2. juli 2007Nr. 75
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru
§ 1
Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 28 verður ”hóskandi” sett í staðin fyri ”girdum”.
2) § 29 verður orðað soleiðis:
”§ 29. Við koyrifrálæru til bólkarnar A og B skal umsøkjarin undir venjingarrakstri, sbr. § 28, í minsta lagi fremja 4 skúlatímar, sum hvør varir 45 minuttir, í venjing á hóskandi venjingarøki”.
3) Fylgiskjal 6: Koyrianlegg verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2007.
Vinnumálaráðið, 2. juli 2007
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)