Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2000Nr. 73
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk
§ 1
Í kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 3 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til brúgva- og maskintænastu krevst, at avvarðandi:
1) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til,
2) er fyltur 16 ár,
3) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla, og
4) undir eftirliti av vakthavandi brúgva- ella maskinyvirmanni hevur verið í ávikavist brúgvatænastu ella maskintænastu í minsta lagi 2 mánaðir, og tá er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi vaktartænastuni samsvarandi ásetingunum í kunngerð um vaktarhald á skipum, ella
5) innanfyri 5 tey seinastu árini hevur havt 12 mánaða góðkenda deks- ella maskintænastu umborð á handilsskipi og í hesi tíð fingið, undir eftirliti av vakthavandi brúgva- ella maskinyvirmanni, neyðuga vegleiðing um brúgva- ella maskintænastu samsvarandi ásetingum í kunngerð um vaktarhald á skipum.
Stk. 2. Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu, krevst harafturat, at viðkomandi hevur staðið sjónar- og hoyrnaroynd.”
2) Í § 11, stk. 1, 2. pkt., verður orðingin: “og í § 6, stk. 3” strikað
§ 2
Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálastýrið, 17. mai 2000
Jørgin Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Kaj P. Mortensen (sign.)