Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mai 2020Nr. 74
Kunngerð um kelduvatn og natúrligt mineralvatn
Við heimild í § 3, stk. 1, § 5, stk. 1, §§ 7 og 8, § 13, stk. 1, §§ 14, 15, 23 og 24, § 43, stk. 2 og 3 og § 58, stk. 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m. verður ásett:
Øki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri kelduvatn og natúrligt mineralvatn, sum verður útvunnið, viðgjørt og tappað í Føroyum, og sum verður selt í Føroyum og uttanlands.
Stk. 2. Kunngerðin er eisini galdandi fyri kelduvatn og natúrligt mineralvatn, sum er útvunnið, viðgjørt og tappað uttanlands, og sum síðani verður innflutt og selt í Føroyum.
Stk. 3. Kunngerðin er ikki galdandi fyri vatn, ið verður lýst og brúkt sum heilsubótarevni, og kelduvatn og natúrligt mineralvatn, ið verður brúkt við kelduna til heilsugevandi endamál.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) Grundvatn: Vatn úr undirgrundini.
2) Kelduvatn: Grundvatn, sum verður útvunnið úr eini ella fleiri natúrligum ella eftirgjørdum keldum ella kelduvøðum, ið er vart fyri dálking, sum hevur góða mikrobiologiska góðsku, og sum lýkur galdandi krøv til drekkivatn.
3) Natúrligt mineralvatn: Grundvatn, sum verður útvunnið úr eini ella fleiri natúrligum ella eftirgjørdum keldum ella kelduvøðum, sum hevur góða mikrobiologiska góðsku, og sum hevur varðveitt sítt natúrliga innihald av mineralum, sporevnum og øðrum evnum, soleiðis sum vatnið við sínum uppruna í undirgrundini er samansett og vart ímóti dálking.
4) At útvinna: At vinna vatn úr undirgrundini.
5) At tappa: At lata vatn í fløskur ella onnur lokað íløt.
Løggilding
§ 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann løggilda kelduvatn og natúrligt mineralvatn, ið verður troytt í Føroyum, og sum lýkur treytirnar í hesi kunngerð.
Stk. 2. Kelduvatn og natúrligt mineralvatn, ið verður innflutt úr einum ES-landi ella EBS-landi, skal vera løggildað av skikkaða myndugleikanum í útflutningslandinum.
Stk. 3. Innflytarar av kelduvatni og natúrligum mineralvatni, ið verður innflutt úr londum uttan fyri ES ella EBS, skulu skrásetast hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og skulu í minsta lagi 5. hvørt ár veita Heilsufrøðiligu starvsstovuni váttan frá skikkaða myndugleikanum í landinum, har vatnið verður tappað, fyri, at vatnið, grundað á støðugt eftirlit, lýkur treytirnar í hesi kunngerð.
Stk. 4. Løggilding eftir stk. 1 kann takast aftur, og skráseting eftir stk. 3 kann verða strikað, um krøvini í hesi kunngerð ikki verða hildin.
Stk. 5. Framleiðarar, sum útvinna kelduvatn ella natúrligt mineralvatn ella sum tappa drekkivatn í fløskur ella onnur lokað íløt við sølu fyri eyga, skulu hava eitt virkið innaneftirlit í samsvari við kunngerð um innaneftirlit og kunngerð um veiting av drekkivatni.
Stk. 6. Innaneftirlitið skal vera váðagrundað og skal serstakt tryggja, at møgulig viðgerð eftir § 6, stk. 1, nr. 5 og eftir § 7 lýkur galdandi krøv og markvirði í sambandi við slíka viðgerð. Fyri kelduvatn og tappað drekkivatn skulu krøvini í skjali 5 um, hvussu títt sýni skulu takast og vatnið kannast, vera fevnd av innaneftirlitinum.
Um at útvinna, tappa og flyta vatn
§ 4. Keldur og kelduvøð, har vatnið verður útvunnið, skulu verjast fyri einum og hvørjum dálkingarváða. Tað sama er galdandi fyri útgerð, sum verður brúkt at tappa við, og annað tilfar, sum kemur í samband við vatnið.
Stk. 2. Á staðnum, har vatnið verður útvunnið, skulu nágreiniligar kanningar gera tað sannlíkt, at talan er um grundvatn og ikki yvirflatuvatn, sum omanfyri somu hædd vellir upp til ella rennur tætt undir jarðarskorpuni, og sum har kann vera fyri dálking.
Stk. 3. Útvinning, inntak, rørskipan og útgerð, sum verður brúkt at tappa við, skulu vera soleiðis háttað og innrættað, at vatnið varðveitir grundleggjandi eginleikarnar, sum natúrliga eru í vatninum, og sum samsvara við heitið, sum vatnið verður merkt og marknaðarført við.
Stk. 4. Øll útgerð, íroknað leiðingar, goymslutangar og íløt, sum koma í samband við vatnið, skulu vera úr tilfari, ið er egnað til vatn, og skulu vera soleiðis innrættað og vard, at tað ikki elvir til evnafrøðiligar, alisfrøðiligar ella mikrobiologiskar broytingar í vatninum.
Stk. 5. Kelduvatn og natúrligt mineralvatn skal verða útvunnið beinleiðis frá kelduni, ikki frá aðrari vatnveitingarskipan, og tappingarvirkið skal hava fult ræði á og ábyrgd av eftirliti og viðlíkahaldi av vatnveitingarskipanini.
Stk. 6. Útbúnaður og útgerð, ið brúkt verður í framleiðsluni, serliga vaskiskipan og tappingarskipan, skulu vera í samsvari við galdandi krøv til reinføri.
Stk. 7. Íløt og lok skulu vera tilevnað og viðgjørd soleiðis, at evnafrøðiligu og mikrobiologisku eginleikarnir á vatninum ikki versna.
Stk. 8. Tá ið vatnið er tappað, skal ílatið latast aftur við lokabúnaði og loki av tílíkum slagi og á slíkan hátt, at tað forðar fyri eini og hvørjari dálking og falsan.
Stk. 9. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann góðkenna, at vatn frá somu keldu umvegis aðra vatnleiðing kann verða nýtt til annað endamál, um slíkt virksemi ikki kann ávirka stk. 1-4.
§ 5. Tað er ikki loyvt at flyta kelduvatn ella natúrligt mineralvatn, ið er ætlað til at drekka, í øðrum íløtum enn teimum, ið eru góðkend til veiting til endaliga brúkaran.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri kelduvatn og natúrligt mineralvatn frá keldu, haðani vatnið bert verður marknaðarført í Føroyum ella fyri vatn, sum verður nýtt at bryggja løgir ella á annan hátt at blanda við onnur evni ella aðrar drykkir, og sum verður marknaðarført soleiðis.
Viðgerð av kelduvatni og natúrligum mineralvatni
§ 6. Kelduvatn og natúrligt mineralvatn kann bert verða viðgjørt soleiðis:
1) Úrskiljing av óstøðugum evnum, t.d. jarnsambondum og svávulsambondum, við at síla ella stoyta um, møguliga eftir at vatnið verður iltað. Hetta er tó treytað av, at viðgerðin ikki elvir til broyting í evnissamansetingini í vatninum, ið er avgerandi fyri eyðkendu dygdirnar við vatninum.
2) Viðgerð við osonríkaðari luft eftir treytunum í § 7.
3) Heil ella partvís úrskiljing av fríari kolsýru, men bert við natúrligum tilgongdum.
4) Upptøka ella endurupptøka av kolsýru eftir treytunum í skjali 3, 3. parti.
5) Heil ella partvís úrskiljing av fluorid við at brúka virkið aluminium eftir treytum í skjali 6: ES-fyriskipan nr. 115 frá 9. februar 2010 um áseting av treytum fyri at nýta virkið aluminiumoksid til at reinsa natúrligt mineralvatn og kelduvatn fyri fluorid.
Stk. 2. Kelduvatn og natúrligt mineralvatn skal ikki sóttreinsast ella á annan hátt viðgerast soleiðis, at samlaða talið av lívførum smáverum, heterotrofa kimtalið, verður broytt. Viðgerð eftir stk. 1, nr. 4 er kortini loyvd.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 forða ikki fyri at brúka kelduvatn ella natúrligt mineralvatn at framleiða leskidrykk.
§ 7. Loyvt er at viðgera vatn við osonríkaðari luft, sum er ætlað at úrskilja jarnsambond, mangansambond, svávulsambond og arsensambond, um viðgerðin ikki broytir evnissamansetingina í vatninum, ið er avgerandi fyri, at vatnið er at meta sum annaðhvørt kelduvatn ella natúrligt mineralvatn.
Stk. 2. Viðgerð við osonríkaðari luft skal bert brúkast, um hetta er neyðugt vegna innihaldið av jarni, mangan, svávulsambondum ella arsen.
Stk. 3. Framleiðarin skal seta í verk øll neyðug tiltøk fyri at tryggja, at viðgerð við osonríkaðari luft er munadygg og ikki elvir til heilsuváða.
Stk. 4. Í tappaða vatninum skal innihaldið av evnum, sum verða framleidd við osonviðgerð, ikki vera oman fyri markvirðini, ásett í skjali 2. Framleiðsla av øðrum evnum enn teimum, ið eru nevnd í skjali 2, má ikki elva til heilsuváða.
Stk. 5. Ein og hvør ætlað viðgerð av vatninum, íroknað teimum eftir §§ 6 og 7 loyvdu, skal frammanundan fráboðast og góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum skal hava serligt eftirlit við viðgerðini.
Mikrobiologisk og sensorisk krøv
§ 8. Kelduvatn og natúrligt mineralvatn skal, bæði við kelduna ella kelduvaðið og tá tað verður boðið til sølu, ikki innihalda sníkar ella sjúkuelvandi smáverur, sbr. eisini skjal 4.
Stk. 2. Tá ið vatnið kemur úr kelduni ella kelduvaðnum, skal heterotrofa kimtalið samsvara við tað, sum er vanligt fyri kelduna, sum ásett sbrt. skjali 3, 2. part, nr. 3, sum prógv fyri, at keldan ella kelduvaðið er vart fyri dálking og skal leiðbeinandi ikki vanliga vera oman fyri tey í skjali 4 nevndu mørk.
Stk. 3. Tá vatnið er tappað í fløskur ella onnur íløt, ætlað endaliga brúkaranum, skal heterotrofa kimtalið ikki fara upp um tey í talvuni í skjali 4 nevndu mørk.
Stk. 4. Uttan mun til ásetingarnar í stk. 1-3 skal kelduvatn og natúrligt mineralvatn ikki hava sensorisk lýti, tá ið tað verður boðið til sølu. Somuleiðis skal heterotrofa kimtalið í vatninum, tá tað verður boðið til sølu, bara stava frá eini vanligari øking av tí kimtali, sum vatnið hevði við kelduna.
Evnafrøðilig krøv
§ 9. Kelduvatn skal lúka krøvini til evnafrøðiliga vatngóðsku, ið eru ásett í kunngerð um veiting av drekkivatni, undir hesum eisini krøvini um innaneftirlit, minsta títtleika fyri sýnistøku og kanning, hvat kannast skal fyri, og til neyvleika í kanningarháttinum.
Stk. 2. Natúrligt mineralvatn skal lúka krøvini til evnafrøðiliga vatngóðsku, sum eru ásett í skjali 1, talvu 1. Kanningarhátturin skal lúka krøvini um neyvleika o.a., sum eru ásett í skjali 1, talvu 2.
Skyldur og ábyrgd í sambandi við dálking
§ 10. Um tað, í sambandi við at kelduvatn ella natúrligt mineralvatn verður tappað, er grundaður illgruni um ella verður staðfest, at vatnið er dálkað og ikki longur lýkur treytirnar og krøvini í §§ 8 og 9, skulu ábygdarhavandi fyri útvinningini og tappingini beinanvegin støðga øllum virksemi, til orsøkin til møguligu dálkingina er burtur, og vatnið aftur lýkur nevndu treytir og krøv. Í slíkum førum skal vatnið haldast aftur. Er vatnið farið á marknaðin, skal afturkalling fara fram í samráð við Heilsufrøðiligu starvsstovuna. Hesum viðvíkjandi verður annars víst til kunngerð um innaneftirlit.
Vøruheiti
§ 11. Natúrligt mineralvatn skal hava vøruheitið “natúrligt mineralvatn”. Natúrligt mineralvatn við nógvari kolsýru, sbrt. skjali 3, 3. parti, skal hava vøruheitið “natúrligt mineralvatn við natúrligum innihaldi av kolsýru”, “natúrligt mineralvatn við øktari kolsýru frá kelduni” ella “natúrligt mineralvatn við kolsýru”.
Staðarnavn
§ 12. Eitt bygdarnavn ella staðarnavn kann vera partur av vøruheiti á kelduvatni og natúrligum mineralvatni, um tað sipar til vatn frá keldu, ið verður troytt á staðnum, sum lýsingin ella heitið sipar til, og treytað av, at hetta ikki er villleiðandi í mun til staðið, har vatnið verður troytt.
Stk. 2. Kelduvatn ella natúrligt mineralvatn frá somu keldu kann bara verða boðið til sølu við einum vøruheiti.
Stk. 3. Verður vøran seld undir navni, ið er ymiskt frá navninum á kelduni ella staðarnavninum, har vatnið verður troytt, skal staðarnavnið, har vatnið verður troytt, ella navnið á kelduni skrivast við bókstavum, ið eru í minsta lagi hálvaaðru ferð størri enn teir størstu bókstavirnir í navninum, sum vøran verður seld undir. Hetta er galdandi fyri eina og hvørja sølulýsing í einum og hvørjum formi og við sama endamáli viðvíkjandi áherðslu á navnið á kelduni ella staðnum, har vatnið verður troytt.
Stk. 4. Ásetingin í stk. 3 verður við neyðugum broytingum at brúka á sama hátt við atliti at týdninginum, sum navnið á kelduni ella navnið á staðnum hevur fyri nýtsluna av navninum, tá hugsað verður um, hvussu skilað verður til søluheitið í einari og hvørjari lýsing fyri tí natúrliga mineralvatninum.
Krøv til merking
§ 13. Um ikki annað er ásett í hesi kunngerð, skal kelduvatn og natúrligt mineralvatn, sum verður boðið til sølu, merkjast í samsvari við kunngerð um at merkja liðugt pakkaðar matvørur.
Stk. 2. Kelduvatn og natúrligt mineralvatn skulu merkjast við navninum á kelduni og navninum á staðnum, har tappað verður, og upplýsingum um møguligar viðgerðir av vatninum sbrt. §§ 6 og 7.
Stk. 3. Á vørulýsingini á íløtum við natúrligum mineralvatni skal nágreiniliga samansetingin av kannaðum evnum upplýsast, undir hesum tey evni, sum serliga eyðkenna vatnið.
Stk. 4. Natúrligt mineralvatn, ið er viðgjørt í samsvari við § 6, stk. 1, nr. 3, skal merkjast “kolsýra heilt skild burturúr” ella “kolsýra partvíst skild burturúr”.
Stk. 5. Natúrligt mineralvatn, har innihaldið av fluorid er omanfyri 1,5 mg/l, skal merkjast soleiðis: “Inniheldur meira enn 1,5 mg/l av fluoridi. Ikki egnað til børn undir 7 ára aldur”. Merkingin skal vera eyðlisin og skal standa nær við søluheitið og vøruheitið.
Stk. 6. Kelduvatn ella natúrligt mineralvatn, ið er viðgjørt við osonríkaðari luft, skal merkjast soleiðis: “Vatnið hevur fingið góðkenda viðgerð við osonríkaðari luft”. Merkingin skal vera týðilig, og fyri natúrligt mineralvatn skal hon standa nær vørulýsingini.
Villleiðandi merking og marknaðarføring
§ 14. Tað er einans loyvt at lýsa við og selja kelduvatn og natúrligt mineralvatn frá løggildum virki, sum lýkur treytirnar í hesi kunngerð, tó undantikið nýtslu sbrt. § 1, stk. 3.
Stk. 2. Í merking og sølulýsing er ikki loyvt at nýta pakkitilfar, vøruheiti, vørumerki, vørulýsing, navn á fyritøku o.a., sum kann elva til miskenning millum vøru, ið lýkur treytirnar í hesi kunngerð, og aðra vøru, eitt nú vanligt drekkivatn, sum ikki er í samsvari við §§ 1 og 2, verður latið í fløskur ella onnur íløt, ætlað til sølu.
Stk. 3. Í vørulýsingini ella á vøruni annars er ikki loyvt at lýsa vøruna við uppruna, góðkenningum, kanningarúrslitum ella við øðrum ávísingum, sum benda á, at vatnið hevur eginleikar, ið eru sermerktir fyri kelduvatn ella natúrligt mineralvatn, men sum vøran kortini ikki hevur.
Stk. 4. Loyvt er ikki at halda uppá ella skila til, at vøran fyribyrgir, lekir ella lættir um sjúku, sjúkueyðkenni ella pínu. Kortini er loyvt at vísa á viðurskiftini, nevnd í skjali 3, 4. parti, um vatnið lýkur nevndu treytir fyri nýtslu.
Eftirlit
§ 15. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal regluliga hava eftirlit við og kanna, at reglurnar í hesi kunngerð verða hildnar, undir hesum at bert vatn, ið lýkur treytirnar í hesi kunngerð, verður selt sum kelduvatn ella natúrligt mineralvatn, tó undantikið nýtsla sbrt. § 1, stk. 2.
Gjald
§ 16. Heilsufrøðiliga starvsstovan ásetur og tekur gjøld fyri løggilding eftir § 3 og eftirlit eftir § 15.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við prísásetingini eftir stk. 1.
Revsing
§ 17. Er ikki harðari revsing ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í § 3, stk. 2-3 og 5, § 4, stk. 1-7, § 5, § 6, stk. 1-2, §§ 7-11, § 12, stk. 2-3, §§ 13 og 14.
Stk. 2. Revsingin, ásett í stk. 1, kann herðast til fongsul í upp í 2 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, og tað við brotinum er:
1) elvdur skaði á heilsu, ella um vandi hevur verið fyri tí, ella
2) fingin er ein fíggjarligur vinningur, ella ætlanin hevur verið at fáa fíggjarligan vinning til viðkomandi sjálvan ella onnur.
Stk. 3. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sbrt. reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 4. Mál, sum verða viðgjørd eftir hesum reglum, verða viðgjørd sum politimál. Tey í bekendtgørelse af lov for Færøerne om rettens pleje nevndu tiltøk í 72. kapitli um at leggja hald á og 73. kapitli um rannsakan, kunnu brúkast í sama mun sum í statsadvokatmálum.
Gildiskoma
§ 18. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 26. mai 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
Skjal 1
Natúrligt mineralvatn: Markvirði og kanningarhættir
(Fyri kelduvatn og tappað drekkivatn eru markvirðini og góðskukrøvini til kanningarhættir í kunngerð um veiting av drekkivatni galdandi)
Talva 1: Markvirði fyri natúrligt mineralvatn
Innihaldið skal ikki fara upp um hesi markvirði í natúrligum mineralvatni, tá tað verður tappað 1)
Evnir |
Markvirði, milligramm í hvørjum litri (mg/l) |
Antimon (Sb) |
0,0050 |
Arsen (As), total |
0,010 |
Barium (Ba) |
1,0 |
Blýggj (Pb) |
0,010 |
Bor (B) |
Ikki ásett |
Cyanid (CN-) |
0,070 |
Fluorid (F-) |
5,0 |
Kadmium (Cd) |
0,003 |
Kopar (Cu) |
1,0 |
Krom (Cr) |
0,050 |
Kyksilvur (Hg) |
0,0010 |
Mangan (Mn) |
0,50 |
Nikkul (Ni) |
0,020 |
Nitrat (NO3-) |
50 |
Nitrit (NO2-) |
0,1 |
Selen (Se) |
0,010 |
1) Sbrt. § 9, stk. 2.
Talva 2: Góðskukrøv til kanningarhættir
Tá ið mátingar av innihaldinum verða gjørdar, skal nýtti kanningarhátturin í minsta lagi lúka góðskukrøvini í talvu 2, ið eru ásett fyri ávikavist neyvleika, beinleika og ávísingarmark. Uttan mun til neyvleika í kanningarhátti, skal úrslitið upplýsast við í minsta lagi sama tali av desimalum sum markvirðið, ið er ásett í talvu 1.
Evni (evnafrøðiligt tekin) |
Neyvleiki í % av markvirði 1) |
Beinleiki í % av markvirði 2) |
Ávísingarmark í % av markvirði 3) |
Antimon (Sb) |
25 |
25 |
25 |
Arsen (As) |
10 |
10 |
10 |
Barium (Ba) |
25 |
25 |
25 |
Blýggj (Pb) |
10 |
10 |
10 |
Bor (B) |
Ikki ásett |
Ikki ásett |
Ikki ásett |
4) Cyanid (CN-) |
10 |
10 |
10 |
Flurorid (F-) |
10 |
10 |
10 |
Kadmium (Cd) |
10 |
10 |
10 |
Kopar (Cu) |
10 |
10 |
10 |
Krom (Cr) |
10 |
10 |
10 |
Kyksilvur (Hg) |
20 |
10 |
20 |
Mangan (Mn) |
10 |
10 |
10 |
Nikkul (Ni) |
10 |
10 |
10 |
Nitrat (NO3-) |
10 |
10 |
10 |
Nitrit (NO2-) |
10 |
10 |
10 |
Selen (Se) |
10 |
10 |
10 |
1) Neyvleiki er her mát fyri regluligum (systematiskum) skeivleikum og er munurin millum miðalvirðið av stórum tali av endurtiknum mátingum og sanna virðinum, býtt við sanna virðið. Hetta mátið verður eisini nevnt frávik frá sonnum virði.
2) Beinleiki er her mát fyri tilvildarligum skeivleikum, lýst sum standardfrávik í spjaðing av úrslitum frá miðalvirðinum, býtt við sanna virðið. Nøktandi beinleiki er tvær ferðir tað relativa standardfrávikið.
3) Ávísingarmarkið er annaðhvørt:
- tríggjar ferðir relativa standardfrávikið við endurtiknum mátingum av einum umboðandi sýni við lágum innihaldi, ella
- fimm ferðir lutfalsliga standardfrávikið við endurtiknum mátingum í blindum (tilvildarliga tiknum) sýni.
4) Mannagongdin skal vera egnað til at kanna samlaðu nøgdina av blásýrusalti (total cyanid) í einum og hvørjum formi.
Skjal 2
Markvirði eftir nýtslu av osonríkaðari luft
Talva 1. Markvirði fyri hjáframleidd evni eftir nýtslu av osonríkaðari luft
Verður natúrligt mineralvatn ella kelduvatn viðgjørt við osonríkaðari luft, skal innihaldið av niðanfyri nevndu evnum ikki fara upp um markvirðini í talvuni. Virðini eru galdandi í sambandi við, at vatnið verður tappað/latið í íløt.
Evni |
Markvirði, mikrogramm í hvørjum litri (µg/l) |
Upployst oson, O3 |
50 |
Bromat, BrO3- |
3 |
Bromoform, CHBr3 |
1 |
Skjal 3
Krøv til natúrligt mineralvatn
1. partur
Almenn krøv til natúrligt mineralvatn
Staðfestingar um møguligt heilsugevandi árin av natúrligum mineralvatni skulu vera grundaðar á kanningar við støði í:
1) vætujarðfrøðisligum (hydrogeologiskum) eyðkennum,
2) fysiskum, alisfrøðiligum og evnafrøðiligum eyðkennum,
3) mikrobiologiskum eyðkennum, og,
4) um tað er viðkomandi, farmakologiskum, lívsvirkisligum (fysiologiskum) og kliniskum metingarstøði í samsvari við tey krøv, eyðkenni og metingarstøði, sum eru nevnd í 2. parti í hesum skjali og í samsvari við viðurkendar vísindaligar kanningar.
Samanseting, temperaturur og aðrir serligir eginleikar hjá natúrligum mineralvatni skulu vera støðugir. Møgulig frávik skulu ikki vera størri enn tað, ið vanliga kann roknast við í natúrligum jarðløgum og grótfláum við mineralvatni. Serstakliga mugu hesir eginleikar ikki ávirkast av møguligum broytingum eftir, hvussu nógv vatn kemur úr kelduni, og hvussu vatnið av hesum flytist í undirgrundini.
Tað vanliga heterotrofa kimtalið í natúrligum mineralvatni, sbr. § 8, er at skilja sum, at innihaldið av lívførum bakterium í vatninum við útvinningarstaðið, og áðrenn tað møguliga er viðgjørt á nakran hátt, yvirhøvur er støðugt.
Kvalitativa og kvantitativa samansetingin av bakterium, t.e. sløg og mongd av hvørjum slagi av bakterium, skal vera lýst, tá keldan, útvinningarstaðið og virkið verða góðkend og løggildað eftir matvørulógini, og skal eftir hetta javnan kannast, t.e. við millumbilum, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan ásetir ella góðkennir.
2. partur
Serlig krøv og treytir til natúrligt mineralvatn
1) Vatnjarðfrøðiligar (hydrogeologiskar) kanningar. Hesar upplýsingar skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni:
a) neyv staðseting av keldu, kelduvaði ella staðið, haðani vatnið verður vunnið úr undirgrundini, við upplýsingum um hædd yvir hav við miðalfjøru. Staðsetingin skal vera markað á staðfrøðiligt (topografiskt) kort við í mesta lagi støddarlutfalli 1:1000,
b) nágreinilig jarðfrøðilig frágreiðing um uppruna og slag av jarðløgum og grótfláum, sum vatnið verður vunnið úr,
c) lagskipanarfrøðilig (stratografisk) lýsing av vatnjarðfrøðiligu (hydrogeologisku) løgunum í undirgrundini, haðani vatnið verður útvunnið, t.e. aldur, uppbygging og sínámillum samanhangur á jarðløgum og grótfláum, grótlindum og grótrivum, sum vatnið ætlandi goymist í og rennur úr,
d) lýsing av, hvussu vatnið verður útvunnið (fingið) úr undirgrundini og gagnnýtt av fyritøkuni,
e) lýsing av, hvussu økið, haðani yvirflatuvatn ætlandi seyrar niður í undirgrundina, og serstakliga økið nærhendis útvinningarstaðnum, verður avmarkað, avbyrgt ella á annan hátt vart ímóti dálking.
2) Alisfrøðiligar og evnafrøðiligar kanningar. Kanningarnar skulu serliga fevna um tilskilan av:
a) vatnrensli ella vatngoymslu í undirgrundini, t.e. nøgd av vatni, sum natúrliga vellir úr undirgrundini, nøgd av vatni, sum verður vunnin úr undirgrundini, og nøgd av vatni, sum verður mett at kunna verða vunnin úr undirgrundini, uttan at vatngoymslan í undirgrundini, sum føðir kelduna, og vatnnøgdin, sum verður vunnin úr henni, minka,
b) temperaturi á vatninum, tá tað vellir úr undirgrundini, og temperaturi á fjallinum, mátað har sum vatnið verður útvunnið úr undirgrundini,
c) sambandinum ímillum jarðlendið, t.e. sløg av jarðløgum og grótfláum í undirgrundini, haðani vatnið verður útvunnið, og sløg av mineralum, sum eru í vatninum,
d) innihaldi av turrevni, mátað við 180 og 260 stigum Celsius (°C),
e) ítøkiliga (spesifikka) leiðingarevninum við upplýsingum um temperaturin, ið mátingarnar eru framdar við,
f) innihaldi av elektriskt løddum hydrogen-jónum (pH),
g) innihaldi av elektriskt løddum jónum (katjónum og anjónum),
h) innihaldi av frumevna-jónum (elementum), sum ikki eru lødd (ikki-jóniseraðum frumevnum),
i) innihaldi av sporevnum,
j) innihaldi av geislavirknum evnum, mátað á staðnum, har sum vatnið verður vunnið úr undirgrundini,
k) lutfalsliga innihaldinum ímillum hvørt slag av isotopum í vatninum, t.e. frumevnum við ymiskum tali av elektronum; fyri súrevni (16O, 18O) og fyri hydrogen 1H (protium), 2H (deuterium) og 3H (tritium), og, um tað er viðkomandi,
l) eitrandi virknaðinum av einstøku evnunum í vatninum við atliti at teimum markvirðum, sum eru ásett fyri hvørt einstakt evni.
3) Mikrobiologiskar kanningar á staðnum, har vatnið verður vunnið úr undirgrundini. Íroknað hesar skulu vera:
a) ávísing av, at vatnið ikki inniheldur sníkar og sjúkuelvandi smáverur,
b) ávísing av lívførum bakterium (heterotrofa kimtalinum/revivable colony count) í tilvildarliga tiknum sýnum, sum kunnu geva ábending um dálking av skarni:
i) ongar Escherichia coli ella aðrar koliformar bakteriur í 250 ml við 37° C og 44,5° C,
ii) ongir innvølsenterokokkar (intestinalir Enterococcus faecalis) í 250 ml,
iii) ongar sporgerandi sulfit-skerjandi anaerobar bakteriur í 50 ml,
iv) ongar Pseudomonas aeruginosa í 250 ml.
c) áseting av heterotrofa kimtalinum pr. ml. av vatni, dyrkað við:
i) 20-22° C í 72 tímar á agar-agar ella agar-gelatin blanding,
ii) 37° C í 24 tímar á agar-agar.
4) Kliniskar og farmakologiskar kanningar.
a) Kanningarnar, sum skulu verða framdar í samsvari við vísindaliga viðurkendar kanningarhættir, skulu verða lagaðar eftir serligu eginleikunum hjá natúrliga mineralvatninum og tess ávirkan á mannakroppin, so sum økt ella ovurstór úrskiljing av landi og av innihaldi í maga og innvølum, og leggjast skal í tílíkum førum upp fyri harav standandi mineraltroti.
b) Um eitt munandi tal av kliniskum kanningum gevur samsvarandi og støðug úrslit, kunnu tær í einstøkum, hóskandi førum setast í staðin fyri tær undir nr. 4, litra a, nevndu kanningar.
3. partur
Krøv í sambandi við nýtslu av heitinum “natúrligt mineralvatn”
Við vanligan hita og trýst letur vatn, ið inniheldur kolsýru, H2CO3, av sær sjálvum á sjónligan hátt frá sær koltvísúrni (koldioksid), CO2, antin tá ið vatnið spríkir úr undirgrundini, tá tað møguliga verður umstoytt, grugg skilt frá (dekanterað) ella tá vatnið verður tappað í íløt. Verður koltvísúrni, CO2, latið í vatn, verður tað av sær sjálvum umgjørt og bundið í vatnið sum kolsýra, H2CO3. Natúrligt mineralvatn við nógvari kolsýru verður skilmarkað í trimum flokkum, sbr. § 11:
1) Natúrligt mineralvatn við natúrligum innihaldi av kolsýru: Hetta merkir, at kolsýran í vatninum er av sama uppruna sum vatnið og er á sama støði sum við kelduna ella útlopið, har sum vatnið verður vunnið úr undirgrundini, eftir at møguligt grugg er skilt burturúr, vatnið stoytt um og tappað í íløt. Atlit verður tó tikið til møguliga endurupptøku frá somu vatnskorpu ella sama vatnlagi í undirgrundini av umleið somu mongd av koltvísúrni til kolsýru, sum vatnið lat frá sær í sambandi við handfaringina ella viðgerðina av vatninum, við fyrivarni fyri vanligum tekniskum frávikum.
2) Natúrligt mineralvatn við øktari kolsýru frá kelduni: Hetta merkir, at innihaldið av kolsýru, sum stavar frá somu vatnskorpu ella sama vatnlagi í undirgrundini, er hægri eftir at møguligt grugg er skilt burturúr, og tá tað er latið í lokað íløt, enn innihaldið í vatninum við kelduna ella útlopið, har vatnið verður vunnið úr undirgrundini.
3) Natúrligt mineralvatn við kolsýru: Hetta merkir vatn, har innihaldið av kolsýru er økt við íblanding av koltvísúrni, sum ikki stavar frá somu vatnskorpu, keldu, kelduvaði ella vatnlagi, og sum soleiðis ikki er av sama uppruna, sum vatnið.
4. partur
Uppáhald viðvíkjandi natúrligum mineralvatni og treytir fyri nýtslu av hesum
Uppáhald |
Treytir fyri nýtslu, milligramm í hvørjum litri (mg/l) |
Lágt innihald av mineralum |
Innihaldið av mineralsøltum, roknað sum botnfall, t.e. rest við turking, er í mesta lagi 500 mg/l |
Sera lágt innihald av mineralum |
Innihaldið av mineralsøltum, roknað sum botnfall, t.e. rest við turking, er í mesta lagi 50 mg/l |
Mineralsaltmikið/høgt innihald av mineralum |
Innihaldið av mineralsøltum, roknað sum botnfall, t.e. rest við turking, er hægri enn 1500 mg/l |
1) Inniheldur hydrogenkarbonat, HCO3- |
Innihaldið av hydrogenkarbonati er hægri enn 600 mg/l |
1) Inniheldur svávulsýrusalt (sulfat), SO42- |
Innihaldið av svávulsýrusalti er hægri enn 200 mg/l |
1) Inniheldur klorid, Cl- |
Innihaldið av klorid er hægri enn 200 mg/l |
1) Inniheldur kalsium, Ca |
Innihaldið av kalsium er hægri enn 150 mg/l |
1) Inniheldur magnesium, Mg |
Innihaldið av magnesium er hægri enn 50 mg/l |
1) Inniheldur fluorid, F- |
Innihaldið av fluorid er hægri enn 1 mg/l |
1) Inniheldur jarn, Fe |
Innihaldið av tvígildum jarni (fleirvalentum jarnatomum) er hægri enn 1 mg/l |
1) Kolsýrumikið (høgt innihald av kolsýru), H2CO3 |
Innihaldið av fríari kolsýru er hægri enn 250 mg/l |
1) Inniheldur natrium, Na |
Innihaldið av natrium er hægri enn 200 mg/l |
1) Hóskandi til kost við lágum innihaldi av natrium, Na |
Innihaldið av natrium er lægri enn 20 mg/l |
1) Tá eitt uppáhald vísir til eitt ítøkiligt evni, kann navnið ella evnafrøðiligi frymilin, ella bæði, verða nevnd.
Skjal 4
Mikrobiologisk markvirði fyri tappað vatn, ið er ætlað at drekka 1) 2) 4)
Talva 1. Krøv til kanningar og mørk fyri sníkum og smáverum í tappaðum vatni
Slag av smáveru (mikroorganismu) |
Loyvd mongd í mun til tal av millilitrum (ml) |
Sníkar |
Skulu ikki vera ávístir |
Escherichia coli (E. Coli) |
0/250 ml |
Enterokokkar |
0/250 ml |
Pseudomonas aeruginosa |
0/250 ml |
Coliformar bakteriur |
0/250 ml |
Clostridium perfringens (íroknað sporur) |
0/100 ml |
3) Heterotroft kimtal dyrkað við 20-22° C í 72 tímar |
100/ml |
3) Heterotroft kimtal dyrkað við 37° C +/- 2° C í 24 tímar |
20/ml |
1) Er eisini galdandi fyri vanligt drekkivatn, sum verður selt í fløsku ella øðrum lokaðum ílati.
2) Clostridium perfringens nýtist bert at verða kannað, um talan er um yvirflatuvatn, ella um vatnið verður ávirkað av ella kann verða ávirkað av yvirflatuvatni.
3) Dyrkað við 20-22° C í 72 tímar á agar-agar ella agar-gelatinblanding, og dyrkað við 37° C +/- 2° C í 24 tímar á agar-agar. Heterotrofa kimtalið skal vera kannað innan 12 tímar eftir, at vatnið er tappað. Vatnið skal goymast við 4° C +/- 1° C í hesar 12 tímarnar.
4) Við kelduna skal heterotrofa kimtalið leiðbeinandi ikki vanliga vera hægri enn 20 pr. ml. dyrkað við 20 til 22° C í 72 tímar og 5 pr. ml. dyrkað við 37° C í 24 tímar.
Skjal 5
Ískoytiskrøv til innaneftirlit fyri kelduvatn og tappað drekkivatn
Virkið skal fremja innaneftirlit, ið skal fevna um:
Talva 1. Minsti títtleiki fyri sýnistøku og kanning eftir rúmmetrum (m3) av tappaðum vatni 1)
Framleidd vatnnøgd (m3 pr. samdøgur) 2) |
Einfalt støðugt eftirlit (tal av árligum sýnum) 3) |
Víðkað støðugt eftirlit (tal av árligum sýnum) 3) |
< 10 |
1 |
1 |
> 10 <60 |
12 |
1 |
> 60 |
1 fyri hvørjar ásettar 5 m3 |
1 fyri hvørjar ásettar 100 m3 |
Kannast skal fyri:
1) 4) Clostridium perfringens, íroknað sporar
2) Escherichia coli (E. coli)
3) Pseudomonas aeruginosa
4) Koliformar bakteriur
5) Kimtal, dyrkað við 22 og 37° C
6) Aluminium, Al
7) Ammonium, NH4+
8) Vetnissambond, H+
9) 6) Jarn, Fe
10) 7) Nitrit, NO2-
11) Lukt
12) Smakk
13) Lit
14) Leiðingarevni
15) Turbiditet
Endamálið við støðuga eftirlitinum er at útvega regluligar upplýsingar um sensorisku og mikrobiologisku dygdina á kelduvatninum ella tí tappaða drekkivatninum fyri at meta um, hvørt vatnið lýkur tey samsvarandi krøvini í kunngerð um veiting av drekkivatni.
Endamálið við víðkaða eftirlitinum er at útvega neyðugar upplýsingar fyri at gera av, um øll kanningarúrslit lúka galdandi krøv til drekkivatn.
1) Sýnistøkur og kanningarhættir skulu fylgja viðkomandi krøvunum í kunngerð um veiting av drekkivatni, og annars eftir ávísing frá og sum grundarlag undir frágreiðing til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
2) Vatnnøgdin skal roknast sum miðalnøgd fyri eitt heilt kalendaraár.
3) Einfalda og víðkaða eftirlitið skulu tilsamans geva eina umboðandi mynd av vatngóðskuni til móttakaran/endabrúkaran gjøgnum árið.
4) Bert neyðugt, um talan er um yvirflatuvatn, ella um vatnið kann vera ávirkað av yvirflatuvatni.
5) Bert neyðugt, um tað er nýtt sum flokkuleringsevni.
6) Bert neyðugt, um tað er nýtt sum flokkuleringsevni.
7) Bert neyðugt, um kloramin er nýtt at sóttreinsa við.
Skjal 6
Treytir fyri at nýta aktiverað aluminium at reinsa fluorid úr natúrligum mineralvatni og kelduvatni 1)
1) Loyvt er at viðgera natúrligt mineralvatn og kelduvatn, hereftir nevnt “vatn”, við aktiveraðum aluminiumoksidi (Al2O3) fyri at taka burtur fluorid, hereftir nevnt “fluoridreinsandi viðgerð”. Fluoridreinsandi viðgerð skal fremjast í samsvari við nr. 6.
2) Innihaldið í vatninum av møguligum leivdum frá fluoridreinsandi viðgerð skal vera so lágt, sum tað tøkniliga er gjørligt við at nýta bestu tøku tøkni (BAT2)), og soleiðis, at tað ikki kann elva til heilsuváða. Fyri at tryggja hetta skal framleiðarin nýta og neyvt hava eftirlit við teimum í nr. 6 nevndu viðgerðarstigum og viðbreknu stýringarliðum.
3) Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava boð um ætlaðu viðgerðina í minsta lagi 3 mánaðir fyri, at fluoridreinsandi viðgerð verður sett í verk. Við fráboðanini skulu fylgja viðkomandi upplýsingar, skjalprógv og kanningarúrslit, sum prógva, at viðgerðin lýkur krøvini í nr. 6.
4) Fløskur og onnur íløt við vatni, ið eru reinsað við fluoridreinsandi viðgerð, skulu merkjast við orðunum Vatn viðgjørt við góðkendari adsorptións-tøkni 3). Á merkinum skal henda frámerking standa nærhendis upplýsingunum um innihaldið í vatninum.
5) Vørur, ið eru framleiddar, áðrenn henda kunngerð er sett í gildi, og sum ikki eru merktar samsvarandi nr. 4, kunnu verða seldar í upp í 1 ár eftir, at henda kunngerð er sett í gildi 4).
6) Hesir viðbreknu stýringarliðir skulu fylgjast við neyvum eftirliti:
a) Aktiverað aluminium skal viðgerast og reinsast við ávikavist súrum og basiskum (alkaliskum) evnum og grugg fáast burturúr, áðrenn tað verður nýtt til at reinsa vatn.
b) Evnini hjá aluminiumoksidi til at binda fluorid skulu, alt eftir framleiðslumongd og vatngóðsku, endurnýggjast um 4. hvørja viku og yvirflatar av bakterium, sonevndur biofilmur, fáast burtur. Hetta verður gjørt í 3 stigum:
i) við fyrst at nýta natriumhydroksid til at fáa fluorid-jón burtur og at seta hydroksid-jón í staðin,
ii) við í øðrum lagi at nýta sýru til at taka burtur leivdir av natriumhydroksidi og gera aluminiumoksid virkið, og
iii) við í triðja lagi at skola við drekkivatni ella demineraliseraðum vatni og síðani við vatni frá kelduni fyri at tryggja, at filtrið ikki broytir samlaða innihaldið av mineralum frá kelduni.
c) Øll evni, ið verða nýtt, skulu lúka krøvini hjá evropisku standardiseringsfelagsskapinum (CEN).
d) Fyri at tryggja ímóti leivdum í vatninum omanfyri mørkini í kunngerð nr. 127 frá 22. november 2013 um veiting av drekkivatni skal aktiveraða aluminiumoksidið lúka krøvini í evropiska standardinum EN 12902 fyri ólívrunnið tilfar í vørum til filtrering og viðgerð av vatni, ið er ætlað at drekka.
e) Samlaða mongdin av aluminium-jónum skal kannast regluliga og má í mesta lagi vera 200 mikrogramm (µg) í hvørjum litri.
f) Einstøku stigini skulu samsvara við góðan framleiðsluhátt og við HACCP-grundreglurnar.
g) Virkið skal hava eina yvirvøkuskipan, ið tryggjar, at nevndu viðgerðarstig verða fylgd neyvt, serstakliga við atliti at innihaldinum av fluoridi og at týdningarmestu eginleikarnir hjá vatninum verða varðveittir.
1) Umseting av ES-fyriskipan nr. 115 frá 9. februar 2010 um áseting av treytum fyri at nýta virkið aluminiumoksid til at reinsa natúrligt mineralvatn og kelduvatn fyri fluorid.
2) Hugtakið BAT (Best Available Techniques; á føroyskum: besta tøka tøknin) er at skilja sum mest framkomnu framleiðsluhættir, tilgongdir og rakstrarmannagongdir, sum til eina og hvørja tíð eru mest munadyggar fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá ávísari vinnugrein ella ávísum virksemi. Hugtakið fevnir ikki bert um tøkniligar loysnir, men eisini um t.d. nútímans framleiðsluhættir, nýtslu av minni dálkandi rávørum, avmarking av burturkasti, endurnýstlu og endurvinning, umframt nýtslu av rávørum og orku. Ein treyt fyri at koma undir hugtakið er eisini, at tøknin er roynd og tøk á marknaðinum fyri rímiligan kostnað.
3) Hesi krøv samsvara krøvini í ES og EØS. Í sambandi við møguligan útflutning eru kortini krøvini í innflytaralandinum avgerandi og roknast má við, at frámerking skal vera á máli, ið er skillig í innflytaralandinum, á enskum t.d. water subjected to an authorized adsorption technique.
4) Í sambandi við møguligan útflutning eru krøvini í innflytaralandinum tó avgerandi.