Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. august 2026Nr. 74
Kunngerð um broyting í kunngerð um virksemið hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar
(Stýrið frá 5 til 3 stýrislimir, valskeiðið frá 4 til 2 ár, íløgurøkt og ársfundur)
§ 1
Í kunngerð nr. 119 frá 23. oktober 1996 um virksemið hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Landsstýrisfólkið velur stýri grunsins. Í stýrinum eru 3 limir.”
2. Í § 2, stk. 2 verður “4 ár” broytt til: “2 ár”.
3. Í § 3, stk. 5 verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrisfólkið”.
4. Í § 8 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Stýrið kann gera avtalu við Landsbanka Føroya um at røkja virðisbrøv og gjaldføri.”
5. § 9 verður orðað soleiðis:
“§ 9. Ársfundur verður hildin á hvørjum ári fyri 1. mai. Landsstýrisfólkið luttekur.
Stk. 2. Stýrið boðar til ársfund við tilskilan av tíð, stað og dagsskrá í minsta lagi 14 dagar og í mesta lagi 4 vikur frammanundan.
Stk. 3. Á ársfundinum eru hesi evni:
1) Frásøgn stýrisins um virki grunsins í farna roknskaparári.
2) Framløga av grannskoðaðari ársfrásøgn.
3) Nýtsla av ársúrslitinum.
4) Val av grannskoðara.
5) Uppskot um evni frá stýri ella landsstýrisfólki.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 20. august 2026
Aksel V. Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)