retningslinie 251 - Automatiske sprinkleranlæg”

 

3.       Aðrar sjálvvirkandi sløkki- og ávaringarskipanir (AGA og ARS), sum sløkkja og ávara. Tílíkar skipanir senda fráboðan til sløkkiliðið umvegis vaktarstøð og kunnu somuleiðis seta aðrar brunatøkniligar innleggingar í gongd.

 

4.       Ávaringarútbúnaður við innanhýsis handvirkandi skipan, sum gevur fólki í bygninginum boð um, at eldur er í bygninginum. Skipanin sendir ikki fráboðan til sløkkiliðið. Fráboðan við talandi boðum eigur at verða nýtt í bygningum við bygningspørtum í nýtsluflokki 3. Um so er, at fráboðan við talandi boðum ikki er hóskandi, orsakað av nýtsluni av bygningspartinum, kann t.d. ýlitóni ella ávaringarljós nýtast í staðin fyri talandi fráboðan.

Skipanin eigur at vera gjørd, kannað og hildin sbrt. “DBI Retningslinie 24 Varslingsanlæg”

 

5.       Innanhýsis sjálvvirkandi roykvarnari ella skipan av samanbundnum roykvarnarum eigur at vera íbundin elveitingini umframt at hava battarí. Skipanin við roykvarnarum í einum bygningsparti eigur bara at senda ávaring út í tann ávísa bygningspartin, t.d. íbúðina, annan partin av tvíhúsinum, ella einbýlishúsið, har roykurin varnast. Roykvarnarar senda ikki fráboðan til sløkkiliðið.

Dømi um uppseting av roykvarnarum kann síggjast í vegleiðing frá ”DBI Røgalarmanlæg i boligen”.

 

6.       Útgonguljós, ið eru lýsandi og gjøgnumlýst útgonguskelti yvir útgonguhurðum í rýmingarleiðum. Útgonguljós og leiðbeinandi útgonguljós, sum vísa til útgongd, skulu síggjast allastaðni í rýmingarleiðum. Útgonguljós skulu síggjast skilliga í mun til innrætting og aðra skelting, reklamur o.tíl.

Vísast kann til “DBI vejledning 34 Sikkerhedsbelysning”.

 

7.       Neyðljós, ið eru fyri at sleppa undan ræðslu og fyri at geva fólki ljós at finna leiðina út. Neyðljós skulu lýsa á gólvið í hølum og í tilhoyrandi rýmingarleiðum, og um neyðugt eisini í tílíkum økjum uttandura.

Vísast kann til “DBI vejledning 34 Sikkerhedsbelysning”.

 

8.       Slanguskáp, sum vatn altíð stendur til, ið hava til endamáls at geva fólkum, sum ikki hava serliga vitan um sløkkiarbeiði, møguleika fyri at basa eldi á byrjanarstøði. Vísast kann til “DBI vejledning 15 Vandfyldte slangevinder”

 

Aðrar brunatøkniligar innleggingar, so sum innbygt rør at veita sløkkivatn (stigrør), sjálvvirkandi brunaluftskiftisskipan (ABV) og roykop eru somuleiðis fevndar av stk. 1 og 2.

 

Vaktarstøðir at íbinda sjálvvirkandi ávaringar- og sløkkiskipanir verða góðkendar av VØRN.

Stk. 2

Brunatøkniligar innleggingar skulu gerast, sýnast og haldast við líka, soleiðis at tær eru virknar, álítandi og kunnu verða hildnar við líka, so leingi bygningurin stendur.

(5.4, stk.2)

VØRN góðkennir brunatøkniligar innleggingar, innleggjarar og óhefta eftirlitið av innleggingunum.

Stk. 3

Hondsløkkiútgerð skal haldast við líka og virka á fullgóðan hátt, so leingi bygningurin stendur.

 

(5.4, stk. 3)

Við hondsløkkiútgerð skilst m.a. brandteppi og pulvursløkkjarar.

 

Vísast kann til rakstrarreglurnar hjá VØRN.

 

Hondsløkkiútgerð verður kannað og hildin við líka sbrt. vegleiðingum frá DBI.

Stk. 4

Tá ið ásetingarnar í stk. 8, nr. 2, stk. 10-12 og stk. 15-16 verða nýttar, skulu tveir ella fleiri bygningspartar í sama nýtsluflokki, sum eru knýttir saman við felags rýmingarleið, metast sum ein eind.

(5.4, stk. 4)

Í sambandi við bráðflyting av fólki er oftani neyðugt at meta um tørvin á brunatøkniligu innleggingunum við atliti at tali av fólki, sum skal nýta rýmingarleiðina.

Tí eigur at verða hugsað um samlaða talið av fólki frá øllum bygningspørtum ella nýtslueindum, sum eru knýttir at somu rýmingarleið, tá ásetingarnar verða nýttar.

 

Sama er ikki galdandi, tá ið mett verður um møguleikan at basa eldinum í tí einstaka brunatøkniliga bygningspartinum ella nýtslueindini, sum t.d., tá ið mett verður um tørvin á sjálvvirkandi brunaluftskiftisskipan (ABV) og sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS).

 

Tá ið talan er um fleiri nýtsluflokkar í sama bygningsparti, verður víst til kap. 5.5.2, stk. 2.

Stk. 5

Bygningspartar í nýtsluflokki 1, sum verða nýttir til virkis- ella goymslubygning og hava eina hæddarvídd, sum er meira enn 2.000 m2, skulu gerast við sjálvvirkandi eldávaringarskipan (ABA).

 

Um so er, at bygningsparturin er gjørdur við sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), er ikki neyðugt við sjálvvirkandi eldávaringarskipan (ABA).

(5.4, stk. 5)

Talan er um virkis- ella goymslubygningar í einari hædd.

 

Er nýtslan ógreið ella brunanøgdin størri enn 400 MJ/m2 (25 kg av viði pr. m2) kann vísast til serfyriskipanirnar hjá VØRN og donsku ”tekniske forskrifter” og ”bekendtgørelser” sbrt. kap. 5.1, stk. 1.

Stk. 6

Bygningspartar í nýtsluflokki 1, innrættaðir til virkis- og goymslubygningar, skulu gerast við sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), tá ið hæddarvíddin er størri enn 5.000 m2. Um nevndu bygningspartar hava størri brunanøgd, skulu teir gerast við sjálvvirkandi sprinklaraskipan, tá ið hæddarvíddin er størri enn 2.000 m2.

 

Ásetingin er ikki galdandi fyri alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum.

(5.4, stk. 6)

Talan er um virkis- ella goymslubygningar í einari hædd.

 

Er nýtslan ógreið ella brunanøgdin størri enn 400 MJ/m2 (25 kg av viði pr. m2) kann vísast til serfyriskipanirnar hjá VØRN og donsku ”tekniske forskrifter” og ”bekendtgørelser” sbrt. kap. 5.1, stk. 1.

 

Stk. 7

Bygningspartar í nýtsluflokki 1, innrættaðir til ídnaðarbygningar, goymslubygningar ella ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum, skulu gerast við slanguskápi, tá ið hæddarvíddin er størri enn 1.000 m2.

 

Stk. 8

Bilhús í nýtsluflokki 1 og 3 skulu:

 

1)       Gerast við sjálvstøðugum mekaniskum luftskifti, sum kann flyta burtur spreingikvæma guvu og kolsúrni, um hæddarvíddin er størri enn 150 m2.

2)       Gerast við útgonguljósi og slanguskápi, um hæddarvíddin er størri enn 600 m2 og somuleiðis við neyðljósi, um hæddarvíddin er størri enn 2.000 m2.

3)       Gerast við sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), um hæddarvíddin er størri enn 2.000 m2.

(5.4, stk. 8)

Víst verður somuleiðis til stk. 9.

 

Luftskiftisskipanin eigur at gerast samsvarandi “DS428, Norm for brandtekniske foranstaltninger ved ventilationsanlæg”.

Stk. 9

Rúm í nýtsluflokki 1 og 3 við eini hæddarvídd størri enn 1.000 m2 skulu gerast við sjálvvirkandi brunaluftskiftisskipan (ABV) ella sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS).

 

(5.4, stk. 9)

Endamálið við kravinum er at tryggja, at sløkkilið hava nøktandi átaksmøguleikar. Hetta verður tryggjað við, at eldurin verður hildin niðri, t.d. við eini sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), soleiðis at eldurin ikki breiðir seg, ella við eini sjálvvirkandi brunaluftskiftisskipan (ABV), sum kann lætta um roykin og hitan í rúminum.

 

Í hesum sambandi er ikki neyðugt, at eitt rúm er ein brunatøkniligur bygningspartur.

 

Kravið verður roknað sum lokið, tá ið bilhús við eini hæddarvídd millum 1.000 m2 og 2.000 m2 antin hava sjálvvirkandi brunaluftskiftisskipan (ABV) ella sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), og í bilhúsum við eini hæddarvídd størri enn 2.000 m2, sbrt. stk. 8, hava sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS).

Stk. 10

Bygningspartar við tilhoyrandi rýmingarleiðum í nýtsluflokki 2 og 3, roknað til fleiri enn 150 fólk, skulu gerast við handvirkandi ávaringarútbúnaði.

 

Í bygningspørtum, har øll tilhaldsrúm hava hurð beinleiðis út á lendið, og har einki rúm er roknað til fleiri enn 150 fólk, kann síggjast burtur frá kravinum um handvirkandi ávaringarútbúnað.

 

Stk. 11

Bygningspartar í nýtsluflokki 2, roknaðir til fleiri enn 150 fólk, skulu gerast við:

1)       Slanguskápi og

2)       útgonguljósi og neyðljósi.

 

Rýmingarleiðirnar kunnu gerast uttan útgonguljós og neyðljós, um øll tilhaldsrúm hava hurð beinleiðis út á lendið.

 

Stk. 12

Rýmingarleiðir og tilhaldsrúm í nýtsluflokki 3, sum eru roknað til fleiri enn 150 fólk, skulu gerast við:

1)       Slanguskápi,

2)       útgonguljósi og neyðljósi og

3)       sjálvvirkandi ávaringarskipan (ABA), um bygningsparturin verður nýttur á ein slíkan hátt, at møguleikin fyri bráðflutningi verður skerdur.

 

Í bygningspørtum, har øll tilhaldsrúmini hava hurð út á lendið, og har einki tilhaldsrúm er roknað til fleiri enn 150 fólk, kann síggjast burtur frá kravinum um útgonguljós og neyðljós.

(5.4, stk. 12)

Viðurskifti, sum kunnu skerja møguleikarnar fyri bráðflutningi, kunnu vera harður tónleikur, myrkur, pallroykur o.a. Ávaringarskipanin eigur at vera knýtt at tónleikaútbúnaðinum.

Stk. 13

Bygningspartar í nýtsluflokki 3 skulu gerast við sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), um hæddarvíddin á brunadeildini er størri enn 2.000 m2.

 

Stk. 14

Bygningspartar í nýtsluflokki 4, sum eru bústaðareindir, skulu gerast við innanhýsis sjálvvirkandi roykvarnara ella skipan av samanbundnum roykvarnarum, sum er íbundin elveitingini umframt at hava battarí.

 

 

(5.4, stk. 14)

Tá ið talan er um bústaðareind, er talan um ein bústað til eitt húski.

 

Í hvørjari bústaðareind eigur minst ein roykvarnari at vera á hvørjari hædd. Um fleiri roykvarnarar eru í bústaðnum, kann tryggjast ein skjótari og meira rættstundis ávaring. Tað er týdningarmikið, at frástøðan millum roykvarnarnar ikki er ov stór.

Stk. 15

Bygningspartar í nýtsluflokki 5 og tilhoyrandi rýmingarleiðir skulu gerast við:

 

1)       Útgonguljósi og neyðljósi, um bygningsparturin hevur eina samlaða hæddarvídd, sum er størri enn 1.000 m2.

2)       Slanguskápi.

3)       Sjálvvirkandi eldávaringarskipan (ABA) og innanhýsis handvirkandi ávaringarútbúnaði, um bygningsparturin hevur meira enn 10 kømur, ella er roknaður til fleiri enn 50 sovipláss.

4)       Innanhýsis sjálvvirkandi roykvarnaraskipan, sum er íbundin elveitingini, umframt at hava battarí, um bygningsparturin hevur í mesta lagi 10 kømur og er roknaður til í mesta lagi 50 sovipláss.

 

Eru øll kømur gjørd við hurð beinleiðis út á lendið kann síggjast burtur frá krøvunum í nr. 1, 2 og 3.

 

Stk. 16

Bygningspartar í nýtsluflokki 6 skulu gerast við:

 

1)       Slanguskápi.

2)       Sjálvvirkandi eldávaringarskipan (ABA), sum skal gerast soleiðis, at starvsfólk kunnu ávarast.

3)       Sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), um bygningurin hevur sovideildir, hevur eina samlaða hæddarvídd størri enn 1.000 m2 og er í meira enn 1 hædd. Skipanin skal gerast soleiðis, at starvsfólk kunnu ávarast.

4)       Útgonguljósi og neyðljósi, um bygningurin hevur sovideildir, hevur eina samlaða hæddarvídd størri enn 1.000 m2 og er í meira enn 1 hædd.

 

Stk. 17

Ávaring frá ávaringarútbúnaði skal laga seg eftir nýtsluni og innanhýsis bygnaðinum í bygningspartinum.

 

Ávaringarútbúnaður skal setast í gongd av sjálvvirkandi eldávaringarskipanini (ABA) ella sjálvvirkandi sprinklaraskipanini (AVS), um tílíkar eru innlagdar í bygningin.

(5.4, stk. 17)

Talan kann vera um støð, har nógv fólk samlast, so sum handilsmiðstøð, har ið taliboð eru best hóskandi at nýta til ávaring. Umframt taliboð kann talan vera um klokkuávaring, ýlitóna ella ávaringarljós.

 

Stk. 18

Ein sjálvvirkandi eldávaringarskipan (ABA) og ein sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS) skulu gerast soleiðis, at tær senda fráboðan til sløkkiliðið umvegis vaktarstøð.

 

Stk. 19

Víkjast kann frá ásetingunum í stk. 5-18, um skjalprógvast kann fyri kommunala byggimyndugleikanum, at trygdarstøðið, sum er ásett í kap. 5.1, stk. 1, er rokkið á annan hátt.

(5.4, stk. 19)

Dømir um, har tað er møguligt at víkja frá ásetingunum kunnu vera:

Bygningspartar, sum verða gjørdir sbrt. “Information om brandteknisk dimensionering”.

 

 

5.5 Eld- og roykspjaðing

Stk. 1

Bygningar skulu gerast og innrættast soleiðis, at eldurin verður avmarkaður til brunatøkniliga bygningspartin, har eldurin er byrjaður. Forðast skal fyri eld- og roykspjaðing til aðrar bygningspartar í tíðarskeiðinum, sum er neyðugt fyri at bráðflyta fólk út og burtur frá bygninginum og til átakið hjá sløkkiliðnum.

(5.5, stk. 1)

Bygningar kunnu við fyrimuni býtast sundur í fleiri brunatøkniligar bygningspartar fyri at forða eldi og royki at spjaðast til allan bygningin.

 

 

5.5.1 Eld- og roykspjaðing í rúmi, har eldur byrjar

Stk. 1

Innandura yvirflatur skulu gerast á ein slíkan hátt, at tær sum minst økja um eld- og roykspjaðing í tíðarskeiðinum, sum fólk, ið eru í rúminum, har eldurin byrjar, hava tørv á at sleppa sær úr vanda.

(5.5.1, stk. 1)

Innandura yvirflatur fevna um veggja- og loftsklæðing, umframt tilfar at leggja á gólvið.

 

Ásetingin fevnir eisini um niðurhongt loft, ljóðdoyvandi tilfar, prýði, uppslagstalvur, elkáplar, rørinnleggingar og líknandi yvirflatur, sum hava eina munandi stødd.

 

 

5.5.2 Eld- og roykspjaðing í bygningi, har eldur byrjar, ella til aðrar bygningar á sama grundøki

Stk. 1

Uttandura yvirflatur, takklæðingar og ervaljós skulu gerast á ein slíkan hátt, at tey eru brunatrygdarliga nøktandi og sum minst økja um eldspjaðing á sama grundøki.

(5.5.2, stk. 1)

Ásetingarnar sbrt. stk. 1-4 fevna somuleiðis um alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum.

Stk. 2

Bygningspartar í ymiskum nýtsluflokkum skulu vera sjálvstøðugir brunatøkniligir bygningspartar.

 

Bygningspartar skulu harumframt sundurbýtast soleiðis, at rýmingarleiðirnar verða tryggjaðar nøktandi, umframt at fólk, sum halda til í einum rúmi við bert eini rýmingarleið, kunnu vera trygg, til bjarging kann væntast.

 

Í einum bygningsparti kunnu vera fleiri nýtsluflokkar, um trygdarstøðið, lýst í kap. 5.1, stk. 1, er rokkið.

 

Stk. 3

Innleggingarslokur, trappurúm, lyftuslokur o.tíl., sum knýta fleiri brunatøkniligar bygningspartar saman, skula skiljast brunatøkniliga frá øðrum pørtum í bygninginum.

(5.5.2, stk. 3)

Slokur o.a., sum ikki ganga upp gjøgnum tekju, skulu skilast brunatøkniliga frá ovastu hæddini.

 

Gongur slokan upp á ovastu hædd, eigur hon at verða bygd tætt upp undir tekjuna (takklæðingina).

Stk. 4

Op til innleggingar gjøgnum brunaskiljandi bygningspartar skulu vera afturlatin og tøtt, soleiðis at brunaskiljingarnar ikki missa brunatrygdarliga eginleikan.

 

 

 

5.5.3 Eldspjaðing til bygningar á grannagrundøkjum

Stk. 1

Uttandura yvirflatur, klæðing, takklæðing og ervaljós skulu gerast á ein slíkan hátt, at hesi sum minst økja um eldspjaðing umframt at vera brunatrygdarliga nøktandi.

 

Bygningar og partar av bygningi skulu staðsetast móti grannamarki, miðjum á gøtum og vegum við slíkari frástøðu, at eingin vandi er fyri eldspjaðing til bygningar á grannagrundøkjum.

(5.5.3, stk. 1)

Gjørt verður vart við, at uttandura yvirflatur á bygningum eisini hava týdning fyri vandan fyri eldspjaðing til bygningar á grannagrundøkjum.

 

Ásetingin fevnir eisini um alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum.

 

 

5.6 Átaksmøguleikar hjá sløkkiliðum

Stk. 1

Bygningar skulu staðsetast á grundøkinum og gerast á ein slíkan hátt, at sløkkiliðsfólk hava fullgóðan møguleika fyri at bjarga fólkum, djórum og at útinna sløkkiliðsarbeiðið. Tað skal vera møguligt at koma framat bygninginum bæði innan og uttan við neyðugum bjargingar- og sløkkiútbúnaði.

 

 

(5.6, stk. 1)

Staðseting, skap og nýtsla í bygninginum er avgerandi fyri, hvør bjargingar- og sløkkiútbúnaður er neyðugur fyri at útinna átaksarbeiðið á fullgóðan hátt.

 

Uppsetan av konstruktiónum uttan á bygningum mugu ikki tarna sløkkiliðsfólkum at koma fram at bjargingaropum. Rimar, skeltir, bannarar, vindfang, sólskjól, sólorkuskipanir, vindmyllur o.a. mugu ikki vera ein forðing fyri at síggja ella at nýta bjargingarop.

 

 

5.6.1 Atkomu- og innkoyringarmøguleikar

Stk. 1

Sløkkiliðsfólkini skulu ótarnað kunna koma framat bygninginum við bjargingar- og sløkkiútbúnaði, so sum stigum, stigabilum, sløkkiliðsbilum o.a.

(5.6.1, stk. 1)

Bjarginarøkið og innkoyringarmøguleikarnir skulu gerast við m.a. atliti at undirlendi og halli á økinum, umframt staðseting í mun til bygningin, soleiðis at sløkkiliðsfólkini hava best møguligar arbeiðsumstøður.

Stk. 2

Sløkkiliðið skal hava møguleika fyri ótarnað at koma framat bjargingaropunum við stigum.

 

Í bygningum, har bjargingaropini einans kunnu náast við stigabilum, skulu hóskandi bjargingarøki vera, sum eru gjørd og staðsett soleiðis, at stigi á stigabili kann náa øllum bjargingaropum.

 

Bygningar, gjørdir í samsvari við kap. 5.2, stk. 8, eru ikki fevndir av hesi áseting.

 

Stk. 3

Bygningar skulu gerast á ein slíkan hátt, at bjargingar- og sløkkiútbúnaður á tryggan hátt kann førast fram at einum hvørjum staði í bygninginum.

 

Har møguleiki ikki er fyri at føra slangur gjøgnum høvuðsátaksleiðir, t.d. gjøgnum trappur og gangir, skulu innbygd rør at veita sløkkivatn (stigrør) innleggjast.

(5.6, stk. 3)

Víst verður til kap. 5.4, stk. 2, umframt kap. 8.4 um innleggingar.

 

 

 

5.6.2 Útlufting av royki

Stk. 1

Í høvuðsátaksleiðunum hjá sløkkiliðnum skal vera møguleiki fyri at lufta royk út.

(5.6.2, stk. 1)

Høvuðsátaksleiðin hjá sløkkiliðnum er vanliga trappurúm.

Stk. 2

Í rúmum, har ikki er møguligt at lufta út royk við vanligum luftskifti um vindeygu í útveggi ella lúku í tekjuni, skal møguleiki vera fyri at lufta út royk á annan hátt.

 

(5.6.2, stk. 2)

Møguleiki fyri at lufta út royk skal gerast, soleiðis at sløkkiliðið kann lufta út kaldan royk í sambandi við átaksarbeiðið.

 

Dømi um rúm, har neyðugt kann vera at lufta út royk, eru t.d. kjallarar, slokur og loftsrúm. Í staðin fyri natúrligt luftskifti kann mekanisk útlufting av royki gerast.

 

 

6 Inniumhvørvi

6.1 Alment

Stk. 1

Bygningar skulu byggjast soleiðis, at eitt heilsuligt og trygdarliga nøktandi inniumhvørvi er í teimum rúmum í bygningunum, har fólk halda til.

 

(6.1, stk. 1)

Heilsulig nøktandi viðurskifti í bygningum fevnir eisini um høgleika (komfort) og vælveru.

 

Inniumhvørvið í hesum partinum fevnir um termisk viðurskifti (kap. 6.2), luftgóðsku (kap. 6.3), ljóðviðurskifti (kap. 6.4) og ljósviðurskifti (kap. 6.5). Vísast kann til “SBI-anvisning196, Indekli­mahåndbogen”.

 

Viðvíkjandi termiskum inniumhvørvi eigur at verða tryggjað nøktandi hitaviðurskifti í sambandi við ráðlegging av byggiverkætlan og vali av tilfari, vindeygavídd, kølimøguleikum, horving (orientering) og sólaravbyrgjan.

 

Luftgóðskan er fyrst og fremst ásett út frá luftskifti og dálking innandura, íroknað vætu orsakað av atferð brúkaranna. Byggitilfar, sum gevur minst dálking, eigur altíð at verða nýtt.

 

Viðvíkjandi ljóðviðurskiftunum skulu bygningskonstruktiónirnar dimensjónerast og gerast soleiðis, at tær geva nøktandi ljóðbjálving til grannarúm og mótvegis óljóði uttanífrá. Nøktandi ljóðviðurskifti í teimum einstøku rúmunum er treytað av, at tilfarið á yvirflatunum hevur eina nøktandi ljóðdoyving.

 

Viðvíkjandi ljósviðurskiftum eigur ein hóskandi javnvág at vera millum vindeygastødd, rúmskap og flataeginleikar við atliti at kringumstøðunum. Samstundis er tað týdningarmikið, at aðrir tættir (faktorar), sum skapa tað rætta sjónbæra umhvørvið, eru nøktandi. Tað hevur við sær, at ljósið skal kunna lagast eftir tí virksemi, sum rúmið verður nýtt til.

 

Viðvíkjandi persónsvanda við elektromagnet-iskari stráling eru ongar serstakar reglur í byggilóggávuni. Tað kunnu tó vera serlig viðurskifti, sum ein byggiharri eigur at gera sær greitt, tá ið bygt verður tætt við eina samskiftismastur. Í ivaførum eigur byggiharrin at seta seg í samband við kommunala byggimyndugleikan.

Stk. 2

Alistøðir og ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum eru ikki fevnd av ásetingunum um inniumhvørvi. Tó eru rúm í hesum bygningum, har ið starvsfólk útinna vanligt vinnuarbeiði ella halda til, eitt nú skrivstovur og starvsfólkarúm, fevnd av ásetingunum.

(6.1, stk. 2)

Vanligt vinnuarbeiði fevnir m.a. ikki um ansing av djórum í fjósum og alistøðum.

 

 

 

6.2 Termiskt inniumhvørvi

Stk. 1

Við atliti at virkseminum í rúmunum skulu bygningar byggjast soleiðis, at heilsuligur nøktandi hiti er í teimum rúmum í bygningunum, sum eru ætlað fólki at halda til í.

 

(6.2, stk. 1)

Termiska inniumhvørvið verður ásett av hitanum í luftini og á yvirflatum, luftferðini og luftmeldrinum og í minni mun av vætuni í luftini. Termiski høgleikin (komfortin) kann ásetast út frá virkseminum í rúminum, og hvussu fólk eru ílatin.

 

Virkiskrøv og mannagongdir fyri útgreiningum, váttan og eftirlit við ter­miska inniumhvørvinum eru at finna í ”DS 474, Norm for specifikation af termisk indeklima”.

 

Haraftrat kann vísast til ”DS/EN ISO 7730 Ergonomi inden for termisk miljø - Analytisk bestemmelse og fortolkning af termisk komfort ved beregning af PMV- og PPD-indekser og lokale termiske komfortkriterier”.

 

 

6.3 Luftgóðska

6.3.1 Luftskifti

6.3.1.1 Alment

Stk. 1

Luftin í bygningum skal skiftast. Luftskiftisskipanir skulu dimensjónerast, gerast, rekast og haldast við líka, soleiðis at tær í nýtslutíðini í minsta lagi veita tað, sum tær eru ætlaðar at veita.

(6.3.1.1, stk. 1)

Luftskifti kann gerast við skipanum fyri natúrligt luftskifti, mekaniskt luftskifti ella samansett luftskifti.

 

Við luftskiftisskipan skilst bæði natúrligt luftskifti, mekaniskt luftskifti og samansett luftskifti.

Við luftskiftisútbúnað skilst bara mekanisk luftskiftisskipan, íroknað tann mekaniska partin av samansettari luftskifting. Luftskiftisskipanir verða gjørdar í samsvari við kap. 8.3.

 

Krøvini til luftskifti eru eisini galdandi fyri verandi bygningar, sum í sambandi við umbygging ella t.d. útskifting av vindeygum og hurðum, minka um natúrliga luftskiftið/trekkin. Í sambandi við at tetta klimaskermin í verandi bygningum, kunnu útiluftventilar møguliga nøkta tørvin á luftskiftinum.

 

Ásetingarnar um luftskifti varða bara um tann vanliga luftskiftistørvin. Í t.d. arbeiðsrúmum ella rúmum í einum bústaði, har arbeitt verður, kann tørvur verða á størri luftskifti. Um so er, verða krøvini til luftskiftið sett í samsvari við arbeiðsumhvørvislóggávuna.

 

Ásetingar um heilsulig atlit, sum t.d. ásetingarnar um luftskiftið, skulu lúkast so leingi, sum bygningurin stendur.

 

Vanliga verða bústaðir roknaðir at vera í nýtslu alt samdøgrið.

 

Vísast kann til ”DS 447, Ventilation i bygninger – Mekaniske, naturlige og hybride ventilationssystemer”, ”DS/EN ISO 7730 Ergonomi inden for termisk miljø - Analytisk bestemmelse og fortolkning af termisk komfort ved beregning af PMV- og PPD-indekser og lokale termiske komfortkriterier” og ”At-vejledning A.1.2 Indeklima”. Fyri luftskifti í rúmum við eldstaði verður víst til kap. 8, Innleggingar, og til ”Bekendtgørelse om forskrifter for udførelse af gasinstallationer (gasreglementet)”, part A”.

 

Reingerðarstøðið í einum rúmi hevur stóran týdning fyri luftgóðskuna. Vísast kann til kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum.

Stk. 2

Tilførsla av útiluft skal vera gjøgnum op, sum eru beint út í fríska luft ella við luftskiftisútbúnaði við innblásing, har innblásta luftin verður upphitað.

 

(6.3.1.1, stk. 2)

Luftskiftisop beint út í fríska luft kunnu t.d. vera luftventilar ella vindeygu stýrd við hond ella t.d. við motori. Høvuðsendamálið við opunum er at tryggja, at luft uttanífrá kemur inn í rúmini á ein skipaðan hátt.

 

Opini eiga í neyðugan mun at kunna filtra luftina, sum kemur inn, og eiga at setast soleiðis, at luftin, sum kemur inn, er so lítið dálkað sum gjørligt.

 

Luftskiftisopini beint út í fríska luft eiga at gerast og virka soleiðis, at tað eggjar brúkarunum til at nýta opini eftir ætlan og harvið á rættan hátt at gagnnýta møguleikarnar fyri at stilla bæði mongdina og spjaðingina av luftini, sum kemur inn. Eitt luftskiftisop, sum er beint út í fríska luft, eigur tí lættliga at kunna stillast, og hetta eigur at kunna gerast standandi á gólvinum.

 

Krøv kunnu vera um eina ávísa ljóðdoyving í luftskiftisopinum, sí kap. 6.4.2, stk. 1. Í teimum førum, tá ið luftin uttanífrá kemur inn gjøgnum stýrd vindeygu, eigur at verða hugsað um vandan fyri stuldri.

Stk. 3

Við tilførslu og við burturflytan av luft í rúmi, har ið fólk halda til, skal tryggjast, at eingin gjóstur er í tilhaldsøkinum.

 

 

 

 

(6.3.1.1, stk. 3)

Fyri at sleppa undan gjóstri eigur luftferðin í tilhaldsøkinum í hølum við sitandi virksemi ikki at vera meira enn 0,15 m/s.

 

Markið fyri gjóstri veldst um, hvussu nógv virksemi er, lufthitan og luftmeldurin.

 

Við tilhaldsøki skilst tað økið í einum rúmi, har ið fólk kunnu væntast at halda til.

 

Tá ið hitin er yvir 24° C í rúminum, verður hægri luftferð góðtikin.

Stk. 4

Luft má ikki flytast úr einum meira luftdálkaðum rúmi í eitt minni luftdálkað rúm.

(6.3.1.1, stk. 4)

Í bústøðum verða t.d. køkur, baðirúm, vesi og vásarúm roknað at vera meira luftdálkað rúm.

 

Í vinnubygningum eigur luft úr rúmum við luftdálking, sum stendst av tøkni, ikki at verða endurnýtt.

Stk. 5

Luftskiftisútbúnaður og luftskiftisop beint út í fríska luft skulu vera gjørd og sett soleiðis, at tey ikki flyta inn evni í rúm, m.a. mikroverur, sum gera inniumhvørvið heilsuliga ónøktandi.

 

 

 

6.3.1.2 Bústaðarbygningar

Stk. 1

Í øllum búrúmum og í bústaðnum sum heild skal vera ein útiluftstilflutningur á í minsta lagi 0,3 l/s pr. m2 av upphitaðari hæddarvídd.

 

(6.3.1.2, stk. 1)

Í sambandi við útrokning av neyðuga útiluftstilflutninginum verður víddin roknað sum samlaða brutto hæddarvíddin.

 

Kjallarar skulu somuleiðis gerast við luftskifti.

Stk. 2

Køkar skulu vera útgjørdir við roykhettu við mekaniskari útsúgving yvir komfýrinum. Roykhettan skal hava mekaniska útsúgving, sum kann stillast, og útluftingin skal vera beint út í fríska luft. Roykhettan skal hava nóg stórt virkni til at beina burtur royk og dálkaða luft, sum stendst av matgerð.

(6.3.1.2, stk. 2)

Kókiplátur kunnu t.d. vera el- ella gasupphitaðar og innbygdar í komfýrar.

Stk. 3

Dagliga luftskiftið í bústaðareindum skal útvegast við luftskiftisútbúnaði, sum hevur hitaendurnýtslu við innblásing í búrúm og útsúgving í baðirúmum, vesirúmum, køkum og vásakøkum.

Um summarið kann natúrligt luftskifti umvegis vindeygu, luftskiftisop og líknandi brúkast í staðin fyri mekaniskan luftskiftisútbúnað.

(6.3.1.2, stk. 3)

Um summarið kann verða neyðugt við meira luftskifti fyri at sleppa av við yvirskotshitan. Í hesum sambandinum kann natúrlig, mekaniskt ella samansett luftskifti nýtast.

Stk. 4

Luftskiftið í køki, baðirúmi, vesirúmi, vásakøki o.tíl. rúmum skal kunna økjast í minsta lagi til niðanfyri nevnt:

 

Í køki skal ein luftnøgd á í minsta lagi 20 l/s súgvast út og í baði- /vesirúmi ein luftnøgd á í minsta lagi 15 l/s. Í vesirúmum uttan bað, vásakøkum og kjallararúmum skal ein luftnøgd á í minsta lagi 10 l/s súgvast út.

(6.3.1.2, stk. 4)

Tann økta luftnøgdin, sum her verður kravd, vil ofta hava við sær, at eitt størri samlað luftskifti verður kravt í bústaðnum enn tað dagliga luftskiftið á 0,3 l/s pr. m2.

Stk. 5

Tørvstillagað luftskifti kann nýtast treytað av, at tilførslan av útiluft harvið ikki verður lægri enn 0,3 l/s pr. m².

(6.3.1.2, stk. 5)

Tørvstillagað luftskifti merkir vanliga tillagan eftir vætuviðurskiftunum.

 

Tørvstillagað luftskifti kann eisini vera ein roykhetta, stýrd við hond. Útsúgving frá baðirúmum og vesirúmum eigur altíð at vera í minsta lagi 10 l/s.

Stk. 6

Einbýlishús kunnu skifta luftina við natúrligum luftskifti. Fyri einbýlishús við natúrligum luftskifti eru stk. 1, 2 og 4 somuleiðis galdandi.

(6.3.1.2, stk. 6)

Við einbýlishús skilst hús við einum bústaði, íroknað tvíhús, raðhús, bólkahús, ketuhús o.o., har ið bústaðirnir eru atskildir við loddrøttum íbúðarskilnaði.

 

Við natúrligt luftskifti skilst, at luft verður flutt inn gjøgnum ventilar í útveggjum og beind burtur við natúrligum uppráki gjøgnum útluftingarrør frá køki og baði-/vesirúmi, ført yvir tak.

 

Í sambandi við natúrligt luftskifti frá rúmum á fleiri hæddum eigur at tryggjast, at ovaru hæddirnar ikki verða ávirkaðar av upprákinum frá niðaru hæddunum.

 

Virkiskrøvini til luftskifti í rúmum við vanligari rúmhædd eru roknað at vera lokin, tá ið luftskiftið í rúmunum er sum niðanfyri:

 

Tilhaldsrúm

Tilflutt útiluft:

Umvegis vindeyga, sum kann latast upp, lúku ella úthurð. Ein ella fleiri útiluftventilar við fríum opi, sum tilsamans eru á í minsta lagi 60 cm2 pr. 25 m2 gólvvídd. Víddin á opinum út í fríska luft kann møguliga ásetast við støði í eini luftskiftistøkniligari útrokning.

 

Køkar

Tilflutt luft:

Umvegis op á í minsta lagi 100 cm2 móti atkomurúmi, umframt vindeyga, sum kann latast upp, lúku ella úthurð.

 

Bað og vesi í sama rúmi

Tilflutt luft:

Umvegis op á í minsta lagi 100 cm2 móti atkomurúmi.

 

Harafturat – um rúmið er móti útveggi – vindeyga, ið kann latast upp, lúku ella úthurð.

 

Burturflytan av inniluft:
Umvegis útluftingarrør við tvørvídd á í minsta lagi 200 cm2.

 

Kjallararúm

Tilflytan av útiluft gjøgnum ein ella fleiri útiluftsventilar.

 

Burturflytan av inniluft úr minst einum kjallararúmi við útluftingarrøri við tvørvídd á í minsta lagi 200 cm2

Stk. 7

Fyri onnur rúm enn tey, sum eru nevnd í stk. 1-6, skal dimensjóneringin av luftskiftinum góðkennast av kommunala byggimyndugleikanum við atliti at, hvussu stórt rúmið er, og hvat tað verður nýtt til.

(6.3.1.2, stk. 7)

Við onnur rúm skilst vaski- og turkirúm, sauna, lyftur, bilhús o.tíl.

 

 

6.3.1.3 Aðrir bygningar enn bústaðarbygningar

Stk. 1

Tilhaldsrúm á dagstovnum skulu hava luftskiftisútbúnað, sum bæði fevnir um innblásing, útsúgving og hitaendurnýtslu av luftini, har innblásta luftin verður upphitað.

 

Luftskiftið skal tryggja eitt heilsugott inniumhvørvi.

 

Innblásingin við útiluft og útsúgvingin skulu vera í minsta lagi 3 l/s fyri hvørt barn og í minsta lagi 5 l/s fyri hvønn vaksnan, umframt 0,35 l/s pr. m² hæddarvídd.

 

Somuleiðis skal tryggjast, at CO2 innihaldið í inniluftini ikki fer upp um 0,1 % CO2 í longri tíðarskeið.

 

Verður luftskiftisútbúnaður við tørvstillagaðum luftskifti nýttur, kann víkjast frá ásetingini, tá ið tørvurin er minni. Tó má luftskiftið í nýtslutíðini ikki vera minni enn 0,35 l/s pr. m² hæddarvídd.

(6.3.1.3, stk. 1)

Ásetingin er galdandi fyri stovnar sum t.d. vøggustovur, barnagarðar, frítíðarskúlar, frítíðarheim, dagtilhald og aðrar stovnar við líknandi endamáli.

 

Luftskiftið í tilhaldsrúmunum er ikki í sær sjálvum nóg mikið til at tryggja, at CO2 innihaldið í inniluftini ikki fer upp um 0,1 % CO2 í longri tíðarskeið. Tískil eigur luftskiftisútbúnaðurin at gerast við broytiligari megi alt eftir tørvinum, soleiðis at luftskiftið er størri í rúmum, har tørvurin er stórur og minni í rúmum, har tørvurin er lítil.

 

Luftskiftisásetingin fyri bygningin er treytað av, at lítið dálkandi byggitilfar verður nýtt. Lítið dálkandi byggitilfar er byggitilfar, sum er fevnt av ”Dansk Indeklima Mærkning”, og tilfar, sum lýkur treytirnar fyri at verða merkt eftir hesi skipan.

 

Ásetingin eigur at síggjast í samanhangi við kap. 3.4.2, stk. 2.

Stk. 2

Undirvísingarrúm í skúlum og onnur líknandi rúm skulu hava luftskiftisútbúnað, sum bæði fevnir um innblásing, útsúgving og hitaendurnýtslu av luftini, har innblásta luftin verður upphitað.

 

Innblásingin við útiluft og útsúgvingin skulu vera í minsta lagi 5 l/s pr. fólk, umframt 0,35 l/s pr. m² hæddarvídd.

 

Somuleiðis skal tryggjast, at CO2 innihaldið í inniluftini ikki fer upp um 0,1 % CO2 í longri tíðarskeið.

 

Um luftskiftisútbúnaðurin kann lagast til broyttan tørv, kann víkjast frá ásetingini, tá ið tørvurin er minni. Tó má luftskiftið í nýtslutíðini ikki vera minni enn 0,35 l/s pr. m² hæddarvídd.

 

Tá ið serlig byggitøknilig tiltøk verða gjørd, eitt nú størri rúmd pr. fólk, nýtsla av fleiri luftskiftismøguleikum, so sum tvørluftskifti, kann víkjast frá kravinum um mekaniskt luftskifti, treytað av, at inniluftin er heilsuliga nøktandi.

(6.3.1.3, stk. 2)

Luftskiftið í vanligum flokshølum er ikki í sær sjálvum nóg mikið til at tryggja, at CO2 innihaldið í inniluftini ikki fer upp um 0,1 % CO2 í longri tíðarskeið. Tískil eigur luftskiftisútbúnaðurin at gerast við broytiligari megi alt eftir tørvinum, soleiðis at luftskiftið er størri í rúmum, har tørvurin er stórur og minni í rúmum, har tørvurin er lítil.

 

Luftskiftisásetingin fyri bygningin er treytað av, at lítið dálkandi byggitilfar verður nýtt. Lítið dálkandi byggitilfar er byggitilfar, sum er fevnt av ”Dansk Indeklima Mærkning”, og tilfar, sum lýkur treytirnar fyri at vera merkt eftir hesi skipanini.

 

Ásetingin eigur at síggjast í samanhangi við kap. 3.4.2, stk. 2.

 

Stk. 3

Fyri onnur rúm enn tey, sum eru nevnd í stk. 1 og 2, skal dimensjóneringin av luftskiftinum góðkennast av kommunala byggimyndugleikanum við atliti at, hvussu stórt rúmið er, og hvat tað verður nýtt til.

(6.3.1.3, stk. 3)

Gjørt verður vart við, at natúrligt luftskifti í summum førum kann nøkta tørvin. Í øðrum førum eiga krøv at verða sett um samansett ella mekaniskt luftskifti fyri at tryggja heilsuliga nøktandi inniluft.

 

Rúm, har tørvurin á luftskifti kann nøktast við natúrligum luftskifti, kunnu t.d. vera skrivstovuhøli, hotellkømur og ávís sløg av handilshølum.

 

Rúm, sum krevja serliga umhugsan viðvíkjandi natúrligum luftskifti, og sum kunnu krevja samansett ella mekaniskt luftskifti, kunnu t.d. vera skrivstovuhøli til nógv fólk, samkomuhøli, fundarrúm, matarhøli, matstovur og hølir á sjúkrahúsum.

 

Luftskiftið kann t.d. ásetast við støði í ”DS 447, Ventilation i bygninger – Mekaniske, naturlige og hybride ventilationssystemer”.

Viðvíkjandi luftskifti í ruskhølum og í lyftum verður víst til kap. 8, Innleggingar.

 

 

6.3.2 Dálking frá byggitilfari

6.3.2.1 Alment

Stk. 1

Byggitilfar má ikki lata frá sær gass, guvu, bitlar ella ioniserandi stráling, ið kann elva til inniumhvørvi, sum ikki er heilsuliga nøktandi.

 

(6.3.2.1, stk. 1)

Byggitilfar, ið dálkar inniumhvørvið minst møguligt, eigur altíð at verða nýtt.

 

Gjørd er ein merkingarskipan fyri byggivørur, Dansk Indeklima Mærkning. Vísast kann til www.teknologisk.dk/dim

 

Arbeiðseftirlitið hevur givið út serligar reglur fyri handfaring av ávísum byggitilfari, t.d. byggitilfar við asbest og mineralull. Reglurnar eiga at verða fylgdar, sama um arbeiðið verður gjørt fyri ein arbeiðsgevara ella ikki.

 

 

6.3.2.2 Formaldehyd

Stk. 1

Spønplátur, trætrevjuplátur, krossviðaplátur og aðrar plátur, ið innihalda lím, sum letur formaldehyd frá sær, mugu bert nýtast, um inniumhvørvið er heilsuliga nøktandi, hóast formaldehydfrálátið.

 

(6.3.2.2, stk. 1)

Ásetingin fevnir um byggivørur, sum innihalda formaldehydfrálátin evnir, og sostatt ikki um byggivørur, sum eru límaðar við lími uttan íblandingarevni av ureaformaldehyd, sum t.d. pva-, fenol-, resorcinol- ella isocyanatlím.

 

Byggivørur, sum innihalda formaldehydfrálátin evnir, og eru í beinleiðis sambandi við inniumhvørvið og eru fevnd av einum evropeiskum normi, skulu vera CE-merktar, og tað skal síggjast, at byggivøran er fevnd av flokki E1.

 

Við nýtslu av træplátum límaðar við einum fromaldehydfrálátandi lími til gólv, veggir og loft, sum t.d. MDF og spønplátur, verður viðmælt at klæða pláturnar við tilfari uttan íblandingarevni fyri at minka um mongdina av formaldehyd í inniumhvørvinum. Klæðingin kann t.d. vera gipsplátur, banavørur, trægólv ella onnur gólvklæðing.

 

Tá talan er um plátur úr træi verður hugsað um plátur lýstar í “DS/EN 13986, Træbaserede plader til konstruktionsbrug – Karakteristika, overensstemmelsesvurdering og mærkning” ella líknandi plátur, sum innihalda formaldehydfrálátið lím.

 

WHO mælir til, at samlaða nøgdin av formaldehyd í inniumhvørvinum ikki er meiri enn 0,1 mg/m³.

 

 

6.3.2.3 Asbest

Stk. 1

Asbesthavið tilfar má ikki nýtast.

 

(6.3.2.3, stk. 1)

Tað er bannað at nýta asbesthavið tilfar, sí kunngerð um nýtslu av asbesti og ”At-vejledning C.2.2 Asbest”.

 

Sí eisini ”SBi-anvisning 228, Asbest i bygninger” og ”SBi-anvisning 229, Byggematerialer med asbest”.

 

 

6.3.2.4 Mineralull

Stk. 1

Tilfar við mineralull við yvirflatum móti inniumhvørvinum skal vera haldgott og væl egnað til endamálið, so tað ikki letur frá sær mineralullstrevjur til inniumhvørvið.

 

(6.3.2.4, stk. 1)

Ásetingin fevnir um byggitilfar, sum hevur ullintan konsistens, og er gjørt úr smeltaðum steini, glasi o.tíl.

 

Ásetingin fevnir t.d. um ávís loft, innblásingarrør og ljóðdoyvarar í innblásingarútbúnaði.

 

Bjálvingartilfar, sum ikki er í beinleiðis sambandi við inniumhvørvið, er ikki partur av hesum kravi.

 

Kravið kann sigast at vera lokið, um tilfarið t.d. er viðgjørt á yvirflatuni ella á annan hátt er fjalt, innilokað ella innsiglað.

 

 

6.3.2.5 Flogøska og ilska frá kolfýring

Stk. 1

Flogøska og ilska frá kolfýring, sum verður nýtt sum undirlag undir bygging, skal fjalast av einum skervlagi ella líknandi á í minsta lagi 0,20 m við eini vekt á 300 kg/m².

 

(6.3.2.5, stk. 1)

Rusk frá kolfýring, t.d. frá orkuverkum, kann innihalda geislavirkin evnir frá kolinum (kullene), sum strála gammageisling.

 

Stráliíkastið innandura frá einum undirlagi av tílíkum tilfari kann minkast, tá undirlagið verður fjalt av t.d. einum skervlagi.

 

Undirløg undir bygging mugu ikki hava við sær fuktskaðar á konstruktiónirnar

 

 

6.3.3 Dálking annars

6.3.3.1 Nitrogenoxid

Stk. 1

Nitrogenoxid, ið koma í inniluftina frá brenning í komfýrum, miðstøðuhitaketlum o.tíl. skulu avmarkast við at flyta burtur roykgassini.

(6.3.3.1, stk. 1)

Fyri køkar er kravið vanliga lokið samsvarandi kap. 6.3.1.2, stk. 1 við kravi um roykhettu. Vísast kann harafturat til ”Bekendtgørelse om forskrifter for udførelse af gasinstallationer (gasreglementet)”.

 

 

6.3.3.2 Radon

Stk. 1

Innrák av radon til inniumhvørvið skal avmarkast við, at bygningskonstruktiónin verður gjørd lufttøtt móti lendinum, ella við at onnur samsvarandi munadygg tiltøk verða gjørd.

 

(6.3.3.2, stk. 1)

Radon er eitt geislavirkið luftevni, sum er í jørðini. Radon verður forðað í at treingja upp í bygningar við at undirstøðið, lendisgólv, gólv, kjallaragólv og kjallaraútveggir verða gjørd lufttøtt, t.d. við at gera konstruktiónirnar úr betongi, soleiðis at ein góð, einsháttað konstruktión, uttan rivur, fæst, og við at tetta rundan um rør og rørgjøgnumføringar í hesum bygningspørtum.

 

Vísast kann til ”Byggeteknisk Erfaringsformidling, BYG-ERFA blad SfB (99) 02 09 27, Radon-forebyggelse og afhjælpning” og ”Erhvervs- og Byggestyrelsens pjece om radon og enfamilieshuse”.

 

Altjóða tilmælini eru, at einføld og bílig tiltøk eiga at verða gjørd við atliti at minking av radoninnihaldi í inniumhvørvinum, tá ið radoninnihaldið er millum 100 Bq/m³ og 300 Bq/m³ (Becquerel pr. rúmmetur).

 

Við støði í hesum verður mælt til, at í verandi bygningum verða gjørdar einfaldar og bíligar betringar, tá ið radoninnihaldið er millum 100 Bq/m³ og 200 Bq/m³, og at munadyggari ábøtur verða gjørdar, tá ið radoninnihaldið fer upp um 200 Bq/m³ (Becquerel pr. rúmmetur).

Stk. 2

Bygningurin skal byggjast soleiðis, at tað verður tryggjað, at radoninnihaldið ikki fer upp um 100 Bq/m³.

 

 

(6.3.3.2, stk. 2)

Tá mátingar verða gjørdar av radoninnihaldinum, eiga mátingarnar at gerast yvir minst tveir mánaðir. Úrslitið av mátingunum eigur at verða roknað út sum miðaltalið yvir eitt heilt ár – ársmiðalvirðið fyri bústaðin.

 

 

6.3.3.3 Onnur dálking frá undirlendi

Stk. 1

Dálking frá gomlum ruskplássum, dálkaðum ídnaðarøkjum o.tíl. má ikki elva til inniumhvørvi, sum ikki er nøktandi heilsuliga og trygdarliga.

 

Um so er, at bygt verður á øki, uttan at dálkingin í jørðini er fullkomiliga reinsað, skal innrákið av dálking frá undirlendinum til inniumhvørvið avmarkast við at gera bygningskonstruktiónina móti lendinum bæði lufttætta og diffusjónstætta, ella við at nýta onnur samsvarandi munadygg tiltøk.

(6.3.3.3, stk. 1)

Jarðardálkingar kunnu treingja upp í bygningar við konvektión og diffusjón gjøgnum undirstøðið, lendisgólv, gólv, kjallaragólv og kjallaraútveggir.

 

Forðast kann fyri konvektión við at gera konstruktiónir lufttættar, t.d. við at gera konstruktiónir úr betongi fullgóðar, so at konstruktiónirnar verða góðar, einsháttaðar og uttan rivur.

 

Minkast kann um diffusjón við at gera konstruktiónir diffusjónstættar, t.d. við at nýta betong við góðsku í miðal umhvørvisflokki, sum inniheldur upp til 5 % av poknutum bitlum.

 

Vísast kann til ”DS/EN 1992-1-1 Betonkonstruktioner”.

 

 

6.4 Akustiskt inniumhvørvi

6.4.1 Alment

Stk. 1

Bygningar skulu ráðleggjast, prosjekterast, byggjast og innrættast, so at trygd er fyri, at brúkararnir hava nøktandi ljóðviðurskifti.

 

(6.4.1, stk. 1)

Allýsingar og hugtøk við atliti at luftljóðbjálving, trinljóði og ljóðtrýststigi eru lýst í ”DS 490, Lydklassifikation af boliger”.

 

Afturat hesum verða hugtøkini eftirljómstíð (efterklangstid) og ísoguvídd (absorptionsareal) nýtt, sum eru allýst í ”DS/EN 12354-6, Bygningsakustik - Beregning af bygningers akustiske egenskaber ud fra bygningselementers egenskaber - Del 6: Lydabsorption i lukkede rum”.

 

Eftirlitsmátingar av ljóðviðurskiftum verða gjørdar í samsvari við ”SBi-anvisning 217, Udførelse af bygningsakustiske målinger”.

 

Reglur um ljóðviðurskifti og larm eru eisini at finna í kunngerðum og ávísingum og vegleiðingum frá Arbeiðseftirlitinum.

 

 

6.4.2 Bústaðir og aðrir bygningar nýttir til gisting

Stk. 1

Bústaðir og líknandi bygningar, sum verða nýttir til gisting, og innleggingar í hesar skulu gerast soleiðis, at tey, sum eru í bygninginum, ikki verða nervað av ljóðum frá rúmum í bústaðar- og vinnueindum, sum liggja upp at bygninginum, frá innleggingum í sjálvum bygninginum og frá ferðslu á vegum nærhendis.

(6.4.2, stk. 1 – stk. 4)

Bústaðir fevna í hesum sambandi eisini um hotell, studentagarðar, næmingaheim, gistingarhús, felagsíbúðir, kostskúlar, sjúkrahús, røktarheim, samdøgursstovnar o.tíl. bygningar, sum verða nýttir til gisting.

 

Virkiskravið fyri bústaðir er roknað at vera lokið, tá ið tað er framt sum flokkur C i ”DS 490, Lydklassifikation af boliger”. ”DS 490, Lydklassifikation af boliger” inniheldur eisini mørk fyri bústaðir, sum ljóðliga hava eina betri góðsku enn minstukrøvini í bygningsreglugerðini – talan er um flokk B og flokk A.

 

Fyri at røkka virkiskravinum í DS 490 um ferðsluóljóð innandura, er niðanfyri nevnda markvirði galdandi: Markvirðið er galdandi í sambandi við bygging við vegir við ferðslu, sum fyri hvønn einstakan bygning hevur við sær eitt óljóðsstig á meira enn 58 dB. Markvirðið verður lýst sum Lden virði.

 

Í samband við óljóð frá tøkniligum innleggingum í vinnueindum í sama bygningi sum bústaðir, verður virkiskravið innandura í búrúmum roknað at vera lokið, tá ið óljóðsstigið ikki fer upp um virðini, sum svara til vegleiðandi markvirðini frá ”Tabel III í Miljøstyrelsens Vejledning nr. 5/1984”.

 

Uppskot til markvirði fyri lágfrekvent óljóð og infraljóð í búrúmum er at finna í ”Orientering fra Miljøstyrelsen nr. 9/1997”.

 

Virkiskravið fyri óljóð uttandura frá tøkniligum innleggingum er roknað at vera lokið, tá ið óljóðsstigið ikki fer upp um virðini, sum svara til tey vegleiðandi markvirðini fyri náttartíðarskeið í ”Tabel I í Miljøstyrelsens Vejledning nr. 5/1984”.

Stk. 2

Eru rúm við serliga nervandi óljóði upp at bústaði ella felags tilhaldsrúmi, skulu serstøk ljóðbjálvandi átøk gerast.

(6.4.2, stk. 2)

Við felagsrúm skilst t.d. felags tilhaldsrúm fyri fleiri bústaðir, trappurúm ella gangir.

 

Stk. 3

Tøkniligar innleggingar mugu ikki elva til nervandi óljóðsstig uttan fyri vindeygu og á fríløtuøkjum, íroknað altanum, takterassum, útirúmum o.tíl.

 

Stk. 4

Eftirljómstíðin í felagsrúmum skal vera tillagað nýtsluni.

 

Stk. 5

Fyri rúm í einbýlishúsum eru bara oman fyri nevndu óljóðskrøv til tøkniligar innleggingar og ferðslu galdandi.

 

Stk. 6

Fyri rúm í frítíðarhúsum á frítíðarhúsøkjum eru oman fyri nevndu óljóðskrøv bara galdandi fyri tøkniligar innleggingar.

 

 

 

6.4.3 Aðrir bygningar enn bústaðir o.a.

Stk. 1

Bygningar og innleggingar skulu gerast soleiðis, at nervandi ljóð frá rúmum uppat, frá innleggingum og frá vegum nærhendis, verður avmarkað. Hetta skal gerast í tann mun, sum ætlaða nýtslan av bygningunum krevur, og soleiðis at tey, sum eru í bygningunum, ikki verða nervað av ljóðinum.

 

(6.4.3, stk. 1)

Aðrir bygningar enn bústaðir fevnir í hesum sambandi m.a. um undirvísingarbygningar, dagstovnabygningar o.tíl.

 

Undirvísingarbygningar fevna um skúlar og útbúgvingarstovnar.

 

Dagstovnabygningar fevna í hesum kapitli um barnaansingarstovnar, frítíðarskúlar o.tíl.

 

Undirvísingarbygningar:

Virkiskravið fyri undirvísingarbygningar verður roknað at vera lokið, tá ið tað verður útint í samsvari við hesi virði:

 

Luftljóðbjálving, R'w

Millum undirvísingarrúm og millum undirvísingarrúm og felagsrúm, vatnrætt ≥ 48 dB.

 

Millum undirvísingarrúm og millum undirvísingarrúm og felagsrúm, loddrætt ≥ 51 dB.

 

Millum undirvísingarrúm við hurðarsambandi (samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð, faldi- og flytivegg ella glaspartíir o.tíl.) ≥ 44 dB.

 

Millum undirvísingarrúm og felagsrúm við hurðarsambandi (samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð, faldi- og flytivegg ella glaspartíir o.tíl.)  ≥ 36 dB.

 

Fyri broytiligar rúmskiljingar í opnum undirvísingarøkjum ≥ 20 dB.

 

Millum undirvísingarrúm til smíð og onnur undirvísingarrúm ella felagsrúm ≥ 60 dB.

 

Millum undirvísingarrúm til smíð og felagsrúm við hurðarsambandi (samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð, faldi- og flytivegg ella glaspartíir o.tíl.)  ≥ 44 dB.

 

Millum undirvísingarrúm til sang og tónleik og millum undirvísingarrúm til sang og tónleik og onnur undirvísingarrúm ella felagsrúm ≥ 65 dB.

 

Millum undirvísingarrúm til sang og tónleik við hurðarsambandi (samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð) ≥ 55 dB.

 

Millum undirvísingarrúm til sang og tónleik og felagsrúm við hurðarsambandi (samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð) ≥ 50 dB.

 

Trinljóðstig, L'n,w

Í undirvísingarrúmum ≤ 58 dB.

 

Í undirvísingarrúmum frá gólvi og skilagólvi mótvegis undirvísingarrúmum til smíð ella sang og tónleik ≤ 53 dB.

 

Óljóðsstig

Í undirvísingarrúmum frá tøkniligum innleggingum ≤ 30 dB.

 

Í undirvísingarrúmum frá ferðslu ≤ 33 dB.

 

Dagstovnar:

Virkiskravið fyri dagstovnar verður roknað at vera lokið, tá ið tað verður útint í samsvari við hesi virði:

 

Luftljóðsbjálving, R'w

Millum tilhaldsrúm fyri stilt og/ella larmandi virksemi og millum hesi rúm og onnur rúm ≥ 48 dB.

 

Millum tilhaldsrúm fyri stilt og/ella larmandi virksemi og onnur rúm við hurðarsambandi (samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð o.tíl.) ≥ 40 dB.

 

Millum tilhaldsrúm og millum tilhaldsrúm og onnur rúm ≥ 40 dB.

 

Millum tilhaldsrúm við hurðarsambandi og millum tilhaldsrúm og onnur rúm við hurðarsambandi (samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð o.tíl.) ≥ 30 dB.

 

Trinljóðstig, L'n,w

Í tilhaldsrúmum (frá gólvi í rúmum uppiyvir) og í tilhaldsrúmum fyri stilt virksemi (frá øllum gólvum) ≤ 58 dB.

 

Í tilhaldsrúmum (frá gólvi í rúmum á somu hædd) ≤ 63 dB.

 

Óljóðsstig L'n,w

Í tilhaldsrúmum frá tøkniligum innleggingum ≤ 30 dB.

 

Í tilhaldsrúmum frá ferðslu ≤ 33 dB.

 

Vísast kann til ”SBi anvisning 218, Lydforhold i undervisnings- og daginstitutionsbygninger – Lydbestemmelser og anbefalinger”.

 

Fyri bygningar til onnur endamál enn teir omanfyri nevndu:

Fyri bygningar til onnur endamál enn teir omanfyri nevndu eiga í hvørjum einstøkum føri at verða settar serstakar ljóðásetingar fyri verkætlanina, soleiðis at krøvini til akustiska inniumhvørvið verða lokin.

Óljóðsstigið innandura á skrivstovum frá virkjum í sama bygningi er fevnt av teimum vegleiðandi markvirðunum í ”Tabel III í Miljøstyrelsens Vejledning nr. 5/1984”.

 

Uppskot um markvirði fyri lágfrekvent óljóð og infraljóð í tilhaldsrúmum og skrivstovum eru at finna í ”Orientering fra Miljøstyrelsen nr. 9/1997”.

Stk. 2

Liggja rúm við serliga nervandi óljóði uppat undirvísingarrúmum ella tilhaldsrúmum, skulu serlig ljóðbjálvandi tiltøk gerast.

 

(6.4.3, stk. 2)

Virkiskravið fyri undirvísingar- ella tilhaldsrúm í dagstovnum í bygningum, har tað í sama bygningi ella í bygninginum uppat, eru rúm við larmandi virksemi úr vinnueindum ella øðrum undirvísingar- ella dagstovnum, verður roknað at vera lokið, tá ið bygningurin verður gjørdur í samsvari við ”Energistyrelsens Vejledning om lydbestemmelser i Bygningsreglementet 2010 (Aukustisk Indeklima)”.

Stk. 3

Eftirljómstíðin í rúmum í bygningum skal vera tillagað nýtsluni.

 

(6.4.3, stk. 3)

Vísast kann til ”SBi anvisning 218, Lydforhold i undervisnings- og daginstitutionsbygninger - lydbestemmelser og anbefalinger”.

 

Fyri bygningar til onnur endamál, so sum skrivstovubygningar, sjúkrahús, læknahús og viðgerðarstovur, eiga í hvørjum einstøkum føri at verða settar serstakar ljóðásetingar fyri verkætlanina, soleiðis at krøvini til akustiska inniumhvørvið verða lokin.

 

Undirvísingarbygningar:

Virkiskravið fyri undirvísingarbygningar verður roknað at vera lokið, tá ið tað verður útint í samsvari við hesi virði:

 

Eftirljómstíð, T

Flokshøli ≤ 0,6 s.

Undirvísingarrúm til smíð ≤ 0,6 s.

 

Undirvísingarrúm t