Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. juni 1987Nr. 74
Kunngerð um reglur fyri brunaráðið, sum broytt við kunngerð nr. 31 frá 2. marts 1993
Við heimild í § 1, 4. stk., í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. 1) Brunaráðið hevur til endamáls
1) at ráðgeva myndugleikunum og øðrum í bruna- og sløkkiviðurskiftum og
2) at ráðgeva landsstýrinum í kærumálum um tilbúgvingarligar avgerðir, tiknar av brunaumsjón landsins.
§ 2. Brunaráðið hevur heimild til at gera neyðug kanningararbeiði, og hevur í hesum sambandi rætt til at fáa neyðuga hjálp frá brunaumsjón landsins og øðrum landsstovnum.
2. stk. Til tess at kanna tilbúgvingarliga støðið hjá sløkkiliði, kann brunaráðið gera royndarfráboðanir.
§ 3. Brunaráðið er eitt fakligt ráð við 5 limum, ið landsstýrið velur fyri 4 ár. 2 av limunum verða valdir eftir uppskoti frá kommununum og 1 eftir uppskoti frá løgregluni.
2. stk. Ráðið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni. Formaðurin ella minst 2 av limunum boða til fundar.
3. stk. Ráðið er viðtøkuført, tá minst 3 limir eru møttir. Er ikki semja í ráðnum um tilmæli, hevur minniluti rætt til at koma til orða við serstøðu.
§ 4. Ráðið fær hjálp til skriviarbeiði o.a. frá brunaumsjón landsins. Samsýning til ráðslimirnar skal góðkennast av landsstýrinum.