14. juni 2010Nr. 73
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 135 frá 26. oktober 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Gentur, sum eru føddar 1. januar 1995 ella seinni, kunnu, tá tær hava fylt 13 ár, verða koppsettar ímóti lívmóðurhálskrabbameini. Koppsetingarnar skulu verða framdar, innan gentan fyllir 15 ár.”
2) § 4, stk. 4 verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2010.
Heilsumálaráðið, 14. juni 2010
Aksel V. Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)