Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juli 2007Nr. 74
Kunngerð um broyting í kunngerð um tilgerð og útgerð hjá akførum
§ 1
Í kunngerð nr. 105 frá 21. juni 1995 um tilgerð og útgerð hjá akførum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 84 frá 23. mai 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 9, stk. 1, nr. 1, verður orðað soleiðis:
“1) Tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir, E- ella e- merktar, við asymmetriskum ljósi ella, sum eru DOT-merktar, og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 metrar, og tvær, fýra ella seks hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið venda frameftir, sum kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 metrar, sum eru settar til eina eftirlitslampu við føraraplássið, og sum skulu vera íbundnar soleiðis, at í mesta lagi fýra kunnu vera tendraðar samstundis”.
2) Í § 9 verður stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Bilur, sum er yvir 6 m langur, ella sum er góðkendur at vera ein partur av einum bilarað, skal á báðum síðum hava gular lyktir, ið týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda”.
3) § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis:
”Stk. 3. Bilur, sum er meira enn 2,10 m breiður, skal hava tvær hvítar frámerkislyktir, ið venda frameftir, og tvær reyðar frámerkislyktir, ið venda aftureftir, sum týðiliga síggjast í minsta lagi 300 m uttan at blinda”.
4) Í § 11, stk. 1, verður nr. 4 orðað soleiðis:
“4) Eitt makað tal av hvítum frámerkislyktum, ið venda frameftir, og eitt makað tal av reyðum frámerkislyktum, ið venda aftureftir, um so er, at bilurin er breiðari enn 1,8 m”.
5) Í § 11, stk. 1, nr. 7, verður “frámerkislyktir” broytt til: “merkingarlyktir”.
6) § 27, stk. 1, nr. 1, verður orðað soleiðis:
“1) Eina ella tvær hvítar ella gulligar nærljóslyktir, ið venda frameftir og, sum uttan at blinda, kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 30 m, og eina ella tvær hvítar ella gulligar fjarljóslyktir, ið kunnu lýsa upp vegin í minsta lagi 100 m”.
7) Í § 27, stk. 1, verður sum nr. 6 sett:
“6) Gular leiðvísarablunklyktir, sum nevndar í § 17, stk. 1, nr. 4”.
8) Í § 28, stk. 1, verður nr. 3 strikað.
Nr. 4 til 6 verða hereftir nr. 3 til 5.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 2. juli 2007
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)