Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 73 28. juni 2016
Kunngerð um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum, sum broytt við kunngerð nr. 98 frá 19. september 2024
Við heimild í § 4, § 6, stk. 1, nr. 1-4 og stk. 2, § 8, stk. 4 og § 11 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:
Øki
§ 1. Kunngerðin fevnir um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipi sambært §§ 16 og 17 í kunngerð um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum.
Krøv til trygdarskeiðið
§ 2. Trygdarskeiðið til manning við fiskiskipi skal lúka krøvini í altjóða sáttmálanum um útbúgving, um sjóvinnu og um vaktarhald fyri manning á fiskiskipi í STCW-F sáttmálanum, regla III/I, Training and Certification of Fishing Vessel Personel. Partar av skeiðnum eru eisini í samsvari við STCW A-VI/1.1, 1.3 og 1.4.
Mál fyri skeiðið
§ 3. Trygdarskeiðið skal menna næmingin við denti á vitan um trygd.
§ 4. Førleikamálini fevna um ta vitan, tey evni og teir førleikar, sum næmingurin skal røkka á trygdarskeiðnum fyri manning á fiskiskipum.
Stk. 2. Vitanarførleikarnir sbrt. stk. 1. geva næminginum:
1) kunnleika til ta bjargingarútgerð, sum er umborð á einum fiskiskipi,
2) kunnleika til vanlukkur á sjónum og bjarging á sjónum,
3) grundleggjandi vitan um eld og eldsløkking,
4) kunnleika til arbeiðstrygd umborð á einum fiskiskipi,
5) grundleggjandi vitan um fyrstuhjálp.
Stk. 3. Evnisførleikarnir sbrt. stk. 1 fevna um:
1) nýtslu av bjargingarútgerð, sum er kravd umborð,
2) luttaka í sambandi við eftirlit og røkt av persónligari bjargingarútgerð og
3) luttaka í eldsløkking við ymiskum sløkkievnum.
Stk. 4. Umframt teir førleikar, ið nevndir eru í stk. 2 og 3, nemur næmingurin sær førleikar at:
1) luttaka í trygdararbeiði umborð á einum fiskiskipi,
2) veita fyrstuhjálp í sambandi við vanlukkur og sjúku, sum brádliga kemur fyri og
3) vera tilvitaður um ein ábyrgdarfullan atburð við handfaring av eldfimum evnum og tilfari, og er vitandi um týdningin av tilbúning um fyribyrging av eldi umborð.
Skipan av skeiðinum
§ 5. Trygdarskeiðið verður skipað á tann hátt, at samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina.
Stk. 2. Skiftandi undirvísingarhættir skulu stuðla undir menningina av sjálvbjargni og samstarvsevnum.
Stk. 3. Skúlin skal skipa skeiðið á tann hátt, at tað lýkur krøvini í stk. 1 og 2 og innihaldinum í skjali 1.
Stk. 4. Skúlin hevur ábyrgdina av, at skeiðið verður framt sambært hesi kunngerð.
Longd á skeiðinum
§ 6. 1) Longdin á trygdarskeiðinum verður ásett í mun til útbúgvingarkrøvini í § 2 og málið fyri trygdarskeiðið í § 3 og § 4, stk. 2-4.
Stk. 2. 1) Trygdarskeiðið skal í minsta lagi verða 30 klokkutímar.
Upptøka
§ 7. Upptøka til trygdarskeiðið fyri manning á fiskiskipum er treytað av, at umsøkjarin:
1) hevur galdandi heilsuprógv fyri sjófólk og
2) er fyltur 16 ár.
Stk. 2. Skúlin hevur ábyrgdina av upptøku á trygdarskeiðnum og at tryggja, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini sambært stk. 1.
Stk. 3. Fyri næmingar í fólkaskúlanum undir 16 ár, kann frávik gerast frá stk. 1, nr. 1, tó skulu hesir hava eina heilsuváttan.
Stk. 4. Fyri næmingar í fólkaskúlanum, kann frávik gerast frá stk. 1, nr. 2
Prógv
§ 8. Kravið til fullført skeið er full luttøka í undirvísingini ella góðkenning frá skeiðsveitara við støði í eini eftirmeting.
Stk. 2. Skúlin skrivar út skeiðsprógv, tá ið næmingurin hevur fullført skeiðið.
Undirvísingarførleiki
§ 9. Lærari, sum skal undirvísa í trygdarskeiði fyri manning á fiskiskipum, skal í minsta lagi hava útbúgving sum skipsførari við í minsta lagi tvey ára royndum sum einastýrimaður, yvirstýrimaður ella skipari við handilsskipi ella fiskiskipi.
Stk. 2. 1) Fyri at verða settur í fast starv, skal lærari hava lokið í minsta lagi námsfrøðiligt innleiðsluskeið ella tilsvarandi skeið.
Kærur
§ 10. Avgerðir, sum skúlin tekur sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærur um avgerðir sambært stk. 1. skulu latast leiðara skúlans til hoyringar. Kærarin skal hava høvi at gera viðmerkingar til hoyringarsvarið frá leiðara skúlans í seinasta lagi 7 dagar frá tí degi, at leiðari skúlans skrivliga hevur fráboðað hoyringina fyri kæraranum.
Stk. 3. Leiðari skúlans sendir kæruna, hoyringarsvarið og møguligar viðmerkingar frá kæraranum til landsstýrismannin.
Stk. 4. Freistin at kæra avgerðir sambært stk. 1 er 2 vikur frá tí degi, avgerð skúlans skrivliga er fráboðað kæraranum.
Gjald
§ 11. Skúlin verður heimilaður at krevja gjald frá hvørjum einstøkum luttakara fyri útreiðslur í sambandi við trygdarskeiðið, undir hesum luttøkugjald og gjald fyri prógv.
Stk. 2. 1) Fyri lógarkravt trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum kann gjaldið fyri næmingar í fólkaskúla og tey, sum eru undir 18 ár og undir útbúgving fulla tíð í mesta lagi vera hálvt skeiðsgjald.
Royndarskipan
§ 12. Sambært § 7, stk. 1 í løgtingslógini kann landsstýrismaðurin eftir frammanundan lagdari ætlan skipa fyri royndarvirksemi og kann tá víkja frá reglum í hesi kunngerð, ásettar við heimild í § 6 í løgtingslógini.
Gildiskoma
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 119 frá 11. november 2015 um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum.
Mentamálaráðið, 28. juni 2016
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1
Lýsing av innihaldinum í trygdarskeiðnum fyri manning á fiskiskipum
Fakevni: Trygd á Sjónum: STCW A-VI/1.1
Við ástøðligari, eins væl og verkligari undirvísing, hevur skeiðsluttakarin fingið vitan um trygd á sjónum, praktiska nýtslu og røkt av bjargingarútgerð umframt vitan um bygnaðin á sjóbjargingartænastu og bjarging við tyrlu, soleiðis at viðkomandi kann luttaka í arbeiðinum við trygd umborð á einum fiskiskipi.
Central evni:
1. Bjargingaramboð og útgerð – Rætta nýtslu av bjargingarútgerð undir hesum sela til bjarging við tyrlu, at seta út bjargingarbátar og bjargingarflakar, umframt mann yvir borð bátum, bjargingarbúna, bjargingarkransi, dugnaskap at venda einum koppaðum bjargingarflaka, og arbeiði við røkt av bjargingarútgerð.
2. Trygdarrullur – neyðsignalir, uppbygging og nýtsla av mynstringarrullum, undir hesum rættan atburð í sambandi við rullurnar.
3. Neyðsignalútbúnaður – neyðradio, EPIRB og SART, neyðboyur og nýtsla av pyrotekniskum neyðsignalútbúnaði og GMDSS- skipanini.
Fakevni: Fyrsta hjálp: STCW A-VI/1.3
Skeiðsluttakarin skal gerast skikkaður til at kunna geva lívbjargandi fyrstahjálp, tá ið vanlukka og brádlig sjúka kemur fyri, á ein slíkan hátt, at sjúk fólk og fólk, sum hava fingið skaða, verða hildin á lívi til hjálp við størri førleikum kemur til.
Fakevni: Arbeiðsumhvørvi og arbeiðstrygd: STCW A-VI/1.4
Við undirvísing í arbeiðsumhvørvi og ergonomi skal skeiðsluttakarin fáa sær førleikar viðvíkjandi trygd og at kenna teir vandar, sum kunnu koma fyri, soleiðis at viðkomandi kann gera arbeiðið umborð á einum fiskiskipi á ein tryggan og heilsugóðan hátt og hava ognað sær ein hugburð til arbeiðsumhvørvi og arbeiðstrygd, soleiðis at viðkomandi er blivin tilvitandi um týdningin av einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi.
Eisini skal skeiðsluttakarin við undirvísing ogna sær kunnleika til, hvørjir fysiskir faktorar hava ávirkan á kroppin, tá ið arbeiðið verður framt, soleiðis at viðkomandi kann vera við til at fyribyrgja arbeiðsskaðar við at nýta gagnligar arbeiðsstøður og rørslur.
Central evni:
1. Viðkomandi reglur og fyribyrgjandi trygdararbeiði – Lógir og reglur, sum hava týdning fyri eins egnu trygd og trygdina hjá øðrum, hættir at fyribyrgja vanlukkum umborð á fiskiskipi, slag og nýtsla av persónligari verndarútgerð.
2. Vandar, tá ið lastað og lossað verður – fyrivarni, tá ið fiskur verður ísaður, frystilastir, certificering av lastiútgerð og lossiútgerð og fyrivarni har vandi kann verða fyri svávulbrint.
3. Vandar tá ið skip verður bundið til bryggju – fyrivarni, tá ið útgerðin at binda skipið skal riggast til, nýtsla av rættari útgerð at binda skipið við og røkt av útgerðini, arbeiðsstyrkin og brotstyrkin fyri trossar og veirar, vandaøkir.
4. Arbeiðsumhvørvi umborð á fiskiskipi – at lyfta á rættan hátt, hættir og amboð, tá ið arbeitt verður við arbeiðsumhvørvi og at luttaka í meting av arbeiðsplássinum.
5. Ergonomi – hvørja ávirkan ymsar arbeiðsstøður hava á kroppin, gagnligt arbeiðslag, tá ið arbeitt verður við at lyfta, bera, skumpa, og hála, viðkomandi hjálpiamboð í ymsum støðum í mun til innrætting av skipi og skipan av arbeiðinum.
Fakevni: Eldsløkking: STCW-F III/1.2
Skeiðsluttakarin skal ogna sær kunnleika til fyribyrging og at sløkkja eld umborð á fiskiskipi, soleiðis at viðkomandi fær ein tilvitaðan og ábyrgdarfullan atburð í sambandi við eldfim evni ella tilfar og er greiður yvir týdningin av fyribyrgjandi tiltøkum umborð. Skeiðsluttakarin skal eisini kunna nýta eldsløkkjarar, sum kunnu flytast, hava kunnleika til útgerð at sløkkja eld við umborð á skipi og skilja brandrullir umborð á fiskiskipi, soleiðis at viðkomandi kann gerast partur av tilbúgvingini umborð.
Central evni:
1. Fyribyrging av eldi og eldsløkking umborð á skipi – hóskandi eldsløkkjarar, sum kunnu flytast til sløkking av ymiskum sløgum av eldum og teirra vandum, ávaringarskipanir og skipanir til eldsløkking umborð á fiskiskipum.
2. Fyrivarni, brunavernd og brandrullir – fyrivarni, tá ið eldur verður staðfestur, atburður við rýming frá brunastaðnum, brunavernd í sambandi við arbeiðið við røkt, endamálið við brandrullum og leiðbeiningum til fremjan av brunavenjingum.
3. Evakuering – kunnleika til evakuering í sambandi við eld.
4. Handfaring og røkt av eldsløkkingar útgerð – røkt av sløkkiútgerð, uppbyggjandi og fyribyrgjandi tiltøk sum forðing fyri eldi og rigga brandslangur til og av.
Fakevni: Fiskireiðskapur: STCW-F III/1.6
Skeiðsluttakarin skal við undivísing í fiskihættum fáa førleikar viðvíkjandi arbeiðsgongdum, vandum og vandaøkjum, sum eru neyðug fyri at arbeiða umborð á nútímans trolskipum, garnaskipum, línuskipum og nótaskipum umframt vaktarhald umborð á fiskiskipi.
Central evni:
1. Vandar, tá ið fiskireiðskapur verður settur út og tikin inn aftur – veður og streymviðurskifti, hvussu reiðskapurin er háttaður, ljósviðurskifti, samskiftisviðurskifti og greiðsla.
2. Trol - Tá ið lemmar verða settir út og tiknir inn, tá ið trolið verður sett út og tikið inn, hvar veirar, blokkar og skeklar eru staðsettir.
3. Gørn – Tá ið gørn verða sett og tikin inn aftur.
4. Nót – Tá ið nót verður sett út og tikin inn aftur.
5. Lína- Tá ið lína verður sett.
6. Trygd og vaktarhald – Vandaøkir har arbeiði fer fram, fyrivarni, tá ið akkerið verður koyrt út og tikið inn aftur, meginreglurnar fyri vaktarhaldi umborð á fiskiskipi.