Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 07-06-2013
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2013 A - Kunngerð 75 frá 3. juni 2013
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. juni 2013Nr. 75

Kunngerð um útbúgving innan timburútbúgving, sum broytt við kunngerð nr. 111 frá 9. oktober 2015

Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk.1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:

Kapittul 1

Um útbúgvingina

§ 1. Í útbúgvingini til timburmann fær næmingurin gjøgnum skúlagongd og verkliga læru vitan og førleikar innan hesi kjarnaøki:

1)   Ráðlegging og útinnan av arbeiði innan yrkið, har góðskan er sambært lógum, reglum og siðvenju,

2)   ráðlegging og útinnan av seruppgávum innan yrki, tað verður seg nýhugsan og at finna loysnir,

3)   ráðgeving og kundatænasta,

4)   ráðlegging, samskipan og útinnan av arbeiði í samstarvi við onnur yrki á arbeiðsplássinum, og

5)   ráðlegging og útinnan av arbeiði við virðing fyri umhvørvinum og trygdini á arbeiðsplássinum og hjá brúkaranum.

Kapittul 2

Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald

§ 2. Útbúgvingin tekur 4 ár.

Stk. 2. Útbúgvingin er lutað sundur í verkliga læru á góðkendum læruplássi og skúlagongd.

§ 3. Skúlagongdin, íroknað eitt sveinaroyndarskeið, er 55 vikur og verður skipað soleiðis:

1)   1. skúlaskeið, 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið 50 vikur tilsamans, og

2)   sveinaroyndarskeið, 5 vikur

Stk. 2. Skúlagongdin í 1.-3. skúlaskeiði fevnir um almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og vallærugreinar. Skemalagda undirvísingartíðin er til samans 1.800 pultstímar.

§ 4. Næmingurin skal hava 5 almennar lærugreinar. Almennu lærugreinarnar verða lagdar til rættis á hesum stigum og við hesum pultstímatali:

1)   Alisfrøði E, 72 pultstímar.

2)   Enskt E, 72 pultstímar.

3)   Føroyskt E, 72 pultstímar.

4)   Støddfrøði E, 72 pultstímar.

5)   Vallærugrein E, 72 pultstímar.

Stk. 2. Skemalagda tímatalið til almennu lærugreinarnar er til samans 360 pultstímar, harav 72 pultstímar eru til eina vallærugrein. Næmingurin velur eina vallærugrein, sum skúlin bjóðar út.

Stk. 3. Innihald og førleikamál í almennu lærugreinunum verða lýst í námsætlanunum fyri lærugreinarnar.

§ 5. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinar er til samans 1.200 pultstímar við hesum lærugreinum:

1)   Amboðslæra.

2)   Arbeiðsumhvørvi.

3)   Betong og forskalling.

4)   Byggipláss.

5)   Eldsløkking.

6)   Fyrstahjálp.

7)   Góðskutilvitan.

8)   Hæddarmáta og avseta.

9)   Ísetan av hurðum og vindeygum.

10) Konstruktiónir.

11) Snið, skap og litir.

12) Tekning.

13) Tilfarslæra.

14) Trappur, rimaverk og svalar.

Stk. 2. Innihald og førleikamál í yrkislærugreinunum verða lýst í námsætlanunum fyri lærugreinarnar.

§ 6. Skemalagda tímatalið til vallærugreinar, sum eru yrkislærugreinar, er til samans 150 pultstímar.

Stk. 2. Innihald og førleikamál í vallærugreinunum, sum eru yrkislærugreinar, verða lýst í námsætlanunum fyri lærugreinarnar.

§ 7. Fyri hvørt skúlaskeiði skipar skúlin fyri eftirmeting í yrkislærugreinunum. Til hetta eru ásettir til samans 90 pultstímar.

Stk. 2. Eftirmetingin verður lýst í námsskipan fyri útbúgvingina ella í námsætlanini fyri einstøku lærugreinina.

§ 8. Innihaldið í verkligu læruni verður lýst í námsskipanini fyri útbúgvingina.

Kapittul 3

Førleikamál við útbúgvingarlok

§ 9. Førleikarnir, ið næmingurin skal hava ognað sær við útbúgvingarlok, eru, at hann dugir:

1)   At hallmáta og hæddarmáta øki, áseta kotur og vatnrættar og loddrættar linjur og velja mátitól,

2)   at innrætta eitt byggipláss við atliti at arbeiðsumhvørvi, trygd, gonguvegum, ruskskiljing, veðurviðurskiftum og trivnaðarhentleikum,

3)   at luttaka í fyribyrgjandi trygdararbeiði og í fyriskipanini av hesum á arbeiðsplássinum,

4)   at leita í lógum og reglugerðum eftir tilfar-, trygdar-, arbeiðs-, og nýtsluleiðbeiningum,

5)   at hava góðskueftirlit við móttøku av tilfari og við avhandan av einum arbeiði,

6)   at gera mongdarútrokningar av tilfari,

7)   at gera tekningar og skitsur til at brúka sum arbeiðstekning og skjalprógvan,

8)   at vegleiða um val av tilfari og byggihátti,

9)   at samskifta og gera avtalur við viðskiftafólk,

10) at samskifta skilliga um arbeiðsstøðuna á fremmandamáli,

11) at velja støddir, tilfar, amboð og trygdarútgerð,

12) at leggja út undirsløg,

13) at evna til og byggja upp útvegg við klædningi,

14) at tekna, avbinda, evna til, byggja upp yvirtrom,

15) at leggja ymisk sløg av tróðri,

16) at veksla út, seta takvindeygu í og arbeiða við inndekningum til ymisk taksnið,

17) at evna til og leggja skottrennu,

18) at lekta eitt tak til eitt ávíst tilfar,

19) at evna til takverk við takskeggi og skálkum,

20) at seta upp klædning á skjøldur og evna til vindskeiðir, úthang og takskegg,

21) at seta í inn- og úthurðar og vindeygu við tilsetningum og fugum,

22) at byggja upp og klæða innandura veggir,

23) at byggja upp gólv og veggir í einum vátrúmi,

24) at leggja trægólv við parket ella brettum,

25) at seta upp loft og undirlag til loft,

26) at seta upp skápslutir og innbúgv,

27) at máta upp, bíleggja og seta upp trappur,

28) at tekna og evna til rimaverk, vindverju, útigólv, uttandura vegg og útitrappu, og

29) at umvæla rot- og soppaskaðar.

Stk. 2. Harafturat skal næmingurin hava kunnleika til siðbundna føroyska byggilist, so sum flagtekja og triðingsreising. Eisini skal næmingurin kenna til ymisk sløg av betongi og hava innlit í kloak- og rørviðurskifti.

Kapittul 4

Sveinaroynd

§ 10. Eftir 3. skúlaskeið skipar skúlin fyri einum sveinaroyndarskeiði, ið varir 5 vikur sbrt. § 3, stk. 1, nr. 2.

Stk. 2. Fyri at innskriva seg til sveinaroyndarskeiðið skal næmingurin hava staðið 1.-3. skúlaskeið, sbrt. kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar, og hava góðkendan lærusáttmála.

Stk. 3. Sveinaroyndarskeiðið fevnir um tveir høvuðslutir:

1)   Skemaløgd undirvísing í yrkislærugreinum á 86 pultstímar, lutað á 12 dagar, og

2)   sveinaroynd, ið fevnir um ein ástøðiligan part og ein verkligan part, sum taka støði í førleikamálunum í útbúgvingini.

§ 11. 1) Ástøðiligi  parturin fevnir um eina tekniroynd, skurðmynd við tilfarslýsing, tilfarsútrokning og tíðarætlan sum fyrireiking til handaliga partin.

Stk. 2. 1) Til tekniroyndina fær næmingurin 5 tímar.

Stk. 3. 1) Til skurðmynd við tilfarslýsing, tilfarsútrokning og tíðarætlan sum fyrireiking til handaliga partin fær næmingurin 11 klokkutímar.

Stk. 3. 1) Næmingurin fær 32 klokkutímar lutaðar á 4 dagar til verkætlanina og 30 minuttir til próvhoyring íroknað próvtalsgeving.

Stk. 4. 1) (Strikað).

Stk. 5. 1) (Strikað).

Stk. 6. 1) (Strikað).

Stk. 7. 1) (Strikað).

Stk. 8. 1) (Strikað).

Stk. 9. 1) (Strikað).

Stk. 10. 1) (Strikað).

Stk. 11. 1) (Strikað).

§ 12. 1) Verkligi parturin fevnir um handverk, skjalfesting og framløgu.

Stk. 2. 1) Til handaligu uppgávuna at skjalfesta og fyrireika framløguna fær næmingurin 64 klokkutímar tilsamans. Næmingurin fær í mesta lagi 48 klokkutímar til handaligu uppgávuna. ½ klokkutími er ásettur til framløguna fyri hvønn næming, íroknað próvdøming.

Stk. 3. 1) (Strikað).

Stk. 4. 1) (Strikað).

Stk. 5. 1) (Strikað).

§ 13. 1) Ein lærari og tveir metingardómarar døma ástøðiliga og verkliga partin. Ein lærari og tveir metingardómarar døma framløguna.

Stk. 2. 1) Ástøðiligi parturin verður dømdur soleiðis:

1)   Tekniroynd telur 35%.

2)   Skurðmyndin við tilfarslýsing telur 35%.

3)   Tilfarsútrokning telur 20%.

4)   Tíðarætlanin telur 10%.

Stk. 3. 1) Fyri at standa ástøðiliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02.

Stk. 4. 1) Verkligi parturin verður dømdur soleiðis:

1)   Handaligi parturin telur 60%.

2)   Skjalfesting og framløga telja 40%.

Stk. 5. 1) Fyri at standa verkliga partin av sveinaroyndini skal næmingurin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02.

Stk. 6. 1) Endaliga sveinaroyndarpróvtalið verður roknað sum eitt vektað miðaltal av próvtalinum fyri ástøðiliga partin og próvtalinum fyri verkliga partin av sveinaroyndini. Próvtalið fyri ástøðiliga partin skal vektast við 4/10, og próvtalið fyri verkliga partin vektast við 6/10.

§ 14. Við lokna útbúgving fær næmingurin útflýggjað sveinabræv sum váttan fyri, at hann hevur fingið førleikar innan útbúgvingina.

Kapittul 5

Gildiskoma

§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2013/2014 ella seinni.

 

 

Mentamálaráðið, 3. juni 2013

 

Bjørn Kalsø (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Gert Hansen (sign.)

 



1) Broytt við kunngerð nr. 111 frá 9. oktober 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrjaðu skúlagongdina skúlaárið 2013/2014 ella seinni.”