Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. august 2002Nr. 75
Kunngerð um broyting í kunngerð um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið
(FHS-kunngerðin)
§ 1
Í kunngerð nr. 15 frá 14. februar 2000 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-kunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 117 frá 24. august 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 2 verður orðið “grundlærugreinum” broytt til “almennum lærugreinum”.
2) Í § 4, stk. 1-2, § 6, stk. 1, § 11, stk. 2, § 12, stk. 1 og § 17, stk. 1 verður orðið “grundlærugreinir” broytt til: “almennar lærugreinir”.
3) Í § 4, stk. 3 verður orðið “grundlærugreinirnar” broytt til “almennu lærugreinirnar”.
4) Í § 4, stk. 4 verður orðið “Grundlærugreinaskipanin” broytt til “Skipanin av almennu lærugreinunum er henda:”.
5) Í § 4, stk 6 verður orðið “grundlærugreinina” broytt til “almennu lærugreinina”.
6) Í § 15, stk. 4 og 5 verður “15%” broytt til: “10%”.
7) Í § 15, stk. 6 verður “20%” broytt til: “15%”.
8) Í § 15, stk. 8 verður “ 15%” broytt til: “15% í einari lærugrein ella 10% samanlagt í øllum lærugreinum”.
9) Í § 17, stk 1 verður orðingin “,annaðhvørt munnliga ella skrivliga” strikað, og sum 2. plt. verður sett: “Ein skrivlig og ein munnlig próvtøka telur sum ein próvtøka hvør sær”.
10) § 17, stk. 2 verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, dagfesting 8. august 2002
Annlis Bjarkhamar (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)