Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. juni 2016Nr. 74
Kunngerð um skráseting av skotvápnum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 5 frá 13. januar 2021
1) Við heimild í § 4, stk. 1 og § 7, stk. 3 í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 158 frá 20. november 2020, verður ásett:
§ 1. Skotvápn, slættpípaðar haglbyrsur og luftbyrsur, størri enn kaliber 5,5 mm., sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1 og § 2, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini, skulu skrásetast.
§ 2. Skotvápn sbrt. § 1 verða skrásett í eini vápnaskrá, sum Umhvørvisstovan situr fyri.
Stk. 2. 1) Politiið kann til fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsøkjan av lógarbrotum fáa fjaratgongd til neyðugu upplýsingarnar í vápnaskránni.
Upplýsingar, sum skulu skrásetast
§ 3. 2) Einstaklingar, sum eiga skotvápn sbrt. § 1, skulu skráseta tey við hesum upplýsingunum:
1) Um skotvápnið:
a) Slag av skotvápni.
b) Navn á skotvápni.
c) Modell á skotvápni.
d) Seriunummar á skotvápninum. Er ikki gjørligt at lesa alt seriunummarið, so bert tann part, sum letur seg lesa.
2) Um ánaran:
a) Navn ánarans.
b) Føðingardagur og p-tal.
c) Bústaður.
d) Postnummar.
e) Býur.
f) Vápnaprógvnummar, um ánarin hevur vápnaprógv.
§ 4. Løgfrøðiligir persónar, sum eiga skotvápn sbrt. § 1, skulu skráseta tey við hesum upplýsingunum:
1) Um skotvápnið:
a) Slag av skotvápni.
b) Navn á skotvápni.
c) Modell á skotvápni.
d) Seriunummar á skotvápninum.
2) Um ánaran:
a) Navn ánarans.
b) V-tal.
c) Bústaður.
d) Postnummar.
e) Býur.
f) Loyvisnummar.
Egin skráseting hjá vinnurekandi
§ 5. Vinnurekandi, sum hava loyvi at selja skotvápn sbrt. § 1, skulu hava egna skráseting av skotvápnunum við hesum upplýsingum:
1) Um skotvápnið:
a) Slag av skotvápni.
b) Navn á skotvápni.
c) Modell á skotvápni.
d) Seriunummar á skotvápninum.
e) Nøgd av skotvápnum.
Umskráseting av skotvápnum við sølu ella gávu
§ 6. Einstaklingur, sum selur ella gevur skotvápn sbrt. § 1, skal umskráseta skotvápnið til nýggja ánaran.
Stk. 2. Umskrásetingin skal váttast av bæði seljara og keypara ella móttakara.
Stk. 3. 2) Verður selt ella givið til einstakling, skal umskrásetingin hava hesar upplýsingar:
1) Um seljaran:
a) Navn á seljara.
b) Føðingardagur.
c) Bústaður.
d) Postnummar.
e) Býur.
f) Vápnaprógvnummar, um seljarin hevur vápnaprógv.
2) Um skotvápnið:
a) Slag av skotvápni.
b) Navn á skotvápni.
c) Modell á skotvápni.
d) Seriunummar á skotvápninum.
3) Um keyparan ella móttakaran:
a) Navn á keypara ella móttakara.
b) Føðingardagur.
c) Bústaður.
d) Postnummar.
e) Býur.
f) Vápnaprógvnummar.
Stk. 4. 2) Verður selt ella givið til ein løgfrøðiligan persón, skal umskrásetingin hava hesar upplýsingar:
1) Um seljaran:
a) Navn á seljara.
b) Føðingardagur.
c) Bústaður.
d) Postnummar.
e) Býur.
f) Vápnaprógvnummar, um seljarin hevur vápnaprógv.
2) Um skotvápnið:
a) Slag av skotvápni.
b) Navn á skotvápni.
c) Modell á skotvápni.
d) Seriunummar á skotvápninum.
3) Um keyparan ella móttakaran:
a) Navn á keypara ella móttakara.
b) V-tal.
c) Bústaður.
d) Postnummar.
e) Býur.
f) Loyvisnummar.
§ 7. Um løgfrøðiligur persónur selur ella gevur skotvápn sbrt. § 1, skal løgfrøðiligi persónurin umskráseta skotvápnið til nýggja ánaran.
Stk. 2. Umskrásetingin skal váttast av bæði seljara og keypara ella móttakara.
Stk. 3. 2) Verður selt til einstakling, skal umskrásetingin innihalda hesar upplýsingar:
1) Um seljaran:
a) Navn á seljara.
b) V-tal.
c) Bústaður.
d) Postnummar.
e) Býur.
f) Loyvisnummar.
2) Um skotvápnið:
a) Slag av skotvápni.
b) Navn á skotvápni.
c) Modell á skotvápni.
d) Seriunummar á skotvápninum.
3) Um keyparan ella móttakaran:
a) Navn á keypara.
b) Føðingardagur.
c) Bústaður.
d) Postnummar.
e) Býur.
f) Vápnaprógvnummar.
Stk. 4. Verður selt ella givið til ein løgfrøðiligan persón, skal umskrásetingin hava hesar upplýsingar:
1) Um seljarin ella lataran:
a) Navn á seljara ella gevara.
b) V-tal.
c) Bústaður.
d) Postnummar.
e) Býur.
f) Loyvisnummar.
2) Um skotvápnið:
a) Slag av skotvápni.
b) Navn á skotvápni.
c) Modell á skotvápni.
d) Seriunummar á skotvápninum.
3) Um keyparan ella móttakaran:
a) Navn á keypara ella móttakara.
b) V-tal.
c) Bústaður.
d) Postnummar.
e) Býur.
f) Loyvisnummar.
§ 8. Tá vinnurekandi selja skotvápn sbrt. § 1, skal tann vinnurekandi fráboða hesa sølu til vápnaskránna hjá Umhvørvisstovuni.
Stk. 2. 2) Verður selt til einstakling, skal fráboðanin hava hesar upplýsingar:
1) Um skotvápnið:
a) Slag av skotvápni.
b) Navn á skotvápni.
c) Modell á skotvápni.
d) Seriu nummar á skotvápninum.
2) Um keyparan:
a) Navn á keypara.
b) Føðingardagur.
c) Bústaður.
d) Postnummar.
e) Býur.
f) Vápnaprógv nr.
Stk. 3. Verður selt til løgfrøðiligan persón, skal fráboðanin hava hesar upplýsingar:
1) Um skotvápnið:
a) Slag av skotvápni.
b) Navn á skotvápni.
c) Modell á skotvápni.
d) Seriunummar á skotvápninum.
2) Um keyparan:
a) Navn á keypara.
b) V-tal.
c) Bústaður.
d) Postnummar.
e) Býur.
f) Loyvisnummar.
Revsing og gildiskoma
§ 9. Brot á §§ 3-8 verður revsað við sekt.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Skrásetingin nevnd í §§ 3-8 skal vera framd í seinasta lagi 1. januar 2017.
Løgmansskrivstovan, 28. juni 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)