Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 2019Nr. 73
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2019, sum broytt við kunngerð nr. 86 frá 14. juni 2019
Við heimild í § 5, stk. 2, § 28, stk. 1, § 34, stk. 1, 2. pkt. og stk. 2, § 39, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4, 6, 9 og 10 og stk. 3, § 44, stk. 1, 2. pkt., § 46, stk. 3, § 58, stk. 5 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 9. mai 2019 verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2019.
Kapittul 2
Kvotur, fiskiloyvi o.a.
Føroysk kvota
§ 2. Føroyska kvotan av norðhavssild í 2019 er 124.657 tons.
Stk. 2. Afturat kvotuni í stk. 1 verða 2.613 tons av norðhavssild, ið ikki vórðu fiskað í 2018, flutt til at verða fiskað við føroyskum skipum í 2019.
§ 3. Av kvotuni, sambært § 2, verða 115.515 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska.
Býti av føroysku kvotuni
§ 4. Av kvotuni, sambært § 3, verða 51.493 tons latin teimum persónum ella feløgum, sum í 2018, við fiskifari undir føroyskum flaggi, høvdu rætt til fiskiloyvi at fiska av egnari árskvotu av norðhavssild, undantikin kvota keypt á uppboði, sambært §§ 14-18 í løgtingslógini. Kvotuparturin hjá hvørjum rættindahavara er, tá henda kunngerð fær gildi, settur sum samanløgdu kvotupartarnir í hvørjum fiskiloyvi sambært 1. pkt., ið viðkomandi hevði rætt til í 2018. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 2. Fiskiskapur av kvotu sambært stk. 1 kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi, ES-sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum. Føroyskur fiskiskapur í ES-sjógvi er í 2019 avmarkaður til í mesta lagi 4.500 tons.
§ 5. Av kvotuni, sambært § 3, verða 3.757 tons latin øðrum persónum ella feløgum enn teimum í § 6 nevndu persónum ella feløgum, sum í 2009, við fiskifari undir føroyskum flaggi, høvdu rætt til at fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, ella fiskifari, sum hesin rættur seinni er fluttur á, og var í gildi 31. desember 2017.
Stk. 2. Kvotan verður latin sum felagskvota við hámarki. Hámarkið í tonsum hjá hvørjum rættindahavara verður sett í mun til tal av veiðiloyvum, ið vóru løgd saman á fiskifarið hjá viðkomandi rættindahavara 31. desember 2017, harumframt verða 376 tons løgd afturat hvørjum hámarki.
Stk. 3. Fiskiskapur av kvotu sambært stk. 1 kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi, ES-sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 6. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 45.699 tons sett av til uppboðssølu eftir ásetingunum í § 15 í løgtingslógini. Fiskiskapurin eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 7. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 10.596 tons sett av til menningarkvotur eftir § 60 í løgtingslógini. Fiskiskapurin eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi, ES-sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 8. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 3.700 tons sett av til vinnuligar royndir eftir norðhavssild sambært § 14. Kvotan verður latin sum felagskvota og kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í altjóða sjógvi.
§ 9. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 300 tons sett av til at nýta sum hjáveiða í fiskiskapi hjá føroyskum skipum eftir uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.
§ 10. Eru líkindi fyri, at felagskvotan, sambært § 5, ikki verður fullnýtt, kann landsstýrismaðurin hækka ella taka burtur ásetta hámarkið, ella loyva øðrum við loyvi sambært §§ 3 og 4 at fiska av hesum kvotum.
Stk. 2. Er kvota, sambært § 8, ikki latin, ella líkindi eru fyri, at kvotan, sambært § 9, ikki verður fiskað, kann landsstýrismaðurin loyva øðrum við loyvi sambært §§ 3 og 4 at fiska av hesum kvotum. Kvoturnar verða latnar í sama lutfalli og skipan og á somu leiðum sum í §§ 3 og 4.
Stk. 3. Við almennari fráboðan skal landsstýrismaðurin í góðari tíð, og í seinasta lagi 10 dagar áðrenn, boða frá avgerð um broytingar sambært stk. 1.
Flyting av kvotu millum ár
§ 11. Rættindahavari kann, sambært § 39, stk. 4 í løgtingslógini, flyta upp til 10% av egnari árskvotu í 2018 til at verða fiskað í 2019, kvota keypt á uppboði undantikin.
Stk. 2. Rættindahavari kann, sambært § 39, stk. 4 í løgtingslógini, flyta upp til 10% av egnari árskvotu í 2019, til at verða fiskað í 2020, kvota keypt á uppboði undantikin. Á sama hátt kann rættindahavari fiska upp til 10% upp um tillutaðu egnu árskvotuna fyri 2019. Ov nógv fiskað í 2019 verður mótroknað tillutaðari egnari árskvotu í 2020.
§ 12. 1) Rættindahavari, sum í 2018 hevur keypt norðhavssild á uppboði at fiska í 2018, kann, sambært 39, stk. 4 í løgtingslógini, flyta ta nøgd av hesi kvotu, sum ikki er fiskað í 2018, at verða fiskað í 2019. Somuleiðis kann rættindahavari, sum í 2019 hevur keypt norðhavssild á uppboði at fiska í 2019, flyta upp til 10% av keyptu kvotuni fyri 2019 at verða fiskað í 2020.
Stk. 2. Kvota, sum sambært stk. 1 er flutt millum ár, verður ikki tikin við í uppgerð av uppboðskvotu í árinum, kvotan er flutt til.
Fiskiloyvi
§ 13. Fiskiskapur eftir norðhavssild, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.
Stk. 2. Bert persónar og feløg, ið lúka treytirnar í § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini, kunnu fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.
Stk. 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í íslendskum sjógvi, ES-sjógvi ella í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Ísland ella ES hava givið loyvi at fiska í teirra sjóøki, ella eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 4. Fiskiloyvið til kvotu, sambært §§ 4 og 5, er, um fiskiloyvi verður latið persónum ella feløgum sambært stk. 1, samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2019 eftir ásetingunum í § 5 í løgtingslógini.
Vinnuligar royndir
§ 14. Fiskimálaráðið kann eftir umsókn lata føroyskum fiskifari lut í kvotu, ið er sett av til vinnuligar royndir sambært § 8.
Stk. 2. Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi 3. juni 2019, kl. 12.00. Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri royndunum, umframt upplýsingar um, hvat fyri fiskifar ætlanin er at brúka, reiðskap, útgerð og leiðir.
Stk. 3. Fiskimálaráðið sendir umsóknir, ið lúka formligu krøvini í stk. 2, til Havstovuna ella onnur serkøn innan økið, sum lata Fiskimálaráðnum ummæli.
Stk. 4. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum skal dentur serliga leggjast á menningarvirði og nýskapanarvirði í royndunum.
Fiskileiðir
§ 15. Í føroyskum sjógvi kann kvota sambært hesi kunngerð bert fiskast uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, ið eru ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne og norðan fyri 62˚30’ N.
Stk. 2. Tá fiskað verður í føroyskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skal fiskifarið halda seg til ásetingarnar um friðað øki og reiðskap í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi og kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum.
Fiskiskapur í íslendskum sjógvi og ES-sjógvi
§ 16. Tá fiskað verður í íslendskum sjógvi, skal skiparin, sambært § 34, stk. 3 í løgtingslógini, halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir norðhavssild fyri skip undir føroyskum flaggi í íslendskum sjógvi.
Stk. 2. Tá fiskað verður í ES-sjógvi, skal skiparin, sambært § 34, stk. 3 í løgtingslógini, halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir norðhavssild fyri skip undir føroyskum flaggi í ES-sjógvi.
Partroling
§ 17. Fiskifar, við fiskiloyvi at fiska norðhavssild, kann partrola saman við øðrum fiskifari, sum eisini hevur fiskiloyvi at fiska norðhavssild.
Stk. 2. Áðrenn fiskifar fer at partrola, skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn á vakt@vorn.fo, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.
Stk. 3. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum skipi, fyrr enn veiðan er farin um eina góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Landing
§ 18. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum og kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum, skal allur fiskur og øll fiskavøra vigast, tá veiða sambært hesi kunngerð fer um eina innvigingarskipan, undantikið, tá veiðan verður goymd í kørum ella kassum umborð og undantikið, tá veiðan verður fryst og pakkað umborð.
Kapittul 3
Hjáveiða, hámark fyri íblanding av ungfiski og undirmálsfiskur
Hjáveiða og hámark fyri íblanding av ungfiski
§ 19. Hjá fiskiførum, ið hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum uppsjóvarfiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild. Hjáveiðan verður roknað av eginkvotuni hjá viðkomandi fiskifari ella av felagskvotuni hjá viðkomandi fiskiførum.
Stk. 2. Hjá fiskiførum, sambært stk. 1, har kvota av uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki eru fevnd av stk. 1, kann hjáveiða av uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, í mesta lagi vera 10% av samlaðu vektini fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping.
§ 20. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur í føroyskum sjógvi skal ikki vera meir enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin, hálið ella kastið.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er meir enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.
Hámark fyri íblanding av ungfiski
§ 21. Í beinleiðis veiðu eftir norðhavssild skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ella kasti ikki vera meiri enn 10% í tali. Norðhavssild, ið er minni enn 25 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 2. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá ið Vørn biður um tað.
§ 22. Vørn kann, við heimild í § 69, stk. 1 í løgtingslógini, áseta bráðfeingis veiðibann í føroyskum sjógvi, har hjáveiðan er meira enn ásetta hámarkið sambært § 19, stk. 2 ella § 21, stk. 1.
Undirmálsfiskur
§ 23. Veiðan av undirmálssild skal ikki vera meiri enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Stk. 2. Sild, ið er undir 22 cm, mátað fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hon er strekt, er undirmálssild.
Kapittul 4
Reiðskapur
Meskar í uppsjóvartroli
§ 24. Tá norðhavssild verður fiskað við uppsjóvartroli í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum, skulu meskarnir ikki fara niður um 35 mm.
Stk. 2. Ásetingarnar um trolposan í § 8, stk. 1-3 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir norðhavssild.
Gørn
§ 25. Beinleiðis veiða eftir norðhavssild við gørnum í føroyskum sjógvi er ikki loyvd.
Kapittul 5
Ymiskar ásetingar
Útblaking
§ 26. Tað er ikki loyvt at blaka ella sleppa fiski útaftur.
Stk. 2. Fiskifør skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at blaka ella sleppa fiski útaftur.
Umrokningarfaktorar
§ 27. Við umrokning av sild og sildaúrdrátti til runda vekt í sambandi við uppgerð av veiðu skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast:
1) Kruvd, við høvdi 1,00.
2) Kruvd, avhøvdað 1,00.
3) Flak við skræðu og beinum 2,00.
4) Flak, skrædlað, við beinum 2,00.
5) Flak, skrædlað, uttan bein 2,00.
6) Fiskamjøl 5,11.
Ymiskar ásetingar um útgerð umborð
§ 28. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.
§ 29. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum umborð.
§ 30. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing.
Virking umborð
§ 31. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu eftir umsókn fáa loyvi frá Vørn til at virka veiðu av norðhavssild, sum er fiskað sambært hesi kunngerð. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meira viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur.
Lating og móttøka av veiðu
§ 32. Fiskifør og onnur før, undir føroyskum flaggi, kunnu eftir umsókn fáa loyvi frá Vørn til at lata og taka ímóti veiðu, sum er fiskað sambært hesi kunngerð. Lating og móttøka kann bert fara fram í føroyskum sjógvi.
Stk. 2. Í loyvið, sambært stk. 1, verða settar treytir um innvigingarskipan, fráboðanir í sambandi við lating, móttøku, eygleiðara o.a.
Stk. 3. Verða treytirnar í loyvinum sambært stk. 1 ikki hildnar, kann Vørn taka loyvið aftur.
Stk. 4. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum taka ímóti veiðu frá øðrum í føroyskum sjógvi og flyta veiðuna til innvigingarstað í Føroyum, undantak frá kravinum um at hava góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Eygleiðari
§ 33. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð, og førum, sum umskipa, taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu ella úrdrátt úr veiðu. Fiskifarið ber útreiðslurnar til kost og innivist av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Sýni
§ 34. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 35. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.
Fráboðanir
§ 36. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í íslendskan sjógv, ES-sjógv ella NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í ES-sjógv ella NEAFC-skipanarøkið.
2) Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 føroyska tíð, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr íslendskum sjógvi, ES-sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr ES-sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.
Kapittul 6
Revsireglur og gildistíð
Revsing
§ 37. Brot á § 13, stk. 1 og 3, § 15, § 17, § 18, § 19, stk. 2, § 20, § 21, stk. 2, § 23, stk. 1, § 24, stk. 1, §§ 25-28, § 29, 2. pkt. og §§ 30, 33 og 36 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður við sekt, sum virkar veiðu uttan loyvi, sambært § 31, sum letur ella tekur ímóti veiðu uttan loyvi, sambært § 32, stk. 1, ella ikki fylgir treytum ásettar sambært § 32, stk. 2, ella sum ikki fylgir boðum sambært § 29, 1. pkt. og §§ 34 og 35.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 38. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2019.
Fiskimálaráðið, 16. mai 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fiskifør, sum hava góðkent forrit umborð, kunnu senda fráboðanir um markamótið.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv, ES-sjógv ella NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Tá fiskað verður, skal fráboðan sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi, ES-sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |