Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mai 2013Nr. 73
Kunngerð um próvtalsstiga og døming, sum broytt við kunngerð nr. 124 frá 13. november 2013
1) Við heimild í § 17, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 og løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, § 14 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, § 14 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, § 6, stk. 1 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o. ø., § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 49 frá 9. mai 2005 um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum, § 3, stk. 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012 og § 9, stk. 1 í løgtingslóg nr. 57 frá 26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar verður ásett:
Próvtalsstigin
§ 1. Næmingur, sum til próvtøkur og ymsar innanhýsis eftirmetingar, skal prógva eitt kunnleika- og førleikastig, verður mettur sambært próvtalsstiganum niðanfyri:
1) 12: fyri framúr gott avrik.
2) 10: fyri sera gott avrik.
3) 7: fyri gott avrik.
4) 4: fyri hampiligt avrik.
5) 02: fyri nøktandi avrik.
6) 00: fyri ikki nøktandi avrik.
7) -3: fyri heilt vánaligt avrik.
§ 2. 12 verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.
Stk. 2. 10 verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini í námsætlanini í lærugreinini.
Stk. 3. 7 verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.
Stk. 4. 4 verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl í námsætlanini í lærugreinini.
Stk. 5. 02 verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.
Stk. 6. 00 verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.
Stk. 7. -3 verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið.
Próvtalsgeving
§ 3. Próvtal verður givið út frá eini heildarmeting av, í hvønn mun avrikið lýkur tey fakligu málini, ið eru sett í námsætlanunum fyri lærugreinarnar.
§ 4. Tann sum settur er at meta um avrikið, ásetir próvtalið.
Prógv og skjalaváttanir
§ 5. Á prógvum og skjalaváttanum skulu øll próvtøl sambært próvtalsstiganum verða lýst við samsvarandi bókstavi frá ECTS-stiganum sbrt. fylgiskjali 1.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri næmingar, sum byrja útbúgving í august 2013 ella seinni.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 59 frá 13. mai 1997 um próvtalsstiga og aðra døming (próvtalskunngerðin).
Stk. 3. Kunngerð nr. 59 frá 13. mai 1997 um próvtalsstiga og aðra døming (próvtalskunngerðin), er tó framhaldandi galdandi fyri lesandi, sum eru byrjað útbúgving áðrenn august 2013.
Stk. 4. Hevur næmingur tikið ein part av útbúgvingini eftir gamla próvtalsstiganum, og verið burtur frá útbúgvingini longur enn eina lestrarhálvu, tekur útbúgvingarstovnurin støðu til, hvør próvtalsstigi skal vera galdandi fyri restina av útbúgvingini. Í hesum sambandi kunnu próvtøl, givin eftir gamla próvtalsstiganum, verða umroknað til nýggja próvtalsstigan. Soleiðis kann eisini verða farið framm, um næmingur av øðrum áðum hevur tikið ein part av útbúgvingini ella stakgreinir eftir gamla próvtalsstiganum.
Stk. 5. Útbúgvingarstovnurin kann, í samráð við Mentamálaráðið, gera av, at nýggi próvtalsstigin skal vera galdandi fyri næmingar, ið eru byrjaðir fyri 1. august 2013.
Mentamálaráðið, 31. mai 2013
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Fylgiskjal 1
Samband millum gamla og nýggja próvtalsstigan
13 á gamla próvtalsstiganum svarar til 12 á nýggja próvtalsstiganum.
11 á gamla próvtalsstiganum svarar til 12 á nýggja próvtalsstiganum.
10 á gamla próvtalsstiganum svarar til 10 á nýggja próvtalsstiganum.
9 á gamla próvtalsstiganum svarar til 7 á nýggja próvtalsstiganum.
8 á gamla próvtalsstiganum svarar til 7 á nýggja próvtalsstiganum.
7 á gamla próvtalsstiganum svarar til 4 á nýggja próvtalsstiganum.
6 á gamla próvtalsstiganum svarar til 02 á nýggja próvtalsstiganum.
5 á gamla próvtalsstiganum svarar til 00 á nýggja próvtalsstiganum.
03 á gamla próvtalsstiganum svarar til 00 á nýggja próvtalsstiganum.
0 á gamla próvtalsstiganum svarar til -3 á nýggja próvtalsstiganum.
Próvtalsstigin týddur til enskt
12: For an excellent performance displaying a high level of command of all aspects of the relevant material, with no or only a few minor weaknesses.
10: For a very good performance displaying a high level of command of most aspects of the relevant material, with only minor weaknesses.
7: For a good performance displaying good command of the relevant material but also some weaknesses.
4: For a fair performance displaying some command of the relevant material but also some major weaknesses.
02: For a performance meeting only the minimum requirements for acceptance.
00: For a performance which does not meet the minimum requirements for acceptance.
-3: For a performance which is unacceptable in all respects.
Samband millum próvtalsstigan og ECTS-stigan
Próvtalið 12 í próvtalsstiganum svarar til A á ECTS-stiganum.
Próvtalið 10 í próvtalsstiganum svarar til B á ECTS-stiganum.
Próvtalið 7 í próvtalsstiganum svarar til C á ECTS-stiganum.
Próvtalið 4 í próvtalsstiganum svarar til D á ECTS-stiganum.
Próvtalið 02 í próvtalsstiganum svarar til E á ECTS-stiganum.
Próvtalið 00 í próvtalsstiganum svarar til Fx á ECTS-stiganum.
Próvtalið -3 í próvtalsstiganum svarar til F á ECTS-stiganum.
Umseting til enskt frá próvtalsstiganum til ECTS-stigan
The mark 12 on the scale is equivalent to A on the ECTS scale.
The mark 10 on the scale is equivalent to B on the ECTS scale.
The mark 7 on the scale is equivalent to C on the ECTS scale.
The mark 4 on the scale is equivalent to D on the ECTS scale.
The mark 2 on the scale is equivalent to E on the ECTS scale.
The mark 00 on the scale is equivalent to Fx on the ECTS scale.
The mark -3 on the scale is equivalent to F on the ECTS scale.