20. august 2026Nr. 73
Kunngerð um útgjald av eftirlønarsamansparing hjá persóni, sum er fluttur av landinum
Við heimild í § 1, stk. 5 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 26. februar 2026, verður ásett:
§ 1. Eftirlønarsamansparing hjá persóni, sum hevur uppihildið sær í Føroyum í í mesta lagi 60 mánaðar samanlagt, og sum er fluttur av landinum aftur, kann eftir umsókn rindast út aftur, hóast eftirlønarsamansparari ikki hevur nátt fólkapensjónsaldur.
Stk. 2. Umsókn um útgjald skal sendast TAKS.
§ 2. Útgjald av eftirlønarsamansparing eftir § 1 kann ikki fara fram, fyrr enn eftirlønarsamansparari hevur meldað flyting í fólkayvirlitinum.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 132 frá 10. desember 2013 um frítøku fyri at rinda eftirløn vegna tíðaravmarkað starv.
Fíggjarmálaráðið, 20. august 2026
Aksel V. Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)