Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2014Nr. 73
Kunngerð um gjøld fyri umsjón, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan fremur í sambandi við útflutning til Russland, Kazakstan og Hvítarussland, t.e. Tollsamgongan, og Kina
Við heimild í § 43, stk. 1-3 í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m., § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 23 frá 13. mars 1986 um Heilsufrøðiliga starvsstovu, § 39, stk. 1 og § 47 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um rindan av gjaldi fyri umsjón, íroknað eftirlit, løggilding, skráseting, góðkenning, fráboðan og kanningar í sambandi við, at matvørur verða útfluttar til Russland, Kazakstan og Hvítarussland, t.e. Tollsamgongan, og Kina.
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) Tollsamgongan: Russland, Kazakstan og Hvítarussland.
2) Umsjón: Eftirlit, løggilding, skráseting, góðkenning, fráboðan og kanningar í sambandi við matvørur, ið verða útfluttar til Tollsamgonguna og til Kina.
3) Matvøruvirki: Løggildað virki, ið útflyta matvørur til Tollsamgonguna og til Kina.
§ 3. Fyri umsjón av mikrobiologiskari góðsku á fiskavøru á virkjum, ið framleiða sild/ makrel til Tollsamgonguna, verður tikið eitt gjald upp á kr. 7.200,00 fyri hvørt sýni.
§ 4. Fyri umsjón av mikrobiologiskari góðsku á fiskavøru, á øðrum virkjum enn laksavirkjum og virkjum, ið framleiða sild/ makrel til Tollsamgonguna, verður tikið eitt gjald upp á kr. 5.500,00 fyri hvørt sýni.
§ 5. Fyri umsjón av dálkingarevnum í fiskavøru, ið verður útflutt til Tollsamgonguna, laksur undantikin, verður tikið eitt gjald upp á kr. 11,00 fyri hvørt tons, sum verður útflutt frá matvøruvirkjum í tíðarskeiðinum 1. januar til og við 31. desember. Gjaldið verður gjørt upp við støði í nøgdini av útflutninginum kalendaraárið frammanundan.
Stk. 2. Fyri gjaldið í 2014 verður útflutta nøgdin í 2012 brúkt sum grundarlag o.s.fr.
§ 6. Fyri dataviðgerð og samlaða árliga frágreiðing av kanningum fyri sild, makrel, laks og annan fisk lýst í §§ 3-5 verður tikið eitt gjald upp á kr. 13.600,00 frá hvørjum virki, ið er á listanum yvir matvøruvirki, ið kunnu útflyta til Tollsamgonguna.
§ 7. Fyri umsjón av vatni á matvøruvirkjum, ið eru á listanum yvir virki, ið útflyta til Kina, verður tikið eitt gjald upp á kr. 2.500,00 fyri hvørt sýni, ið verður tikið av vatni.
§ 8. Fyri hvørja veterinerváttan til Tollsamgonguna ella til Kina, verður eitt eykagjald uppá kr. 200,00 tikið fyri hvørja váttan.
§ 9. Fyri góðkenning av at verða á listanum yvir virki, ið kunnu útflyta til Tollsamgonguna, verður tikið eitt árligt gjald upp á kr. 16.000,00 fyri hvørt virki.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 22. mai 2014
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)