Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. juni 2013Nr. 74
Kunngerð um skrivstovuútbúgving við sergrein innan fyrisiting, sum broytt við kunngerð nr. 18 frá 14. februar 2023 1)
1) Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002, løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, og eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá yrkisnevndini, verður ásett:
Kapittul 1
Um útbúgvingina
§ 1. 1) Í útbúgvingini til skrivstovuútbúgving við sergrein innan fyrisiting fær næmingurin gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan hesi kjarnaøki:
1) Fyrisitingarliga og handilsliga arbeiðsøki, tað veri seg samskifti, søla og tænasta, fyrisiting, leitan eftir upplýsingum, vegleiðing, hagtøl og búskap og ráðlegging o.a.,
2) samskifti við viðskiftafólk, tað veri seg munnligt og skrivligt samskifti á føroyskum og á einum fremmandamáli, og
3) nýtsla av teldutólum, tá fyrisitingarligar og handilsligar uppgávur verða greiddar úr hondum.
Stk. 2. 1) Við lokna útbúgving hevur næmingurin nátt útbúgvingarmálunum innan sergreinina fyrisiting.
Kapittul 2
Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald
§ 2. Útbúgvingin tekur 4 ár.
Stk. 2. Útbúgvingin er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.
§ 3. Skúlagongdin er skipað í eitt grundskeið og eitt høvuðsskeið.
Stk. 2. Skúlagongdin fevnir um almennar lærugreinir, yrkislærugreinir og vallærugreinir.
§ 4. 1) Grundskeiðið er 40 vikur og er skipað sbrt. kunngerð um støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið, handilsøkið og skrivstovuøkið.
§ 5. Høvuðsskeiðið er 7 vikur íroknað yrkisroynd. Undirvísingin í høvuðsskeiðnum fevnir um 6 vikur, ella tilsamans 240 pultstímar við hesum lærugreinum:
1) Fyriskipan og leiðsla.
2) Menning og framtíðin.
3) Mítt arbeiðspláss.
4) Søla og marknaðarførsla.
5) Yrkisroynd.
Stk. 2. Innihaldið í lærugreinunum verður lýst í námsætlanunum fyri lærugreinirnar.
§ 6. Innihaldið í verkligu læruni verður lýst í námsskipan fyri útbúgvingina.
Kapittul 3
Førleikamál við útbúgvingarlok
§ 7. 1) Førleikarnir, ið næmingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru, at hann skal duga:
1) At meta um upplýsingar og boð og við støði í hesum fyrireika og fremja uppgávur skynsamt og úrslitagott,
2) at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og á einum fremmandamálið, tað veri seg rætt, trúligt og fjølbroytt í mun til støðuna og samskiftismiðlarnar,
3) at nýta teldutøkni á skynsaman hátt,
4) at greiða úr hondum uppgávur sjálvstøðugt og ábyrgdarfult, at samstarva við onnur og taka samábyrgd av fyrisitingarligum arbeiðsháttum,
5) at veita góða tænastu og at greiða úr hondum uppgávur samsvarandi mannagongdum og góðskukrøvum,
6) at greiða úr hondum uppgávur við støði í fatan av ásetingunum í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi viðvíkjandi heilsu, trygd og umhvørvi,
7) at avrika fyrisitingarligar og handilsligar uppgávur, tað veri seg innan t.d. tænastu, fyrisiting, samskipan, málsviðgerð, búskap og hagfrøði, og
8) at greiða úr hondum tænastuuppgávur og miðlauppgávur innanhýsis eins og uttanhýsis út frá fatanini av starvsøki og ábyrgd.
Kapittul 4
Yrkisroynd
§ 8. Við endan av høvuðsskeiðnum skipar skúlin fyri yrkisroynd.
Stk. 2. Fyri at verða tikin upp til yrkisroynd, skal næmingurin hava staðið grundskeiðið og høvuðsskeiðið og hava góðkendan lærusáttmála.
§ 9. Yrkisroyndin verður fyriskipað sum ein próvtøkuverkætlan, ið tekur støði í førleikamálunum fyri útbúgvingina.
Stk. 2. Verkætlanin verður tilrættaløgd av næminginum og læruplássinum, sum í felag gera eina uppgávuorðing, sum skúlin skal góðkenna.
Stk. 3. Verkætlanin verður gjørd á læruplássinum, og skal hon gerast í síðsta hálva árinum av lærutíðini.
Stk. 4. Við støði í verkætlanini verður hildin ein munnlig próvtøka, har næmingurin leggur verkætlanina fram og verður próvhoyrdur í henni. Munnliga próvtøkan varir 30 minuttir íroknað próvtalsgeving.
Stk. 5. Verkætlanin og munnliga próvtøkan verða dømd av einum lærara og einum metingardómara.
Stk. 6. Við støði í einari heildarmeting av verkætlanini og munnligu próvtøkuni verður givið eitt próvtal fyri verkætlanina.
Stk. 7. Fyri at standa yrkisroyndina, skal næmingurin í minsta lagi hava fingið próvtalið 02 fyri verkætlanina.
§ 10. Við lokna útbúgving fær næmingurin útflýggjað lærubræv, sum váttan fyri, at hann hevur fingið førleikar innan útbúgvingina.
Kapittul 5
Gildiskoma
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2013/2014 ella seinni.
Mentamálaráðið, 3. juni 2013
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)