22. mai 2014Nr. 74
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit
§ 1
Í kunngerð nr. 6 frá 26. januar 2009 um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit, sum broytt við kunngerð nr. 27 frá 11. apríl 2011, verður § 6, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Gjaldið eftir stk. 1, sum eisini dekkar kanningar fyri at útflyta til Russland, Kazakstan og Hvítarussland, t.e. Tollsamgongan, skulu laksasláturvirki rinda Heilsufrøðiligu starvsstovuni.”
§ 2
Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 22. mai 2014
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)